Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 9 - 15. januar 2003 - Eg kann ikki siga, at eg eri skuffaður, men sjálvandi er tað keði- ligt, at eg nú eftir øll- um at døma noyðist úr felagnum, har eg havi havt míni bestu fótbóltsár, sigur Todi Jónsson millum ann- að, nú samráðingar- nar millum hann og FCK endaðu úrslita- leysar LEIKARASÁTTMÁLI Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, hvør leikarasátmáli hevur fingið mestu umrøðuna í føroysku miðlunum seinastu tíðina. Todi Jónsson og danska felag hansara FCK hava í eina tíð tosað aftur og fram um, hvørt sáttmálin hjá føroyska leikaranum skuldi leingjast. Mánadagin varð so sein- asti fundurin í málinum hildin, og úrslitið av hesum var, at Todi Jónsson ikki heldur fram í FCK. Fíggjar- liga og viðvíkjandi longdini av sáttmálanum kundu partarnir ikki semjast, og tí noyðist føroyski álops- maðurin nú at finna sær annað felag, um talan eisini skal vera um yrkisfótbólt framyvir. Og at tað ikki bert er í Føroyum, at hetta hevði áhuga, mundi støðan mána- dagin vera gott dømi um. Fyrstu nógvu tímarnar eftir samráðingarnar var vón- leyst at fáa fatur á leikarun- um, og tá hetta endilig eydnaðist, varð mest sum alt fyri eitt brotið av, tí einki battarí var eftir á telefonini. Seinni um kvøldið vóru hesi tó lødd, og tó at hann sjálvandi harmaðist støð- uni, so tóktist hann ikki hava nakað ímóti at tosa við miðlarnar um hetta. Lítil munur Í donsku miðlunum hevur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, ført fram, at nýggja útstpælið hjá FCK var munandi betri enn tað, sum upprunaliga var á borðinum. Bæði við- víkjandi vanligu treytunum og sokallaðu bonus-upp- hæddunum. Sjálvur hevur Todi ikki so nógvan hug at gera við- merkingar til, akkurát hvørji tøl stóðu á pappírin- um, men hann sigur tó, at partarnir ikki stóðu so øgiliga langt frá hvørjum øðrum, nú samráðingarnar slitnaðu. - Eg skal ikki siga, at munurin var so ógvuliga stórur. Men teir stóðu ógvuliga fast við tað, sum teir nú høvdu á borðinum, so eg kendi, at har var ikki so nógv at gera. Hartil tókt- ist tað eisini, sum um fe- lagið einamest vildi hava meg sum gardering til álopsplássið, heldur enn sum Víðari sigur Todi, at tað er rætt, at talan var um eina betran við bonus-upphædd- unum, men hinvegin helt hann ikki, at talan var um nakra serliga betran í aðrar mátar: - Hvat er ein betran. Er upphæddin hækkað við einari krónu, so er talan væl saktans eisini um eina betran, var einasta við- merkingin, sum hann hevði um hetta. Liðugur í FCK At sáttmálasamráðingarnar endaðu úrslitaleysar hevur eftir øllum at døma við sær, at Todi Jónsson nú hevur leikt sín seinasta dyst fyri FCK. Hóast sáttmálin framvegis er galdandi fram til 30. juni, so hevur for- tíðin víst, at tá ein leikari er á veg úr felagnum, so verð- ur hesin ikki nýttur, og tað kann ikki roknast við, at Todi Jónsson verður nakað undantak í so máta. - Bæði eg, leiðslan og venjarin hava áhugamál, sum røkka longur enn seks mánaðir fram í tíðina, og tað vita leikararnir av, hev- ur Niels Christian Holm- strøm millum annað sagt fyrr, og dømini um leikarar, sum hava mist plássið á liðnum, eftir at teir hava gjørt av at skifta felag, eru fleiri í FCK. Um hetta sigur Todi, at tað er so nakað, sum hann má taka við. - Fyri mín part kann eg siga, at so mundi tað ikki vera so galin endi, sum eg fekk í FCK, tá eg ímóti Silkeborg skeyt tvey mál, og varð kosin sum dagsins leikari av áskoðarunum. Hetta var annars triði heimadysturin á rað, at Todi varð kosin sum dagsins maður, og einki er at ivast í, at tað eru nógvir av áskoðarunum, sum harmast um, at Todi ikki longur er í felagnum. Spurdur, hvørt hann roknar við, at áskoð- ararnir eisini fara at taka væl ímóti sær, um hann kemur aftur til Parkina í øðrum búna, sigur hann, at tað er hann ikki so vísur í. - Tað er rætt, at havi verið væl umtóktur millum áskoðararnar, og sjálvur havi eg eisini verið fegin um hetta. Men tú skalt minnast til, at tað fyrst og fremst er FCK, sum teir halda við. Óviss framtíð Sum marknaðurin fyri leikaraskiftum er í løtuni, er tað kanska í mangar mátar hampulig vágið av Toda, soleiðis at siga nei takk til eitt útspæl frá størsta felagnum í Dan- mark. Áður hevur Todi sagt, at skal hann halda fram í Danmark, so verður tað í FCK, tí alt annað má metast sum afturstig, men í so máta tykist hann ikki heilt so avgjørdur longur. - Tað veldst jú um, hvørj- ar aðrar møguleikar tú hevur. Sjálvur rokni eg við, at eg havi eini fýra-fimm ár eftir í mær sum yrkis- leikari, og so má eg vita, hvørt áhugi er frá nøkrum felagi. Og hetta kann eins væl vera í Danmark sum