fríggjadagur 17. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 11 - 17. januar 2003
Nr. 11 - 17. januar 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
Neyðtøkulógin skal
broytast
Danski serfrøðingurin í revsirætti, Vagn Greve,
professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn,
heldur, at myndugleikarnir eiga at broyta tann partin
av revsilógini, sum snýr seg um neyðtøku.
Vagn Greve vísir á, at fleiri ferðir er tað hent, at
menn eru vorðnir fríkendir fyri neyðtøku tí kvinn-
urnar hava verið so bangnar, at tær hava ikki torað at
sett seg upp ímóti teimum. Sjálvt um talan kann vera
um neyðtøku, verður maðurin fríkendur, tí hann skilti
ikki, at kvinnan vildi ikki. Vagn Greve nevnir sum eitt
dømi, at í einum føri varð ein maður fríkendur fyri at
hava neyðtikið eina grønlendska kvinnu. Kvinnan
hevði sagt nei, men á grønlendskum, og tað skilti
maðurin ikki.
Professarin vísir á, at í nógvum øðrum revsiviður-
skiftum verða fólk dømd fyri at hava framt brotsverk
av ósketni. Hann heldur, at hetta kann eisini nýtast í
sambandi við neyðtøku.
80 fólk druknaðu
Í minsta lagi 80 fólk druknaðu, tá eldur kom í eitt
skip, sum var á veg úr Somalia til Jemen. Myndug-
leikarnir siga, at skipið rak fyri vág og vind í átta
dagar, áðrenn hjálpin kom fram.
Skipið var fult av fólki úr Etiopia og Somalia, sum
skuldu til Jemen ella Saudiarabia. Vanlukkan hendi
tann 4. januar, og hon er tann ringasta av sínum slagi
í Adenvíkini ankrantíð.
ST-talsfólk í økinum siga, at 23 fólk sluppu frá
vanlukkuni á lívi. Tey hava greitt frá, at eldurin
kyknaði í maskinrúminum og breiddi seg til at kalla
alt skipið. Nógv av ferðafólkunum gjørdust ræðslu-
sligin og lupu í havið, har tey druknaðu.
Russland biður um hjálp
Seinastu mánaðarnar hevur áhaldandi og ógvusligur
kuldi kravt fleiri hundrað mannalív í Russlandi, og nú
hava russisku myndugleikarnir biðið Noreg um hjálp
ímóti tí nógva kuldanum.
Norski Reyði Krossur sigur, at russar hava biðið um
teppi og annað, men felagsskapurin ætlar eisini at
savna pening til at umvæla miðstøðuhitan í barna-
gørðum og ellisheimum í Russlandi.
Kuldin hevur verið serliga nógvur har vesturi í
Russlandi, og í vikuni sendi norski Reyði Krossur
400 teppi og ymsa aðra útgerð til landspartin Karelia
tætt við finska markið. Har hevur tað fryst meiri enn
30 stig í seinastuni. Tað er meiri enn vanligt, og tí eru
fólk har ikki fyrireikað til tann nógva kuldan.
Spania vil nú hava ES
at gjalda rokningina
fyri arbeiðið at rudda
tær oljudálkaðu
strendurnar. Fyribils
er rokningin 7,3
milliardir krónur. Og
enn rennur olja úr tí
sokna skipinum
OLJUDÁLKING
Árni Joensen
Spanski
fíggjarmálaráð-
harrin, Cristobal Montoro,
almannakunngjørdi í gjár
rokningina fyri arbeiðið at
taka upp olju, sum er likin
úr tí sokna tangaskipinum
Prestige. Ráðharrin sigur,
at teir pengar, sum higartil
eru játtaðir, røkka bara til at
rudda burtur ta oljuna, sum
higartil er komin upp á
land, og at pengarnir fara
als ikki at røkka til tað ar-
beiðið, sum kann liggja fyri
framman. Hildið verður, at
umleið 53.000 tons av olju
eru eftir í tangunum á tí
sokna skipinum.
Fyrr í vikuni var tann ser-
útgjørdi franski kavbáturin
Nautilus niðri hjá vrakinum
og tetti eitt av holunum.
Sambært myndugleikunum
eru tólv hol nú tett, men
framvegis
rennur
olja
ígjøgnum átta onnur hol í
skrokkinum.
Prestige sakk tann 19.
november, eftir at tað hevði
rikið mannaleyst í illveðri í
seks
samdøgur.
Hildið
verður, at eini 25.000 tons
av olju eru likin úr tangun-
um higartil og hava dálkað
sponsku útnyrðings- og
norðurstrondina so illa, at
fleiri túsund fiskimenn eru
vorðnir arbeiðsleysir.
Seinastu tveir mánaðar-
nar hava fleiri túsund sjálv-
boðin og hermenn roynt at
rudda sponsku strondina.
