Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 11 - 17. januar 2003 Nr. 11 - 17. januar 2003 13 Zakarias Wang Í sambandi við orðaskifti um at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar verður ført fram, at hetta er nakað, sum sjálvandi hevði verið ógvuliga gott at fingið, men tað má bíðja til vit einaferð í framtíðini fáa betri ráð. Raksturin av ferjunum Tann, sum sigur soleiðis, sigur harvið, at vit hava ráð til tær rakstrarútreiðslur, sum vit í løtuni hava av at hava ferjur siglandi millum oyggjarnar. Útreiðslurnar av at hava hesar ferjur er í løtuni umleið 100 milliónir krónur um árið. Ganga vit út frá hesum talinum, so hava vit eftir 10 árum eina útreiðslu upp á eina milliard til ferjurnar og eftir 20 árum er talan um tvær milliardir ella tvey túsund milliónir. Hetta vil siga, at kosta hesir tunlar 2 milliardir, og vit bíða tjúgu ár við at gera teir, so hava vit til raksturin av ferjunum nýtt eins nógv, sum tað kostar at gera tunlarnar. Minni rakstrarkostnaður av tunlum Tað sum er fyrimunurin við tunlum er, at rakstrarútreiðslurnar gerast minni. Tá teir í Vardø fingu tunnilin í 1983, vísti tað seg, at tað var nóg mikið við eini hálvari ársløn til at gjalda fyri at ansa eftir tunlinum. Men verður bummgjald kravt, so gerast hesar útreiðslurnar størri, og tað er helst orsøkin til, at nevndin í Vágatunlinum roknar við, at rakstrarkostnaðurin kemur upp á 7 milliónir. Ein so høgur rakstrar- kostnaður er tí fiktivur. Veruligi rakstrar- kostnaðurin liggur helst um einar fýra milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar av teimum mest umráðandi tunlunum (Vágar-Streymoy, Eysturoy - Borðoy, Streymoy - Sandoy, Sandoy - Stóra Dímun, Stóra Dímun - Suðuroy) kemur tí at vera um 20 milliónir krónur um árið. Vit fáa tí eina sparing í rakstrinum upp á 80 milliónir um árið. Fígging við lánsbrøvum Hetta er mikið gott, men hvussu skulu vit fíggja íløguna, tær 2,2 milliardir, sum hesir tunlar kosta? Ger landið íløguna, so fær landið nakað av pengum fyri at selja tær ferjur, sum verða óneyðugar. Nýggi Smyril kann helst seljast uttan stórvegis tap, men ikki kann roknast við meir enn einum 400 milliónum fyri sølu av øllum hesum skipum. Sostatt eru 1800 milliónir eftir at fíggja. Ein møguleiki er at vit hava so stórt avlop á fíggjarlógini tey trý árini, sum arbeiðið tekur, at vit kunnu gjalda hetta so hvørt. Men 600 milliónir um árið í trý ár eru nógvir pengar, serliga tá vit øll byggiárini skulu gjalda tær 100 millión- irnar til raksturin av ferjunum. Ein annar møguleiki, sum verður nýttur í mongum londum, er at borgararnir lána landinum pengar. Hetta verður eisini í ein ávísan mun gjørt hjá okkum, tí landið selur lánsbrøv, sum geva eitt sindur hægri rentu enn tað, sum fólk fáa fyri at seta pengarnar í sparikassar og banka. Fingu fólk at vita, at tey við at keypa hesi lánsbrøv kundu fíggja eitt so gott tiltak, sum hesir undirsjóvartunlar eru, so kann ikki útilokast, at tey høvdu vilja verið við til at fíggja hesum setningi við at keypt lánsbrøv, sum vóru markaði til hetta endamál. Íløgan afturgoldin í 2045 Í løtuni letur landskassin 3,4% í rentu fyri lánsbrøv. Siga vit, at tær 80 milliónirnar, sum vit spara við ikki at hava ferjurnar siglandi, skulu nýtast til at gjalda rentur og avdrátt av hesum láni, so verður myndin henda: ár lán renta avdráttur 2006 1800 61,2 18,8 2007 1781,2 60,6 19,4 2008 1761,8 59,9 20,1 2009 1741,7 59,2 20,8 2010 1720,9 58,5 21,5 2011 1699,4 57,8 22,2 2012 1677,2 57,0 