Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 15. januar 2003 27 Fleyr hevði ongan møguleika at nerta einaráðandi fuglfirð- ingarnar, og í Sørvági eydnaðist heimalið- num enn einaferð at basa Mjølni MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur verið sagt alt árið. Mansliðið hjá ÍF er í einum flokki fyri seg í føroysku flogbóltskapp- ingini, og sunnudagurin var einki undantak í so máta. ÍF var á vitjan í Havn hjá botnliðinum, Fleyr, og fyri tað mesta gekk dysturin akkurát so, sum fólk flest høvdu roknað við. Talan var at kalla um av-greiðslu- spurning, og eftir at ÍF í fyrsta settinum hevði fingið vissur fyri, at her var eingin vandi fyri tapi, lótu teir fleiri av yngu leikarunum á liðnum fáa nøkur sett við fyrstudeildarflogbólti, so- leiðis at hesir spakuliga kunnu búnast til at gerast framtíðar álit á liðnum. SÍ stílar høgt Grundspælið mundi í mangar mátar sýnast sum eitt vónbrot hjá sørvingum. Hóast teir fleiri ferðir vóru heilt nær við, so eydnaðist tað mest sum ongan tíð at hótta nakað av hinum stóru feløgunum, og tó at teir alla tíðina hildu Fleyr aftan fyri seg, so var tað ikki ein nøktandi støða. Seinastu dystirnir í grundspælinum góvu tó ábendingar um, at okkurt gott kanska var í væntu, og tá teir so brádliga eisini vunnu trupla útidystin í Klaksvík, varð tosað um sensatión. Hesa ferð var Mjølnir á vitjan í Sørvági, og nú man tosið um sensatiónir so smatt vera farið at tagna. Sørvingar hava alla tíðina roynt at hildið fast í fram- gongdini, og í einum sera spennandi dysti gav hetta eisini úrslit. Fyrstu fýra settini vóru sera skiftandi, soleiðis at skilja, at tað í ongum av hesum var ivi um, hvat var betra liðið, men í fimta settið varð talan haraftur- ímóti um ein sannan gys- ara. Liðini fylgdust allan vegin, men í seinasta enda vóru sørvingar teir drúgv- aru, og tí gjørdust tað teir, sum kundu fegnast um bæði stigini, sum vórðu fingin til høldar. Sigurin ber við sær, at SÍ nú brádliga er at finna á øðrum plássi á stigatalvuni. Fram hevur tó leikt ein dyst færri, og hevur tí møgu- leikan at yvirhála, men hvussu er og ikki, so man hetta vera ikki sørt hugalig- ari støða hjá SÍ enn tann, sum teir vóru í í heyst. Og so staðfestir tað bara enn einaferð, at tað er í enda- spælinum, at stórspælið skal finnast fram. Eftir eitt gott grundspæl í fjør gekk nevnliga heilt illa hjá SÍ, sum so dyggiliga varð yvir- hálað í endaspurtinum, men nú tykist støðan vera júst tann øvugt. Og hóast hon neyvan røkkur til gull í ár, nú ÍF er somikið langt om- an fyri øll hini, so man eitt silvurmerki tó ikki vera heilt av leið. Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur TB-KÍF 3-0 (25-9, 25-3, 25-18) Fleyr-ÍF 03 (14-25, 20-25, 13-25) Dráttur-Mjølnir 0-3 (17-25, 11-25, 23-25) Meistaradeild menn Fleyr-ÍF 0-3 (15-25, 18-25, 13-25) SÍ-Mjølnir 3-2 /22-25, 25-18, 14-25, 25-16, 15-13) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 12 10 - 2 34 14 20 12 2 Mjølnir 12 9 - 3 31 12 19 11 3 TB 12 9 - 3 31 12 19 10 4 Dráttur 12 5 - 7 19 29 -10 5 5 Fleyr 12 2 - 10 9 31 -22 3 6 KÍF 12 1 - 11 7 33 -26 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 9 9 - 0 27 2 25 10 2 SÍ 10 5 - 5 17 17 0 7 3 Fram 9 5 - 4 19 14 5 6 4 Mjølnir 10 5 - 5 18 18 0 5 5 Fleyr 10 0 - 10 0 30 -30 0 Eins og menninir vunnu kvinnurnar hjá ÍF tryggan sigur á Fleyr, men bæði TB og Mjølnir gera tó sítt til at halda trýstið á oddaliðnum KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Kappingin hjá bestu flog- bóltskvinnunum tykist í ár vera meira spennandi, enn hon nakran tíð hevur verið áður. At kalla alt árið hava trý lið verið mest sum ájøvn í