fríggjadagur 17. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 11 - 17. januar 2003
Nr. 11 - 17. januar 2003
9
Valfelagið hjá Jørgeni
Niclasen, Vága
Fólkafloksfelag, hevur
ikki viðgjørt politisku
støðuna, eftir at
Jørgen Niclasen Legði
frá sær sum
landsstýrismaður
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Vágar: Hóast fleiri av
lokalfeløgunum hjá Fólka-
flokkinum leggja billet inn
til landsstýrissessin, hevur
felagið, sum átti landsstýr-
ismannin, sum legði frá
sær, í løtuni ongar ætlanir
um at krevja sessin aftur.
– Vit hava ikki viðgjørt
málið enn, og vit halda
onga grund vera til at
krevja
landsstýrissessin
bara fyri at krevja hann,
sigur Jákup Guttesen, sum
er formaður í Vága Fólka-
floksfelag.
Hann sigur, at hann hevur
tosað við Jørgen Niclasen,
eftir at hesin hevur lagt frá
sær, men eingin politisk
støða er tikin til nakað sum
helst.
– Tað tykist ikki so
ógvuliga átrokandi beint nú
at velja nýggjan landsstýr-
ismann, og vit hava heldur
ikki tosað við løgmann ella
nakran annan í floksleiðsl-
uni, sigur fólkafloksfor-
maðurin í Vágum.
– Eg haldi, at nú treingir
Jørgen Niclasen til at fáa
frið eina løtu fyrst, sigur
hann.
Men væntandi fer Vága
Fólkafloksfelag einaferð í
næstu viku at hava fund,
har verandi politiska støðan
rímiligt verður viðgjørd,
sigur Jákup Guttesen, for-
maður í Vága Fólkafloks-
felag.
Í grundini viast hann eitt
sindur í, sigur hann, um
hann nú er formaður í fel-
agnum.
– Støðan er tann, at
Jóanis Nielsen varð valdur
til formann, og eg til næst-
formann. Tá Jóanis gjørdist
tingmaður, tók eg við sum
formaður.
Men
nú
er
Jóannis ikki tingmaður
meira, so eg gangi bara út
frá, at hann aftur er - ella í
hvussu er verður - formað-
ur í Vága Fólkafloksfelag,
sigur Jákup Guttesen.
Hóast tað ikki er loyvt
at fiska nærri enn 50
metrar frá alibrúki,
og 500 metrar, um
sjúka er, er ikki
óvanligt, at bátar seta
línu runt alibrúkini
FISKISKAPUR
Edvard Joensen
Menn hugsa seg ikki altíð
líka væl um, tá teir fiska
tætt upp at einum alibrúki,
sigur formaðurin í Føroya
Havbúnaðafelag,
Hans
Jacobsen.
Fyrr í vikuni stóð at lesa
á heimasíðuni hjá Vinnu-
húsinum, at fiskiskapur við
aliringarnar er til ampa fyri
alivinnuna.
Víst varð á, at reglur eru
fyri, hvussu farast skal
fram í slíkum føri, og sagt
varð millum annað, at alar-
in hevur skyldu til at halda
hesar reglur og kunngerðir.
Tað vil siga, at hann skal
boða teimum bátum, sum
fiska við alibrúkini, frá
hesum og reka teir burtur.
Hans Jacobsen, formaður
í Føroya Havbúnaðarfelag,
sigur, at hjá summum ali-
brúkum kann tað vera ein
trupulleiki, at bátar liggja
tætt upp at brúkinum og
fiska.
Í vetur hevur tað verið
væl av smáfiski og toski at
fingið við alibrúk ymsa-
staðni. Tá so onkur hevur
fingið fisk, eru aðrir kom-
nir afturat. Og tað er í grun-
dini ikki heilt vandaleyst,
vísir Hans Jacobsen á.
Størsti trupulleikin í við
hesum fiksiskapinum, er at
onkrar alistøðir hava ILA,
sigur hann.
Verður fiskað við slíkar
støðir, kann tað henda seg,
at sjúka verður flutt við
hesum bátum til eina aðra
støð, har einki er.
Serliga vísir hann á,
hvussu skjótt tað kann vera
á Gøtuvík, har ILA er øðru-
megin víkina, men ikki
hinumegin. Ein bátur kann
væl fiska undir báðum
støðum sama dag, og so er
lætt at gera skaða.
Eitt annað er, hvar menn
kryvja hendan fiskin, og
hvat verður av tí, sum kast-
að verður burtur.