23,0 2013 1654,2 56,2 23,8 2014 1630,4 55,4 24,6 2015 1605,8 54,6 25,4 2016 1580,4 53,7 26,3 2017 1554,1 52,8 27,2 2018 1526,9 51,9 28,1 2019 1498,8 50,9 29,0 2020 1469,8 49,9 30,0 2021 1439,8 48,9 31,0 2022 1408,0 47,9 32,0 2023 1376,0 46,8 33,2 2024 1342,8 45,6 34,3 2025 1308,5 44,5 35,5 2026 1273,0 43,3 36,7 2027 1236,3 42,0 38,0 2028 1198,3 40,7 39,3 2029 1159,0 39,4 40,6 2030 1118,4 38,0 42,0 2031 1076,4 36,6 43,4 2032 1033,2 35,1 44,9 2033 988,3 33,6 46,4 2034 941,9 32,0 48,0 2035 893,9 30,4 49,6 2036 844,3 28,7 51,3 2037 792,7 27,0 53,0 2038 739,7 25,2 54,8 2039 684,9 23,3 56,7 2040 628,2 21,4 58,6 2041 569,4 19,4 60,6 2042 508,8 17,3 62,7 2043 446,1 15,2 64,8 2044 381,3 13,0 67,0 2045 314,3 10,7 69,3 2046 245,0 8,2 71,8 2047 173,2 5,9 74,1 2048 99,1 3,4 76,6 2049 22,5 0,8 23,6 Her er fortreytin at vit gjalda tað sama í lánsgjaldi, sum vit í 2002 hava goldið fyri ferjurnar. Vit vita jú, at nakrar ferjuútreiðslur vera, sjálvt um tær stóru hvørva. Tað man fara at vera seinur dagur, vit sleppa frá at hava skip siglandi til Mikines! Hesar útreiðslur eru tó ikki so stórar, og siga vit, at vit um trý ár fara frá hinum ferjunum, so bendir alt á, at sparingin av tí til ta tíð fer at vera væl hægri enn tær 100 milliónirnar. Hin vegin er rentan metlág í løtuni. Men fer rentan upp, so er tað eitt úrslit av inflatiónini í samfelagnum, og so fara allir prísir upp, eisini rakstrarútreiðslurnar av ferjum. Tað er sjálvandi long tíð til 2049, men vit kunnu í hvussu er siga, at gera vit einki, og samfelagsgongdin heldur fram, so koma vit í hesum tíðarskeiði at fáa stórar út- reiðslur til rakstur av ferjum. Undir teimum fortreytum sum her eru settar fram ber tað til at staðfesta, at vit við at ganga hesa leið fáa ókeypis tunlar, tí tað vit skulu gjalda fyri teir skuldu vit goldið allíkavæl í rakstri av ferjunum. Tað er tí eingin fortreyt fyri hesi íløgu at vit finna olju ella at okkurt óvæntað gott hendir okkum. Talan er bert um at nýta pengar, sum vit allíkavæl nýta til rakstur av samfelagnum, á ein skilabetri hátt enn teir verða nýttir sum er, og hetta átti ikki at verið so nógv at ivast í. Kanningarnar eru gjørdar Men ber tað yvirhøvur til at gera hetta verk eftir trimum árum frá nú av, sjálvt um tað er fullkomin semja um, at tað loysir seg? Skulu vit ikki gera alskyns kanningar áðrenn farið verður undir arbeiðið, og taka tær ikki langa tíð? Her skulu vit minnast til, at jarðfrøði savnið í nógv ár við almennara fígging hevur kannað grótið í Føroyum, og tann sum vil lesa bókmentirnar, har hesar kann- ingar eru lýstar, sær hvussu umstøðirnar eru. Vit vita t.d. at strekkið frá Sandoynni til Suðuroyar er verri at arbeiða í enn undir Vestmannasundi. Jóannes Rasmussen, sáli, varð spurdur hvat hann helt um at gera tunnil til Sumbiar. Hann svaraði, at kundi ein tættur tunnil gerast hagar, so kundi tunnil eins væl gerast hvar tað skuldi vera undir sjónum. Tann arbeiðstakari, sum hevur hug til at bjóða upp á at gera tunnil til Suðuroyar, kann tí fara ein túr til Sumbiar at síggja, hvat ið honum er í væntu. Vandin við ov nógvum kanningum At nógv verður betri av at gera stórfingnar og drúgvar kanningar er eisini ivingasamt. Nógvar kanningar vórðu gjørdar áðrenn bjóðað varð út undir Vestmannasundi. Úrslitið var, at arbeiðstakararnir roknaðu við trimum stórum lekum, men teir komu bert fram á ein. Áðrenn teir gjørdu tok- tunnilin undir Stórabelti vóru nógvar kanningar gjørdar. Tá teir arbeiddu, komu teir fram á ein so stóran