Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 Landssjúkrahúsið gerast ístand fyri 300-400 milliónir Karsten Hansen hevur gjørt langtíðarfíggjarætlan furi næstu 10 árini. Lands- sjúkrahúsið og nýggjur Smyril standa ovast á listanum yvir tað, sum skal gerast er nógv, sum liggur á láni at gera í landinum. Men tó slepst ikki undan, at tað eru ávísar íløgur, sum skulu gerast nú, hvussu vík- ir og vendir. Hann hugsar fyrst og fremst um Landsjúkrahúsið og nýtt skip til suðuroyar- siglingina. Ein serkøn bygginevnd hevur staðfest, at Lands- sjúkrahúsið er so illa farið, at har má okkurt munagott gerast tey næstu árini. Talan er bæði um, at bygningarnir eru í so ring- um standi, at teir krevja munandi ábøtur nú, fyri at teir ikki skulu fara heilt fyri skeyti. Men annars er talan um at út- og umbyggja sjúkra- húsið, so at tað yvirhøvur verður ført fyri at veita ta tænastu, sum fólk eiga at kunna fáa frá okkara høv- uðssjúkrahúsi. Niðurstøðan hjá nevndini er, at tað er átrokandi at veita Landssjúkrahúsinum næstan 500 milliónir tey næstu 10 árini til umvæl- ingar, umframt til út- og umbyggingar. Og tað er hetta, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við. 30-40 mió um árið Umframt at ansa eftir, at íløgurnar ikki verða ov høg- ar, hevur landsstýrið lagt stóran dent á brúka tær í einum økispolitikki. Sostatt er endamálið at skerja íløgurnar í økjum, har virksemið er stórt framm- anundan, fyri ikki at hita búskapin enn meiri. Hinvegin er endamálið at skumpað undir íløgurnar, har virksemið er lítið, fyri at fáa gongd á aftur. Sostatt er tað í andsøgn við ætlaða íløgupolitikkin at at gera so stórar íløgur í tey næstu 10 árini, til 2010. Tvey høvuðsmál Karsten Hansen sigur, at tað Hann er júst í ferð við at gera eitt uppskot til eina langtíðarfíggjarætlan yvir tær íløgur, sum skulu gerast hundrað milliónir. Tað ætlar Karsten Han- sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. ÁKI BERTHOLDSEN Nú skal Landssjúkrahúsið gerast ístand fyri fleiri Landssjúkrahúsið, sum tað her er talan um at gera. Men Karsten Hansen sig- ur, at vit sleppa ikki undan, at, Landssjúkrahúsið er ein serstakur trupulleiki, sum skal loysast, uttan mun til, hvussu stórt virksemið er í økinum frammanundan. Men hann vísir eisini á, at trupulleikin við Lands- sjúkrahúsinum er so gamal, at hann verður ikki loystur eftir einum ári. –Bygningarnir eru 40 ára gamlir, og eldri, og teir hava verið forsømdir leingi. – Heldur ikki í áttatiár- unum, tá ið annars alt bar til, vórðu teir hildnir við líka. Tí er tað eitt øgiligt upptak, sum nú skal gerast. Men Karsten Hansen sig- ur, at Landsstýrið hevur sett sær fyri at loysa henda trup- ulleikan. Tí fer hann at skjóta upp at seta einar runt roknað ein- ar 30-40 milliónir av til Landssjúkrahúsið tey næstu 10 árini, eitt sindur meiri summi ár og eitt sindur minni onnur ár. – So fer tann politiska at viðgerðin at vísa, hvat úr- slitið verður, tí í síðsta enda er tað tingið, sum hevur avgerðina. Eitt annað stórmál, sum skal loysast nú, er at útvega ein nýggjan Smyril til Suð- uroyarsiglingina. Smyril verður lagdur um nøkur heilt fá ár og tí skal eitt nýtt skip útvegat nú. Karsten Hansen sigur, at ætlanin er eisini at fara und- ir tað arbeiðið komandi ár, so so verður hildið á í eitt koyr, til skipið er liðugt. Eftir, hvat er upplýst, fer tað at ganga trý ár, frá tí at spónurin er settur greytin, til nýggja skipið er siglings- klárt, so suðuroyingar fáa nýtt skip út á árið í 2003, ella í 2004. Skulu nú finna út av hvat skal gerast næstu 10 árini Í næstum fáa flokkarnir á tingi eitt uppskot frá Karsten Hansen um, hvørjar íløgur skulu gerast tey næstu 10 árini. Hann ætlar eisini at fáa andstøðuna við Dansa allan dagin á Tvøroyri Í morgin fara børn og vaksin at hava stóra dansiframsýning og um kvøld- ið verður almennur dansur Saman við einum