Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 17. januar 2003 19 Lærkrikin hjá sterka skjúttanum tykist ikki tola hørðu dystarskránna, og ivasamt er, hvørt hann verður við í seinasta dystinum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Sum kunnugt, so stóð einki serligt til við føroyskum bakspælarum í dystinum móti Belgia sunnudagin. Umframt teir skaðar, sum vóru frammanundann, so noyddist Áki Olsen eisini heilt tíðliga av vøllinum av vøllinum við skaða. Hann hevur í drúgva tíð verið plágaður av einum eymum lærkrika, og mikudagin gekk so galið. Seinastu tvey árini ella so, hevur tað eisini verið so, at vestmenningurin hevur drigist við skaðar av yms- um slag, soleiðis at venj- ingarstøðan ikki hevur ver- ið tann sama, sum hon kundi verið, og á sín hátt viðgekk hann eisini, at skráin í seinastuni kanska hevði verið dekan ov hørð. - Tað er kanska ikki so gott við ov nógvari venjing, tók hann skemtiliga til, tá vit spurdu um hetta. - Tað er rætt, at hetta hev- ur verið ein trupulleiki. Í gjár (týsdagin, blðm.) merkti eg eisini nakað til hetta, so eg vandi mest sum einki tá. Hetta fyri at vera so væl fyri, sum til bar, til dystin, men tað var heilt skjótt, at eg merkti, at hetta ikki bar til. Tí var tað nokk betri at gevast, áðrenn tað gjørdist heilt galið. At Áki soleiðis gavst, áðrenn skaðin gjørdist ov ógvusligur, hevur kanska við sær, at leikarin kortini verður við í seinna dytinum móti Belgia. - Tað vóni eg í øllum førum. Nú má eg fáa fysioterapeutin hjá okkum at hyggja at skaðanum, og so er bara at vóna, at hann gevur grønt ljós, sigur Áki, sum annars heldur, at Føroyar áttu at vunnu dystin. - Hatta var so eingin ræð- andi mótstøða, og hyggur tú at seinastu løtuni undan steðginum, so skuldu vit verið á odda, tá farið varð til hálvleiks. Hinvegin hev- ur tað stóran týdning, at vit hóast mótrákið fáa nakað burtur úr dystinum, tí taptu vit í evstu løtu, so vildi tað í øllum førum verið sera tungt hjá okkum at fara til útidystin, sigur Áki Olsen altso at enda. Hóast Ingi Olsen als ikki skuldi verið í føroyska hópinum mikudagin, so eyd- naðist honum sum hin fyrsti í drúgva tíð at røkka 25 dystum á føroyska hond- bóltslandsliðnum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Ingi Olsen, føroyski lands- liðsskiparin, fekk undan dystinum handað blómu- tyssi, nú hann hevur rokkið 25 A-landsdysturm á hond- bóltslandsliðnum. Tá vit eftir dystin tosaðu við Inga um dystin, nýtti hann júst hetta høvið til at vísa á ein av stóru munun- um millum føroyska og belgiska landsliðið. - Eg haldi avgjørt ikki, at hatta liðið er betri enn okk- ara, men royndirnar, sum teir hava, eru avgjørt nakað, sum teir hava framum okk- um. Sjálvur havi eg spælt allir teir landsdystir, sum hava verið leiktir síðani 1988, og nú havi eg so 25 dystir. Hjá teimum var onk- ur leikari, sum hevði fleiri enn 100 altjóða dystir, og tað sigur seg sjálvt, at hetta ger mun. Gott eftir umstøðunum Um sjálvan dystin helt Ingi annars, at eftir umstøðun- um, so var tað eitt sera gott avrik hjá føroysku leikarun- um. - Tað sigur sigur seg sjálvt, at tá vit mangla so nógvar leikarar, sum vit gera í dag, so merkist hetta. Sjálvur haldi eg, at eg spældi á bakkplássinum í ’88, men síðani hevur tað fyri tað mesta verið á miðj- uni, og tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv vit máttu umskipa okkum. - Tað gjørdi so eisini, at vit als ikki kundu spæla tað spæl, sum vit annars hava vant. Heini var at kalla ein- asti skjúttin, sum var eftir, og tá hann varð mansvard- ur, máttu vit broyta spælið fullkomuliga. Í so máta er kanska gott, at Áki G. og eg kennast somikið væl, og tá Heini eisini fall væl inn í okkara spæl, so riggaði tað hampuliga væl, tá spælið gjørdist somikið frítt. Kanska er tað eisini meira undirhaldandi, tá spælið soleiðis verður skjótt, hel- dur enn koyra upp á skjútt- arnar. Kanska kann tað ger- ast eitt sindur rótut til tíðir, men tá tað riggar, so er tað stuttligt, og tíbetur riggaði hetta hampuliga væl hjá okkum í dag. Spurdur, hvørt tað ikki kendist tungt seinastu løt- una, tá føroyska liðið so- mikið leingi hevði spælt við somu manning, helt Ingi, at sjálvandi var tað tað. - Ikki minst merkti hetta, at tað gjørdist sera tungt hjá okkum í verjuni. Vit máttu royna at spara upp á fólki, og tí vórðu nakrar skifting- ar gjørdar, so vit ikki altíð høvdu ideal-uppstilllingina inni, men allir stríddust ótrúliga væl, og tað var so avgjørt viðvirkandi til, at vit fingu nakað burturúr dystinum. - Tað var tó ikki bara hjá okkum. Teir vóru so sanni- liga eisini moyrir. Um tú hyggur at seinna hálvleiki, so verða teir ferð eftir ferð dømdir fyri nøl, og tað má so vera tekin um, at teir ikki megnaðu at halda fast um press-spælið, sum teir ann- ars royndu í fyrra hálvleiki. Tað er nakað sum kostar, og orkan hjá teimum var ikki somikið góð, at teir kundu køva okkum niður. Skuldi ikki vera við Tað var annars um reppið, at Ingi Olsen als ikki var við í hópinum, sum spældi dystin mikudagin. Konan er í løtuni í Dan- mark, har hon skal eiga, og sjálvur fór Ingi niður mána- dagin. - Har hendi so einki á hesum sinni, so eg gjørdi av at koma heim til hendan dystin. Akkurát, hvussu verður við dystinum í Belgia, tori eg slettis ikki at svara fyri. Tað verður helst ein støða, sum ikki verður avgjørd fyrr enn í seinastu løtu, og tað kann kanska enntá gerast so, at eg komi við til Belgia, men noyðist at venda við. Tað má so bara verða, sum tað verður, og undir øllum umstøðum er tað so ikki nakað, sum eg geri av sjálvur, segði Ingi Olsen at enda. Skuldi ikki verið við Áki er ivasamur til ferðina Sjálvur haldi eg, at eg spældi á bakkplássinum í ’88, men síðani hevur tað fyri tað mesta verið á miðjuni, og tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv vit máttu umskipa okkum, helt Ingi Olsen eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen - Tað er kanska ikki so gott við ov nógvari venjing, helt Áki Olsen fyri, tá vit spurdu hann, um harða landsliðsskráin ikki hevði verið ov nógv av tí góða Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 11 - 17. januar 2003 Hóast hann sjálvandi kundi hugsað sær ein sigur, so var landsliðsvenjarin ovurfegin um hugburðin, sum leikarar høvdu sýnt, tá alt annað annars tóktist ganga ímóti LANDSDYSTUR Jákup Mørk Føroyska liðið kundi eins væl vunnið dystin móti Belgia sum nakað annað, og tí kundi ein kanska hildið, at Lars Nedergaard iðraði seg um, at hetta var av ongum. Men tá vit eftir dystin fingu orðið á før- oyska venjaran, var kortini ilt at fáa eyga á hetta. - Sjálvandi er tað rætt, at eitt føroyskt lið eigur at kunna taka hetta liðið, men tú mást eisini hyggja at fortreytunum. Vit mangl- aðu Áka Mørk og Sámal Joensen longu áðrenn vit fóru undir hesa undankapp- ingina. Í dag var Tróndur ikki við, Sveinur liggur í songini við fepuri, og Mor- tan Hansen hevur eisini verið sjúkur, tó at hann var við. Og so missa vit eisini Áka Olsen tíðliga í dyst- inum. Alt tað eru leikarar, sum vanliga spæla á bak- plássunum, og tá so nógvir týðandi leikarar eru burturi, so má tað blíva tungt. Fyrsta floks hugburð At alt hetta so kortini spældi so hampuliga væl av, heldur Lars einans vera stríðsviljanum hjá leikarun- um at takka. - Eg eri tó errin av leik- arunum, sum sýndu ein veruliga mannfólkainnsats. Teir stríddust sum úlvar á skóg allan dystin. Vit máttu umrokera, bara fyri at hava leikarar á øllum plássum, men hóast broytingarnar, so var hugburðurin hjá leikar- unum alla tíðina fyrsta floks, og tað kann eg ikki vera annað enn nøgdur um. Kanska stóð nógv á sein- astu løtuna, tá vit óttaðust, at orkan fór at ganga undan, men teir stóðu seg allir kortini. Kanska er skeivt at taka nakran framum, men eg haldi avgjørt, at Áki G. Olsen skal hava eitt veldugt herðaklapp fyri mátan, sum hann kom inn í dystin uppá, og so má eg eisini nevna Inga. Hóast nógv hevur staðið á, so kom hann kortini heim til dystin, sum hann vildi vera partur, og hóast ferðamøðina, so spældi hann allan dystin. - Og lat meg so eisini nevna áskoðararnar. Kanska høvdu teir lisið tað, sum varð skrivað um teir eftir dystin móti Ísrael, men lat tað fara. Í dag føldu vit veruliga, at vit vóru á heimavølli, og tað var okk- um ein fantastiskur stuðul. At enda spurdu vit Lars, hvørjar vónir hann hevði til seinna dystin móti Belgia, og ikki minst, hvussu for- treytirnar til hendan dystin eru. Er yvir høvur nakað lið at senda avstað. - Tað veit eg ikki. Tað kann væl vera, at vit mugu grava onkran nýggjan leik- ara fram, men tað má so vera tað. Tað eru væl sakt- ans eisini aðrir leikarar í landinum, sum duga at spæla hondbólt. Men eftir dystin í dag, er í hvussu er eingin orsøk at óttast mótstøðuna í næsta dystinum. - Óttast skal man ongan- tíð. Vit ræðast í hvussu er ongan, men hinvegin hava vit virðing fyri mótstøðuni. Eisini fyri Belgia, segði Lars Nedergaard at enda. Eftir at hava sitið á beinkinum í mest sum samfullar fýra dystir, gjørdist Áki G. Olsen ein hin týdningarmesti leikarin, tá føroska landsliðið vann sær javnleikin móti Belgia LANDSDYSTUR Jákup Mørk Eftir at hann í hinum dyst- inum mest hevur verið at rokna sum marginalspæl- ari, slapp Áki G. Olsen veruliga at royna seg í dyst- inum mikukvøldið. Broyt- ingar av ymsum slag høvdu við sær, at Ingi Olsen varð fluttur av vanliga plássinum yvir á bakkin, og so mátti annar miðspælari finnast. Luturin fall á Áka G., og hóast hetta kanska hendi nakað brádliga, so helt hann ikki sjálvur, at hetta var nakað, sum nervaði. - Nei, tað haldi eg ikki. Nú havi eg í hinum dyst- unum sitið og bíðað eftir møguleikanum, so tá hann kom, so ráddi bara um at taka av. Tað var heldur ikki ordiliga premiera, tí eg fekk hóast alt nakað av spælitið í dystinum í Vestmanna, men hetta var so fyrstu ferð, at eg royndi meg á miðpláss- inum. Høvdu brotskastskapping Fyrsta roysnið, sum Áki G. gjørdi í dystinum, var tó, tá hann kom inn, og setti eitt føroyskt brotskast í netið, eftir at ymsir av liðfeløgun- um høvdu brent níggju brotskøst á rað. Spurdur, hvørt tað kendist sum ein lætti, at vit soleiðis fingu mál upp á brotskast, helt hann fyri, at tað í øllum før- um bøtti um. - At tað akkurát var eg, sum skuldi skjóta, komst av, at vit gjørdu eina skot- kapping í venjignini týs- dagin. Har stóð eg meg best, og tí varð avrátt, at eg skuldi skjóta í dag. Sjálv- andi er tað kott, at vit nú skora upp á fleiri brotskøst, men hinvegin misnýta vit framvegis fleiri, sum kanska kundu avgjørt dyst- in til okkara fyrimun. - Tað er tó einki at ivast í, at vit eru fegnir um at fáa stig. Kanska skuldi tað ver- ið meira enn ta eina, hin- vegin kundu vit eisini væl staðið eftir við ongum, og tað vildi í øllum førum verið tungt. Tað týdningar- mesta í so máta mundi vera, at vit allir stóðu sum ein maður, tá mest stóð á. Tað er í øllum førum nakað, sum vit eisini fáa brúk fyri í seinna dystinum, helt Áki G. Olsen at enda. Finnland og Ísrael spældu fyrsta sínamill- um dystin mikudagin. Av trygdarávum spælir Ísrael allar sínar dystir á útivølli, so tó at dysturin tekniskt var heimadystur hjá teimum, so varð hann leiktur í Finnlandi. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist, at Finnland vann 26-23 eftir at støðan í hálvleik- inum hevði verið 15-11. Skal Ísrael vinna sær víðari luttøku í kapping- ini, er sostatt neyðugt, at teir vinna seinna dystin við í minsta lagi fýra málum. -jm Finnland á odda Ein mannfólkainnsatsur Úr ongum í lyklaleiklut Áki G. Olsen vann brotskastskappingina, sum landsliðið helt týsdagin, og tí varð hann fyrsti skjúttin úr sjey metrum hesaferð Mynd: Álvur Haraldsen - Tað kann væl vera, at vit mugu grava onkran nýggjan leikara fram, men tað má so vera tað. Tað eru væl saktans eisini aðrir leikarar í landinum, sum duga at spæla hondbólt, heldur Lars Nedergaard, tá vit umrøða støðuna við skaðunum á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18