Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 • hósdagur • 16. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Bridge-landsliðið til NM-kappingina, sum verður hildin í mai- mánaði er nú farið undir venjingar sínar BRIDGE Bogi Simonsen Opna føroyska bridge- landsliðið, ið skal leika í NM kappingini í Føroyum í mai 2003, hevði sína fyrstu venjing í Bridgehúsinum í Havn um vikuskiftið. Á odda fyri liðnum er navnframi danin Svend Novrup, ið eisini var venjari hjá liðnum, ið luttók í EM 2002, sum varð leikt í Italiu. Teir, sum venjarin hevur at velja millum eru: Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen Jóannes Mouritsen - Heðin Mouritsen Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett Dánjal Pauli Mohr - Per Kallsberg Vikuskiftið eydnaðist sera væl, leygardagurin fór nærum allur við at tosa um taktikk og psygologi. Sunnudagin varð skipað fyri venjaingardysti móti øðrum sterkum føroysk- um spælarum. Nógv lærurík og spennandi spøl komu fyri, og her er eitt, ið ein royndir bridgespælari eigur at klára. Tað gjørdi Per Kallsberg eisini uttan nakran trupulleika. N/- 9 109653 Qj4 J862 5 AKQ76 KQ86 A72 A10973 K85 975 104 J108432 J 62 AKQ3 S V N E Dánjal P. Mohr PerKallsberg - - pass 1ut 2sp 3hj* pass 3ut pass pass pass * = Lovar 4 lit í hjartara og noktar hald í spaðara. Onkur lesari kann undrast á, at eystur ikki opnar við 1sp ístaðin fyri 1ut. Hetta er tí at hann ofta kann fáa trupulleikar við at melda aftur, eitt nú eftir at makkarin meldar 2kl. Eftir at mótparturin hevur tikið fyri kleyvar ess, kong, frúgv og drong, var spælið sum ein opin bók fyri Per Kallsberg. Hann visti, at sunnan hevði minst 5 lit í spað- ara, helst 6 lit av tí at kvaliteturin av litinum var so vána- ligur, og at hann hevði 4 lit í kleyvara. Hann tók fyri sp ess, kong og frúgv og kastaði tveir rútarar av á borðinum. Norðan hevði nú ongan møguleika bæði at halda hjartar- anum og rútaranum, og Per fekk soleiðis síni 9 stikk. Trup- ulleikin, ið ein meira óroyndur spælari hevur við hesum spælinum er, at hann oftast blendast av 5 litinum í rútara á borðinum. Hetta kann gera, at hann kastar ein rútara frá sínari hond, tá ið mótparturin tekur síni 4 kleyvara stikk. Føroya Bjór Simultan Árliga Føroya Bjór simultan kappingin verður leikt nú leygardagin. Kappingin verður spæld samstundis á hesum, og byrjað verður klokkan 14.00: Klaksvík, Lonini í Fugla- firði, Gamla skúla í Miðvági, Bridgehúsinum í Havn og Bridge- og Billiardhúsinum í Vági. Føroya Bjór kappingin er uttan iva ein av teimum mest umtóktu hjá Føroya Bridgesambandi, vanliga er luttøkan stór. Spælt verður við løgdum kortum í minsta lagi 27 spøl. Luttøkugjaldið er 50 kr fyri hvønn. Tilmelding er á staðnum. Steypakappingin Nakrir dystir eru leiktir í steypakappingini, og vóru úrslit- ini hesi: Jens Pauli G. Nolsøe vann móti Carl Mikkelsen við 95-56. Eyðun Anthoniussen vann móti Jórun Johannesen við 52- 128. Per Kallsberg vann móti Jákup Hjaltalin við 82-48. Landsliðið riggar til Balle Mohr, sum her sæst royna seg í dysti móti Marjun Restorff, hevði saman við Per Kallsberg ikki stórvegis trupulleikar av spælinum, sum vit hava valt hesa vikuna 17 16 Nr. 10 - 16. januar 2003 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á C M Y K 16 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið