Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 Mæla til at gera barnaálit Nýggja mentanarálitið hjá Tórshavnar býráð mælir til, at gjørt verður eitt álit um viðurskifti hjá børnum í kommununi JOHN JOHANNESSEN Eitt álit um viðurskifti og mentan hjá børnum og teimum ungu í Tórshavnar kommunu eigur at verða gjørt í næstum. Hetta er eitt av tilmælun- um í nýggja mentanarálit- inum, sum fyrradagin varð handað Leivi Hansen, bý- ráðsformanni í Havn. Arbeiðsbólkurin, ið hevur skrivað álitið, mælir til, at barnaálitið verður gjørt í neyvum samstarvi við barnaverndarnevndina, somuleiðis sum tað skal líkjast eldraálitinum, ið varð lagt fram fyri nøkrum árum síðani. Børnini vorðin einsamøll og óvard Grundgevingina fyri, at neyðugt er við einum barna- áliti, sigur arbeiðsbólkurin vera, at tær stóru samfelags- broytingarnar, sum hava verið hetta seinasta ættarlið- ið tykjast at hava gjørt tey veiku børnini meira einsa- møll og óvard. Samfelags- broytingarnar, bólkurin sipar til, eru í mestan mun broytingar í arbeiðslívi og tøkni. Meira samstarv millum skúlar Skúlarnir skulu eisini gera eitt størri arbeiði fyri, at børnini kenna seg sum part av eini størri og skapandi eind. Hetta sigur arbeiðs- bólkurin í einum øðrum broti í mentanarálitinum, sum snýr seg um skúlasam- starv. Í hesum broti mælir arbeiðsbólkurin til, at skúl- arnir á hvørjum ári hava ymisk felags tiltøk. Sum dømi verður møguleiki fyri eini felags stevnu við før- oyskum dansi nevndur, somuleiðis sum kórstevna og felags sjónleikarastevna verða nevndar. Álitið mælir eisini til at ábyrgdarkenslurnar hjá næmingunum fyri nærum- hvørvinum verða styrktar. Hetta heldur arbeiðsbólkur- in kann gerast við at ársins skúlastova verður vald, og at tann flokkurin, ið eigur skúlastovuna, fær virðisløn ella heiðursbræv afturfyri. Mentanarálitið hevur ta sannføring, at skúlarnir í høvuðsstaðnum skulu vera annað enn skúlar. Mælt verður til, at roynt verður at hava skúlarnar opnar eftir skúlatíð. Teir skulu nevni- liga gerast virkisdeplar í grannalagnum, somuleiðis sum skúlagarðarnir skulu verða virkin og lokkandi spæliøki í býlinginum. Førleikin at samskipa skal styrkjast Mentanarálitið hjá Tórshavnar býráð mælir til, at kommunan stykir sín førleika at skipa fyri tiltøkum sjálv og at samskipa fyri onnur JOHN JOHANNESSEN Fyri at tað betur skal bera til at samskipa tiltøk í høv- uðsstaðnum, mælir nýggja mentanarálitið hjá Tórs- havnar býráð til, at ein sam- skipari verður settur. Hesin skal leggja til rættis størri býartiltøk og hava um hendi støðugt dagførdan mentan- arálmanakka. Oavalaga á skránni á mentanarálmanakkanum skal eftir hugsanini hjá ar- beiðsbólkinum, ið hevur gjørt álitið, vera ein lista- hátíð. Á hesi listahátíð skulu allar listagreinar í býnum arbeiða saman í felags til- taki. Í sambandi við, at sam- skipari skal setast, hugsar arbeiðsbólkurin sær, at kunningin um Havnina í sama viðfangi verður víðk- að út um Kunningarstov- una. Víst verður á, at kunn- ingin um kommununa sum høvuðsstað og heimstað hevur stóran týdning. Tí heldur bólkurin, at tænast- an, Kunningarstovan veitir, eigur at verða bygd út í tøtt- um samstarvi við við býar- umsitingina, soleiðis at verkætlanir kunnu leggjast til rættis og fremjast. Virkast skal eisini fyri, at teir felagsskapir, ið skipa fyri størri árligum tiltøkum, kunnu fáa umsitingarliga hjálp, ið tryggjar, at hetta arbeiðið verður støðugt og framhaldandi. After Math í finaluni í kvøld Føroyski tónleikabólkurin After Math fer í kvøld at luttaka í finaluni í eini tónleikakapping á Amager. Bólkurin