Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 11 - 17. januar 2003 Nr. 11 - 17. januar 2003 7 – Vit kunnu ikki rætt- vísgera deyðadóm, tí tað er ikki okkara rættur at taka lív frá einum, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty Internatio- nal Føroya deild DEYÐADÓMUR Heri á Rógvi George Ryan gjørdi í sínum tólvta tíma sum guvernørur í Amerikanska statinum Illinois av at broyta 167 deyðadómar til lívslangt fongsul. Hetta er í sjálvum sær ein slóðbrótandi avgerð. Síðani 1976 hava myndugleikarnir í Illinois avrættað tólv fólk. Kanningar hava seinni víst, at ein partur av avrættaðu persónunum hava verið ósekir. Somuleiðis er avgerðin hjá George Ryan, sum í vikuni fór frá sum guver- nørur, slóðbrótandi tá hugs- að verður um, at George Ryan umboðar Republikan- arnar, og har hevur verið hildið rættiliga fast um at varðveita deyðadómin. Ein av teimum, sum fegnast um avgerðina hjá George Ryan, er Annika Sølvará. Hon er forkvinna fyri Amnesty International Føroya deild. — Grundsjónarmiðið hjá Amnesty í spurninginum viðvíkjandi deyðadómi er, at ein og hvør hevur rætt til lív, og man kann ikki taka lív fyri at taka lív, sigur Annika Sølvará. Vit hava hitt hana til prát um deyðadóm og serliga støðuna í USA. Amnesty Føroya deild er partur av alheimsfelags- skapinum Amnesty Inter- national, sum hevur sum eitt av sínum aðalmálum at berjast ímóti, at deyðarevs- ing verður framd kring um í heiminum. – Deyðarevsing er tor- turur, og tú kanst ikki rætt- vísgera morð av hesum slag, sigur Annika Sølvará. Tað hevur eisini víst fleiri ferðir, at komið verður fram til, at deyðadømd eru prógvað at vera ósek, eftir at revsingin er givin. Mest í Suðurstatum Annika greiðir okkum frá, at hagtøl og kanningar hjá Amnesty vísa, at tað eru Suðurstatirnir í USA, sum mest gera sær dælt av deyðarevsing. – Kanningar hava eisini víst, at tað fyri tað nógva eru svørt og fólk í trongum sosialum korum, ið fáa deyðarevsing. Eisini hevur verið víst á, at rasisma er uppí, sigur Annika Sølvará. Av statunum er Texas í serflokki. Staturin, har George Bush, forseti, var guvernørur, framdi týsdag- in sína fyrstu deyðarevsing í árinum. Hetta er nummar 290 í røðini síðani 1976, og seks aðrar deyðarevsingar eru settar á skránna í januar. Fyri at fáa deyðarevsing skal ein dømast fyri morð av ringasta slag. Hetta kemur meira enn so fyri, og dómararnir eru konse- kventir og døma deyðarevs- ing. Støðan hjá Amnesty er tann, at sjálvt um onkur hevur tikið lív við morði, so gevur hetta ikki rættin hjá nøkrum øðrum at taka lívið hjá viðkomandi. Eftir amerikonsku skip- anini kann guvernørurin í stati náða deyðadømd. Ein guvernørur hevur møgu- leikan at gera straffin um til fongsulsrevsing, eins og guvernørurin hevur møgu- leikan fult og heilt at lata ein fongslaðan leysan. Hesum møguleikanum gjørdi Georgy Ryan sær so dælt av, og fluttu fangar av teirri sokallaðu "Death Row". Samstundis valdi hann at lata tríggjar fangar heilt leysar. — Tað virkar sum ein andsøgn, at USA skal vera ein garantur fyri manna- rættindum úti í heimi, men heima hjá sær sjálvum for- bróta tey seg móti manna- rættindunum, sigur Annika Sølvará. Hon vísir á, at ST tosar um rættin til lív sum ein mannarætt. Annika sigur seg vóna, at onnur lond vilja leggja trýst á USA um skifta kós. – ES hevur fleiri ferðir átalað USA fyri teirra støðu mótvegis mannarættindum, sigur Annika. Argumentið fyri deyða- revsing í USA hevur serliga verið, at hesin straffurin útførir rættvísi og kann virka fyribyrgjandi móti komandi brótsverkum. Annika Sølvará heldur tó ikki, at tað hevur eydnast at minka um kriminalitetin og morðini við deyðarevs- ingini. Skapa kjak Arbeiðið hjá Amnesty í Føroyum og alla aðrastaðni gongur framímóti m.a. at fáa avskaffa deyðarevsing. Reglugerðin í Amnesty forðar limum at arbeiða við málum í egnum landi. Or- søkin er tann, at hetta oftast verður uppfata sum at limir røkja politiskt áhugamál. Arbeiðshátturin hjá Am- nesty hevur fyri tað nógva verið og er at senda brøv til statsleiðarar og myndug- leikar. Amnesty International Føroya deild hevur um 600 limir, og felagið luttekur eisini í altjóða arbeiði. – Tað hevur fleiri ferðir víst seg at rigga. Gera vit øll bara eitt lítið sindur, so kunnu vit røkka langt. Vit rokna ikki við, at deyða- revsing verður avskaffað í morgin, men vit kunnu