Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 11 - 17. januar 2003 Nr. 11 - 17. januar 2003 5 Hetta eru nakrar av broytingunum, sum ætlanin er at gera í rúsdrekkalógini og sum miðflokkurin serligah eftir seg við RÚSDREKKALÓGIN Áki Bertholdsen Sum vit greiddu frá í Sosi- alinum fyrr í vikuni, ætlar Bjarni Djurholm at broyta rusdrekkalógina og hann hevur eisini lagt eitt upp- skot fyri samgonguflokk- arnar um, hvørjar broyting- ar, hann kundi hugsað sær. Hann ætlar, at hereftir skal tað í ávísum førum verða lættari at fáa loyvi at skeinkja í Føroyum, sam- stundis sum ætlanin er at gera rúsdrekkalógina smid- ligari at umsita, enn hon er nú. Eitt endamál við broyt- ingunum er eisini at fáa skipað viðurskifti á økjum, har tað í dag verður skonkt undir óskipaðum viður- skiftum og við ongum eftir- liti. Tí heldur hann, at tað skal bera til at fáa skeinki- loyvi til ávís tiltøk. Tað er ikki loyvt í løtuni, men verður kortini gjørt uttan loyvi og uttan eftirlit, staðfestir Bjarni Djurholm og sostatt tálmar lógin ikki nýtsluni. Og nú ætlar landsstýris- maðurin eisini, at tað skal verða loyvt at skeinkja í privatum veitslum, sum verða hildnar í bygdar- ella samkomuhúsum og har tey, sum halda veitsluna, sjálvi skipa fyri skeinking og borðhaldi. Tað er tað nevniliga ikki eftir galdandi rúsdrekkalóg uttan so, at bygdarhúsið ella samkomuhgúsið hava skeinkiloyvi á jøvnum føti við gistingarhús og mat- stovur. Landsstýrismaðurin hel- dur ikki at aldargamli sið- urin, har fólk sjálvi leiga høli at halda brúdleyp og aðrar veitslur í, og har tey sjálvi syrgja fyri borðreið- ing, mati og drekka, eigur at verða fevndur av rús- drekkalógini. – Slíkar veitslur eru pri- vatar og av slíkum slagi, at tær einsvæl kundi verið hildnar heima, um pláss var. Tá ið skonkt verður á slíkum veitslum, eigur tað tí heldur ikki at koma undir rusdrekkalógina, sigur Bjarni Djurholm. Miðflokkurin í samgonguni tekur ikki undir við broytingunum, sum ætlanin er at gera í rúsdrekkalógini og sum fara at gera tað lættari at fáa skeinkiloyvi SKEINKING Áki Bertholdsen Tað verður trupult hjá Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni í Vinnumálum, at fáa undirtøku í samgong- uni fyri teimum ætlanum hann hevur um at broyta rúsdrekkalógina. Tað er greitt longu nú, áðrenn málið er komið til viðgerðar. Tann eini samgongu- flokkurin, miflokkurin, hevur nevniliga longu gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við beroytingunum. – Miðflokkurin tekur ikki undir við at broyta rús- drekkalógina soleiðis at tað verður frælsari at fáa skeinkiloyvi, sigur Jenis av Rana, tingmaður floksins. Tingmaður floksins sigur at hann tí hevur heitt á løg- mann at taka málið upp til viðgerðar í samgonguni, tí miðflokkurin vil eisini hava ymsar brytingar í rus- drekkalógini. Gera tað ólógliga lógligt Jenis af Rana heldur lítið um grundgevingarnar fyri at broyta rúsdrekkalógina. – Ein grundgeving er, at tað verður skonkt ólógliga, tá ið ymisk tiltøk eru. Men ístaðin fyri at hava neyðugt eftirlit við lógina, ætlar landsstýrismaðurin bara at laga lógina til so at tað ólógliga verður lógligt og tað taka vit als ikki undir við. – Vit halda ikki, at tað er