leka, at sjógvur floymdi inn í tunnilin, og arbeiðið varð seinkað eitt hálvt ár. Aftaná vísti tað seg, at hesin lekin kom frá einum av kanningar- holunum. Tað skuldi verið tett aftur, men tað høvdu teir gloymt! Henda framløga er ein roynd til at lýsa hvat ið rætt er at gera so sum støðan er í dag. Eins og allar aðrar royndir til at líta út í framtíðina kann hendan hava síni lýti, tí fortreytirnar kunnu í roynd og veru broytast. Útbjóðingin kann gerast dýrari, men hon kann eisini gerast bíligari. Tað kann taka longri tíð at gera arbeiði, men tað kann eisini taka stytri tíð. Hvat siga stóru fyritøkurnar? Av tilvild kom eg herfyri at tosa við ein mann, sum arbeiddi hjá einari av teimum heilt stóru entreprenørfyritøkunum. Eg helt, at nú var høvi til at at fáa at vita um tað var rætt, sum eg førdi fram í míni grein fyri jól, nevniliga at hesar fyritøkur høvdu hug til at fara niður við prísinum so sum støðan nú var. Hann játtaði hesum og segði, at eingin av teimum stóru byggi- fyritøkunum hevur nakað sum helst at gera í løtuni. Bjóðaðu vit eitt so stórt arbeiði út, so fóru teir allir at fara so langt niður í prísi sum møguligt fyri at fáa entreprisuna, og tí høvdu vit ein sera góðan møguleika í løtuni. Eitt annað, sum er ivingasamt, er hvørt tað ber til at nýta Stóru Dímun sum støð í arbeiðinum. Henda oyggin er lítil, og ringt er at koma til hana. Men hann segði, at tað var ikki óhugsandi at eins og tað í góðum veðri eydnaðist NCC at seta maskinur á land sunnan fyri Fútaklett, so kundi tað sama verið gjørt á eystursíðuni á Stóri Dímun. Har kundi eitt arbeiðspláss verið slættað, og haðani bar til at gera ein tunnil upp til tyrlupallin á oynni, so tilfar kundi fáast til og frá. Hetta var ikki serliga lætt, men var ein møguleiki, og vinningurin var, at tað bar til at koma ta longu leiðina millum Sandoynna og Suðuroynna eftir hálvari tíð. Fyri slíkar fyritøkur sum hesar eru tíð sum kunnugt pengar, og fyri okkum er tað eisini umráðandi at fáa eitt gott samferðslukervi so skjótt sum gjørligt. Einki at drála eftir Tað er tí nógv sum bendir á, at rætta løtan at bjóða tunlarnar til Sandoynna og Suður- oynna er nú, og at hetta arbeiðið verður útboðið saman við Norðuroyatunlinum, so at hesir tríggir tunlarnir verða lidnir í 2006. VIÐMERKINGAR Nær er rætta løtan? Seinastu tíðina hevur Rógvi á Rógvu savnað saman brøv og undirskriftir fyri nýggjum tónleikahúsi í Havn, sum bert skal vera fyri tónleikin, og tað hevur Havnin ikki átt, síðani Perlan varð tikin niður fyri 20 árum síðani UNDIRSKRIFTIR Theodor E. D. Olsen Í ár eru 20 ár liðin, síðani Tórshavnar býráð gjørdi av, at taka Perluna niður. Síð- ani hevur høvuðsstaðurin í Føroyum ikki átt eitt spæli- stað, har tónleikurin eigur fyrsta plássið. Hetta munnu nógv hava harmast um, men nú ætlar Rógvi á Rógvu sær at gera nakað við málið. Hesar seinastu dagarnar hevur hann neviliga arbeitt við savna undirskriftir ella rættari sagt brøv inn frá fólki, sum hann í gjár ætl- aði at handa Býráðnum. Talan er nevniliga ikki um eina heilt vanliga innsavn- ing av undisskriftum. – Tað er so lætt bara at skriva undir, og tí gjørdi eg av at biðja fólk skriva eitt bræv ístaðan. Tá meina tey, tað tey siga, sigur Rógvi á Rógvu, ið tey flestu munnu kenna sum trummusláara í m.