mikudagur 15. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hendurnar upp
ella buksurnar ni›ur
- n‡ggjur táttur
ungdómur og vantandi dansistø›
slatur úr Hollywood
sólvá joensen
- vangamyndin
15
14
Nr. 9 - 15. januar 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Ivast í norðurkoreansku
hóttanini
Barsebæk útsett
Nyrup skrivar barnaminni
Ikki privata oljuleiðing
Norðurkoreanska hóttan-
in um at svara USA við
"einum havi av eldi" og
"túsundfaldari
hevnd"
skal takast við einum
ávísum fyrivarni.
Tað heldur í hvussu er
Korea-serfrøðingurin
á
norðurlendska stovninum
í Keypmannahavn, sum
granskar viðurskifti í
Asia. Geir Helgersen sig-
ur, at orðalagið, sum
norðurkoreanar hava nýtt
í seinastuni, er rættiliga
vanligt bæði í Norður- og
Suðurkorea, og at bæði
londini ofta nýta tilburðir
í søguni ella skaldskapi til
slíkar vendingar. Tá hetta
so verður týtt til okkurt
vesturlendskt mál, fær tað
ofta ein heilt annan týdn-
ing, sigur Geir Helgersen.
Hann heldur, at teir
vestirlendsku fjølmiðlar-
nir hava dugað sera illa at
umrøtt kjarnorkukrepp-
una millum Norðurkorea
og USA. Sjálvur heldur
hann, at nógvir fjølmiðlar
vestanfyri hava umrøtt
kreppuna sum eitt slag av
skemti, sjálvt um hon í
veruleikanum er fullkom-
iliga skilaleys, sigur hann.
Upprunaliga var ætlanin,
at tann seinasti reaktorur-
in á svenska kjarnorku-
verkinum
Barsebæk
skuldi lata aftur í ár, men
so verður ikki.
Tað segði svenski for-
sætisráðharrin, Gøran Per-
sson, tá hann mánadagin
hitti formannin í sosial-
demokratiska flokkinum í
Danmark, Mogens Lykke-
toft, men hann vissaði
samstundis danir um, at re-
aktorurin verður stongdur.
Seinastu tíðina hevur
nógv orðaskifti verið í
Svøríki um tað umstrídda
kjarnorkuverkið,
og
nógvir sviar eru ímóti at
steingja verkið, tí í vetur
hava sviar verið noyddir
at keypa nógva og haraft-
urat sera dýra elorku úr
Danmark. Gøran Persson
sigur seg vóna, at verkið
kann steingjast í næstu
framtíð, sum hann tekur
til. Spurdur, um tað verð-
ur um fimm ella tíggju ár,
sigur hann, at tað skuldi
helst verið fyrr enn so.
Poul Nyrup Rasmussen,
fyrrverandi forsætisráð-
harri, er farin undir at
skriva
endurminningar
um síni barnaár í Esbjerg.
– Eg ætli mær at siga
frá ættini, uppvøkstrinum
og ungdómsárunum um-
framt fólkinum og livi-
korunum í Esbjerg tá í tíð-
ini, soleiðis sum eg minn-
ist hetta, sigur Poul Nyrup
Rasmussen.
Men hetta verða ikki
hansara einastu endur-
minningar. Hann ætlar
sær eisini at skriva um ár-
ini í Keypmannahavn og
tað politiska arbeiðið har.
Men fyribils snýr tað seg
um barna- og ungdómsár-
ini, og tann bókin kemur
eftir ætlanini út einaferð í
heyst. Nær hitt kemur, er
ikki avgjørt enn, sigur
høvundurin.
Fýra tey størstu privatu
oljufeløgini í Russlandi
hava havt eina ætlan um at
leggja eina oljuleiðing
heilt úr Sibiria til Mur-
mansk, men nú hevur
stjórnin í Moskva boðað
frá, at tað sleppa feløgini
ikki at gera. Stjórnin hev-
ur samstundis sýtt teimum
privatu feløgunum at gera
eina oljuleiðing til Kina
og eina til Svartahavið.
Russisku myndugleik-
arnir ætla, at í 2007 skal
USA keypa 13 prosent av
sínari oljunýtslu úr Russ-
landi, og at hendan oljan
skal leiðast ígjøgnum rør-
leiðingar úr Vestursibiria
til Murmansk. Haðani
skal oljan so flytast við
tangaskipum til USA.
Russiskir
fjølmiðlar
siga, at russiski ríkiskassin
megnar ikki at leggja ta
longu rørleiðingina einsa-
mallur, og harafturat er tað
ein trupulleiki, at tey priv-
atu oljufeløgini vilja ikki
taka lut í einari almennari
verkætlan, uttan at tey fáa
góða trygd fyri, at tey slep-
pa at gagnnýta sínar íløgur.
Tað heldur í hvussu er
formaðurin í norska
samatinginum.
Formaðurin í Samatingin-
um í Noregi, Sven Roald
Nystø, heldur, at Noreg
eigur at fara upp í ES.
–
Útjaðarapolitikkurin
hjá ES er sum smíðaður til
tað samiska fólkið, og
norskur limaskapur í sam-
veldinum hevði givið sam-
unum størri ræðisrætt yvir
náttúrutilfeinginum í Norð-
urnoregi, sigur Sven Roald
Nystø.