oddinum, og viku- skiftið broytti einki í so máta. Oddaliðið úr ÍF vitjaði í Havn, og her var ongan tíð nakar ivi um, at ÍF var hitt betra liðið. Fleyr hevur seinnu árini verið langt frá tí stórliðnum, sum tær áður hava verið, meðan ÍF hin- vegin hevur helst sterkastu kvinnumanning í søgu felagsins. Munurin var eisini sjón- ligur frá fyrsta bríksli. Utt- an stórvegis hóvasták trumlaðu fuglfjarðakvinn- urnar alla mótstøðu til síðis, og hóast tær eitt skifti gjørdu eins sum menninir við at lata skiftisleikararnir fáa hitan í kroppin, so var hetta ikki nakað, sum nerv- aði samlaða avrikið. Við sigrinum varveittu tær úr ÍF støðuna í oddin- um, men stendur tað til hini liðini, so sleppa tær úr Fuglafirði ikki ótarnaðar at hanga har. Mjølnir vitjaði hesaferð á Giljanesi, har tær áður hava snávað, men hesaferð var tó eingin ivi. Tó at Dráttur til tíðir royndi at muta eitt sindur ímóti gestunum, so var Mjølnir í longdini alt ov sterkt, og við sigrinum hildu tær fast um annað plássið á stiga- talvuni. Tað var annars ikki roknað við, at Mjølnir eis- ini skuldi halda somikið gott fatur á oddinum í enda- spælinum, men higartil hevur so ikki bilað. Enn eru tó allir fýra dystirnir móti ávíkavist ÍF og TB eftir á skránni, og tá fæst helst at vita, hvussu veruliga styrk- in á liðnum er. Tað er tó einki at ivast í, at Mjølnir fyri ein stóran part hevur tær royndirnar, sum skulu til fyri at standa seg í oddinum, men spurning- urin er so bara, hvørt leik- ligu dygdirnar framhald- andi eru á hædd við tær hjá hinum oddaliðunum. Seinasta liðið í oddastríð- num er TB, sum í løtuni er á triðja plássinum, tvey stig aftan fyri ÍF. Og tær lótu heldur ikki nakran iva vera um, at munur er á toppi og botni í bestu deildini. Uppflytararnir úr KÍF vóru á vitjan í Trongisvági, og tær fingu valla eitt bein til jørðina. Tey bæði fyrstu settini fingu kollfirðingar bert 12 stig burturúr, og tó at støðan gjørdist nakað betri í trðja settinum, so var ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin tað bar. Soleiðis sendu meistarar- nir aftur tekin um, at tær so avgjørt ikki vilja lata trún- una fara fyri einki, nú ÍF roynir at hótta, men í hes- um dystinum var annað kanska ikki vænandi. Veru- liga styrkisroyndin í so máta verður í Trongisvági tann 2. mars, tá ÍF kemur á vitjan. Enn hevur TB ikki megnað at vunnið á ÍF í landskappingini í ár, men skulu gullmerkini endur- vinnast er hetta uttan iva mest avgerandi fortreytin. ÍF heldur kósini Sørvingar stíla høgt Fuglfirðingar vitjaðu um vikuskiftið í Havn, og móti botnliðinum úr Fleyr var talan at kalla um avgreiðsluspurning Mynd: Álvur Haraldsen 27 Nr. 9 • mikudagur • 15. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Seinasti heimadysturin hjá hondbóltslandsliðnu m á hesum sinni verður mikukvøldið ímóti Belgia, og vónirnar um eitt gott úrslit hava ikki verið betri enn tað sama HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var longu eftir lutakast- ið sagt, at skuldi føroyska hondbóltslandsliðið fáa stig í inniverandi EM-undan- kappingini, so skuldi hetta helst vera ímóti Belgia. Onkra staðni hevur eisini verið nevnt, at Belgia kanska er veikasta landið í bólkinum, men so bjart- skygdir tykjast teir, sum vara at føroyska liðnum, tó ikki at vera. - Tað er sjálvandi rætt, at Belgia helst er tað liðið, sum hava bestan møguleika ímóti, men teir hava kortini eitt gott lið, og eg fari so avgjørt ikki í felag við teimum, sum rópa okkum fyri favorittar undan dystin- um. Somikið avgjørdur er hjálparvenjarin á føroyska liðnum, Hjalmar Klein Olsen, tá vit týsdagin um døgurðaleitið fingu orð á hann. Koyra á