Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 11 - 17. januar 2003 Nr. 11 - 17. januar 2003 11 Mikukvøldið vórðu Aksel Tórgarð og Gunnar Hoydal heiðraðir í Norðurlandahúsinum. Aksel Tórgarð fekk Heiðursgávu Landsins og Gunnar Hoydal fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta er ein hending, ið allir føroyingar eiga at fegnast um. Vit føroyingar klandrast um mangt og hvat og sundurlyndið í fólkinum er tíverri stórt. Men vit eiga nøkur felags virði. Hesi felags virði eru okkara mál og mentan. Landsins stýri hevur skyldu til at menna og fjálga um hesi virði og eigur at vísa mentan og list stóran ans. Tey seinastu árini eru mentanarmálini komin alt meira í fokus. Hetta er gott og positivt. Tað, sum er enn meira gleðiligt er, at tað tykist sum breið politisk semja er, um at landið eigur at stuðla mentan, máli og list. Tað skal vera okkara vón, at henda gongd fer at halda fram og at allir poltiskir flokkar á tingi framhaldandi fara at taka undir við einum góðum og positivum mentanarpolitikki. Vit finnast mangan í hesum teigi at landsins stýri. Tað gjørdu vit eisini, tá aðrir flokkar sótu við ræði. Tað er ein partur av okkara leikluti sum pressa. Men vit eiga sum blað eisini at býta út rós tá, nakað er rósvert. Tað skal ásannast, at sitandi sam- gonga í farna valskeiði rak ein bæði mennandi og uppbyggjandi mentanarpolitikk. Víst vórðu ikki øll lyfti hildin, men tað skerst ikki burt, at játtan til mentan og list varð hækkað. Tað tykist, sum sam- gongan framvegis heldur hesa kós, hóast vit halda, at væl meira kundi verið játtað. Men næstu ferð fíggjarlóg skal samtykkjast verður høvi at bøta um hetta og tað skal vera vón okkara, at andstøðan av fullum huga tekur undir við øktum stuðli til mentan og list. Vit liva í ógvusligum broytingartíðum á mentanar- økinum. Altjóða mentanin otar seg longur og longur inn á føroyska mentan, og hetta setur ser- stakliga føroyska málið í vanda. Ikki tí at vit óttast fyri at okkara mál fer at hvørva, tí málið er sterkt. Men hinvegin skerst ikki burt, at vandin serstak- liga frá enskum er har, og verður hetta ásannað í grannalondum okkara, har svarið er ein sterkur mentanar-politikkur. Virðislønirnar, ið handaðar vórðu mikukvøldið, eru ein partur av øllum hesum. Tær prógva, at tær almennu Føroyar duga at virðsimeta andalig og mentanarlig virði og hetta er sera gott. Vit ynskja Aksel Tórgarð og Gunnar Hoydal til lukku, og vóna, at hildið verður fram við at menna okkara mentan og list. Vit vóna somu- leiðis, at allir flokkar á tingi eisini framyvir fara at vera samdir um hetta týdningarmikla mál, so kunnu teir vera ósamdir um so mangt annað. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt gott tiltak VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Debes Joensen Hoyvík, januar 2003 Fleiri okkara munnu eins og hava ein varhuga av, at talið á alment settum fólki í Føroyum støðugt er vaksið, kanska einahelst seinnu árini. Kanska hevði borið til at fingið til vega hagtøl um, hvussu nógv, ið sett eru innan ta almenna í dag í mun til fólkatalið saman- borið við samsvarandi tøl- ini seinastu fimm tíggju- áraskeiðini í Føroyum. Her skuldu so øll alment sett verið tald við, bæði tey í føroysku og donsku umsit- ingini. Áhugavert hevði verið at fingið bólkað talið í ymsu starvsheitini, eitt nú