Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 11 - 17. januar 2003 Flestu í høllini mundu halda ond- ini, tá Heini Joen- sen skuldi taka seinasta brots- kastið í dystinum, men sjálvur var føroyski skjúttin púrasta kaldur LANDSDYSTUR Jákup Mørk Talvan vísti 29 minuttir og 43 sekund. Støðan var 23-22 til Beliga, og Ingi Olsen var júst tog- aður niður, soleiðis at Føroyar fyri níggjundu ferð í dystinum fingu møguleikan av sjey metra blettinum. Beint undan hesum hevði Mortan Hansen tvær ferðir misnýtt líkn- andi royndir, og nú varð Heini Joensen settur at skjóta. Øll í høllini mundu halda ondini – Belgiski málverjin royndi eitt sindur provo- kerandi at arga Heina, tá hesin skuldi hava bóltin. Eitt slag av sálarligum spæli, hvørs einasta endamál var at órógva føroyska skjúttan. - Alt hetta kundi tó gera tað sama. Heini fekk at enda bóltin, og eftir fyrst at hava hótt eitt skot, sendi hann bóltin í belgisku mesk- arnar til javnleik. Ein støða, sum eisini helt sær seinastu sekundini, og so var fyrsta EM- stigið í undankappingini veruleiki. Tá vit eftir dystin hittu Heina á máli, helt hann tó ikki, at tað hevði staðið so nógv á hjá sær hesa løtuna. - Satt at siga, so hugsi eg ikki so nógv um støðuna, tá brotskast skal takast. Tað sum ræður um, er at senda bóltin í málið. Men málverjin royndi jú eisini at fáa nervarnar hjá tær í kók. Órógvaði hetta ikki? - Nei. Í slíkari støðu mást tú bara royna at ignorera hatta. Fert tú fyrst at hugsa um hetta sum nakað persónligt millum teg og málverj- an, so er skjótt at missa fokus, og so hevur tú tapt. Eg hugsaði alla tíð- ina um at skora, og tó at málverjin nart við bóltin, so fór hann inn. Kanska júst tí, at eg hevði trúnna uppá, at hann skuldi fara inn. Tað er ofta tað, sum skal til, um tú skalt fáa bóltin tað seinasta pettið inn um málstrikuna, segði Heini Joensen at enda. Um vikuskiftið skip- aði Havnar Bóltfelag fyri firmakapping, og eftir 123 dystir stóð greitt, at Rasmussen og Weihe gjørdust vinnarar av kapp- ingini FIRMAKAPPING Tíðindaskriv Einir 200 mans - og ein ein- støk kvinna - býtt upp í 36 lið luttóku í firma – og ein- staklingakappingini, Før- oya Bjór Cup, sum HB skipaði fyri leygardagin 11. januar. Har vóru bæði stjór- ar, formenn, landsliðsleik- arar og "vanligir" arbeiðar- ar í rokanum í teimum 123 dystunum. Eitt lið varð tí- verri kolldømt aftaná at hava vunnið hálvfinalu- bólkin hjá sær, tí teir høvdu brúkt ein ólógligan leikara. Kanska spell fyri kapping- ina, men reglur eru reglur. Fyrireikararnir báðir, Jan Falkenberg og Marni Mort- ensen siga, at kappingin sum heild gekk uppá stás, og at kalla allir dystirnir vórðu avgreiddir til ásettu tíðirnar. Lagt var fyri klokkan 9.30 leygarmorg- unin, og so var hildið á uttan íhald til kl. 22.00. Eitt "blandað" garvað lið frá Rasmussen & Weihe - við m.ø. einum vælupp- løgdum Pól Thorsteinsson á liðnum - vann finalu- bólkin og sostatt kapping- ina rættuliga trygt, meðan eitt ungt lið av Strondum, Team Jón Joensen kallað, ognaði sær 2. plássið. Liðið hjá Høgna Mikkelsen tók tey flestu á bóli - allarhelst seg sjálvar eisini - og fekk eitt flott 3. pláss. Hini liðini í finalubólkinum vóru Kjøth, Brandstøðin og Poul Michelsen. Aftaná kappingina takk- aði HB-formaðurin, Birgir Enghamar, luttakandi lið- unum fyri luttøkuna og Føroya Bjór, sum stuðlaði kappingini fíggjarliga. Luttøkupeningurin fer til ungdómsarbeiðið hjá felag- num. Síðani handaði leið- arin hjá Føroya Bjór í Havn, Petur Petersen, bestu liðunum heiðursmerki og steyp. Heini Joensen: – Hugsaði ikki um støðuna Rasmussen & Weihe vunnu Føroya Bjór Cup Rasmussen og Weihe gjørdust vinnarar av kappingini Team Jón Joensen av Strondum gjørdist næstfremsta liðið í finalubólkinum Liðið hjá Høgna Mikkelsen stendur seg vanliga væl í firmakappingunum, og hesa ferð ognaðu teir sær eitt triðja pláss C M Y K 20 Nr. 11 - 17. januar 2003 21 Landsbankin pdf. (minnst til at gera rammu) Koyrikortið pdf. 21 Lesið -tað loysir seg