nýggjum Smyrli til suðuroyarsiglingina, stendur Landsjúkrahúsið ovast á listanum yvir tað, sum skal gerast tey komandu árini. Tað er neyðugt, tí Landsjúkrahúsið er ein serstakur trupulleiki, sum skal loysast, og so má restin laga seg eftir tí, sigur Karsten Hansen ÁKI BERTHOLDSEN Karsten Hansen, landsstýr- ismaður í fíggjarmálum, er nú í ferð við at gera eitt uppskot til, hvørjar íløgur skulu gerast í Føroyum tey næstu 10 árini. Hetta er eitt uppskot, sum í næstum verður sent øllum flokkum á tingi til umrøðu, bæði samgongu og and- støðu. Karsten Hansen sigur, at endamálið er heilt greitt at fáa so nógvar flokkar sum gjørligt at taka undir við ætlanini. Og tí verða eisini sam- ráðingar við flokkarnar í samgongu og í andstøðu um, hvussu íløguætlanin skal síggja út. Karsten Hansen sigur ætl- anin er so at laga uppskotið til tey ynski, sum teir ymsu flokkarnir hava, fyri at vita, um tað ikki ber til at fáa ein felagspolitikk á hesum øki, ella, í hvussu so er, ein poli- tikk, sum ein stórur meiri- luti av tinginum tekur undir við. Kortini er tað ein týðandi fortreyt, sum arbeitt verður útfrá. Og tað er at Landsstýrið hevur gjørt av, at íløgurnar skulu ikki verða hægri enn 170 milliónir um árið, í dagsins prísum. – Fyri ikki at hita búskap- in ov nógv, halda vit ikki, at tað er ráðiligt at tær al- mennu íløgurnar eru hægri, sum støðan er í samfelag- num í løtuni, sigur lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um. Tað er eisini umráðandi at vit halda aftur so at vit ikki taka alt fólkið frá út- flutningsvinnuni. Hann vil ikki so nógv inn á, hvørjar íløgur, hann hevur sett á langtíðarfíggjarætlan- ina. Men sum tað sæst á grein- ini omanfyri, dylir hann kortini ikki fyri, at Lands- sjúkrahúsið og nýggjur Smyril standa ovast á list- anum. Men hetta eru íløgur, sum einsamallar fara at krevja næstan 100 milliónir um ár- ið, tey næstu trý, fýra árini, inntil Smyril er liðugur, so- statt verður ikki nógv annað gjørt? – Tað mugu vit so bara finna útav og at laga aðrar íløgur til tað. Tí við atliti at fíggjarligu støðuni í samfelagnum, er tað ógvuliga umráðandi hjá mær, at vit halda fast um, at íløgurnar ikki fara upp um tær 170 milliónirnar. Samstundis er tað umráð- andi, at íløgurnar verða býttar sundur út á alt landið. –Sostatt verður tað neyð- ugt, at aðrar íløgur bíða. Sjálv raðfestingin verður so ein politiskur spurningur. –Men hetta er sjálvandi ein ætlan, sum verður end- urskoðað hvørt ár, og lagað til, um umstøðurnar í land- inum broytast, antin henda vegin, ella hinvegin. Og verður tað ráðiligt at gera fleiri íløgur, verður tað gjørt. Hann leggur stóran dent á at fáa so stóra undirtøku sum gjørligt fyri ætlanini fyri at hon skal kunna halda so væl sum gjørligt. ÁKI BERTHOLDSEN Í morgin, leygadagin, verður ein stórur dansi- dagur á Tvøroyri. Tá verður fyrst ein stór dansiframsýning í ítrótt- arhøllini í Trongisvági klokkan 15, og kl. 11 um kvøldið verður almennur dansur, eisini í høllini. A dansiframsýningini fara yvir 100 dansarar, sum hava gingið hjá Onnu Kirstin Thomsen í vetur, at vísa fram. Talan er um eini 60 børn frá 7 til 14 ár, og gott 40 vaksin, og tey elstu av teimum eru langt uppi í árunum. Tað, sum tey fara at vísa fram, eru standard- dansir, eitt nú foxtrott, quickstep, rock´n roll og valsi. Men tað verður eisini framsýning av fólkadans- um, og tí fer Dansistovu- gaman at standa fyri. Og harafturat fer Brandur Enni at syngja nøkur løg. Tað verður eisini undir- hald á framsýningini, men Anna Kirsten vil ikki enn avdúka, hvat undir- hald talan verður um, tí tað skulu áhoyrararnir hava til góðar. Peningurin, sum kemur inn á hesum tiltakinum, fer óskert til hornorkestr- ið á Tvøroyri. Bæði til framsýningini og til almenna dansin um kvøldið fer tvørabólkurin Trio at spæla og hann fýr- ir Anna Kirsten ikki fyri at skýra Føroya besta dansibólk.