Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003 Herfyri varð eitt skriv sent frá Tórshavnar kommunu til Badmintonfelagið og fyrireikararnar av dansi, har tað stóð, at reglugerðin, tá tað kemur til dans í høllini er broytt. Ikki er loyvt longur at hava dans longri enn til klokkan tvey. Hetta hevur so ført við sær, at tey sum plaga at skipa fyri dansi í høllini, fyribils hava lagt tað á hillina. Mark Joensen, ein av fyrireikarunum, sigur, at tað ber stutt sagt ikki til at hava dans bara til klokkan tvey, tí ofta koma fólk so seint út, at tað loysir seg ikki. Spurdur um ikki tað skal ein hugburðsbroyting til heldur enn nakað annað, svarar Mark, at tað kann gott vera, men so skal tað vera kring landið. - Tað nyttar onki, at tað bert verður ásett við lóg í Badmintonhøllini, at tað ikki skal verða loyvt at hava dans longri enn til klokkan tvey, tað má verða kring landið, heldur Mark. Í vikuni fer Mark á fund við býráðið. Hann er ikki greiður yvir, hvat fundurin fer at snúgva seg um, men hann er vísur í, at tey fara at tosa um henda trupulleikan. - Vit eru tveir partar, býráðið og vit, men eg haldi, at vit sita á somu megin borðið og royna at loysa eina uppgávu, sigur Mark. Hann ímyndar sær, at tað møguliga kann fara at verða talan um dans fyri teimum ungu við longri millumbilum. Men tað veit hann, sum sagt, ikki við vissu. Dansurin í Badmintonhøllini strika›ur elsa fredriksen, 16 ár, klaksvík: Eg haldi, at tað er mega ræst, at eingin dansur er fyri ung í Klaksvík. Tað er ongastaðni at fara um vikuskiftið, so tá man skal í dans, skal man heilt til Kambsdalar. regin anthoniussen, 16 ár, klaksvík: Vikuskiftini gerast bara rotnari nú eingin dansur er í Klaksvík. Tað er keðiligt, at øll tey ungu skulu rýma úr Norðoyggjum fyri at sleppa í dans. Tey vaksnu áttu at skipa fyri onkrum, so øll tey ungu ikki fara av oynni. anna olsen 16 ár, æ›uvík Eg haldi, at tað er ræðuliga vánaligt, at einki er fyri okkum ungu í Runavík um vikuskiftini. Tað einasta staðið, sum er í Runavík, er Stokkastovan, men har er18 ára aldursmark. Um dansur er á Kambsdali ella í Fuglafirði, fara vit har, men vit skulu jú hava bil, og tað liggur ikki altíð so væl fyri hjá foreldrunum at koyra okkum. Eg haldi, at tað er orsøkin til at bilvanlukkur eru hendar millum bygdirnar Eg haldi, at kommunan skuldi gjørt okkurt ungdómshús til okkum, tí fólk klaga, tá ið vit sita í gongini í Føroya Banka. Tað er jú onga aðrastaðni at fara!! Kári Skibenæs Nielsen 16 ár, Skipanes Eg haldi, at ta› er ræ›uliga vánaligt, tí her er ongasta›ni at fara. Vit plagdu at fara inn á Kambsdal ella til Fuglafjar›ar, um vit skulu í dans. Summar tí›ir koyra vit biltúr, tá i› eingin dansur er. Eg haldi, at kommunan átti at gjørt naka› vi› ta›. Vit eru tri›størsta kommuna í landinum, og vit hava einki til ungdómin. Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003 5 Heldur ikki í Runavík er nakar dansur fyri tey ungu. Og tað hevur tað heldur ikki verið í fleiri ár nú. Og sum er, liggur ikki nøkur ætlan á borðinum. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi er tað uppgávan hjá kommununi at syrgja fyri, at allir borgarar í kommununi hava tað gott. Men tá tað kemur til beinleiðis undirhald, so er hann ikki so vísur í, at tað er upp til kommununa. Hann sigur, at hann hoyrir ofta kritikkin frá teimum ungu, tí onki er til tey í kommununi. – Og eg má viðganga at eg kenni ikki til nakað konkret, sum er í umbúnað - tíverri, má eg siga. Men borgarstjórin viðgongur, at tað hevur ikki verið nakað regluligt fyri tey ungu og at tað ikki er nøktandi. Men hann sigur samstundis, at tað er sera torført at finna eina loysn. - Eitt hugskot hevði verið at skipað ein sokallaðan foreldra tannáringabólk, sum kundi sett seg saman og roynt at skipað fyri einum og hvørjum fyri teimum ungu, skjýtur Rodmundur upp. Tílíkir bólkar verða nýttir í grannalondunum hjá okkum, og um vit bakka aftur til sjeyti árini, so var ein líknandi bólkur tá, og hann fekk dygga undirtøku í Runavík. Borgarstjórin sigur, at ein kundi eisini vent málinum á høvdið og sagt, at um tað hevði verið ein gullegg at skipað fyri dansi fyri teimum ungu í kommununi, so hevði tað ivaleyst langt síðani verið eitt ella annað. Tí heldur hann, at ein foreldra tannáringabólkur hevði verið gott at byrja við. Onki er í umbúna› í Runavík Tað byrjaði so væl í Klaksvík seinasta heyst, tá Tónleikafel- agið Sjey 00 byrjaði at skipa fyri dansi. Eftir at Lognbrá stongdi á føstulávint 2001, var ongin dansur í hálvtannað ár. Men so lat Sjey 00 Borgina upp, sum helt til í somu hølum sum Lognbrá. Men stokkut var gleðin. Seinasta tiltakið, sum Sjey00 skipaði fyri í Borgini, var White Flag konsertin tann 13. desem- bur. Í Klaksvík letur tað ikki til, at størsti trupulleikin er áhugin at skipa fyri dansi, men heldur er tað ein hølistrupulleiki, sum tykist at vera sera torførur at loysa. Gulli Johansen, formaður í Tón- leikafelagnum Sjey 00, sigur, at felagið roynir at finna høli, men tað er sera trupult. Hann sigur eisini, at tað at felagið misti hølið, har Borgin var, tók luft- ina úr arbeiðinum hjá felag- num. Serliga fíggjarliga. Men Gulli sigur tó, at tey royna at halda fram við teirra arbeiði og royna at finna onnur hóskandi høli. - Tað er ongin ivi um, at tey ungu í Klaksvík hava stórliga brúk fyri at sleppa at ganga í dans. Tað fingu vit prógv um, tá Borgin lat upp. Fleiri komu til okkara og takkaðu okkum fyri. Og enn ringja tey næstan hvørt vikuskiftið og spyrja, um og nær tað verður dansur aftur í Borgini, sigur ein sera harmur Gulli Johansen. Borgin fór í søguna Sólvá Jacobsen 16 ár, Argir Eg haldi, at ta› er ræ›uliga vánaligt at ongin dansur er í Havn. Og ta› er ke›iligt, at vit mugu koyra líka inn á Kambsdal ella til Fuglafjar›ar, um vit skulu í dans. - Eg haldi, at kommunan kundi gjørt eitt ungdómshús til okkum. Mortan Thomsen 16 ár, Argir Eg haldi, at ta› er ótrúliga vánaligt. So er ongasta›ni at fara, tá vit skulu fara í dans. Annars tá nú ongin dansur er, sita vit inni hjá vinum. Eg plagi onkuntí› at fara til Kollafjar›ar, har eg havi vinmenn, tá ongin dansur er. Men ta› er eisini langt at koyra. - Eg haldi at kommunan átti at gjørt naka› vi› ta›, kanska eitt ungdómshús? C M Y K 19 18