nakra aðrastaðni. Javnan hevur okkurt graml verið at hoyrt um, at útlendsk feløg hava sýnt áhuga fyri Toda. Eitt nú varð nógv skrivað í bretsk- um miðlum fyri góðum ári síðani, at Birmingham – sum nú spælir í Premier League – var ávegis at gera sáttmála við føroyska leik- aran, men hetta sigur Todi seg als ikki kunna gera við- merkingar til. - Um so er, at teir hava verið í samband við FCK, so er tað ikki blivið til meira enn tað. Sjálvur havi eg so ongantíð fingið boð um nakað, men havi bara roynt at gjørt mítt besta í FCK. Nú er støðan tó sjálv- andi ein onnur. Eg havi Carsten Aabrink (fyrrver- andi ítróttarstjóra í FCK) sum leikaraumboðsmann, og saman mugu vit so finna útav, hvørjir møguleikar eru. Og tað sigur seg sjálvt, at um onkur spennandi fyri- spurningur kemur úr út- landinum, so er tað so av- gjørt ikki nakað, sum eg sigi nei-takk til. - Akkurát hvat og hvussu, veit eg slettis ikki, men við vánaligu útlitunum fyri spælitíð, hevði tað verið ynskiligt hjá mær, um hetta var avklára longu nú, so- leiðis at eg eisini fái spælt fótbólt í vár, sigur Todi. Keddur At enda spurdu vit Toda, hvussu kenslurnar vóru, nú hann eftir hálvt sætta ár í FCK verður noyddur at leita sær aðrar leiðir. Og ikki minst, hvussu tað kennist, nú hann eftir øllum at døma fyri fyrstu ferð skal royna seg sum yrkisleikara, uttan at maðurin í toppinum eitur Flemming Østergaard. - Eg kann ikki siga, at eg eri skuffaður, men sjálv- andi er tað keðiligt, at eg nú eftir øllum at døma noyðist úr felagnum, har eg havi havt míni bestu fótbóltsár. - Sjálvur hevði eg vóna, at støða mín í felagnum kundi viðvirka til, at eg fekk ein sáttmála, sum eg metti sum nóg góðan. Eg teljist millum teir mest royndu í hópinum, og var toppskjútti tá vit gjørdust meistarar. Tí er tað eitt sindur hugstoytt, tá tú soleiðis bara fært eitt »take it or leave it«, men soleiðis eru treytirnar. Yrkisfót- bóltur er í roynd og veru køld forrætning, og so eru kanska ikki ráð til slíkar kenslur. Og eisini viðgongur Todi, at tað man fara at kennast nakað løgið, nú hann ikki longur skal hava Flemming Østergaard yvir sær. Tá Todi á heysti í 1993 fór til Danmarkar at royna seg í Lyngby, var tað Østergaard, sum tá var stjóri í felag- num, og tá hesin seinni fór til FCK, var eitt hitt fyrsta hann gjørdi, at tryggja sær undirskriftina hjá føroyska leikaranum. - Ja, tað verður so eisini ein nýggj støða. Higartil hevur hann jú verið fastur partur av yrkisleið mínari, so tað fer at kennas løgið, nú vit ikki longur skulu arbeiða saman. Men sum sagt, so eru hetta treytirnar, sum vit arbeiða undir. Todi fekk ikki sáttmálan Tá alt var gleði og gaman. Todi Jónsson og Flemming Østergaard lið um lið, tá FCK fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdist danskir meistarar. Nú skiljast vegir teirra, og komandi tíðina fer føroyski álopsleikarin at leita sær eftir nýggjum felagi C M Y K 28 Nr. 9 - 15. januar 2003 29 ÚTBJÓÐING Í sambandi við bygging av Eldrasambýli fyri Gøtu Kommunu verður hervið boðið út alment Jørð- og kloakkarbeiði, íroknað gerð av vegi til sambýli (uml. 100 m). Útbjóðingartilfarið fæst frá 13. januar móti kr. 1.000,- í veð við krossaðum kekki, við at venda sær til Teknistovuna í Gøtu. Lisitatiónin verður týsdagin 28. januar kl. 15.00 Sp/f Teknistovan v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen ráðg. Byggifrøðingar FO-510 Gøta tel: 44 21 05 – fax: 44 21 07 e-mail: klement@post.olivant.fo Arbeiðseftirlitið- reingerðarfólk pdf Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur fra SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 04. feb. 2003 og á Landssjúkrahúsinum 5., 6. og 7. febr. 2003. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 54 63, mánadag og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi 28. januar 2003. Havnar Arbeiðs- mannafelag Ársaðalfundir felagsins og eftirlønargrunsins verða hildnir á Hotel Føroyum leygardagin hin 01. febr. kl. 15.00. Skráin fyri aðalfund felagsins: 1. Frágreiðing frá farna ári 2.Val av formanni Í uppskoti til formann eru: Jóhan Carl Dam nevndarlimur Hans Joensen nevndarlimur 3. Framløga av roknskapi til góðkenningar 4.Val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum 5.Val av grannskoðara 6.Ymist. Skráin fyri aðalfund eftirlønargrunnsins: 1. Frágreiðing um virkið grunsins í farna árið 2. Framløga av roknskapi til góðkenningar 3.Val av 1 nevndarlimi 4.Val av grannskoðara 5.Ymist Aftaná fundirnar verður ábit Bussur koyrir frá Vaglinum kl.14.40 og oman eftir fundin. Nevndirnar www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Lýsið við brúktum bilum Internet 29