Tosað hevur eisini verið
millum fólk um, at heili-
vágur er í fóðrinum, sum
alisfiskurin fær, og at villi
fiskurin etur hetta og tí ikki
er søluvøra.
Til tað sigur Hans Jacob-
sen, at tað er ikki vanligt at
geva heilivág, men kann
sjálvandi koma fyri. Og
hendir tað, er fiskurin sjál-
vandi ikki egnaður til
mannaføði.
Eit annað er so avlúsing,
sum av og á kemur fyri. Tá
er støðan tann sama, og
fiskurin verður ikki tikin til
mannaføði. Men tað vita
teir ivaleyst ikki, sum seta
eina línu undir ringunum í
myrkri.
Hann mæklir tí monnum,
sum rógva út til at avreiða,
stutt og greitt til at halda
seg burtur frá alibrúkum.
Ein teirra, sum tekur í
móti fiski, er Vinjard Joen-
sen, sum hevur fiskamót-
tøkuna í Sørvági.
Hann segði herfyri við
Sosialin, at hann visti um
trupulleikan, og hevði gjørt
monnum púra greitt, at
komu teir við fiski, sum
hugsast kundi at vera
veiddur við aliringar, tók
hann als ikki í móti honum.
Eingin politisk viðgerð í Vágum
Vága Fólkafloksfelag hevur ikki viðgjørt politisku støðuna eftir at Jørgen Niclasne, legði frá sær
sum landsstýrismaður, sigur Jákup Guttesen, formðaur í Vága Fólkafloksfelag
Ein trupulleiki við aliringarnar
Í vetur hevur væl av smáfiski og toski verið at fingið við aliringarnar. Men tað er ikki lyvt at fiska tætt at ringunum, og kann eisni
vera vandamikið, vísir formaðuriní Havbúnaðarfelagnum á
- Fiskaframleiðarar
stíla eftir tøkni til
ymisku framleiðslur-
nar, men eg eri sann-
førdur um, at tekno-
logi uttan fleksibilitet
er av tí ónda. Stílað
verður eftir at fram-
leiða portiónir, sam-
stundis sum keyparar
spyrja eftir vanligum
fløkum, ið var ein
týðandi útflutnings-
vøra fram til mið-
skeiðis í nítiárunum.
Tað er í lagi, at virkir
leggja seg eftir ávísum
framleiðslum, men
hetta eigur ikki at
gerast uttan fleksibili-
tet og við ongum
dynamikki, sigur ein
kelda innan fiski-
vinnuna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hevur nógv
verið gjørt burtur úr, at so
nógvur feskur og óvirkaður
fiskur fer av landinum.
Hetta hevur verið eitt aftur-
vendandi evnið í nógv ár,
men nú fiskiskapurin hevur
verið so góður í langa tíð,
hevur málið um feska fisk-
in av álvara tikið seg upp-
aftur.
Fiskakeyparar og -seljar-
ar vísa á, at upsin hevur
verið ein trupulleiki í fleiri
ár, og nú er útboðið av
smáari hýsu eisini nógv
størri enn eftirspurningurin
her heima.
Men hví er útboðið so
nógv størri enn tað, sum
føroyski marknaðurin kann
keypa, framleiða og selja?
Lítil dynamikkur
Keldur, sum Sosialurin
hevur tosað við, siga, at
trupulleikin antin er ov
nógvur fiskur ella, at sølu-
avsetningurin av veidda
fiskinum er ov vánaligur.
Útróðurin hevur eisini
verið so serstakliga góður
og bara í seinastu viku, tá ið
tað viðraði so væl, seldi
Fiskamarknaður
Føroya
fleiri hundrað tons av út-
róðrarfiski á gólvinum.
Hýsan, sum bátarnir fáa, er
smá, og lítið fæst burtur úr
henni. Tað hevur tískil
verið trupult hjá Fiska-
marknaðinum at sleppa av
við hana fyri líkinda prís.
- Søluavsetningurin er ov
stirvin, og av hesi orsøk er
eisini alt ov lítil dynamikk-
ur í prísunum, sigur kelda,
sum stendur fiskivinnuni
nær.
Lagt verður aftrat, at
Fiskamarknaðurin "ræðist"
fisk, tá ið nógv kemur uppá
land, tí ov fáir keyparar eru.
Í summum førum verður
fiskurin nærmast "prang-
aður" uppá keyparan, og tá
er torført er at geva teim-
um, sum veiða, líkinda prís.
- Eg haldi, at vit í slíkum
tíðum skuldu givið útlend-
ingum høvi at keypt fisk á
føroyska marknaðinum -
um føroyskan bryggjukant
og í kapping við føroyskar
fiskakeyparar. Síðan kundi
fiskurin antin verið ar-
beiddur í Føroyum ella
sendur av landinum.