Eisini á fronsku útsynn-
ingsstrondini er olja rikin
upp á land.
Belgiski forsætisráð-
harrin, Guy Verhof-
stadt, tekur undir við
at broyta landsins
mannarættindalóg.
Ein broyting fer at
gera tað møguligt at
fara undir eitt rættar-
mál, har ísraelski for-
sætisráðharrin, Ariel
Sharon, er skuld-
settur fyri krígsbrots-
verk
RÆTTARSÓKN
Árni Joensen
Í juni í fjør sýtti ein belg-
iskur dómstólur fyri at við-
gera
rættarmálið
ímóti
Ariel Sharon, tí sambært
dómstólinum kundi málið
ikki viðgerast uttan so, at
tann ákærdi var staddur í
Belgia.
Málið snýr seg um krígs-
brotsverk, og tað eru fólk,
sum sluppu livandi frá hóp-
drápinum í palestinsku
flóttafólkalegunum Sabra
og Shatila í 1982, sum hava
reist málið. Millum 800 og
2.000 flóttafólk vórðu fyri-
beind.
Hálvhernaðarligir libanar
myrdu flóttafólkini, men
tað var ísraelski herurin,
sum loyvdi álopsmonnun-
um inn í tær báðar flótta-
fólkalegurnar, og ísraelskir
hermenn stóðu á varðhaldi
kring legurnar, meðan hóp-
drápið fór fram. Ariel Shar-
on var tá ísraelskur verju-
málaráðharri, og hann varð
noyddur frá, eftir at ein
kanning
hjá
ísraelsku
stjórnini hevði staðfest, at
hann óbeinleiðis hevði ta
persónligu ábyrgdina av
tilburðinum.
Í mai í fjør dømdi ein
belgiskur dómstólur fýra
fólk, teirra millum tvær
nunnur, sekar í medvirkan í
hópdrápinum í afrikanska
landinum Rwanda, har um-
leið 800.000 fólk vórðu
myrd fyri níggju árum
síðani.
Tey fýra kundu dømast, tí
tey høvdu valt at búseta seg
í Belgia. Nú sigur Guy
Verhofstadt, at hann er
sinnaður at broyta lógina,
soleiðis at dómsvaldið eis-
ini kann døma fólk, sjálvt
um tey ikki eru stødd í
landinum, sama hvar tey
framdu brotsverkið, og
sama hvønn tjóðskap tey
hava. Fólk sleppa heldur
ikki at fjala seg aftan fyri
diplomatiskt órin.
Rætturin í Virginia í
USA hevur gjørt av, at
ein 17 ára gamal
drongur, sum er
ákærdur fyri morð,
skal metast sum
vaksin. Hann kann tí
fáa deyðarevsing
DEYÐAREVSING
Árni Joensen
Tann 17 ára gamli drong-
urin John Lee Malvo var
annar av snigskjúttunum,
sum í oktober í fjør herjaðu
leiðina kring høvuðsstaðin
Washington.
Tíggju fólk doyðu, og
fýra vórðu illa løstað av
skotum teirra, áðrenn tað
eydnaðist løgregluni at taka
teir.
Sambært løgregluni í
statinum Virginia skjeyt
tann 17 ára gamli minst
fýra av teimum tíggju, sum
doyðu. Hini skal tann 42
ára gamli John Allen Mu-
hammad hava skotið.
Mikudagin avgjørdi rætt-
urin í Virginia, at tann 17
ára gamli drongurin kann
metast at vera vaksin. Hes-
in úrskurðurin ber í sær, at
drongurin kann fáa deyða-
revsing, verður hann funnin
sekur.
Deyðarevsingin
fær
nógva umrøðu í USA í
hesum døgum, eftir at
guvernørurin í statinum
Illinois gjørdi av at ógilda
deyðadómarnar hjá 167
fangum. Ístaðin fingu teir
lívlanga fongsulsrevsing.
Olja rennur framvegis úr Prestige
17 ára gamal kann fáa deyðarevsing
Belgia sinnað at loyva
rættarmáli ímóti Sharon
Johanna Samuelsen
vanliga nevnd Lilla,Tórshavn
andaðist týsdagin 14. januar, 97 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin kl. 13.
Familjunnar vegna
Børnini
Tey, ið vilja minnast Lillu, kunnu lata Frelsunarherinum eina peningagávu,
konto í peningastovnunum!
Ariel Sharon, sum roynir at verða afturvaldur til forsætis-
ráðharra, heilsar her upp á mótvalevnið, Amram Mitzna, úr
Arbeiðaraflokkinum
Mynd: Reuters
All That Rain hevur
nú fingið ein nýggjan
forsangara. Hann
eitur Pól Arni Holm.
