Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 9 - 15. januar 2003 Nr. 9 - 15. januar 2003 13 Á fundi fyrrdagin samdust andstøðuflokkarnir um at leggja eitt uppskot um misálitisváttan á landsstýrismannin í fiskivinnumálum Jørgen Niclasen. Andstøðuflokkarnir grundgóvu støðutakan sína við, at teir kundu ikki lata tað fara aftur við borðinum, tá ein kanningarstjóri kemur til ta niðurstøðu, at ein landsstýrismaður og fyrisiting hansara eru farin út um lógarheimildirnar í málinum at endur- fíggja fjarfiskiflotan. Í skrivandi løtu er ikki greitt, um tað kemur so langt, at andstøðuflokkarnir leggja fram eitt uppskot um misálit, tí politiska støðan kann broytast frá tíma til tíma. Serliga tí at Tjóðveldisflokkurin hevur ikki greitt boðað frá, um hann fer at atkvøða fyri. Men tað, sum tjóðveldistinglimir hava sagt, bendir á, at Tjóðveldisflokkurin fer at atkvøða fyri. Møguleiki er eisini fyri - og tað er tann mest natúrligi - at Jørgen Niclasen leggur frá sær. Av sínum eintingum ella tí at Fólkaflokkurin kroystir hann til tað. Við at leggja frá sær sleppur hann undan, at hann noyðist at leggja frá sær, tí ein meiriluti í Løgtinginum hevur ikki álit á honum. Eitt slíkt misálit fer altíð at hanga sjónligt á honum. Um hann ikki leggur frá sær, og ein meiriluti er fyri einum misáliti, rakar tað eisini Anfinn Kalsberg, løgmann. Hann hevur givið Jørgen Niclasen og fyrisiting hansara eina átalu, men hann hevur latið hann sita, hóast landsstýris- maðurin hevur skatt umdømi hjá landsstýrinum, og ikki hevur megnað at byggja upp eina nóg góða fyrisitingarliga mannagongd. Um Løgtingið fellir Jørgen Niclasen, kann Anfinn Kalls- berg neyvan halda fram við verandi samgongu. Hann fær tá óbeinleiðis eina misálitisváttan fyri, hvussu hann hevur handfarið støðuna, sum kom í. Slítur hann lands- stýrissamgonguna, er Jørgen Niclasen óbeinleiðis orsøkin til eitt møguligt slit, tí hann vildi ikki leggja frá sær. So er spurningurin, um Anfinn Kallsberg hevur aðrar møguleikar. T.d. at skipa eina nýggja samgongu við annaðhvørt Sambandsflokkinum ella Javnaðarflokkinum - flokkum sum atkvøða fyri einum misáliti á landsstýris- mann, sum løgmaður hevur víst álit! Ella um hann leggur frá sær. Hóast samstarvið millum serliga Fólkaflokkin og Tjóð- veldisflokkin tykist slitið, so er tað eisini eitt dømi um vantandi samstarvsvilja, at allir landsstýrisflokkarnir ikki saman royna at forða fyri, at eitt misálit vinnur frama. Samanumtikið kann hugsast, at Jørgen Niclasen leggur frá sær, og landsstýrissamgongan heldur fram. Við tí sleppur Jørgen sjálvur best frá støðuni, partamaður hansara verður sitandi í løgmanssessinum, hóast nakað særdur, Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin verða verandi við valdin- um osfr. Eingin ivi er um, at leiðslurnar í stóru sam- gonguflokkunum í evstu løtu fáa landsstýrismannin at leggja frá sær, so samgongan kann blíva sitandi. Men vil landsstýrismaðurin ikki leggja frá sær, so er tað upp til Tjóðveldisflokkinn at avgera lagnu hansara og helst sína egnu eisini. Velur hann at atkvøða fyri misáliti, so rýkur samgongan helst, velur hann tað ikki,so verður helst innanhýsis uppreistur í flokkinum og øll fara at minna leiðsluna á handfarinina av Signarmálinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Tola hann og samgongan eitt misálit? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Atli S. Justinussen Árnafjørður Tað sær ikki mætari út enn at politikkararnir ikki lærdu nakað av tí sváru kreppu alt Føroya land var í í 90-unu- m. Tað er ein ørgrynna av almennum arbeiðum boðin út, tað mátti jú verið meiri skilagott at bíða við teim- um almennu útbyggingun- um, ímeðan tann privata vinnan byggir sum ongan- tíð áður. Tað einasta tað al- menna fær burtur úr er at øll bygging verður nógv dýrari enn neyðugt, og sjálvsagt verður øll bygg- ing hjá teim privatu eisini dýrari. Tí tað er avmarkað hvussu leingi tann føroyska vinnan kann folda seg meira út. Tað fer at enda við at øll bygging steðgar upp í senn, og alt bleiv ov dýrt. Men høvdu teir almennu myndugleikarnir hugsað, og serliga uppá skattakrón- urnar hjá borgaranum, so skuldu tey almennu ar- beiðini verið boðin út tá tann privata var minkað niður í einki, tí so var alla tíðina javnt arbeiði, og alt bleiv nógv bíligari at byggja. Og so at geva dønum 366 milliónir í gávu hvørt ár, altso hvat halda vit okkum vera, sjálvur er undirritaði fyri at Føroyar skal vera eitt sjálvstøðugt land. Men hvat nyttar tað tá vit ikki eru búgvin til tess, vit skulu tó arbeiða miðvíst við loys- ingarmálinum alla tíðina, allur hasin peningurin hevði verið góður at havt at staðið ímóti við í kreppu- tíðum. Vit mugu ómøguligt billa okkum inn at tað ongantíð kemur kreppa aft- ur, tað hava verið kreppur og tað koma altíð kreppur aftur. Teir, sum valda, mugu gjalda, eru tað jú ikki DANIR sum hava avgerð- arrættin her enn, tað sóu vit jú í kreppuni, so latið teir gjalda inntil vit hava loyst skútuna. Lærdu politikkararnir onki av kreppuni? Signar á Brúnni Vísandi til tað, ið Høgni Hoydal ber fram um kann- ingina av Jørgeni Niclasen, kann eg bert staðfesta, at hugburðurin hjá Høgna Hoydal er nógv broyttur síðani 28. mars ár 2000, tá Signar-málið varð avgreitt, og til dagin í dag, nú Jørg- en-málið skal avgerast. Mørkini fyri reinleika og sannleika í politikki eru flutt ómetaliga nógv, ja so nógv, at tú illa trýrt, at talan er um sama mann, ið úttalar seg. Tað hevði verið áhuga- vert at fingið nøkur svar til hesar spurningar: Signar-málið var so mikið tyngjandi fyri alla samgonguna, at Signar mátti leggja frá sær. Jørgin- málið er hinvegin ikki eitt samgongumál, men eitt innanhýsis mál hjá Fólka- flokkinum. Hvussu ber tað til? Tá Signar-málið var fyri, talaði formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum nógv um, at politiskt reinføri og mo- ralur mátti setast í hásæti, og at trúðvirðið hjá sam- gonguni var í vanda. Hvussu ber tað til, at sami floksformaður ikki hevur tikið hesi somu hugtøk á tungu, nú meðan Jørgen- málið hevur verið frammi? Løgmaður nevndi herfyri alment, at eitt justitsmorð varð framt móti fyrrverandi landsstýrismanni Tjóðveld- isfloksins. Hvussu ber tað til, at leiðslan í Tjóðveldis- flokkinum ikki enn hevur gjørt viðmerkingar til eitt so álvarsligt úttalilsi? Signarmálið og Jørgenmálið og Tjóðveldisflokkurin Tríggir "Prix Bólkar" spæla konsert í Gøtu leygarkvøldið TÍÐINDASKRIV Leygarkvøldið 18. verður konsert í losjuni við Gøtu- gjógv. Tá fara tríggir prix- aktuellir bólkar á pallin hjá Grót: HEADACHE BLUES TREO, við so kendum nøvnum sum Una Reinert Debess, Edvard Nyholm Debess og Rógva á Rógvu, FLUX, við Hans Marius Ziska Weyhe, Kristian í Vági og Sveinur Gaard Olsen, ið ma.a. tvær ferðir áður hava verið við í Prix- num, sum vóru við á TUTL Live 25 fløguni fyri kortum og sum av fleiri vera mettir sum eitt gott boð uppá hvør, ið veruliga kunna gera seg galdandi í Prix- num í ár. SIDE EFFECT, føroya allarhelst einasti techno bólkur. Nýskapandi, spenn- andi og orkufult. Mann- ingin telur m.a. úrmælingin Brynjálv av Heygum, ið eisini er kendur úr m.