er nøkur loysn. Vit eiga heldur at syrgja fyri, at lógin verður hildin. Heldur enn at laga rús- drekkalógina til, vil mið- flokkurin tískil hava økt eftirlit við, at lógin verður hildin. Hvussu tað skal gerast, hevur hann eisini eitt upp- skot um. – Tað tykist ikki sum um tann danski fútin í Føroyum er serliga áhugaður fyri at syrgja fyri at føroyskar lógir verða hildnar. – Spurningurin er tí, um tað ikki hevði borið til at víðka heimildina hjá loyv- isnevndini, so at hon eisini fekk myndugleika til at hava eftirlit við, at rús- drekkalógin verður hildin, sigur Jenis av Rana. Sostatt tekur miðflokkur- in ikki undir við, at tað skal vera lættari at fáa skeinki- loyvi til einstøk tiltøk. hel- dur vil flokkurin hava skerpað eftirlit við rús- drekkalógini. Annars vil flokkurin eis- ini hava tað steðgað, at bryggjaríðini sjálvi sleppa at selja øl. – Vit halda at ikki at bryggjaríini skulu sleppa at selja øl, tí tað er einans Rúsdrekkasøla Landsins sum skal hava loyvi at selja øl og rúsdrekka. Hinvegin er flokkurin samdur um, at privatar veitslur ikki skulu verða umfataðar av rúsdrekkalóg- ini. – Hvat fólk gera tá ið tey halda veitslur, kunnu vit ikki leggja okkum út í, sig- ur Jenis av Rana. Seinnapartin mikudagin kom skipið á Havnina, sum skal avloysa Smyril í tríggjar vikur SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Seinnapartin mikudagin kom ferjan á Havnina, sum tær næstu tríggjar vikurnar skal sigla ímillum Suður- oynna og Havnina ístaðin fyri Smyril. Smyril fer í dag úr Føroy- um til Frederikshavn í Dan- mark, har hann skal í dokk til ymsar umvælingar. Eitt nú skulu stabilisatorarnir umvælast, so at teir ikki fara so lætt aftur. Harum- framt skal fitt av stáli skift- ast í botninum, umframt at annað eftirlitsarbeiðið skal gerast. Væntandi verður Smyril burtur í tríggjar vikur og ímeðan verður tað est- lendska ferjan, St. Ola, sum skal røkja suðuroyarsigl- ingina. Suni Andreassen á tekn- isku deild á Strandferðsl- uni, sigur, at ferjan bar seg væl á ferðini til Føroya. Men hon hevur í mong á siglt ímillum Scrabster í Skotlandi og Stromness í Orknoyggjum og tað er minst líka ringur sjógvur sum í Suðuroyarfirði so hon er bygd til ringan sjógv. Eitt nú hevur hon stabilisatorar bæði aftan og framman. Nýliga hava estlendingar keypt St. Ola, sum annars er smíðað í 1971. Hon sigl- ur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur. Í gjár lógu teir á Havnini og gjørdu klárt. Gekk sum ætlað, skuldi St. Ola sigla sin fyrsta túr ímillum Havnina og Suðuroynna í gjárkvøldið. Miðflokkurin: Eftirlitið við rúsdrekkalógini skal herðast Tey, sum halda brúdleyp, føðingardag ella aðrar hátíðardagar í bygdarhúsi ella samkomuhúsi, skulu nú eisini sleppa at skeinkja, uttan at gera seg til lógbrótara Avloysaraskipið hjá Smyrli komið Her liggur St. Ola á Havnini, hagar hon kom mikudagin. Næstu tríggjar vikurnar skal hon sigla ímillum Havnina og Suðuroynna Lættari og einfaldari rúsdrekkalóg Bjarni Djurholm, landsstýris- maður Sera spennandi tilfar er funnið í skjala- goymslunum eystan- fyri, sum lýsir støðu Føroya í kalda kríg- num. Tað sigur Bent Jensen, søguprofess- ari, í arbeiðsfrágreið- ing til løgmann. Í