Hans Ravnsfjall, sum
kom fyri Jens Marna
Hansen, fer nú bara at
spæla gittara
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Forsangaraskifti er í All
That Rain. Hans Ravnsfjall,
sum hevur sungið í All That
Rain í eitt gott ár, leggur nú
mikrofonina frá sær, og fer
at halda seg til gittaran.
– At blíva fýra ístaðin
fyri tríggir er nakað, sum
vit hava ætlað leingi, sigur
Henning
Nicodemussen,
trummuspælari í All That
Rain.
– Og hetta er nakað, sum
vit allir eru sera glaðir fyri.
Fyribils veit bólkurin
ikki nær hann fer aftur á
pallin. Nú snýr tað seg fyrst
og fremst um venjing.
– Av tí at Pól Arni býr í
Suðuroynni, so verður bert
møgleiki at venja um viku-
skiftini.
Enn eru ongar ítøkiligar
ætlanir á borðinum. Hans
er fyri stuttum komin aftur
úr Danmark, har hann
hevur verið í skúla. Á
heimasíðuni hjá bólkinum
stendur at lesa, at í løtuni
verður arbeitt við tilfari, og
møguliga verður onkur
konsert aftur á skránni í
mars mánað. Og kanska
kunnu vit eisini vænta eina
fløguútgávu
seinni
í
árinum.
Pól Arni fer í regnið
SH-smíð fer nú í holt
við at byggja 30
raðhús niðast á
Løgmannabreyt í
Hoyvík. Vegarbeiðið
er byrjað og væntandi
verða tey fyrstu
húsini klár seinast í
hesum árinum
BYGGING
Ingrid Bjarnastein
Hanus Olsen, byggimeist-
ari frá SH-smíð, fer nú í
holt við at byggja 30 raðhús
niðast á Løgmannabreyt.
Plantekningarnar eru góð-
kendar av býráðnum, ognin
keypt og vegarbeiðið er
byrjað.
Tey minstu húsini fara at
vera um 115-120 fermetrar,
men nøkur fara at verða
størri við onkrum skeivum
vinklum. Húsini verða í
tveimum hæddum. Inni-
tekningarnar
eru
ikki
rættiliga lidnar enn, men
arbeitt verður við teimum
nú.
– Prísurin er ikki fast-
lagdur enn, men fara tey at
liggja um 1,15 milliónir
krónur, sigur Hanus Olsen
við Sosialin.
So skjótt sum byggi-
búgvingin er liðug verður
farið undir at byggja, og
vantandi verða tey fyrstu
húsini klár seinast í hesum
árinum.
Útstykkingin í Hoyvíkshaganum:
Tilboðini
latin upp
Fyrst í vikuni vórðu
tilboðini um út-
stykking í Hoyvíks-
haganum suður
latin upp. Arbeiðið
varð bjóðað alment
út, og nú er verk-
frøðingastovan hjá
Magnus Paula
Gaard farin at
hyggja nærri eftir
tilboðunum
ÚTSTYKKING
Ingrid Bjarnastein
Tilboðini til størstu út-
stykking í Føroyum nak-
rantíð eru nú latin upp.
Útstykkingin í Hoyvíks-
haganum-suður varð í
fjør latin býráðnum, og
varð arbeiðið tá bjóðað
alment út. Nú eru til-
boðini komin inn, og fer
verkfrøðingastovan hjá
Magnus Paula Gaard nú
at hyggja nærri eftir
teimum.
– Tað lægsta boðið var
27,5 milliónir, meðan tað
hægsta var slakar 40
milliónir krónur, sigur
Jan Christiansen, borgar-
stjóri.
– Nú gjøgnumgongur
verkfrøðingastovan til-
boðini, og tilmæli verður
síðani latið býráðnum
um, hvat tilboð vit skulu
velja.
Tað er rættiliga vanligt,
at lægsta tilboðið verður
valt, alt eftir um tað lýkur
øll krøv.
– Nú verður hugt eftir,
hvørt útbjóðararnir hava
givið okkum eitt realist-
iskt tilboð og um teir
klára at yvirhalda alt tað
teir skulu. Tað verið seg
tíðarætlan og annað.
Tey seks feløgini, ið
hava givið eitt tilboð eru:
P/F J&K Petersen og P/F
Byggitek – 27,5 milli-
ónir, P/F H.V. Lützen –
29,7
milliónir,
P/F
Articon – 29, 8 milliónir,
Sp/f JKH Entreprenørar
– 30,3 milliónir, M.T.
Højgaard – 39,7 milliónir
og P/F Guttesen & Staks-
berg – 40 milliónir
krónur.
Harafturat høvdu Arti-
con og M.T Højgaard
givið
eitt
sokallað
alternativt tilboð.
Arbeiðið umfatar út-
stykking til 175 sethús og
samanbygd hús. Nær út-
stykkingin fer ígongd er
ikki greitt enn.
30 raðhús á Løg-
mannabreyt
C
M
Y
K
3
2