gera mun, sigur Annika Sølvará. Eisini í Føroyum vónar Annika, at eitt kjak kann stáplast upp á beinini. Í USA er nógv kjak um evni. Sterkar røddir eru frammi fyri at varðveita deyðarevsing, og málið spældi ein stóran leiklut í forsetavalstríðnum seinast. Sjálv metir Annika, at rákið gongur ímóti deyða- revsing í USA. Hvussu er og ikki, so standa nógv fólk á listanum til eina innspræning kom- andi mánaðirnar. Annika Sølvará: Eingin rættur at taka lív Í 1976 varð deyðarevsing sett í gildi aftur í USA. Hægsti rættur setti deyarevsing úr gildi í 1972, tá mett varð, at deyðarevsing var ein alt ov harður straffur, og revsingar kundu ikki rættvísgerast. Hægsti rættur metti so fýra ár seinni, at deyðarevsing aftur kundi setast í gildi, tá talan var um serliga grov brótsverk. Í løtuni er deyðarevsing í gildi í 38 statum í USA. Harav hava seks statir ikki gjørt sær dælt av revsingini síðani 1976. Síðani 1976 eru 821 deyðarevsingar framdar í USA, harav 290 í statinum Texas. Suðurstatirnir fremja sum heild nógv tær flestu deyðarevsingar. Vanligasti hátturin at fremja deyðarevsingar er við eitursinnspræning. Átjan deyðarevsingar eru planlagdar fyrstu tveir mánaðirnar í ár – trettan teirra í Texas. Kina er tað landið í heiminum, sum fremur flestar deyðarevsingar. Fakta Gera vit øll bara eitt lítið sindur, so kunnu vit røkka langt. Vit rokna ikki við, at deyðarevsing verður avskaffað í morgin, men vit kunnu gera mun, sigur Annika Sølvará Mynd: Jens Kristian Vang Fíggjarnevndin vitjaði Klaksvíkar Sjúkrahús Hósdagin vóru fíggj- arnevndin og lands- stýrismaðurin í heilsumálum á vitjan á Klaksvíkar Sjúkra- húsi HEILSUVERKIÐ Solby A. Eliasen Klaksvík: - Endamálið við vitjanini er fyrst og fremst, at síggja, hvussu Klaks- víkar Sjúkrahús virkar, sigur formaðurin í fíggjar- nevndini, Óli Breckman, og hann leggur afturat, at tað eisini skal staðfestast um, nakað veruligt samband er millum játtaðan pening og virksemi. - Kemur nakað ítøkiligt burturúr, ella verða pengar bert stoyttir niður í eina óvirkna skipan? Óli Breckman greiðir frá, at ynskiligt er at nýta fleiri pengar til sjúkrarøkt her á landi enn uttanlanda. Sum er verða umleið 70 milli- ónir nýttar til sjúkrarøkt uttanlands. - Hví ikki nýta nakrar av teimum pengunum her heima, sjálvandi treytað av, at nakað ítøkiligt kemur burtur úr teimum pengun- um, spyr Óli Breckman, sum heldur, at at tað er sera ónøktandi at hoyra um allar bíðilistarnar innan heilsu- verkið í Føroyum. Tað tykist ikki, sum um formaðurin í fíggjarnevnd- ini er nøgdur við heilsu- verkið, sum tað virkar í dag. - Tað kann til tíðir tykjast sum um, tað er ein fíggjar- lig rivalisering millum sjúkrahúsini í Føroyum, og tað kann ikki vera rætt. Tí tað besta hevði verið, um heilsuverkið var ein eind, har tú nýtti alla útgerðina og alt menniskjatalentið meira samfelt, so at allir partar av verkinum virka til fulnar allatíðina. Og er tað ikki so, so má finnast útav, hvussu vit gera so, sigur formaðurin í fíggjarnevnd- ini. Áheitan um eykajáttan til heilsuverkið er ikki ókent fyribrigdi. - Og tá so spurt verður, hvat peningur er nýttur til, ja, so standa tey ofta sum býtt og gána og vita ikki, hvat peningurin er nýttur til, sigur Óli Breckman. Spurdur um fíggjar- nevndin so ikki veit, hvat peningurin verður nýttur til, svarar Óli Breckman, at tað vita tey, men hann vísir samstundis á, at tey hava onga fakliga vitan. Í hesum sambandi fer Jákup Petersen, yvirlækni, at hava eitt fakligt innlegg á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann millum annað fer at greiða gestunum frá, hvussu tann fíggjarligi ar- beiðshátturin kundi verðið broyttur. Formaðurin í fíggjar- nevndini heldur, at Klaks- víkar Sjúkrahús er ein sen- tralur partur av heilsuverk- inum, serliga tá hugsað verður um allar tær størru og smærri ortopædisku viðgerðirnar á sjúkrahúsinum, og millum annað tí vil fíggjarnevndin norður at tosa við fólki og síggja staðið. Fíggjarnevndin fer ikki bert at vitja Klaksvíkar Sjúkrahús, hon fer eisini at vitja hini bæði sjúkrahúsini í landinum innan fyri heilt stutta tíð. Hetta fyri at fáa eina fullkomna mynd at heilsuverkinum, og vón- andi av, hvat játtaninar verða nýttar til. Hósdagin var øll fíggjarnevndin og landsstýrismaðurin í heilsumálum á vitjan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi C M Y K 7 6