leygardagur 18. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 12 - 18. januar 2003
Nr. 12 - 18. januar 2003
3
Havumhvørvismál yvirtikin
1.mai eru lóggávu- og
umsitingarvaldið í
havumhvørvismálum
á føroyskum hondum
YVIRTØKA
Heri á Rógvi
Havumhvørvismál eru nú
klár at verða yvirtikin til at
verða føroyskt málsøki.
Samgongan hevur sett
sær fyri at fremja eina røð
av yvirtøkum hesi fýra árini
við maktina í føroyska
samfelagnum.
Tann formelli parturin av
yvirtøkuni fór fram fríggja-
dagin. Tá skrivaðu Eyðun
Elttør, landsstýrismaður við
umhvørvismálum, og Hans
Chr. Schmidt, umhvørvis-
málaráðharri í Danmark,
undir avtaluna.
Sjálvur yvitøkudagurin
verður 1. mai, tá lóggávu
og umsitingarvaldið kemur
á føroyskar hendur.
Arbeitt verður í løtuni við
at fáa í lag samstarvsavtalu
millum donsku og føroysku
umhvørvisfyrisitingarnar.
Samstarvsavtalan verður
væntandi undirskrivað fyri
1. mai 2003, verður upplýst
í tíðindaskrivi.
– Landsstýrismaðurin fer í
næstum at seta í gildi fleiri
kunngerðir, sum hava heim-
ild í havumhvørvisverndar-
lógini, m.a. reglur um tøm-
ing av burturkasti og olju frá
skipum. Seinni verður farið
undir at dagføra havum-
hvørvisverndarlógina. Eitt
dagført lógaruppskot kann
leggjast fyri løgtingið í
heyst, upplýsir Oljumála-
ráðið í tíðindaskrivi.
Eyðun Elttør fekk fríggjadagin havumhvørvismál á føroyskar
hendur.
Mynd: Álvur Haraldsen.
Leygardagin 18. januar
hava hjúnini Ruth og
Tummas Hansen í Mið-
vági, gullbrúðleyp.
Pápi er elstur av 4
beiggjum, sonur Hans-
inu og Jógvan Hansen í
Lonini í Miðvági. Bert 6
ára gamal gjørdist hann
faðirleysur. Hann kom tí
eisini at hava lutin sum
maður í húsinum rætti-
liga ungur. Altíð hava
teir verið góðir og staðið
væl saman, beiggjarnir,
og hjálpt hvørjum øðr-
um væl.
Mamma
er
dóttir
Dánjal og Jastrid Joen-
sen. Omma og abbi
fingu 10 børn, so stórur
var barnaflokkurin á
bakkanum. Mamma fór
ung niðan í hús at búgva, hjá Andrias inn-
an fyri á, har hon eisini tænti, til hon
giftist.
Tey giftust inn uppi í Lon, har tey búðu
tey fyrstu 7 árini, inntil tey fluttu í húsini.
Vit elstu genturnar minnast barnaárini í
Lonini, sum sera rík. Ein onnur tíð var,
einki elektrisitet ella sentralhiti var í lonini
okkara tíð. Einki útvarp ella sjónvarp.
Kúgvin, seyðirnir og hønurnar í kjallaran-
um. Og so ommurnar í húsinum. Tiðin,
sum í dag er ein mangulvøra hjá fólki, var
tá ríkilig at hugna og lesa søgur.
Mamma var fyrstu árini heimagangandi.
Tó so, ikki kann sigast, at hon var arbeiðs-
leys. Hon bant fyri fólk við maskinu,og
rúgvan vildi verið stór, um allar troyggjur-
nar vóru samlaðar, sum hon hevur lagt úr
hondum. Hon var i fiskaarbeiði, legði sild.
Enn í dag eru menn, sum taka til, hvussu
kvikar tær vóru í hesum arbeiði. Og so
var kúgv í húsinum, sum skuldi mjólkast
og fóðrast 2 ferðir hvønn dag.