kanningini viðger hann, hvat slag av virksemi Sovjetsam- veldið hevði kring Føroyar, og hvussu Føroyar og føroyingar koma fram í sovjetsk- um skjalagoymslum HINUMEGIN JARNTJALDIÐ Ingi Rasmussen Svartar útstrikingar á hvít- um pappíri. Kanningin av støðu Før- oya eystanfyri undir kalda krígnum er loyndarfull. Sosialurin hevur fingið innlit í fyribilsfrágreiðing- ina, sum søgufrøðingurin Bent Jensen, professari, dr. phil, hevur latið Føroya løgmanni síðst í desember. Men stórir partar av frá- greiðingini eru strikaðir við svørtum blekki við tí grundgeving, at rætturin til skjalainnlit kann avmark- ast, um tað er neyðugt fyri at verja uttanríkispolitisk áhugamál. Og víst verður eisini til, at tað er neyðugt at dyljað málið fyri at verja privat ella almenn áhuga- mál. Hvat liggur í hesum dylj- ingum, er ikki gott at vita. Men út frá tí, sum stendur eftir av fyribilsfrágreiðing- ini, er greitt, at kanningin er stak áhugaverd – og óivað eisini umstrídd. Drúgv kanning Frágreiðingin hjá Bent Jen- sen snýr seg um støðu Før- oya eystanfyri í kalda kríg- num árini 1945 til 1991. Bakgrundin er Føroyar sum »trædesten og baseområde i Atlanten«, sum søgudokt- arin orðar tað. Frágreiðingin tekur støði í, at Føroyar eru ein partur av NATO og harvið ein partur av trygdarpolitikk- inum hjá vesturheiminum. Spurningurin er eitt nú, um trygdarváði hevur staðist av hernaðarligu støðunum í Føroyum. Bent Jensen kannar før- oysku støðuna í hernaðar- ligu ætlanini hjá Sovjet- samveldinum og War- szawa-samgonguni. Í hes- um sambandi lýsir hann, hvussu sovjetski norður- flotin varð útbygdur, hvør flotaætlan varð løgd fyri Norðuratlantshavið, og hvørjar hernaðarligar venj- ingar vórðu havdar í hav- inum kring Føroyar. Søguliga verður farið ígjøgnum leiklutin hjá War- szawa-samgonguni undir kalda krígnum við føroysk- um brillum. Undir 2. heimsbardaga. Í tíðini til NATO varð stovnað í 1949. Í fyrsta »toybilinum« árini 1955-1964. Undir sov- jetsku flotadubbingini í 1960-1970’unum. Og undir kalda krígnum í 1980’un- um. Persónar og vitjanir Granskar tú søgu, mást tú hava eina støðu, heldur Bent Jensen, sum er kendur fyri ikki leggja fingrarnar ímillum, tá hann granskar fortíðina í gamla Sovjet. Vesturheimurin ikki kann siga seg undan at hava kent til ta skipaðu útreinsingina av mannalívum og brotini á mannarættindini, sum fóru fram undir »hamara og segli«, heldur hann. Og tað er líka neyðugt at gera upp við tey fólk, ið kávaðu út yvir hetta í vesturheimin- um, sum tað var at gera upp við nasismuna. Offrini vóru fleirfald eystanfyri, og tí fírir hann ikki fyri at nevna nøvn, tá tað kemur til skarpskeringar. Tí stendur spenningurin og óttin kanska mest um, hvørt hann fer eftir teimum føroysku samhugafólkum, sum styðjaðu Sovjetsam- veldið og tann politikk, sum stórveldið stóð fyri, tá harðast leikaði á. Líkt er til, at leitað er í sovjetsku skjalagoymslun- um eftir føroyingum, sum hava vitjað eystanfyri ella hava verið sannførdir kommunistar av ymiskum slagi. Beint aftaná eina útstrik- ing sæst í øllum førum, at útlendskar vitjanir í Føroy- um, visumreglur, sovjetskar og aðrar vitjanir úr War- szawa-samgongulondum, og sovjetsk og eysturtýsk fiskiskip við Føroyar fáa serstaka viðgerð. Og tí er eisini hugsandi, at svarta blekkið fjalir útyvir før- oyskar persónar og vitjanir hinumegin jarntjaldið. »Meget interessant...