skrivstovunæmingar, skriv- arar, ráðgevarar, fulltrúar, skrivstovustjórar, stovns- leiðarar við meira. Tá ið úrslitið var fingið til vega, so áttu metingar at verið gjørdar av óheftum, kønum fólkum um, hvørja nyttu samfelag okkara hev- ur havt av eini møguligari øking í starvsfólkatalinum - og síðani átti at verið granskað í spurninginum , antin samfelagságóðin stóð mát við møguliga økta starvsfólkatalið. Eftir míni áskoðan, so hevði hetta verið ein uppløgd granskingarupp- gáva at framt í samstarvi við onkran hægri læru- stovn, kanska samfelags- deild Fróðskaparsetursins og gjarna fíggjað av onkr- um vísindagrunni í privata vinnulívinum. Ein ella all- arhelst fleiri ph.d.-ritgerðir høvdu óivað spurtst burtur úr. Áður enn slík gransking er gjørd, so ganga vit mest í blindum og gita -og helst illgita. Bretski søgumaðurin Cyril N. Parkinson (1909- 93), sum eitt nú var pro- fessari í Singapore í fimti- árunum, skrivaði fleiri greinir í The Economist í 1955, ið vóru bæði stutt- ligar, speirekandi og tanka- vekjandi. Hann skrivaði um umsit- ing sum eitt bureaukrati ella skrivstovuveldi, ið virkaði undir ávísum lóg- um, til dømis har, ið starvs- fólkatalið vaks eftir einum árligum stigatali umleið 6 %, uttan mun til arbeiðs- nøgdina, antin hon so øktist ella minkaði -og so fram- vegis. Hetta fyribrigdið var nevnt Lóg Parkinsons, sum í stuttum sigur, at talið á settum starvsfólki ikki fell- ur uttan mun til, um ar- beiðsmongdin gerst minni, men heldur tvørtur ímóti. Orsøkin til fyribrigdið skuldi vera, at embætisfólk stremba eftir at fáa støðugt fleiri starvsfólk, og at tey skapa arbeiði hvør til ann- an. Skemt? Helst. Men kanska áttu politikararnir kortini at havt slíkt skemt í huga, tá ið teir økja um starvsfólkatalið. Eitt hevur søgan so víst okkum - eisini her heima á klettunum: Tað er munandi lættari at seta fleiri starvs- fólk enn tað er at minka um talið aftur. Og vit eiga at leggja okk- um í geyma, at dugir eitt fólk ikki at røkja sína upp- gávu, so er ikki víst, at upp- gávurnar verða loystar av at seta t.d. eitt ella tvey í starv aftrat tí eina. Leiðin fram í slíkum førum man heldur vera, at ansað verður efter, at røttu fólkini verða sett, og at hini verða sáldaði frá, so at tey kunnu røkja upp- gávur, ið hóska teimum betur. Lóg Parkinsons TÍÐINDASKRIV Tað harmar Javnaðarflokk- in almikið at síggja avleið- ingarnar av samtyktu fíggj- arlógini fyri 2003 nú koma til sjóndar. Fyrst hækkaði sjónvarpsgjaldið úr 1500 kr. upp í 2000 kr., síðan hækkaðu mjólkaprísirnir, og nú eru risahækkingar í ferða- og farmagjaldinum hjá Strandfaraskipum á veg. Tá fíggjarlógaruppskotið varð framlagt, boðaði landsstýrið frá, at SL rokn- aði við einari meirinntøku orsakað av príshækkingum. Stovnurin hevði longu tá sæð, at tað fór at gerast neyðugt at hækka gjøldini. Síðani skar samgongan 7,5 mió. kr. meira av játt- anini til SL, og landsstýris- maðurin við samferðslu- málum boðaði tá frá og gjørdi øllum tingmnnonum greitt, at neyðugt fór at verða við stórum príshækk- ingum heilt upp til eini 15% ella meira. Nú er so uppskot komið um, at eitt nú ferðaseðilin við bili um Suðuroyarfjørð fer úr 120 kr. upp í 144 kr. fyri annan vegin - ein hækking upp á 20%. T.v.s. at ferðaseðilin aftur og fram kemur at kosta 288 kr. við bili, og til samanber- ingar kann nevnast, at hetta er 100 kr meira, enn tað kostar at fara aftur og fram gjøgnum Vágatunnilin