mikudagur 15. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Tað letur til, at tað er sera
trupult at fáa nakað diskotek
ella dans fyri tey ungu undir
18 ár upp á beinini yvirhøvur í
Føroyum. Um vit nú hyggja at
støðuni hjá teimum ungu í
trimum teimum størst komm-
ununum í landinum.
Í høvuðsstaðnum hevur ung-
dómurin havt Badmintonhøll-
ina, har dansur av og á hevur
verið, men er hetta farið í søg-
una nú, tí nú er forboð sett fyri
at hava dans eftir klokkan tvey.
Fyrireikararnir met a ikki, at tað
er grundarlag fyri at hava
dans, sum endar klokkan tvey.
Tí ikki kann væntast, at eins
nógv fólk møta upp.
Í Runavík eru tey ikki væl fyri
heldur, tí har hevur ikki verið
regluligt diskotek fyri tey ungu
í øllum førum tey seinastu
tíggju árini. Okkurt tilhaldsstað
fyri teimum ungu hevur tó ver-
ið, men í dag eru tey við sviðu
soð.
Í Klaksvík er støðan heldur ikki
frægari. Lognbrá lat aftur í
2001, og í yvir eitt ár, var onki
diskotek í býnum. Tað gav at
bíta á Føstulávint í 2002, tá
ungdómar gjørdu uppreistur í
Klaksvík, tí tey vildu hava eitt
diskotek. Hetta gav úrslit, tí
fyrrverandi Lognbrá lat uppaft-
ur við dansi fyri ung seinna-
partin av vetrinum. Men Borg-
in, sum nýggja diskotekið bleiv
kallað, lat tó aftur við árslok,
og nú er støðan aftur tann
sama hjá teimum ungu í
Klaksvík. Onki dansistað.
Hvat kann tað vera, sum ger
tað so trupult at skipa fyri
dansitiltøkum fyri ung? Er
ongin áhugi tilstaðar? Tað letur
tað ikki til kortini. Tí fólk hava
roynt at skipa fyri, men hava
rent seg í ymsar trupulleikar á
vegnum. Eitt nú hølistrupulleik-
ar.
Eru ov lítlir pengar at vinna í tí,
tí tey eru undir 18 og harvið er
ikki gjørligt at hava skeinkiloyv-
ið? Ella hava tey ungu størsta
partin av skuldini sjálvi? Tí tey
ikki sjálvi taka seg saman og
skipa fyri einum og hvørjum?
Nógv tilkomin fólk tosa um
hugburðsbroytingar. Her verð-
ur serliga hugsað um, at tey
ungu koma ofta rættiliga seint
út um kvøldarnar. Kvøldarnar
er kanska ov nógv sagt, tí ofta
koma tey ikki út fyrr enn væl
er liðið út á náttina. Og hví
gera tey so tað? Tað er at
undrast á – ofta fáa tey kanska
bert tann eina tíman við av
dansinum, tí tey ikki koma út
fyrr enn klokkan líður móti trý.
Kanska tað hevði verið eitt
hugskot at byrja at skipa fyri
ungdómsdansum kring landið,
sum endaðu klokkan eitt ella
tvey, og so møguliga harvið
fáa eina byrjan upp á eina
broyting í hugburðinum hjá
teimum ungu. Hendan møgu-
leikan millum annað nevnir
Mark Joensen í stuttum práti
við <ph_1> inni í blaðnum.
Ikki er gott at vita, hví tað letur
til at vera so torført at skipa
fyri nøkrum til tey ungu. Men
tað er ein sannroynd, at teirra
møguleikar til at ganga í dans
ella diskotek eru út av lagi
vánaligir.
Vit skriva:
Hendurnar upp
ella
buksurnar niður
Hetta er fyrsta ferðin vit royna okkara nýggja tátt
»Hendurnar upp ella buksurnar niður«. Vit hava valt at
seta ymsum persónum, sum eru alment kend í
Føroyum, stevnu, og vit hava spurt tey nakrar
spurningar. Tey, sum hava svarað, hava fingið eitt
alternativ, og hava tí ikki kunna givið eitt triðja svar,
men hava verið noydd at velja ímillum teir báðar givnu
møguleikarnar.
Fyrsta offurið í okkara nýggja tátti gjørdist Høgni
Hoydal, landstýrismaður.