Eingin stýring
Keldan vísir á, at høvdu
útlendskir
fiskakeyparar
sloppið framat á føroyska
fiskamarknaðinum, høvdu
vit stýrt søluni betur, og
hetta hevði eisini verið
nógv betur fyri samfelagið.
- Sum er, sigla skipini av
landinum við fiskinum, og
tá er eingin stýring á økin-
um. Haraftrat kemur, at
skipini keypa olju og provi-
ant í útlandinum, og tað
gevur mistar inntøkur til
føroyska samfelagið.
Lagt verður aftrat, at í
fjør vórðu eini 12.000 tons
av feskum, føroyskum fiski
seld á marknaðunum í Bret-
landi.
- Um vit føroyingar ikki
megna at taka okkum av
øllum hesum fiskinum í
landinum, er ikki óvist, at
útlendingar kundu hjálpt
okkum við hesum, sigur
keldan.
Fýlst verður annars á, at
sølurnar hjá Fiskamarknað-
inum fara so seint fram um
morgunin.
- Sølan av fiski fer fram
um 11-tíðina og ikki klokk-
an 6 ella 7, sum vanligt er á
marknaðunum aðrastaðni. Í
Føroyum verður fiskurin
seldur seint um morgunin,
tá ið vit annars skulu ar-
beiða fiskin, tí sølan skal
passa inn í mynstrið hjá
Strandferðsluni. Hetta er
ein bági fyri marknaðin.
Virkið í Vági
Keldan, sum Sosialurin
hevur tosað við, undrast
eisini yvir, at eitt virkið,
sum tað í Vági, ikki skal
sleppa at arbeiða fisk und-
an Føroyum í tíðum sum
hesum, nú einki laksaar-
beiði kortini er á virkinum.
- Heri Hjelm hevur lang-
tíðarleigað virkið frá Før-
oya Fiskavirking, men nú
einki laksaarbeiði verður
komandi hálva árið, hevur
hann spurt Fiskavirking,
um
suðuroyingar
ikki
kunnu sleppa at virka fisk
undan Føroyum, meðan
bíðað verður eftir laksin-
um. Men tað vil Fiska-
virking ikki.
Keldan heldur hetta vera
undarligt, nú útboðið av
fiski í Føroyum er so stórt,
og nógvur fiskur fer óvirk-
aður av landinum.
- Eg haldi tað vera
dundrandi galið, at vit ikki
kunnu økja um fiskafram-
leiðsluna í Føroyum í tíðum
sum hesum. Á virkinum í
Vági hava vit ein møgu-
leika, og droppaði Fiska-
virking frysta russarafiskin
á
fyrrverandi
Bacalao,
hevði tað eisini verið ein
annar møguleiki at økt um
framleiðsluna av føroysk-
um fiski.
Keldan sigur, at Fiska-
virking í fleiri ár hevur
umhugsað at minkað um
russarafiskin til fyrimuns
fyri fisk undan Føroyum,
men enn heldur felagið fast
um frysta fiskin.
Fleksibilitetur
- Vit síggja, at virkini stíla
eftir tøkni til ymisku fram-
leiðslurnar, men eg eri
sannførdur um, at teknologi
uttan fleksibilitet er av tí
ónda. Stílað verður eftir at
framleiða portiónir, sam-
stundis
sum
keyparar
spyrja eftir vanligum fløk-
um, ið var ein týðandi út-
flutningsvøra fram til mið-
skeiðis í nítiárunum.
Keldan heldur tað vera í
lagi, at virkir leggja seg
eftir ávísum framleiðslum,
men hetta eigur ikki at
gerast uttan fleksibilitet og
við ongum dynamikki, sum
í seinasta enda gongur út
yvir fiskaprísirnar.
Ov fáir keyparar til tann nógva fiskin
- Fiskamarknaðurin "ræðist"
fisk, tá ið nógv kemur uppá
land, ti ov fáir keyparar eru.
Í summum førum verður
fiskurin nærmast
"prangaður" uppá keyparan,
og tá er torført er at geva
teimum, sum veiða, líkinda
prís.
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Hví loyvir Fiskavirking ikki Hera Hjelm at arbeiða fisk undan Føroyum í Vági, og hví virkar
felagið frystan russarafisk í Havn, tá ið so nógv er til av fiski undan Føroyum, spyr kelda, sum
stendur fiskivinnuni nær
C
M
Y
K
9
8