uttan avsláttur. Javnaðarflokkurin harm- ast um hesa príshækking, sum kemur at raka útjað- aran sera meint. Hetta er galdandi ferðafólk, men sanniliga eisini vinnuna í útjaðaranum, sum fær mun- andi verri umstøður. Játt- anin til flutningsstuðul til flyting av fiski er eisini skerd við einari millión, og tískil koma fiskavirkir í útjaðaranum at fáa tað munandi truplari í kapp- ingini við onnur líknandi virkir í miðstaðarøkinum. Javnaðarflokkurin kann als ikki góðtaka hesar versnandi umstøðurnar hjá útjaðaranum og útoyggjum, sum er stórsta hóttanin fyri menningina og trivnaðin í hesum parti av landinum. Tórshavn 16. januar 2003 Føroya Javnaðarflokkur Landsstýrið hóttir menning og trivnað TÍÐINDASKRIV Dansur í bygdarhúsinum í Hósvík er vorðin fastur siður. Ein siður, sum dansi- hugað fólk, einstaklingar og feløg, leggja sær í geyma og leggja sær til rættis, so at henda eina dansináttin, ið vanliga fell- ur fyrsta ella næsta viku- skifti eftir tjúgunda dag, ikki gleppur teimum av hondum. Hetta er níggj- undu ferð, at skipað verður fyri hesum dansi, og van- liga hava verið millum 2- og 300 fólk hvørja ferð. Sigast kann um hin føroyski dansin, at hann er ein partur av samleika okkara, so fjølbroyttur og eyðkendur eins og bygdar- málini. So sjónliga og hoyrliga merktur av skipara og stevi, at tú neyvt kanst siga, hvaðani dansur og skipari eru av landi skotin. Men hóast stev og kvøðing eru eyðkend, so ber rættiliga væl til at dansa og kvøða saman, og tað er hetta, sum ger júst hesar dansinætur í Hósvík so stuttligar og minnisverdar, tí higar kemur fólk úr øllum heraðshornum, hvørt við sínum siðum, stevi og lagi, við tí eina í huga: at dansa og kvøða. Og hetta dámar teimum, ið dansin ansa, sum Andrias í Norðadali, sáli, tekur til í rímuni um føroyska dansin. Alla seinastu øld stúrdu menn fyri framtíð føroyska dansins og hóast Sverri Patursson í 1908 ber eina vón í barmi, um at dansurin skal fóta sær, so skrivar Jóhan Kallsoy, sáli, lærari og løgtingsmaður, í 1925, at í summum støðum er dansurin nú ein “saga blott”. Hann nevnir eisini, at Jóannes bóndi árið fyri, hevur borið upp á mál, at lata føroyska fólkaskúlan “ tikið upp ta uppgávu at verja um hin føroyska dansin”, og at enda í grein síni nevnir hann ung- mannafeløgini, “sum starva við tí endamáli at varðveita okkara tjóðskapareyðkenni …” Bygdarfeløg, ungmanna- feløg og ikki minni dansi- feløgini, væl stuðlað av ágrýtnum einstaklingum, hava borið dansinum uppi og ment hann, so at hann enn er ein sjónskur varði í mentan og sam- leika Føroya fólks. Leygarkvøldið, tann 18 januar, kl. 22.00 byrjar dansurin. Dansað verður út á náttina. Atgongupeningur er 50 krónur og tá er eisini goldið ein bita til matna. Bygdarfelagið Varðin vón- ar góða undirtøku og bjóðar øllum vælkomnum. TÍÐINDASKRIV Á vitjan í Íslandi á sumri 2001 fingu landsstýris- maðurin í vinnumálum og vinnumálastjórin høvi at kunna seg um verkætl- anina, Brautargengi, skeið serliga ætlað kvinnum sum hugsa um at seta egna fyritøku á stovn, hjá ís- lendska vinnuframastovn- inum Iðntækni-stofnun, ið er tøkni-ligur royndar- og ráðgevingarstovnur. Við støði í hesum íblástri varð alt fyri eitt farið undir at reika fyri slíkum skeiði í Føroyum. Áhugin var nógv størri enn væntað (31 kvinnur í øllum aldursbók- um) og størri enn rúm var fyri. Tá avtornaði byrjaðu 19 kvinnur á