hevur spælt seg ígjøgnum eitt innleiðandi umfar og eina hálvfinalu, og í kvøld skal føroyski bólk- urin so standa sína roynd í finaluni. Finalan veður á spæli- staðnum Krunch á Amager, og dyrnar lata upp klokkan 21.00. After Math skulu á pallin klokkan 21.30. Í bólkinum spæla Malan Eyðunsdóttir, Tróndur B. Hansen, Torkil Olsen, Jógvan Joensen og Petur W. Dalsgaard. ek Arbeiðsbólkurin, ið hevur skrivað álitið fyri Tórshavnar býráð, mælir til, at barnaálitið verður gjørt í neyvum samstarvi við barnaverndarnevndina, somuleiðis sum tað skal líkjast eldraálitinum, ið varð lagt fram fyri nøkrum árum síðani. Mynd: Jens Kr. Vang Hart at vera stjóri á Almannastovuni Hóast starvið sum stjóri á Almannastovuni er ógvuliga krevjandi og hart, væntar landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, at onkur er klárur at taka við avbjóðandi starvinum, tá verandi stjórin fer frá 1. august JOHN JOHANNESSEN Stjórin á Almannastovuni, Maria Jacob- sen, fer úr starvinum fyrsta august. Or- søkin til, at hon fer úr starvinum er sam- bært Dimmalætting í gjár ein uppviging av persónligum og starvsligum viðurskift- um. At stjórin á Almannastovuni sigur fer úr starvi er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Hetta er nevnilga fjórðu ferð seinastu seks árini, at Almannastovan skal hava nýggjan stjóra. Orsøkina til, at stjórarnir eru so ódrúgvir á Almannastovuni, metir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, vera, at arbeiðið sum leiðari á Almannastovuni hevur verið eitt sera møtumikið starv seinastu árini meðan bygnaðurin er broyttur á stovninum. Við at koma undir land Helena Dam á Neystabø væntar, at tað um ikki so langa tíð fer at verða munadni lættari at vera stjóri á Almannastovuni, enn tað hevur verið seinastu árini. Bygnaðarbroytingarnar eru við at koma undir land, og ávísar uppgávur, Almanna- stovan fyrr hevur røkt verða verða nú gjørdar uttan fyri húsið. Sum dømi nevnir landsstýriskvinnan, at heimarøktin og dagpeningaskipanin nú liggja uttan fyri Almannastovuna. Men landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum ger samstundis greitt, at tað aldri fer at verða lætt at sita í stjóras- essinum á Almannastovuni. – Tað er einki dulsmál, at talan er um eitt ógvuliga tyngjandi og strævi arbeiði. Men eg eri vís í, at fólk við góðara útbúgv- ing ynskja at taka avbjóðingina, tað er at vera stjóri á Almannastovuni, sigur Helena Dam á Neystabø. Tískil roknar hon við, at starvið verður mannað tá verandi stjórin, sum einans hevur sitið hálvt annað ár, fer frá. Óheppi Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsu- málum harmast um, at Almannastovan hevur skift stjóra so ofta seinastu árini. Hetta heldur landstýriskvinnan vera ó- heppi fyri samanhangin í starvinum. Men kortini skilir Helena Dam á Neysta- bø, at stjórarnir ikki hava orkað at sitið so leingi. At øll EDV skipanin í langa tíð hevur verið løgd um og at aðrar bygnað- arbroytingar seinastu árini eru framdar hevur tyngt um arbeiðsbyrðuna hjá stjór- unum á Almannastovuni. Kortini vissar landsstýriskvinnan um, at tað skjótt fer at verða betur. Fongslaður fyri neyðtøku JOHN JOHANNESSEN Kriminalløgreglan hevur sett tveir mans av til at kanna eitt neyðtøkumál, ið fór fram í eini íbúð í Havn triðja páskamorgun. Talan er um ein 19 ára gamlan drong, sum skal hava neyð- tikið eina kvinnu um fjøruti ára aldur. Drongurin varð fyrradag- in fyribils fongslaður í fýra vikur, meðan kanningarnar fara fram. Løgreglan sigur, at nógv er at kanna í málin- um, men hon væntar at vera liðug við kanningararbeiðið