fríggjadagur 28. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
Fá arbeiðsroyndir til at søkja inn á reklamuskúla ella grafiskan designskúla
Sansir pf, Tinghúsvegur 47, Box 1099, FO-110 Tórshavn, Tel 355 355, Fax 355 350, sansir@sansir.fo
Kundi tú hugsað tær at slept tínum sonsum
leysum og farið á grafiskan designskúla ella
reklamuskúla, so bjóðar reklamuhúsið Sansir
tær arbeiðsroyndir, áðrenn tú søkir.
Reklamuskúlin setur krav um, at tú hevur 2 - 3
ára arbeiðsroyndir ella útbúgving frá Den
Grafiske Højskole ella líknandi. Den Grafiske
Højskole og Danmarks Designskole krevja ikki
arbeiðsroyndir, men mæla til, at tú fært tær
royndir, áðrenn tú søkir.
Vilt tú hava upplæring hjá Sonsum, er tað ein
fyrimunur, um tú hevur studentsprógv, HF, HH
ella líknandi alment búgvandi royndir.
Góður form- og litsansur og eitt gott hugflog er
avgjørt eitt krav. Ert tú ein góður fríhondsteknari,
er tað enn betri. Og hevur tú tað gott við tónleiki,
ger tað ikki støðuna verri.
Eitt lætt lyndi, góð samstarvsevni og royndir at
arbeiða í bólki eru eisini góð at hava í
viðførinum.
Send eina stutta frágreiðing um teg sjálva/n
saman við tekningum og/ella øðrum grafiskum
tilfari, tú hevur tilevnað.
Kunnu vit ikki taka dagar ímillum innsenda
tilfarið, fara vit at geva tykkum eina grafiska upp-
gávu at loysa, sum vit síðani taka støðu útfrá.
Tú skalt byrja 7. august 2000. Seinasta freist at
søkja er mánadagin 15. mai 2000.
S A N S I R
www.sansir.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Signar fær
sína kanning
Viðmerking:
Í greinunum um havumhvørvi, oljuleiting ol. í gjár
kom eitt eftirnavn skeivt fyri. Vit skrivaðu, at Súni
Joensen er settur í starv á Umhvørvisdeildini hjá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Maðurin eitur Súni
Petersen. Vit biðja um umbering.
Blaðstj.
Rætting
Dagin fyri, at samráðing-
arnar millum landsstýrið og
donsku stjórnina byrjaðu, sá
ein nýggj føroysk tíðinda-
stova dagsins ljós fyri fyrstu
ferð. Á heiðursplássi á
sjálvari heimasíðuni hjá
Føroya Tele, sóðu allir før-
oyingar, sum fóru út á int-
ernetið henda dagin, fersk-
astu tíðindini frá sam-
ráðingunum í Keypmanna-
havn. Ja sjálvt tey, sum ikki
vistu av hesi tænastu, rendu
seg beint í hana, um tey
høvdu onnur ørindi úti á
internetinum.
Hetta var sera góð tæn-
asta, har tú alla tíðina kundi
fylgja við í gongdini undir
samráðingunum í Keyp-
mannahavn.
Virkaði ikki
partapolitisk
Í fyrstani virkaði henda tíð-
Partapolitisk almenn tíðindastova?
indastova als ikki parta-
politisk, hóast ein kundi
undrast ivir, hví stovningar-
dagurin rakti so beint á
áðurnevndu stórhending.
Men sum fráleið, - tá
samráðingarnar vóru lidnar
- minkaði áhugin hjá tíð-
indastovuni at skriva tíð-
indi. Tó vaks hann nakað
aftur tann 8. apríl, tá bókin
hjá varðaløgmanni kom út í
Danmark.
Síðani gingu tríggir dag-
ar, áðrenn næsti tíðinda-
stubbi kom, og tveir dagar
seinni, komu aftur tveir tíð-
indastubbar. Og so var ein
pausa í heilar fimm dagar,
til vit fingu ”stórtíðindini”
um, at ein føroyingur hevði
fingið
riddarakross
frá
drotningini.
Tað sum undrar meg
serliga nógv, og sum fær
meg at gera hesa viðmerk-
ingina er, at nýggjasta velj-
arakanningin hjá Fynd, sum
var ein lemjandi ósigur fyri
landsstýrið og samgonguna,
fekk onga yvirskrift hjá
tíðindastovuni.