skeiðinum, og 17 fullførdu skeiðið. Við støði í íslendska til- farinum, royndum og kunn- leika hjá skeiðsleiðarunum og ynskjum og spurningum frá luttakarunum, varð skeiðið ment í einari felags tilgongd. Tveir skeiðsleið- arar stóðu fyri undirvís- ingini, og herumframt komu 7 fyrilestrar-haldarar og løgdu fram á skeiðnum. M.a. varð roynt at svara nøkrum av teimum serligu spurningunum, sum kvinn- ur hava í sambandi við stovnseting av egnari fyri- tøku. Nú verður skeiðið endurtikið Skeiðið verður nú endur- tikið. Á skeiðnum verður dentur lagdur á: • at kvinnur verða tryggari í, hvussu ein fyritøka verður stovnað og rikin, • at styrkja førleikan hjá kvinnum at arbeiða við egnum vinnuhugskotum, • at leiðbeina um, hvar vitan um vinnu fæst, • at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í somu ella líknandi støðu og millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið. Ætlan Ætlanin við skeiðnum Kvinnur sum íbirtarar er at eggja kvinnum at luttaka í handils- og vinnulívinum og soleiðis eisini stuðla upp undir, at javnvág verður millum menn og kvinnur í bðtinum at eiga og reka fyritøkur. Kvinnur sum íbirtarar er skipað sum skeið við 5 pultstímum um vikuna í 15 vikur. Kvinnur, sum eru sjálvvinnurekandi, kunnu eisini luttaka og fáa leið- beining um vinnuligar framtíðar møguleikar. Fyrilesarar eru fólk úr vinnulívinum og vinnu- skúlunum við royndum í ráðgeving. Skeiðini byrja við einum døgurða tíma, har luttakararnir hittast og práta. Stórur dentur verður lagdur á, at luttakararnir møta til felagsdøgurðan. Skeiðið er ætlað: • Kvinnum við hugskoti um at stovna egna fyri- tøku • Kvinnum, sum vilja læra at stovna egna fyritøku uttan at hava hugskot – tær skulu tó við skeiðs- byrjan arbeiða út frá einum hugskoti, sjálvt um hetta er fiktivt • Kvinnum sum hava egna fyritøku – fyri at læra at gera hetta betur. Miðað verður eftir, at lut- takararnir fáa holla vitan um endamálið við atliti at: 1) marknaði, 2) fígging, 3) innkeypi, 4) vørustðring, 5) hvussu avtalur verða gjørdar o.a. Tá ið skeiðið er liðugt, hava luttakararnir gjørt eina virkisætlan og gerðarætlan (handlingsætlan) og lært, hvussu umráðandi tað er, at verkætlan verður gjørd, tá ið talan er um at reka eina fyritøku. Dømi um spurningar, sum roynt verður at svara • Hvørjar eginleikar hava slóðbrótarar? Hvussu eri eg? • Er mítt vinnuhugskot lív- ført? Eru onnur sum hava sama hugskot? Hvussu seti eg upp eina virkis- ætlan- hví er hon neyðug, og hvussu skal eg skriva hana? • Endamál- á hvønn hátt er mín fyritøka øðrvísi enn aðrar líknandi fyritøkur, og hví skulu tær ikki vera eins? • Innkeyp, vørustðring, hvussu avtalur verða gjørdir og framløga. Hvussu og hvaðani fái eg ráevni, og hvussu eru umstøðurnar at keypa inn (tollur, mvg o.a.)? Hvussu við sáttmálasam- ráðingum? Hvussu nógv fái eg av køkuni? • Marknaðarmál- Hvar er mín marknaðarbólkur? Hvussu stórur er hann? Hvussu fái eg fatur á honum? Hvussu áseti eg prísin? Hvussu nógv skal eg lýsa, og hvar skal eg lýsa? • Fíggjarstýring- Debet og kredit, hvat er tað? Hvussu við bókhaldi, og hvussu kann tað verða nýtt sum stýringsamboð í rakstrinum? Hví fái eg ikki somu tímaløn, sum fyritøkan fær.? • Stýring- Hvørja uppgávu hevur stjórin og hvat hevur mesta týdning í hansara framferð? Hvørj- ar skyldur hava arbeiðs- gevarar? Hví skal eg seta starvsfólk, og hvussu geri eg tað? Kostnaðurin