ø. MC Hár. Hesir bólkar fara leygar- dagin saman við Tónleika- samtakinum Grót og eld- hugaðum áhoyrarum at skrúva hitan upp í grúgvuni undir Prix-grýtuni, sum veruliga fer á kók hin 25 januar í mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá m.a. Head- ache Blues Treo skulu kappast um at sleppa í Prix Føroyar Finaluna. Grót kóka prix dámin upp Kanska? Á strondini eg stóð í sævarmála Skýmingin varð eisini í sinninum Langt úti í havsbrúnni hómaði eg Eydnu mína ið fleyg avstað avstað. Veingjasløgini merktust í hjartarøtrum. Hvølt nívandi særandi ljóð Standandi á strondini nektaður Fyri allar mínar kenslur alt mítt Eg Myrku skýggini krøktu seg í meg Sugu meg inn í myrkrið onkið. Kanska er ongin sól til? Kanska er ongin eydna til? Kansk eri eg ikki til? Kanska er hetta bert ein dreymur? Gævið Gud at so mátti verið. Eyðálvur Kári Nielsen Rituvík ÚTTANLANDS Ingibjörg Sólrún Gísla- dóttir, borgarstjóri í Reykjavík, fer at leggja frá sær sum borgarstjóri 1. februar. Stutt fyri jól boðaði hon frá, at hon hevði tikið avgerð um at stilla upp til Alþingsval- ið í ár, sum kandidatur fyri Samfylkingina. Hon stillar upp á einum ótryggum plássi, sum krevur stóran stuðul í valdøminum í Reykjavík fyri at hon skal hava vón um at verða vald. Í meirilutanum í býráð- num í Reykjavík eru limir úr Samfylkingini, ein vinstra-grøn sam- gonga saman við Fram- sóknarflokkinum, sum eisinni situr í stjórnini í Íslandi. Býráðslimirnir úr Framsóknarflokkin- um noktaðu at góðtaka, at Ingibjörg Sólrun still- aði upp. Í valstríðnum skal hon stríðast móti Halldór Ásgrímsson, sum er formaður í Fram- sóknarflokkinum. Ingibjörg Sólrun segði, at eingin kann taka frá henni rættin at stilla upp til Alþingið. Fyri at bjarga meiriluta í býráðnum í Reykjavík valdi hon tí at fara frá. Býráðið í Reykjavík hevur valt Þórólf Árna- son sum nýggjan borg- arstjóra. Hann situr í løtuni ikki í býráðnum, men hevur til fyri stutt- um stjórnað telefonfe- lagnum, Tal. VIÐMERKINGAR Borgarstjórin í Reykjavík leggur frá sær Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Borgarstjórin í Havn steig upp úr rossaspori í gjár og vaks í mínum eygum ein tumma ella báðar tveir. Á fundi í byggi- og býar- skipanarnevndini tók hann í einum og sama viðbragdi atlit til kommununa og hennara borgarar. Sum døgg fyri sól var burtur tann næstan illa kendi hugburðurin: »Kommunan, tað eri eg.« Sum hann segði í útvarp- inum, hevur eisini hann lagt seg út í byggimálið við Vallalíð og hevur biðið um, at byggingin steðgar, með- an málið verður kannað og umhugsað. Tað var júst tað, sum undirritaði vildi við at krevja málið til umrøðu í byggi- og býarskipanar- nevndini, so her draga vit eina línu. Í mótmælinum, sum er komið frá borgarunum við ovara part av Tórfinnsgøtu, er víst á so mong ivasom viðurskifti, at kommunan kundi ikki gera annað, enn steðga á og hugsa seg um. Ikki minst próvgrundir- nar um, at tey í síni tíð settu síni hús og bygdu tey eftir eini skipaðari ætlan, eiga at viga. Eftir hesi kommunalt góðkendu ætlan var granni teirra eitt fríøki í eini grønari brekku. Men hetta var helst burt- urgloymt, tá kommunan fyrireikaði byggingina av stovninum í Vallalíð, og tí er hon komin upp í rass- haft, nú hon hevur fylt upp og er farin undir at grunda húsini, ið koma upp fyri bæði omaneftir og niðan- eftir. Má siga, at tað skal eitt ávíst hegni til at klára at taka útsýni frá einum bý- lingi, sum liggur í eini brattari líð. Vónandi hevur borgar- stjórin hepna hond í roynd- unum at loysa málið á skilabesta hátt til frama fyri bæði kommununa og borgararnar - og ikki minst tey, sum skula húsast á nýggja stovninum, sum so stórur eftirspurningur er eftir. Jónfinn Olsen Form. Í UfM Hygg í bakspegilin og síggj part av avleiðingunum í dag. Hóttan loysir møguliga ongar trupuleikar, men tað eru mørk fyri hvussu fram- tíðin fyri tann einstaka Før- oyingin verður handfarin av politiska myndugleikanum. Tað var ikki Jenis av Rana, sum var við til at skerja blokkin við heili 367 milliónum krónum, og hesin peningur hevði verði komin væl við nú, tá leita verður eftir peningi millum annað til tólini, ið nýtast skulu í nýggja sjúkrahús- bygninginum. Her skuldi ikki verði neyðugt at leita eftir peningi, men