skjúttarnar Hóast tað er avmarkað, hvussu kunnleikin til mót- støðuliðið er, so vísir Hjal- mar á, at teir hava sæð okk- urt videoband við dystum hjá liðnum, og hann ivast ikki í, at talan verður um eina sera trupla uppgávu. - Til okkara fyrimun kann sigast, at tað ikki tykist sum um teir spæla eins skjótan hondbólt, sum eitt nú Ísrael gjørdi tað. Tað átti í øllum førum givið okkum møgu- leikar at halda betri fast í teimum, men hinvegin spældu finnar heldur ikki serliga skjótt, uttan at tað tó bøtti um okkara úrslit. - Út frá tí, sum vit hava sæð, so er líkt til, at teir í stóran mun savna spælið um bakspælararnir. Teir hava nakrar stórar skjúttar, sum evnaríki spælskiparin De Nil roynir at fáa fram til skot, og so hava teir ein risa stóran strikuspælara, sum eisini ger nógv um seg. Mett eftir hesum, so er einki at ivast í, at føroysku leikararnir í enn størri mun skulu royna at koma út at tackla mótstøðuna, og í øll- um førum ikki standa inni og bíða, soleiðis sum støð- an annars var í seinna hálv- leiki av seinna dystinum móti Ísrael. - Tað er so í øllum førum nakað, sum vit ikki mugu gera. Tá tú hevur við leik- arar av slíkum slag at gera, so ert tú deyðadømdur, um tú bara loyvir teimum inn at skjóta, so tað er avgjørt nakað, sum vit arbeiða við, heldur Hjalmar, sum annars sigur, at tað krevur ein rimmar innsats frá øllum leikarum, um talan skal gerast um sigur. - Sum heild skal alt rigga hjá okkum, um tað skal eydnast. Tú kanst faktist siga, at vit mugu spæla tveir góðar hálvleikir í sama dysti, og ikki býta tað millum tveir dystir, soleiðis sum vit gjørdu móti Ísrael. Tað er tó greitt, at hetta er nakað, sum kostar kreftir, og her kann tað so gerast ein fyrimunur fyri okkum, um hinir ikki spæla alt ov skjótt, og so mugu vit eisini halda okkum til gjørdar avtalur. Tað vil siga, at vit skulu sýna neyðuga tolið í álopsspælinum. Sjálvandi skulu vit eisini kontra, tá møguleikin er til tess, men vit mugu eisini hava tol og dirvi at halda álopunum gangandi, til rætti møgu- leikin kemur. Allir tøkir Føroyska liðið - sum annars verður hitt sama sum í seinna dystinum móti Ísrael – hevði sínar seinastu venj- ingar týskvøldið, og eftir hetta stóð hvíld á skránni. Nú dystarskráin hevur ver- ið somikið hørð, er onkur av leikarunum, sum dregist við smásnuddir av ymsum slag, men sum heild verður tó roknað við, at allir verða tøkir mikukvøldið. Eisini Ingi Olsen, sum av persón- ligum ávum hevur verið staddur uttanlands. Hann skuldi koma aftur við flog- farinum mikumorgunin, so vónandi verður veðrið til vildar í so máta. Enn er HSF ikki somikið væl fyri, at ráð eru at keypa leikarar leysar av arbeiði, men í flestu førum hava ymsu arbeiðsgevararnir tó verið sera lagaligir, soleiðis at leikararnir hava fingið sum mest av hvíld. Eftir er so bara hjá okk- um øðrum at vóna, at hvíld- in er komin somikið væl við, at talan í 60 minuttir kann gerast um eitt satt føroyskt liðavrik, har allir stríðast fyri øllum. Og so ikki minst, at áskoðararnir í størri mun enn seinast bakka føroyska liðið upp, soleiðis at hetta eisini kann stimbra undir einum góð- um avrikið. Seinasti dysturin hjá før- oyska landsliðnum verður í Belgia leygardagin. Farið verður tá úr Føroyum fríggjadagin, og sunnudag- in koma landsliðsleikararn- ir so aftur til landið, tá heimliga kappingin aftur verður á skránni. Nú hava vit møguleikan Hjálparvenjarin á føroyska liðnum hevur ongan hug at gera Føroyar til favorittar móti Belgia, men hann heldur tó, at megnar føroyska liðið at sýna eitt gott avrik í samfullar 60 minuttir, so átti tað verið gjørligt at fingið eitt gott úrslit C M Y K 26