Hann sigur seg eisini vera
sannførdan um, at norskur
ES-limaskapur hevði ment
samstarvið í teimum sam-
isku økjunum. Somuleiðis
er hann av teirri áskoðan, at
teir norsku myndugleikarnir
hava ikki gjørt nóg mikið til
tess at tryggja samunum
rættindi til vatn og jørð í
Finnmørkini.
Ein spurnarkanning í
norska Samatinginum hev-
ur víst, at tingið er tvíbýtt í
spurninginum um norskan
limaskap í ES. 17 tinglimir
siga seg vera ímóti lima-
skapi, meðan 16 ery fyri.
Seks siga, at teir hava ikki
tikið støðu til spurningin.
Norskur ES-limaskapur
hevði gagnað samunum
Vinstriflokkurin í
Danmark heldur, at
reglurnar við blokk-
stuðlinum eiga at
verða broyttar, so
pengarnir verða
markaðir til tey ávísu
endamálini.
DANMARK-
GRØNLAND
Árni Joensen:
Fær fíggjarpolitiski fram-
søgumaðurin hjá danska
Vinstraflokkinum
undir-
tøku fyri sínum sjónarmiði,
skal grønlendska heima-
stýrið ikki longur gera av,
hvussu blokkstuðulin úr
ríkiskassanum skal nýtast.
Kristian Jensen sigur, at
hann ætlar sær ikki at spara
pengar í Danmark uttan at
geva sær far um, hvussu
grønlendingar nýta tær 2,9
milliardir krónurnar, sum
teir fáa í blokkstuðuli. Fyri
at forða fyri, at pengarnir
verða misnýttir, mælir hann
til, at pengarnir verða
markaðir til ávís endamál í
framtíðini.
Augusta Salling, sum var
grønlendskur landsstýris-
maður í fíggjarmálum sein-
asta valskeið, sigur, at hon
hevur einki ímóti at tosa
við danskar politikarar um
málið, men hon leggur aft-
urat, at vil danska stjórnin
hava rætt til at raðfesta
politisku uppgávurnar hjá
grønlendska heimastýrin-
um, fer tað at skaða viður-
skiftini millum londini.
Blokkstuðulin til Grønlands
skal markast til endamálini
Meiningakanningar
vísa, at 70 prosent av
amerikanska
fólkinum halda tað
vera rætt at nýta
deyðarevsing.
DEYÐAREVSING
Árni Joensen:
Tær tómu deyðagongirnar í
fongslunum
í
statinum
Illinois hava elvt til lívligt
orðaskifti í USA um deyða-
revsing, men tað er einki,
sum bendir á, at fleiri guv-
ernørar fara at gera sum
júst fráfarni guvernørurin í
Illinois, George Ryan. Tað
er eisini ymiskt, hvat fólk
halda um avgerð hansara at
broyta 157 deyðadómar til
lívlangt fongsul. Summi
halda, at tað var skeivt,
meðan onnur halda, at guv-
ernørurin var sera djarvur.
Bert ein guvernørur hev-
ur sagt seg taka undir við
avgerðini hjá George Ryan.
Tann demokratiski guvern-
ørurin í statinum Maryland,
Paris Glendenning, sum
eisini fór frá mánadagin,
segði, at George Ryan
hevði tikið eina rætta av-
gerð. Nýggi guvernørurin í
maryland, republikanarin
Robert
Ehrlich,
hevur
tvørturímóti boðað frá, at
hann fer at seta lógina um
deyðarevsing aftur í gildi í
statinum.
Eygleiðarar í Washington
vænta ikki, at George W.
Bush, forseti fer at broyta
hugsan um deyðarevsing-
ina. Talsmenn hjá Hvítu
Húsunum siga, at forsetin
tekur undir við at varðveita
deyðarevsingina, tí eftir
hansara tykki ræðir hon
fólk frá at fremja álvarssom
brotsverk.
Tey seks árini Bush var
guvernørur í Texas, nýtti
hann ongantíð heimildina
at broyta ein deyðadóm.
Í fjør vórðu 71 deyða-
dómar fullførdir í USA,
harav næstan helmingurin í
Texas. 3.700 fangar sita og
bíða eftir at verða avrættað-
ir, og so stórt hevur talið
ongantíð verið fyrr. Eyg-
leiðarar vænta, at fleiri av
hesum kunnu vænta, at
teirra revsing verður full-
førd. Sambært einari mein-
ingakanning taka 70 pros-
ent av teimum spurdu am-
erikanarunum undir við
deyðarevsingini, og tí er tað
lítið hugsandi, at politikar-
arnir fara at taka hana av.
Hinvegin vísir tann sama
meiningakanningin, at 40
prosent av teimum spurdu
siga seg vera sannførd um,
at lógin um deyðarevsing
verður nýtt á ein órættvísan
hátt. Tað hevur víst seg, at
drápsmenn eru í størri
vanda fyri at fáa deyðadóm,
eru offur teirra hvít.
Amerikanarar halda fast
um deyðarevsing
Hesir báðir fangarnir vóru
upprunaliga dømdir til
deyða, men eftir avgerðina
hjá George Ryan, guvernøri
fingu teir lívlanga
fongsulsrevsing.
C
M
Y
K
14