ø. Plúmm, Føstufressum og Enekk. Byrjaði sum teldubrøv Hóast brøvini ikki hava verið so leingi ávegis – Rógvi sendi tey fyrstu teldubrøvini fyri einari viku síðani – so hevur hann longu fingið svar frá fleiri enn hálvtannaðhundrað fólkum, sum hava sent honum bæði áheitanir, yrkingar, rím og ævintýr. Hesi skuldu øll latast inn til Tórshavnar Býráð í gjár. Gott fyri landskassan Rógvi á Rógvu hevur sjálv- ur verið virkin tónleikari í eini 25 ár, hevur búð í m.ø. Íslandi og Danmark og spælt við hvørjari kleyv í Føroyum, sum hann sjálvur tekur til. Hann sigur, at í Íslandi eru umstøðurnar hjá tónleikarum góðar, og í niðri í Danmark eru tær sera góðar. Í Havnini er tó einki stað, har til bert at lurta eftir tónleiki. - Hetta er ikki bert keðiligt fyri tónleikararnar, men eisini fyri áhoyararnar, sum ikki altíð at lurta, tí umstøður- nar eru so vánaligar, sigur Rógvi á Rógvu. Ætlanin hjá stigtakaranum er at gera eitt stað fyri ølkl sløg av tónleiki. Tað skal bara ikki vera eitt matstað, barr ella dansistað, tí tað heldur hann, at havnarfólk av nóg mikið av frammanundan. - Teir flestu tónleikararnir í Havn hava hugsað um ávís hús, men tað allarbesta hevði verið at bygt nýtt. Hetta hevur ikki bert týdn- ing fyri upplivilisini hjá fólki, men eisini fyri hand- ilslívið í býnum, ferða- vinnuna og harvið eisini landskassan. Tá politikarar bjóða gestum hendanvegin, er menatnin ofta tað fyrsta teir sýna fram, men hon hevur ikki altíð so góð kor, heldur Rógvi á Rógvu. - Vit hava ein stóran og góðan musikkskúla, men ongan pall at framføra á. Hinvegin hava vit ongan listaskúla, men t.d. málarar hava høli at sýna fram í, vísir Rógvi á, sum sigur seg fegnast um eitt hús sum Mentanarhúsið í Fuglafirði, men ikki heldur, at eitt líknandi hús í Havn eigur at rekast á sama hátt, tí tað skal ikki rekast á kommersiellum, men listaligum grundarlagi. - Vit hava bíðað í tjúgu ár síðani Perlan varð tikin nið- ur. Hetta var ein sorgar- dagur fyri okkum í Plúmm, minnist Rógvi aftur á, og griðir frá hvussu stoltir teir sum smádreingir vóru av at sleppa inn hagar. Í dag telj- ast teir millum Føroya fremstu tónleikarar og fleiri av plúmmarunum hava skapað sær eina yrkisleið sum musikarar uttanlands. Men kanska ein nýggj Perla fer at síggja dagsins ljós, um Tórshavnar býráð sýnir Rógva og hansara hug- flogsríku brøvum og undir- skriftum vælvild. Nýggja Perlu í Havn Í ár eru 20 ár síðani, at Perlan var umskapað til eiin grasvøll. Nú hevur Rógvi á Rógvu tikið stig til eitt nýtt tónleikahús í Havn Mynd: Jens Kr. Vang Gjáranáttina kom eldur í tað søguliga kollegiið Regensen í Keypmannahavn. ELDSBRUNI Árni Joensen Um trýtíðina gjáranáttina fekk løgreglan í Keyp- mannahavn boð um, at eldur var í Regensen við Krystalgade. Ein maður, sum var komin framvið, kendi royk í nasunum og varnaðist, at eldur kom upp ígjøgnum takið. Løgreglan og sløkkiliðið komu skjótt á staðið, og tey lesandi fingu boð um at fara út alt fyri eitt. Níggju fólk, trý búfólk og seks sløkkiliðsmenn, máttu á sjúkrahús til kanningar fyri roykeitran, men annars hendi eingin fólkaskaði. Leiðslan hjá sløkkilið- num segði í gjár, at bygn- ingurin hevði ikki fingið stóran skaða. Nakað av takinum skal skiftast, og nøkur rúm hjá teimum les- andi skulu umvælast. Regensen er næstelsta kollegiið í Danmark. Tað fór í gerð í 1618 og varð tikið í nýtslu í 1623. Eldur- in í gjár er ikki tann fyrsti, sum hevur rakt Regensen. Í 1728 fór kollegiið illa av eldi, men varð endurreist í árunum frá 1731 til 1749. Í 1908 varð tað bygt út, og í dag er pláss fyri 99 lesandi har. Síðani 1971 hava kvinnur eisini havt loyvi at búgva á Regensen, sum lærdi há- skúlin í Keypmannahavn hevur umsjón við. Eldur í Regensen C M Y K 13 12