fríggjadagur 17. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 17. januar 2003
17
Verjuparturin á føroyska
liðnum riggaði nú eisini
munandi betri, enn hann
hevði gjørt. Belgiska liðið
hevði oftani sera trupult við
at spæla seg ígjøgnum.
Kombinatiónirnar, sum í
fyrra hálvleiki fleiri ferðir
spældu strikuna púrasta
blanka, fingu ikki eins lætt
spæl longur, og eit skfiti
var líkt til, at okkara menn
veruliga skuldu gera sær
dælt av hesum.
Men seinasta løtan gjør-
dist ein sannur gysari. At
møðin gjørdi um seg hjá
okkara, var sjálvsagt, nú
hvíldin hjá leikarunum var
millum lítil og eingin. Og tá
Mortan so eisini misnýtti
eitt brotskast, fóru nervarn-
ir av álvara at bila. Løtu
seinni fingu Føroyar aftur
møguleikan. Hálvur annar
minuttur var eftir, tá Heini
Joensen varð togaður niður
í gjøgnumbroti. Hóast hann
júst hevði brent, varð Mor-
tan enn einaferð sendur
fram, men heldur ikki hesa
ferð riggaði, og tá Belgia so
skoraði í næsta álopinum,
stóð heilt illa til.
Og so kom støðan aftur.
Brotskastið. Hesaferð varð
Ingi tikin í gjøgnumbrotið,
og eina løtu sá út, sum um
føroysku leikararnir ivaðust
í, hvør skuldi taka. Upp-
gávan endaði tó hjá Heina,
og tó at málverjin royndi at
darva honum, so savnaði
hann seg um uppgávuna og
høgdi bóltin inn til endaliga
javnleikin.
Viljin var vegurin
Samanumtikið má sigast
um dystin, at úrslitið
kanska fyrst og fremst varð
rokkið, tí Belgia ikki hevði
eitt lið, sum var í nær nám-
ind sama flokki, sum tað
hjá Ísrael ella Finnlandi.
Kanska er tað ein djarvur
pástandur, men tað er lítið
at ivast í, at høvdu okkara
menn havt allar leikarar
tøkar, so vildi talan uttan
iva verið um ein sigur, men
hann kom so ikki á hesum
sinni.
Hinvegin er einki at dylja
yvir, at tá umstøðurnar nú
gjørdist soleiðis við fólkin-
um, so var tað eitt framúr
liðavrik, sum okkara menn
sýndu. Leikararnir, sum
vóru burturfrá, kunnu ikki
á nakran hátt roknast sum
marginalspælarar, og tí
varð sera stór ábyrgd løgd á
teir, sum nú vóru eftir. Ein
ábyrgd, sum teir tó megn-
aðu at lyfta somikið væl, at
í øllum førum eitt stig fekst
burturúr.
Hvussu verður við retur-
dystinum, sum skal leikast
leygardagin, er ilt at siga.
Mótstøðumenninir
hesa
ferð iðraðu seg kanska eis-
ini um, at teir ikki høvdu
onkrar av sínum leikarum
við til dystin, men tað
kunnu okkara sum so ikki
taka støðu til. Heldur ikki
kunnu vit taka støði í,
hvørjir leikarar eru við ella
ikki. Útgangsstøðið má
vera teir leikararnir, sum
eru tøkir til uppgávuna,
men verður hugburðurin
tann sami leygardagin, so
fer tað neyvan at ganga av
leið kortini. Viljin ber langt
í so máta, og tað var kanska
týdningarmesta staðfest-
ingin mikukvøldið.