Almenn ogn
Føroya Tele er almenn ogn,
og tí má tað vera eitt krav,
at hesin stovnur ikki verður
nýttur til partapolitiska
lýsingarherferð. Serliga ein
so sjónlig heimasíða, sum
er _startsíða“ hjá teimum
flestu, eigur at vera óheft.
Nú verður spennandi at
vit, um ferð aftur kemur á
tíðindastovuna 2. mai, Tá
landsstýrið aftur verður í
Keypmannahavn.
Helgi Abrahamsen
Eiga at gera býarsavn
Mentanarálitið hjá Tórshavnar býráð mælir til, at serkøn fólk verða sett til at
savna inn tilfar til býarsavn. Arbeiðið skal gerast í neyvum samstarvi við
Fornminnissavnið
JOHN JOHANNESSEN
Somuleiðis sum nýggja
mentanarálitið hjá Tórs-
havnar býráð mælir til, at
serkøn fólk fáa latið upp í
hendur at skriva søgu býar-
innar, verður eisini mælt til
at fyrireika býarsavn.
Mentanarálitið mælir til,
at serkøn fólk verða sett at
standa fyri innsavnan, skrá-
seting og skipan av ymisk-
um fornlutum í Havn, so-
leiðis at býarsavn kann ger-
ast. Hetta arbeiðið skal alt
gerast í neyvum samstarvi
við Føroya Fornminnissavn.
Arbeiðið við býarsavnin-
um skal eisini innibera, at
hús og býlingar við serstak-
um søguligum og byggi-
søguligum virði verða skrá-
settir í miðvísari æltan og
koma undir stuðuls- og
verndarskipan. Eisini skal á
hvørjum ári latast heiðurs-
bræv fyri góða bygging og
urtagarðsrøkt.
Í sambandi við, at Tórs-
havnar býráð hevur ætlanir
um at geva søgu býarinnar
út í bók, mælir mentanará-
litið til, at serkøn fólk fáa
til uppgávu at skriva Tórs-
havnar søgu frá landnámi til
okkara dagar. Nýggjasta
býarsøgan skal eisini vera
við, og eigur hon at greiða
frá teimum stóru broyting-
unum, ið farnar eru fram tey
seinastu ættarliðini.
Mentanarálitið mælir har-
afturat til, at tilfarið við upp-
mátingum, tekningum og
skjølum um gamla býin, ið
býararkitekturin hevur gjørt
saman við Fornminnissavn-
inum verður savnað og giv-
ið út í bók.
Sum grundgeving fyri
sínum sjónarmiðum vísir á-
litið á, at býarsøgan er sjálvt
grundarlagið fyri at kunna
skilja dagsins samfelag,
dagsins mentan og tey fólk,
sum nú liva og virka í bý-
num. Víst verður á, at Havn-
in er ein søguríkur býur við
mongum sporum av lívi í
meira enn túsund ár, men
enn er eingin býarsøga
skrivað.
Gjørt verður eisini greitt,
at býarsøgan er ein partur
av hesi felags søgu, Staðfest
verður, at gamli býurin hev-
ur skipan, sum kann verja
og varðveita hann, men
onnur hús og aðrir býlingar
eru, sum hava stórt søguligt
virði, men sum ikki eru und-
ir somu vernd.
Politiskur fundur verður
í Klaksvík leygardagin
Leygardagin klokkan 15 verður politiskur
fundur í Klaksvík. Fundurin, sum val-
feløgini hjá Javnaðarflokkinum og Sam-
bandsflokkinum skipa fyri, verður í Ósa-
skúlanum.
Evni á fundinum er politiska støðan í dag,
og fundurin verður skipaður soleiðis, at hvør
flokkur leggur fyri við einum evni, og orða-
skifti verður ímillum hvørja framløgu.
Fólkaflokkurin fer at tosa um politisku
støðuna á fiskivinnuøkinum. Sambands-
flokkurin um ríkisfelagsskapin. Javnaðar-
flokkurin um støðuna innan almanna- og
heilsuøki. Og Tjóðveldisflokkurin fer at tosa
um búskapin.
Orðstýrari verður Christian Olsen.
