Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 17. januar 2003 15 14 Nr. 11 - 17. januar 2003 Axel og Gunnar heiðraðir av tjóðini HEIÐUR Orð: Theodor E. D. Olsen Myndir: Jens Kr. Vang Mikukvøldið heiðraðu Føroyar Axel og Gunnar. Tá læt Annlis Bjarkham- ar, mentamálaráðharri, Axeli Tórgarð Heiðursgávu Landsins og Gunnari Hoydal Mentanarvirðisløn Landsins í Klingruni í Norðurlandahúsinum í Havn. Eftir at Jóannes Dalsgaard, deildar- stjóri í Mentamálaráðnum, hevði bjóðað vælkomin, spældu Andrea Heindriksdóttir og Ólavur Jakobsen úr Aldubáruni "Morceau de con- cours" fyri floytu og guitar eftir Ga- briel Fauré. Síðani helt Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari, røðu fyri Axeli Tórgarð. Í røðuni segði hann millum annað, at týðingar helst eru tað vanligasta tekstaslagið í dagsins samfelag, og tí er tað av stórum týdningi at eiga so frægar týðarar sum Axel. Jóhan Hen- drik tosaði eisini um studentatíðina hjá honum sjálvum og heiðursgávu- móttakaranum og um Axel sum fyrsta stjóran í Útvarpi Føroya. Her nýtti talarin eisini høvið at siga sína hugsan, um mentunar- og miðlapoli- tikkin í dag á hesum stovni, sum hann segði var dottin niður á lang- legg. Eftir hetta handaði landsstýris- kvinnan Axel Tórgarð sjálvt heiðurs- brævið, og síðani slapp tann heiðraði sjálvur at siga nøkur orð. Tað var skjótt at Axel Tórgarð hugtók fjøld- ina í Klingruni og annars øll tey, ið lurtaðu kring landið við útvarpstólið. Axel Tórgarð segði m.a., at so skjótt hann var liðugur við at týða teir forngriksku leikirnar, góvust stu- dentaskúlalærararnir at undirvísa í fornaldarfrøði. Nú vónaði hann bara ikki, at fólk fóru at gevast at spæla sjónleikir eftir Shakespeare, av tí at hann var farin í holt við hesar leikir. Síðani helt Turið Sigurðardóttir, lektari, røðu fyri Gunnari Hoydal, sum hon m.a. kallaði ta stillføru røddina, ið altíð hoyrdist. Eisini rósti hon Gunnari fyri altíð at vera virkin í síni samtíð og m.a. hava ummælt so- kallaðar popptekstir, tá eingin annar gjørdi tað. Eftir at Gunnar Hoydal hevði fing- ið heiðursbrævið, tosaði hann m.a. í røðu síni um ungdómsárini í Keyp- mannahavn, tá fátækir rísbøndur bardust ímóti heimsins sterkasta veldi. Um sama mundið stríddust hann og aðrir fyri rættvísi. Hetta er so stutt síðani, men tó so langt síðani. Verðin er kanska ikki blivin rættvís- ari, men Føroyar eru vorðnar djarv- ari, segði Gunnar Hoydal. Síðani spældi Sámal Petersen og Ólavur Jakobsen úr Aldubáruni eitt stykki eftir Astor Piazolla, áðrenn fólk sluppu at práta saman úti í for- høllini. Tað var Signar á Brúnni sum í síni tíð sum mentamálaráðharri tók stig til Mentanarvirðisløn Landsins, sum er ein virðisløn fyri list framda á høgum stigi. Seinni tók Óli Holm, fyrrverandi landsstýrismaður, stig til Heiðursgávu Landsins, ið er ein breiðari viðurkenning, ið t.d. kann latast fyri dygdargott lívsverk til frama fyri føroyska mentan og list. Í nevndini, ið avger, hvørji skulu verða heiðrað við hesum herðaklappum, sita í løtuni Eyðun Johannesen, Frits Johannesen, Oddvør Johansen og Sigrun Niclasen, ið umboða Lista- fólkasamband Føroya, Lisa, meðan formaðurin í nevndini, sum er valdur av mentamálaráðharranum, er Jóan Petur Hentze. Áður eru Fuglafjarðar Sjónleikara- felag, Eyðun Johannesen, Ingálvur av Reyni, Jens Pauli Heinesen, Regin Dahl og Janus Kamban heiðraðir við Mentunarvirðisløn og Heiðursgávu landsins. Fegin hjún eftir handanina av mentanarvirðisløn og heiðursgávu. Jette og Gunnar Hoydal saman við Axeli og Margretu Tórgarð Varaløgmaður ynskir Gunnari tillukku Limir í Aldubáruni gjørdu sítt til, at kvøldið bæði bleiv hugnaligt og hátíðarligt Axel Tórgarð dugdi væl at taka til, og fortaldi eina søgu einaferð, hann sum prestur skuldi ganga eftir eini smalari bygdargøtu. Tá segði maðurin, ið fylgdi Axeli, at hann dugdi so væl at detta, og hetta samanbar Axel við týðingarkynstrið. ein skal nevniliga detta nakrar ferðir, áðrenn rætta orðingin verður funnin. Axel Tórgarð byrjaði annars ikki at týða av álvara, fyrr enn hann var farin frá sum prestur Gunnar Hoydal helt, at Føroyar nú eru vorðnar djarvari Fitt av fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum mikukvøldið C M Y K 14