Føroysku hagtølini
fyri dystin
Málskjúttar:
Ingi Olsen
5(2), Heini Joensen 5(1),
Áki G. Olsen 4(1), Mortan
Hansen
3(3),
Martin
Hummeland
2,
Bárður
Brimvík 2, Áki Olsen 1
Brotskøst: 9
Útvísingar: 3
Bólkur 1
v
t
+/-
d
v - j
- t
mál
mál
mál
stig
1 Litava
5
3 - 1 - 1
117
102
15
7
2 Slovakia
5
2 - 1 - 2
121
122
-1
4
3 Grikkaland
4
2 - 0 - 2
87
89
-2
4
4 Italia
4
1 - 0 - 3
87
89
-2
2
Bólkur 2
v
t
+/-
d
v - j
- t
mál
mál
mál
stig
1 Hvítarussland 4
4 - 0 - 0
123
97
26
8
2 Noreg
4
3 - 0 - 1
133
94
39
6
3 Rumenia
5
2 - 0 - 3
142
149
-7
4
i4 Luksemburg
5
0 - 0 - 5
107
165
-58
0
Bólkur 3
v
t
+/-
d
v - j
- t
mál
mál
mál
stig
1 Finnland
5
5 - 0 - 0
135
104
31
10
2 Ísrael
5
4 - 0 - 1
135
104
31
8
3 Belgia
5
0 - 1 - 4
109
136
-27
0
4 Føroyar
5
0 - 1 - 4
93
136
-43
0
Bólkur 4
v
t
+/-
d
v - j
- t
mál
mál
mál
stig
1 Turkaland
5
5 - 0 - 0
155
166
-11
10
2 Eysturríki
5
4 - 0 - 1
154
112
42
8
3 Cypros
6
1 - 0 - 5
129
159
-30
2
4 Georgia
6
1 - 0 - 5
142
193
-51
2
Bólkur 5
v
t
+/-
d
v - j
- t
mál
mál
mál
stig
1 Sveis
5
4 - 0 - 1
149
120
29
8
2 Makedonia
5
4 - 0 - 1
172
145
27
8
3 Letland
5
2 - 0 - 3
139
155
-16
4
4 Bulgaria
5
0 - 0 - 5
126
166
-40
0
Bólkur 6
v
t
+/-
d
v - j
- t
mál
mál
mál
stig
1 Ukraina
5
4 - 0 - 1
120
89
31
8
2 Bosnia-
Hersegovina
5
4 - 1 - 0
111
95
16
8
3 Holland
4
0 - 0 - 4
79
101
-22
0
4 Estland
4
0 - 1 - 3
72
97
-25
0
EM-undankappingin
Fyri Inga Olsen mundi tað vera ein óvand støða, nú umstøðurnar noyddu hann yvir á bakkin,
har hann annars ikki hevur spælt í fleiri ár
Ikki minst kom stríðsviljin hjá føroyska liðnum til sjóndar í
verjupartinum, har teir ferð eftir ferð vóru á kroppinum a
mótstøðumonnunum, sum oftani ikki vistu síni livandi ráð, tá
gjøgnumbrot skuldu skapast
17
Nr. 11 • fríggjadagur • 17. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar fingu bara
javnleik móti einum
belgiskum liði, sum
avgjørt var til at tosa
við. Men
fyritreytirnar hjá
okkara monnum vóru
avgjørt ikki tær bestu,
og tí var neyðugt at
lata seg í stríðshamin
– og tað gjørdu
leikararnir eisini
LANDSDYSTUR
orð: Jákup Mørk
Myndir: Álvur Haraldsen
Sámal Joensen, Áki Mørk,
Tróndur Joensen, Sveinur
Justinussen og at enda Áki
Olsen. Uttan iva er her
talan um nakrar av sterk-
astu bakspælarunum, sum
føroyskur hondbóltur eigur,
men samstundis er hetta
listin yvir leikarar, sum
Lars Nedergaard mátti vera
fyriuttan, tá føroyska lands-
liðið skuldi royna seg í
seinasta heimadystinum á
hesum sinni.
Meðan teir báðir fyrst
nevndu longu høvdu givið
avboð vegna skaðar og
skurðviðgerðir, fekk Trón-
dur Joensen av arbeiðs-
ávum ikki verið við. Svein-
ur Justinussen hevur staðið
seg væl, síðani hann kom í
hópin, men hann var lagstur
í songina við fepuri, og tá
Áki Olsen eftir bert fáum
minuttum mátti staðfesta,
at eymi lærkrikin ikki stóð
ímóti trýstinum, sá svart út
hjá føroyska landsliðnum.
Og so kann eisini leggjast
afturat, Mortan Hansen
hevði verið sjúkur í vikuni,
og tí als ikki var so væl fyri,
sum hann annars átti at
veri.
Byrjaðu væl
Hóast alt hetta, so kann ikki
sigast annað enn, at før-
oyska liðið fekk eina góða
byrjan upp á dystin móti
Belgia, sum saman við
føroyingum varð mett sum
veikasta liðið í okkara
undankappingarbólki.