SAMBART útvarpinum fær Signar Hansen nú sína
nógv umrøddu kanning. Hetta hendir eftir at 13
tingmenn hava heitt á tingformannin um at seta
ein kanningarstjóra, sum fær til uppgávu at kanna
leiklutin hjá Signar á Brúnni í sokallaða sjón-
varpsmálinum. Tvs. um landsstýrismaðurin hevur
hildið seg til galdandi lógir og reglur, tá hann flutti
sjónvarpinum pengar, so tað ikki fór í gjaldssteðg.
EFTIR okkara tykki er tað rætt at lata lands-
stýrismannin fáa hesa kanning. Hetta var so eisini
tað, sum lá í kortunum, tá hann gjørdi av at heita
á løgmann um at taka seg aftur úr sessinum.
Bæði løgmaður og hansara egni flokkur tóku tá
undir við, at ein kanning skuldi gerast av málinum.
Signar á Brúnni, sum alla tíðina hevur mett seg at
hava hildið landsins lógir segði tá alment, at hann
vildi fegin reinsast í hesum máli. Hann segði
samtíðis, at kom ein óheftur kanningarleiðari til ta
niðurstøðu, at hann hevur borið seg skeivt at, so
vildi hann eisini taka tað til eftirtektar.
LANDSSTÝRISMAÐURIN hevur alla tíðina víst
á, at hann hevur fingið holla ráðgeving í hesum
máli frá serkønum í fleiri aðalstýrum. Hann hevur
entá reist málið í landsstýrinum og kunnað allar
landsstýrismenninar, harímillum løgmann um alt
málið. At løgmaður, sum hevur eftirlit við sínum
landsstýrismonnum og skal tryggja, at teir ikki
fyritaka sær nakað ólógligt, á hesum kunnandi
fundinum við Signar á Brúnni ikki hevur lagt seg
beinleiðis út í málið og steðgað eini møguligari
ólógligari avgerð, má eisini kunna tulkast tann
vegin, sum at løgmaður hevur góðtikið gongdina
og avgerðirnar. Tvs. at hann hevur mett tað, sum
landsstýrismaðurin hevði gjørt og fór at gera, vera
rætt. Tann, sum tegir, hann samtykkir verður tikið
til. Hetta er í hvussu so er ein sera áhugaverdur
spurningur, og verður hann uttan iva eisini ein
partur av kanningini, sum ein komandi kanning-
arstjóri skal gera. At fólkafloksmenn hava sett sett
seg upp ímóti umrøddu kanning kann út frá hesi
sannroynd „vandamáli“ tykjast náttúrligt. Men hin-
vegin er tað eisini beint ímóti tí, sum løgmaður
hevur „lovað“ Signar á Brúnni.
VÍSIR kanningin, at Signar á Brúnni hevur gjørt
nakað skeivt, so má almenningurin krevja, at ein
líknandi kanning verður gjørd av øllum hinum
landsstýrismonnunum, sum hava havt yvirtrekk.
Verður landsstýrismaðurin reinsaður, so er tað
bara gott, tí eingin hevur gleði av, at tað gongst
einum landsstýrismanni illa, sum hevur handlað í
bestu meining. Tí fyri tann, sum hevur fylgt hesum
máli, er lítil ivi um, at landsstýrismaðurin hevur
handlað í bestu meining, og eingin ivi er heldur
um, at hevði landsstýrismaðurin latið sjónvarpið
farið í hundarnar, so hevðist eisini verið funnist at
tí.
ÁHUGAVERT verður annars at frætta, hvussu
nógvir tjóðveldistingmenn hava skrivað undir
ynskið um eina kanning av sínum egna lands-
stýrismanni. Tað kann hugsast, at ikki allir tjóð-
veldistingmenn hava skrivað undir, og um so er ,
tá er tað eisini í tráð við tær gitingar, sum hava
verið um eitt internt valdsstríð í Tjóðveldisflokki-
num. Tað tykjast at vera kreftir í flokkinum, sum
ynskja Signar á Brúnni, har piparið grør.
NÚ verður so bíðað eftir, at tingformaðurin skal
útpeika ein kanningarstjóra. Vit kunnu so bert vóna,
at málið fær ta viðgerð, sum tað hevur uppiborið.
Og at allur ivi eigur at koma tí skuldsetta til
góðar.