1. Kall ella Føroya Tele?
- Føroya Tele
2. Jolly ella Coca Cola?
- Coca Cola
3. Rás 2 ella Útvarp Føroya?
- Útvarp Føroya
4. Quality Street ella Roses?
- Quality Street
5. Siemens ella Nokia?
- Siemens
6. Loysing ella samband?
- Loysing
7. Flúgva ella sigla?
- Sigla
8. Føroya Bjór ella Restorff?
- Føroya Bjór
9. Fótbóltur ella hondbóltur?
- Fótbóltur
10. Dimmalætting ella Sosialurin?
- Dimmalætting
11. Tomat ella agurk?
- Tomat
12. Svart ella hvítt?
- Svart
13. Pizza ella grill?
- Pizza
14. Fløgu, plátu ella band?
- Fløgu
15. Kaffi ella te?
- Kaffi
16. Jakka ella frakka?
- Jakka
17. Lissur ella karalás?
- Lissur
18. Rock ella popp?
- Rock
19. Mamma ella babba?
- Mamma
20. MacIntosh ella PC?
- PC
21. Per ella Poul?
- Per
22. Um tú vart ein bilur, hvat slag
skuldi tú so verið?
- Ein jeepur
23. Hvør skuldi so sloppið at
koyrt teg, og hvør skuldi als ikki
sloppið at koyrt?
- Andrea Árting skuldi sloppið at koyrt
meg, og George Bush hevði als ikki
sloppið at koyrt.
#1 Høgni Hoydal
Sólvá Joensen úr Havn spælir fótbólt í
Elitedivisiónini ni›ri í Danmark. Hon spælir
vi› danska felagnum SVK. Í Danmark er
fótbólturin skjótari, stø›i› er hægri og
venjingin har›ari, heldur Sólvá
24 ára gamla Sólvá Joensen úr Havn hevur spælt fótbólt
síðani hon var eini 10 ára gomul. Í Føroyum hevur hon
spælt við B36 alt sítt lív, men tá hon fór niður at lesa til
miðlatøkning í 2001 fór hon at spæla við SVK.
- Tá eg flutti til Danmarkar var tað ikki meira enn náttúrligt,
at eg fór at spæla fótbólt. Í Danmark er støðið hægri,
spælið skjótari, meira spennandi og vit venja meira, sigur
Sólvá.
Sólvá er tó nú givin við lestrinum, men hon fer helst at
byrja upp á okkurt nýtt í summar.
Føroyskur fótbóltur
Um føroyska kvinnufótbóltin sigur Sólvá, at hann gerst alt
meira óseriøsur.
- Tað er stórur munur á liðunum. KÍ er nógv tað besta liðið.
Eisini er trupult hjá bygdaliðunum at manna lið. Eg veit
ikki, hvat er sum ger, at konufólk gevast at spæla fótbólt,
sigur SVK leikarin.
Sólvá metir, at hondbólturin er farin avstað við eitt sindur
av fólki, og nú er heldur onki kvinnulandslið longur. Tað var
eitt í 95-96 til kvalifikatiónsdystirnar til EM. Nú verður sagt
frá FSF, at tað er ikki grundarlag fyri at hava eitt
kvinnulandslið, tí tað kostar ov nógv at senda tær avstað.
- FSF raðfestir ikki kvinnufótbóltin høgt. Til dømis vóru vit
einaferð tríggjar ferðir í Klaksvík fyri at spæla ein dyst, men
ongir dómarar møttu upp. Triðju ferð kom ein
heimadómari, tí ongin annar var, sigur Sólvá.
Tó vil hon ikki skjóta alla skyldina yvir á FSF. Eisini eru tað
tær ungu genturnar, sum kanska ikki ganga so høgt upp í
fótbóltin.
- Eisini var tað bløðini, sum ikki gjørdu so nógv burturúr,
men eg haldi, at tað eru fyrst og fremst genturnar, sum
eiga at gera nakað fyri, at fótbóltinum verður lív lagað.
Viðvíkjandi FSF krevur tað eina hugsjónsbroyting frá báðum
síðum - bæði FSF og teimum spælandi kvinnunum.
Sólvá heldur, at tað var í 1998, at tað byrjaði at ganga
niður á bakka við kvinnufótbóltinum. Hvat tað var, ið gjørdi
tað, veit hon ikki.
Fyrst í ´90-unum og mitt í ´90-unum vóru nógvar sum
spældu fótbólt, og tær vóru eisini eldri enn tær, ið spæla
við 1. deild í Føryum í dag. Tá skuldi ein vera 16 ár fyri at
sleppa at spæla við einum 1. deildarliðið. Nú eru fleiri, sum
eru nógv yngri, tí tað er torført at manna lið.
Sólvá fer nú niður aftur til Danmarkar, har hon fer, sum
tann einasta føroyska kvinna, at halda fram við at spæla í
Elitedivisiónini. Har fer hon at manna plássið hjá SVK sum
høgri bakkur ella høgra miðja.
Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003
3
Navn:
Sólvá Joensen
Aldur:
24 ár
Starv:
Lesandi
Yndisorð:
Yes
Føðingardagur:
18.01.1978
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stórur,
tá tú vart lítil?
Sangari
Vangamyndin:
Sólvá Joensen
18011978
C
M
Y
K
17
16