mikudagur 15. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 10 - 16. januar 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Norðmenn kenna seg
sviknar
Norðmenn kenna seg sviknar av svium, nú Noreg og
ES samráðast um nýggjar handilstreytir í sambandi
við, at tíggju lond afturat koma upp í ES. ES hevur
kravt, at Noreg skal rinda 3,5 milliardir krónur um
árið fyri marknaðaratgongdina, men tað halda norð-
menn vera alt ov nógv.
Hesum er svenski forsætisráðharrin, Gøran Pers-
son, ikki samdur við teimum í. Fyrr í vikuni segði
hann við norska útvarpið, at Noreg noyðist at rinda
tað sama sum onnur lond. Hann vísti á, at tað hevði
verið heilt órímiligt, um Noreg, sum er tað ríkasta
landið í Evropa, skuldi goldið minni enn Svøríki, sum
hevur eina skiftandi búskapargongd.
Norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik,
hevur eina aðra áskoðan. Hann sigur, at Noreg er ikki
limur í ES og eigur tí heldur ikki at gjalda, sum var
landið limur.
Fleiri deyð í ferðsluni
Seinastu hagtølini frá donsku ferðslumyndugleik-
unum vísa, at umleið 450 fólk doyðu í ferðsluni í
Danmark í fjør. Tað er umleið fimm prosent fleiri enn
í 2001. Somuleiðis vísa tølini, at umleið 9.200 danir
fingu skaða í ferðsluni í 2002.
Stjórin í danska ráðnum fyri ferðslutrygd, Rene la
Cour Sell, sigur, at sjálvt um vøksturin ikki er stórur,
so er tað kortini hugvekjandi, at tað framvegis gongur
tann skeiva vegin. Hann heldur tað eisini vera
hugvekjandi, at ein triðingur av teimum, sum doyðu í
ferðsluni í fjør, vóru yngri enn 25 ár, og at ein
triðingur vóru eldri enn 65 ár.
Lene Espersen, løgmálaráðharri harmast ta skeivu
gongdina og sigur hetta vera eitt prógv um, at tað er
neyðugt at leggja uppaftur størri dent á ferðslutrygd-
ina. Hinvegin iðrar hon seg ikki um, at stjórnin hevur
spart á fleiri økjum, sum hava við ferðsluna at gera,
og hon heldur ikki, at áhaldandi upplýsingartiltøk
gera tann stóra munin. Bøtur og betri eftirlit við
ferðini á vegunum geva betri úrslit, heldur ráðharrin.
Leyp úr lyftu
Ein 22 ára gamal svii, sum var farin til Eysturríkis at
royna seg á skíðum, liggur nú á sjúkrahúsi við
brotnum ryggi.
Maðurin setti seg í eina lyftu niðan á fjallið, men
niðankomin tordi hann ikki at royna skíðbreytina.
Hann valdi tí at seta seg aftur í lyftuna oman av
fjallinum. Hetta var klokkan fýra seinnapartin.
Skíðbreytin var stongd, men lyftan virkaði enn. Men
vanlukkutíð steðgaði lyftan, júst sum hon var á veg
oman við tí 22 ára gamla svianum. Eftir at hava sitið
ein tíma, gjørdist maðurin kaldur, samstundis sum
ræðsla kom á hann, og hann gjørdi av at leypa úr
lyftuni.
Úrslitið var, at hann breyt ryggin í tveimum støð-
um, men hann kann ugga seg við, at sambært lækn-
unum fær hann ikki varandi mein av tí 10 metrar høga
fallinum ella lopinum.
Fjaldi seg í kufferti
Eftirlitsfólkini á markinum í Hongkong høvdu ilt við
at trúgva sínum egnu eygum, tá tey fyri nøkrum
døgum síðani lótu eitt kuffert upp. Hóast kuffertið
bert var 54 ferðir 80 sentimetrar, funnu eftirlitsfólkini
ein mann í tí.
Blaðið South China Morning Post skrivar, at tað var
ein 24 ára gamal pakistani, sum hevði fjalt seg í
kuffertinum, tí hann ætlaði sær til Hongkong. Hann
hevði fingið ein indiskan vinmann at koyra seg í
kuffertið og at taka seg við einum flogfari til
Hongkong.
Tann 24 ára gamli maðurin sleppur ikki at síggja
eitt kuffert fyribils, tí mánadagin varð hann dømdur
hálvt annað ára fongsul fyri at hava roynt at koma sær
ólógliga til Hongkong. Enn er ikki avgjørt, hvussu
maðurin, sum átti kuffertið, verður revsaður.
Avstralska sjóverjan kom fyri nøkrum døgum síðani fram á hetta skipið, sum er skrásett á
Taiwan. Tað løgna var, at einki fólk var umborð á skipinum, og avstraliumenn funnu heldur
ongar bjargingarvestar umborð. Á myndini verður skipið, sum eitt línuskip, togað í havn á
avstralsku útnyrðingsstrondini til nærri kanningar
Mynd: Reuters
Ein prestur í Norður-
noregi hevði 3560
barnapornografiskar
myndir á telduni í
prestagarðinum.
Hann er eisini undir
illgruna fyri at hava
havt kynsligt sam-
band við ein smá-
drong
ÓLEVNAÐUR
Árni Joensen
Ákæruvaldið í Troms og
Finnmørkini
í
Norður-
noregi er nú liðugt við
ákæruritið ímóti einum
presti, sum varð koyurdur
frá í fjør, eftir at tað var av-
dúkað, at hann hevði ein
hóp av barnapornografisk-
um myndum inn á teldu
síni
í
prestagarðinum.
Presturin varð avdúkaður,
eftir at fólk vóru farin at
undrast á, hvar hendi í
prestagarðinum, tá smá-
dreingir javnan vóru og
vitjaðu prest.
Nú er presturin ákærdur
fyri at hava gjørt seg kyns-
liga inn á ein tíggju ára
gamlan drong, og haraftur-
at er hann ákærdur fyri at
hava latið børnum og ung-
um ymiskt pornografiskt
tilfar. Tað er ikki loyvt at
lata fólki yngri enn 18 ár
tílíkt tilfar.
Presturin hevur viðging-
ið, at hann hevði tær 3560
barnapornografisku mynd-
irnar í telduni, og at hann
hevur víst teimum ungu
pornofilmar. Men hann
vísir aftur ákæruni um, at
hann skal hava havt kyns-
ligt samband við tann
tíggju ára gamla drongin.
Verður presturin dømdur
sekur, kann hann fáa upp í
hálvt fimta ára fongsul.
Ein kanning vísir, at
ísraelskir hermenn
skutu 115 óvápnað
palestinsk børn í fjør
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Palestinsku myndugleik-
arnir hava leingi skuldsett
ísraelsku stjórnina fyri
miðvíst at gera seg inn á
sivilfólkið í teimum pale-
stinsku økjunum fyri á tann
hátt at ræða fólkið frá at
seta seg upp ímóti herinum.
Palestinararnir hava eisini
lagt herin undir at skjóta
børn og ung, sjálvt um tey
eru óvápnað.
Nú vísir ein kanning hjá
amerikansku tíðindastovuni
AP, at ísraelskir hermenn
skutu 115 óvápnað pale-
stinsk børn og ung í fjør.
Tað er sambært tíðinda-
stovuni 50 prosent fleiri
enn árið fyri. Tey flestu
vórðu skotin, meðan tey
stóðu og eygleiddu saman-
brestir millum ísraelskar
hermenn og víðgongdar
palestinar, ella tí tey stein-
aðu ísraelsk stríðsakfør.
Niðurstøðan hjá AP er, at
ísraelski herurin megnar
ikki at halda palestinska
uppreistrinum niðri uttan at
drepa óvápnað sivilfólk.
Mannarættindafelagsska
pir í Ísrael siga, at her-
menninir hava alt ov leysar
teymar, og at hermenninir
verða ikki revsaðir, hóast
teir skjóta óvápnað sivil-
fólk. Ein talsmaður hjá
einum av teimum ísraelsku
felagsskapunum sigur, at
hermenninir leggja seg ikki
eftir at skjóta børn og ung,
men at tað tíverri er vorðið
siðvenja, at hermenn verða
ikki revsaðir, hóast teir gera
tað.
Palestinsku myndugleik-
arnir finnast eisini hvass-
liga at framferðini hjá ís-
raelska
herinum.
Saeb
Erekat, sum situr í pale-
stinsku stjórnini, sigur, at
talið á palestinskum børn-
um, sum fella fyri ísra-
elskum kúlum, er vorðið so
stórt, at altjóða samfelagið
eigur at kanna viðurskiftini.
Síðani palestinski upp-
reisturin byrjaði í sep-
tember í 2000, hava 2.014
palestinar og 713 ísraels-
menn latið lív. Av teimum
vóru 275 palestinsk og 72
ísraelsk børn. Nógv tey
flestu ísraelsku børnini
doyðu í palestinskum sjálv-
morðsatsóknum.
Prestur hevði 3560 myndir
við barnapornografi
Spøkilsisskip
Alt fleiri palestinsk børn
fella fyri ísraelskum kúlum
Eftir at hava arbeitt
sum bankamaður í
fimtan ár, valdi Jóhan
Petur Olsen at siga
starvið í Føroya
Sparikassa frá sær og
royna nakað nýtt.
Hálvan oktober í fjør
tók hann við sum
søluleiðari hjá P/F
Wenzel í Havn.
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
35 ára gamli søluleiðarin
hjá P/F Wenzel, Jóhan Pet-
ur Olsen, er føddur og upp-
vaksin á Argjum. Eftir at
hann var liðugur við 10.
flokk, sigldi hann í eini 3
ár. Hann var við ísfiskatrol-
ara undir Føroyum, sigldi
við farmaskipinum Líðar-
tindindi hjá Traderline og
við
flaggskipi
okkara
Norrønu.
Eftir hetta fekk hann
arbeiði í Føroya Sparikassa,
og arbeiddi hann har sum
"altmuligmand" í eitt ár, til
hann fekk bjóðað læru-
pláss. Har hevur hann so
verið seinastu fimtan árini,
har hann arbeiddi við útláni
og serliga innláni í mong ár.
Seinastu trý árini var hann
á vinnulívsdeildini. "Før-
oya Sparikassi var eitt sera
gott arbeiðspláss, tað var
gevandi og læruríkt fyri
meg. Tó so, seinastu tíðina
fór eg at hugsað um, at eg
skuldu royna nakað annað
her í lívinum. Skuldi eg
skifta, so mátti tað verða
nú, meðan eg hevði hug at
royna aðrar avbjóðingar.
Og knappliga fekk eg
kjansin úti hjá P/F Wenzel,
har eitt starv sum sølu-
leiðari var leyst at søkja. Eg
var so heppin, at teir spurdi
meg, um eg var áhugaður í
hesum. Eg hugsaði meg
ikki ov leingi um, hevði eg
gjørt tað, hevði eg kanska
verið verandi í mínum
trygga Sparikassa", sigur
Jóhan Petur.
Spennandi og gott
arbeiðspláss
Jóhan Petur sigur at hann so
avgjørt ikki hevur angrað,
at hann tók hesa avgerð.
"Hetta er eitt spennandi og
gott arbeiðspláss, og starvs-
felagar mínir eru fittir og
góðir at samstarva við. Tað
er sjálvandi ein lítil koll-
velting at vera her í mun til
í Sparikassanum, tað er
sum um, at eg nú sitið á
hinari síðuni, og síggi
hvussu tann veruligi ar-
beiðsdagurin
í
einum
vinnufyritøku gongur fyri
seg. Eg má ásanna, at hetta
eisini styrkir um mínar
starvsroyndir. Í felag skulu
vit kunna geva hesi fyritøku
nógv góð ár afturat. Vit
skulu minnast til, at Ford er
ikki nakar unglingi hóast
alt. Um 2 ár ella so verða
tað 80 ár, síðan Wenzel
Petersen fekk umboð fyri
Ford bilarnar í Føroyum".
Tá vit spyrja Jóhan Petur
um framtíðina og ætlanir
felagsins, sigur hann at
framtíðarætlnanir altíð eru
spennandi. "Vit vita, at
bilasøla er ein viðkvom
vinna, tá ið vit hugsað um
samfelagsgongdina
sum
heild. Gongst væl í sam-
felagnum, ja so gongst
eisini væl at selja bilar, og
tað hava undanfarin ár
eisini víst. Gongst minni
væl ja so vilja fólk helst
bíða við at keypa bilar, men
so mugu vit bert gera ein
eykað innsats, fyri at vit
kunnu hóra undan. Vit
verða kanska noyddir at
seta eyka kreftir inn fyri at
finna aðrar og nýggjar
vegir at servicera okkara
kundar. Og tað er akkurát,
tað sum er so ótrúliga um-
ráðandi. Fyri at kunna varð-
veita okkara kundar og fáa
nýggjar, er tað sera umráð-
andi at veita eina so góða
tænastu, at vit klára at
halda tær avtalur, sum
verða gjørdar, og at vit eru
rættvísir tá talan er um
okkara produktir. Kapping-
in er hørð, tað vita vit, so
tað er neyðugt at fylgja
hesum málsetningi, og tað
gera vit, tá hvør einstakur í
fyritøkuni er samdur um
hetta.
Vit vilja seta meira kreft-
ir inn uppá at selja til
vinnufyritøkur, tað er ein
bólkur sum vit skulu til at
uppsøkja nærri, vit fáa
nevniliga tvey spildurnýggj
model heim í ár, so tað er
bara at takað fatt. Eitt
annað sum vónandi verður
liðugt um ikki ov langa tíð,
er
okkara
heimasíða
www.wenzel@.fo. Heima-
síður eru nakað sum fólk
"fokusera" nógv uppá í
dag, so tað er ein sjálv-
fylgja, at okkara heimasíða
eisini kemur at virka opti-
malt", sigur Jóhan Petur
Olsen. Vit takka fyri sam-
røðuna og ynskja Jóhan
Peturi góða eydnu við
nýggja starvinum
Nr. 10 • hósdagur • 16. januar 2003 • 77. árg.
Søluleiðarin hjá P/F Wenzel
»– nú siti eg hinu megin borðið«
Hálvan oktober í fjør tók Jóhan Petur Olsen við sum søluleiðari hjá P/F Wenzel. Eftir at hava arbeitt á vinnulívsdeldini hjá Føroya Sparikassa, situr hann nú
hinumegin borðið, og sær hann nú hvussu tann veruliga arbeiðsdagurin er í eini vinnufyritøku.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12