at hava starvsfólk? • U p p l ý s i n g a r t ø k n i - hvussu dýra teldu skal eg keypa? Hvørji forrit skal eg duga at nðta? Hvat skal eg brúka Internetið til, og hvussu skal eg nýta tað? • Hvat hendir í hesum upplýsingarsamfelag- num, og hvussu broytir tað starvsumhvørvið hjá fyritøkuni? Skeiðsbygnaður Byrjað verður mikudagin 29. januar 2003 kl. 13.00 á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Fyrsti dagurin verður nýttur at kunna nærri um skeiðið í smálutum, læra hvønn ann- an at kenna og fyrilestur. Skeiðini verða hvønn mikudag frá kl. 12.30 til 17.30 við undantaki av mikudegnum 15. apríl. Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp- gávutímar. Í uppgávutím- unum verður stórur dentur lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum kunnu taka støði í egnum verkætlanum. Ráðgevi/-ar verða við stóran part av tíðini at hjálpa og vegleiða tínari ætlan. Ymiskar vinnufyritøk-ur, herundir fíggjar- og tæn- astufyritøkur, vitja á skeið- num. Kvinnur, sum hava stovnað og rikið vinnufyri- tøkur, vitja og greiða lut- takarunum frá sínum vinnuroyndum. Fígging og tekning Vinnuframagrunnurin letur stuðul og hvør luttakari skal gjalda 4.950,00 kr. Áhugað verða biðin um at tekna seg til Skeiðsdepilin við Marknagilsvegin, post- smoga 177, 100 Tórshavn fyri 20. januar 2003. Tiltøk av hesum slagi eru eisini gjørd í m. a. Noregi, Íslandi og Skotlandi við góðum úrslitum. Aftanfyri verkætlanina standa Vinnu- framagrunnurin, Menn- ingarstovan og Skeiðs- depilin við Marknagil (Før- oya Handilsskúli og Tekn- iski Skúli í Tórshavn). TÍÐINDASKRIV Eins og í fjør, verður aftur í ár høvi hjá føroyingum at hitta teir rithøvundar, sum eru í uppskoti at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2003. Sunnudagin 9. februar klokkan 14 fara sjey av teim tilnevndu rithøvundunum at lesa upp og greiða frá um egin verk. Tiltakið, ið nevnist "Orðið í Norði" verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Rithøvundarnir, sum høvið verður bæði at hitta og hoyra í Norðurlandahúsinum henda dag frá klokkan 14, eru: Morten Søndergaard, Danmark, Pirjo Hassinen, Finnland, Hanus Kamban, Føroyar, Jo- hann Hjalmarsson, Ísland, Jørgen Norheim, Noreg, Liv Køltzow, Noreg, og Eva Ström, Svøríki. Tiltakið verður sent beinleiðis í Útvarpi Føroya. Við sama høvi fer Sámal Ravnsfjall at syngja "Eg elski bøkur", sum er ein sangur hjá Bubba Morth- ens, ið Martin Næs hevur týtt til føroyskt.Sangurin sæst niðanfyri. Fyriskiparar handan tiltakið "Orðið í Norði" eru NORDBOK, Norrøna bókasavnsvikan, Norrønu feløgini, Útvarp Føroya og Norðurlandahúsið. eg elski bøkur sum málningar og litir orðini tey koma móðirleysar stavir í fostur eg tók bókin er gandur sum tíðina fjalir hugflog títt mennist við at kaga í bók bókin er og verður tín vinur bókin er sum leskandi løkur so satt sum tað er sagt jú, eg teski tað, eg teski at eg elski bøkur vist var lívið fátækt, var her eingin pennur okkum orð og bøkur ella kvæði gav jú, vist var lívið syrgiligt var her bara sjónvarp sigling um andans víða úthav bókin er og verður tín vinur bókin er sum leskandi løkur so satt sum tað er sagt jú, eg teski tað, eg teski at eg elski bøkur Av fløguni: Bubbi "allar áttir" Skífan 1996 Martin Næs týddi 23/9-2000 Prentaður í Vikuskiftinum 11/11-2000 ORÐIÐ Í NORÐI Kvinnur sum íbirtarar Óførur dansur í Hósvík C M Y K 11 10