áðrenn ungi maðurin skal fyri rættin 24. mei. JAN MÜLLER Danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas verður ikki við í komandi oljuleiting á føroyska landgrunninum. Hetta sigur Bo Wildfang, varastjóri í felagnum við Sosialin. Avgerðin er tikin eftir: „eina umfatandi meting av øllum viðurskiftum í sambandi við leiting og møguliga framleiðslu í Føroyum“. Bo Wildfang sigur víðari, at Mærsk Olie og Gas kort- ini fer at fylgja útvikling- inum í Føroyum sera neyvt. Hetta hevur hann júst boðað stjóranum í Oljumálastýr- Mærsk ikki við í olju- leiting við Føroyar inum, Herálvi Joensen frá. Uppá fyrispurning um hetta merkir, at Mærsk ikki metir møguleikarnar fyri at finna olju at vera nóg góðar ella orsøkin eru tær treytir, sum føroyskir myndug- leikar hava sett, sigur Bo Wildfang, at tað hava teir onga viðmerking til. Hann vil heldur ikki siga, um hetta merkir, at Mærsk held- ur ikki fer at verða við í eini møguligari 2. útbjóðing um nøkur ár. Mærskstjórin váttar, at eitt annað annað av dóttur- feløgunum hjá AP Møller, Danbor Service, heldur fram við sínum fyrireiking- um til at byggja upp eina útgerðarstøð í Suðuroynni. Og verða boð eftir Mærsk Contractors, sum er eitt borifelag, so verður støða tikin til tað til ta tíð. Sosialurin skilur, at sjálv- ur Mærsk McKinney Møl- ler hevur tikið avgerðina um, at oljuleitingarfelag hansara, Mærsk Olie og Gas ikki skal vera við í olju- leitingini við Føroyar. -Tað er greitt, at ein so stór avgerð verður tikin á ovasta stað leggur Bo Wild- fang aftrat. Hann sigur ann- ars, at Mærsk hevur brúkt nógvar mill. kr. uppá for- kanningarnar við Føroyar. Hvussu nógvar vil hann ikki upplýsa. Løgreglan á berum í máli um vápnað rán Í gjár vóru fýra vikur síðani, at vápnað rán varð framt í einum handli í Havn. Men enn hevur løgreglan onga hóming av, hvør ránsmaðurin er JOHN JOHANNESSEN Løgreglan hevur hoyrt nógvan slatur og nógv fólk eru avhoyrd í sambandi við vápnaða ránið, sum fór fram í handlinum hjá P. A. Restorff fyri tveimum vik- um síðani. Men kortini hev- ur kriminalløgreglan onga hóming av, hvør ránsmað- urin er. Besta sporið, løgreglan higartil hevur fingið, er tá eitt útlendskt ferðafólk, ið gekk framvið P. A. Restorff tá ránið fór fram, leygardag- in ringdi til løgregluna og segði seg hava sæð mannin flýggja á einari súkklu om- an eftir Grík Kambansgøtu. Men har enda eisini øll spor fyri løgregluna. Ein súkkla er funnin, ið kann vera súkklan, ráns- maðurin flýggjaði við, men hetta er tó ikki vist. Krimi- nalløgreglan kannar í løtuni súkkluna. Av løgreglustøðini í Havn siga tey seg ikki duga at siga, nær komið verður á mál í kanningunum av vápnaða ráninum í P. A. Restorff í Havn. JAN MÜLLER Tingmenn úr øllum flokkum uttan Sam- bandsflokkinum hava skrivað undir áheit- an á løgtingsformannin um at seta ein kannngarstjóra at kanna Signar á Brúnni/ sjónvarpsmálið. Kanningarstjórin skal kanna og kort- leggja gongdina, sum førdi til, at lands- stýrismaðurin í menta- og undirvísingar- málum rindaði Sjónvarpi Føroya 1,6 mió. kr. úr gjaldføri landskassans 23. juli 1999. Allir uttan Sambandið vilja hava kanning Finnbogi Ísakson sigur við Sosialin, at hann nú fer at finna ein kanningarstjóra. Hann skal vera løgfrøðingur og løgtings- formaðurin heldur tað má ber til at finna ein persón, sum stendur púra óheftur í hesum máli, nú vit jú hava hópin av løg- frøðingum. 6 tjóðveldistingmenn, 4 úr Fólkaflokk- inum, ein úr Javnaðarflokkinum, ein úr Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkating- maðurin hava skrivað undir áheitanina.