Alt fyri eitt var greitt, at
belgiska spælið so langt
ífrá var á hædd við tað, sum
finnlendingar og ísraelittar
sýndu, tá teir vitjaðu.
Spælið gekk als ikki so
skjótt fyri seg, sum tað ann-
ars hevur gjørt, og krops-
liga tóktust okkara menn
heldur ikki hava trupulleik-
ar við at standa seg. Alt
hetta viðvirkaði til, at
áskoðararnir alt fyri eitt
fingu kensluna av, at hend-
an dystin kundi føroyska
liðið eins væl vinna sum
nakað annað.
Og tó at tað gekk rætti-
liga javnt á, so kendist tað
eisini, sum okkara menn
høvdu eina lítla yvirvág.
Ikki minst tí skotstyrkin hjá
Heina Joensen tóktist vera
størri, enn belgiska liðið
hevði givið sær far um, og
eftir at hava bombað fýra av
fyrstu átta føroysku málun-
um, mátti kollfirðingurin
lata sær lynda at verða
mansvardur at kalla restina
av dystinum.
At føroyska liðið so eis-
ini eftir 68:30 minuttir,
loksins skoraði upp á brots-
kast, mundi eisini lyfta
huglagið á leikarunum nak-
að. Hesa ferð varð Áki G.
Olsen sendur á vøllin, tá
Áki Olsen varð togaður í
gjøgnumbrotsroynd, og so
mundi trúgvin av álvara
vera til staðar.
Missirnir kostaðu
Tað var tó hinvegin eisini
skjótt greitt, at hóast fyri-
bils yvirvágina, so kundi
tað gerast meira enn trupult
hjá okkara monnum at
halda fast um leiðsluna.
Áki Olsen gekk yvir til
beinkin, so hann kundi
leggjast
afturat
langa
skaðalistanum hjá lands-
liðnum, og tá Halgir Dahl
Olesen, sum annars vildi
verið náttúrligur avloysari á
plássinum, ikki tóktist hava
sín besta dag, kom av
álvara stígur í.
Føroyska liðið helt tó fast
eina løtu, og við støðuni
10-8 vóru allir møguleikar
til at gera eitt veruligt lop,
soleiðis
at
hampuligur
munur kundi verið í steðg-
inum, men so gjørdist tó
ikki. Belgia fekk ístaðin
strítt seg upp á javnt, og tað
gjørdist alt meira sjónligt,
at væntandi breiddi hjá
okkum á bakplássunum
kundi kosta nógv. Í øllum
førum førdu tvey fullkomu-
liga óneyðug mistøk beint
fyri steðgin við sær, at Bel-
gia kundi kontra tvær ferð-
ir, og vóru okkara brádliga
aftanfyri.
Endaði við gysara
Tað var tó skjótt, at mót-
brekkan undan steðginum
varð løgd afturum. Liðið
bleiv umskipað nakað í
steðginum, soleiðis at Ingi
Olsen nú var á óvanda
plássinum
sum
vinstri
bakkur, meðan Ági G.
Olsen varð settur sum mið-
spælari, og skjótt fekst
samband aftur.
Ikki minst tí belgiska lið-
ið tóktist eitt sindur ør-
kymlað av, at føroyska
spælið nú var fullkomuliga
umlagt. Mansverjan av
Heina Joensen førdi við
sær, at tað var so sum so við
skothóttanum útifrá, og tí
gjørdist neyðugt við skjót-
um spælið, sum kundi føra
gjøgnumbrot við sær. Og
fortreytirnar fyri hesum
gjørdust kanska ikki verri
av, at mótstøðumenninir
hildu fast um mansverjuna,
soleiðis at talan ofta gjør-
dist um fimm ímóti fimm.
Brotini ígjøgnum mót-
støðuverjuna vóru fleiri, og
ofta endaðu hesi við brots-
kasti, tá togan og haldan var
einasti møguleiki at halda
okkara monnum, og tá
Mortan Hansen eina løtu
tóktist senda øll hesi í
meskarnar, kom áskoðara-
fjøldin av álvara við før-
oyska liðnum.
Føroyar-Belgia 22-22 (10-12):
Stríðsviljin sigraði
Heini Joensen syrgdi fyri, at
Føroyar fingu eina flúgvandi
byrjan, men eftir at hava
skotið fýra av fyrstu átta
málum okkara, varð hann
mansvardur at kalla restina
av dystinum
C
M
Y
K
16