spurn- ingurin skuldi verði, hvussu nógvur peningur tørvur var á og síðan játta hann, tí henda íløga kemur øllum Føroyingum til góða. Ístaðin velur man at hugsa stuttsykta og "geva" part av peningi burtur, sum vit meta okkum at "eiga" tá annað ikki er prógvað. Tí vildi Miðflokkurin hava eina fíggjarliga uppgerð millum Føroyar og Dan- mark, áðrenn blokkurin var lakkaður við 367 milli- ónum krónum, men hetta lat seg ikki gera? Eg eri tjóðskaparmaður, tað skal ikki verða nakar ivi um. Men ein sjálvberandi búskap og eitt satt Tjóðar- frælsi verður ikki skapt í Føroyum við at skerja blokkin. Hetta verður mill- um annað skapt í hjørtun- um á okkum Føroyingum, við Tjóðskaparkensluni fyri okkara landi, við nýhugsan, nýggjum framleiðslum, øktum útflutningi o.s.v. Vit nýtast ikki at "sova" á nøkrum blokki. Kári góði, tað hjálpir ikki at tosa um loysnir, og ongum loysnum koma við. Tað nyttar heldur onki at hava hugsjónir og visiónir, og ikki kunna siga frá hvørjar tær eru, ella ikki kunna skriva tær niður á blað. Tað er uppá tíðina at onkur polittikari í Løgting- inum nú smekkar nevan í borði, og sigur at tað vit hava sett í gongd mega vit nú gera liðugt, og tað sum skjótast. Serliga tá talan er um eitt øki sum tað Før- oyska Sjúkrahúsverkið, ið tænir okkum øllum Føroy- ingum. Tú sigur í grein í sosialinum 10 jan. 2003 at "Samgongan hevur tosa nógv um nýggja bygningin hjá Landsjúkrahúsinum, og tað er púra greitt fyri sam- gonguna, at málið skal loysast". Spurningurin er so bara nær 2003 –2005 – 2010…………… sam- gongan má hava sett sær eitt mál. Tí nyttar tað onki, um tú Kári væntar ella ikki væntar, at hesin bygningur fer at standa tómur leingi ella ikki. Tí má eg siga, at er tað sum tú sigur, at samgongan er samd um at loysa málið, so má sam- gongan vælsaktans verða samd um nær hetta mál skal loysast, og at borgarin kann fáa hetta at vita. Vóni at tingmaður MIÐ- FLOKSINS Jenis av Rana verður tikin í álvara, og hetta setur nakrar tankar í gongd og peningur verður játtaður so arbeiðið ikki verður lagt stilt, øllum Føroyingum at frama. TÍÐINDASKRIV Fyri jól varð almannakunn- gjørt, at Gunnar Hoydal verður heiðraður við Ment- anarvirðisløn Landsins 2002. Mentamálaráðið skipar í hesum sambandi fyri almennum hátíðarhaldi mikukvøldið 15. januar 2003 kl. 19.00 í Norður- landahúsinum, har lands- stýrismaðurin í mentamál- um, Annlis Bjarkhamar, handar Mentanarvirðis-løn- ina. Mentanarvirðisløn Land- sins er kr. 150.000 og hin størsta av sínum slag í Før- oyum. Mentanarvirðislønin verður latin føroyskum listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik, og til tess at fáa Mentanarvirðis- lønina skal virðislønar- evnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi. Nevndin, ið ger til- mæli til landsstýrismannin, sigur í grundgevingunum m.a., at "Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Gunnari Hoydal fyri fjøl- táttaða avrik hansara innan føroyska list og mentan. Gunnar hevur í bundna og óbundna skaldskapi sínum flutt mørk." Á hátíðarhaldinum hand- ar landsstýrismaðurin í mentamálum eisini Heið- ursgávu Landsins 2002 til Axel Tórgarð. Heiðursgáva Landsins, ið er kr. 75.000, verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri før- oyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív. Í grundgevingunum sigur nevndin m.a., at "Heiðurs- gáva Landsins verður latin Axeli Tórgarð fyri týðingar hansara av klassiskum heimsbókmentum til før- oyskt mál. Axel hevur hegnisliga latið hesar ment- anarligu dýrgripir í ein føroyskan málbúna á ein hátt, sum í sjálvum sær kann metast sum skald- skapur." Hátíðarhaldið byrjar kl. 19.00 og er alment. Hann vaks ein tumma Kári Højgaard, ikki hava at Jenisi av Rana Alment hátíðarhald fyri Gunnari Hoydal og Axeli Tórgarð C M Y K 13 12