« Tað hevur ljóðað, at Bent Jensen hevur fingið at- gongd til skjalasøvn hjá kommunistiska flokkinum í Sovjet. Men tað síggja vit ikki í frágreiðingini, og Bent Jensen vil enn onga viðmerking geva um sítt arbeiði, sum er fevnt av tagnarskyldu. Hinvegin sæst, at hann hevur funnið nógv tilfar, sum hann heldur vera stak áhugavert. Hann hevur eitt nú leitað í skjalasavninum hjá Verjurmálaráðnum, hjá forsetanum, hjá herflotan- um og í russiska stats- skjalasavninum fyri nýggja søgu. At tað hevur verið trup- ult, og at onkrir fótonglar eru lagdir í vegin, vitnar fyribils arbeiðsrapportin um. Eftir eina longri útstrik- ing stendur t.d. einastaðni soleiðis: »Hvad andet materiale angår, meddelte arkivet mig, at der intet yderligere fandtes. Foto- kopierne måtte ikke fjernes fra læsesalen, og jeg måtte derfor skrive dem af i hånden linie for linie, da man heller ikke tillod anvendelse af computer. Det materiale jeg fik lov at se, var til gengæld meget interessent. Der er imidler- tid tale om en alvorlig kronologisk skævhed, idet jeg ikke har fået adgang til materiale fra 1970- 1980’erne«. Ikki er greitt, hvat skjalasavn talan er um í hesum føri. Bent Jensen greiðir frá, at hann hevur funnið áhuga- vert tilfar eystanfyri, eitt nú í statsskjalasavninum, men yvirhøvur er galdandi, at tað síðstu fimm árini er vorðið torførari hjá gransk- arum at fáa atgong til tilfarið, sum lyftir lokið av søguni. Løgmaður uppí Fyri at fáa betri atgongd, heitir Bent Jensen á Føroya løgmann um at venda sær beinleiðis til russiska uttan- ríkisráðið, tí Føroyar og Russland hava góð viður- skifti. Tað hava Danmark og Russlandi ikki fyri tíð- ina, og tí hevur tað helst seinkað og forða arbeið- num, at fyrispurningar um innlit eru farnir umvegis danska uttanríkisráðið. Bent Jensen mælir til, at løgmaður leggur dent á góðu viðurskiftini landanna millum. Tað er eisini vert at nevna, heldur hann, at kalda kríggið er av, at søgan nú kann skrivast sakliga, og at Føroya landsstýri roynir at skapa eina heildarmynd, sum ikki bara byggir á støðuna hjá stórveldunum vestanfyri. Søgufrøðingurin ger eis- ini arbeiði í skjalagoymsl- um vestanfyri, og har hevur arbeiðið gingið betur. Men bæði eystan og vestanfyri er granskingararbeiði eftir at gera, áðrenn hann fær teknað nakra endaliga mynd av støðuni. Bent Jensen er farin undir at skriva sjálva frá- greiðingina, men av tí, at so nógv vantar, er tað av góð- um grundum ikki endaliga frágreiðingin. Í skrivandi løtu er nýggja svartabók – ella kanska reyðabók? – umleið 150 síður. Kanning- in byrjaði á heysti 2001 og verður liðug seinni í ár, tá hon verður handað løg- manni. Loynilig og spennandi kanning eystanfyri Granskar tú søgu, mást tú hava eina støðu, heldur Bent Jensen, søguprofessari, sum er kendur fyri ikki leggja fingrarnar ímillum, tá hann granskar fortíðina í gamla Sovjet Mynd: Polfoto Kut úr fyribilsfrágreiðingini hjá Bent Jensen til løgmann um støðu Føroya eystanfyri í kalda krígnum árini frá 1945 til 1991 C M Y K 5 4