Mamma fór seinni at arbeiða úti, fyrst á
flakavirkinum, og síðan í nógv ár í handl-
inum hjá Andrias. So tey yngru systkini
høvdu ikki á sama hátt mammu inni allan
dagin. Men hóast tað, so hevur hon stákast
á sama hátt, bundið og seymað, bakað og
matgjørt til okkum øll.
Hon kann ikki lata vera, hon elskar at
rokast.
Og enn er hon til dystin fús hvørja ferð,
onkur skal hava okkurt málað ella sett í
stand.
Og at forkela okkum og okkara við onkr-
um góðum hvørja ferð, vit koma inn um
hurðina. Tú følir teg altíð vælkomnan, so
ofta er fult hús hjá teimum.
Pápi fór ungur at sigla, var fýrbøtari við
trolarum tey fyrstu árini. Eisini róði hann
út í Grønlandi í nøkur ár. Seinni gjørdist
hann heimamaður, fór at koyra lasbil.
Mangt tungt lessið hevur hann knossað,
bæði av frakt og skrell gjøgnum árini.
Eisini hevði hann starvið sum kranaførari á
kajuni líka til fyri fáum árum síðan.
Søgufróður hevur pápi altíð verið.
Okkum nýttust onki sjónvarp, tí tá pápi
segði frá, var tað so spennandi, at eingin
filmur kundi gjørt søgurnar meira livandi
enn hann gjørdi tær.
Ógloymandi upplivilsi hava túrarnir úti í
nátturuni hvørt summar verið. Tá beiggj-
anir báðir fóru við seyði norð á Fjallavatn,
og øll skreiðan var við.
Og um sumrarnar i hoyna, úti á trøðni, í
summarhúsinum og í ánni. Sanniliga dagar,
sum standa sum perlur á okkara lívsvegi.
Sum foreldur hava tey verið einastand-
andi, og vit kunna tí ikki takka teimum
nokk fyri allan tann kærleika og stuðul, tey
hava givið okkum seks systkunum.
Eg vil við hesum orðum ynkja tykkum
báðum hjartaliga tilukku við gullbrúðleyp-
inum, og góðan byrð í framtíðini.
HáP
Gullbrúðleyp
– Deyðarevsing er
ókristilig undir øllum
umstøðum, men vit
liva í einum heimi,
sum ikki er Guðs ríki,
og tí verður tað ofta
støðan hjá tí einkulta
menniskjanum, ið er
avgerandi, sigur Hans
Jacob Joensen, bispur
DEYÐAREVSING
Heri á Rógvi
Deyðarevsing er ókristilig.
Hesum er ovasti føroy-
ingurin innan kirkjuna,
Føroya bispur, ikki í iva
um. Sjálvur er hann eisini
hart ímóti hesum slagi av
straffi.
Fyrr í vikuni prentaðu vit
samrøðu við Anniku Sølv-
ará, forkvinnu í Amnesty
Føroya deild, um hetta
sama evnið, og vit hava nú
eisini spurt okkum fyri hjá
bispi.
–
Deyðarevsing
er
ókristilig
undir
øllum
umstøðum, men vit liva í
einum heimi, sum ikki er
Guðs ríki, og tí verður tað
ofta støðan hjá tí einkulta
menniskjanum, ið er avger-
andi, sigur Hans Jacob
Joensen.
Oftast kann tað vera ein
samvitskuspurningur hjá tí
einstaka menniskjanum at
taka støðu til, metir bispur.
Hóast deyðarevsing greitt
er ókristilig, so verður hetta
framt í kristnum londum,
og bispur heldur hetta hava
nakað at gera við, hvørja
støðu fólk hava til rættvísi
og rætt.
– Tað liggur heilt greitt í
kristindóminum, at Guð
tekur og gevur lív.
Vit hava eisini eitt boð,
sum sigur, at tú mást ikki
sláa í helt. Men hetta boð er
komið frá jødum, sum
oftani vóru í kríggi, har ein
givin konsekvenstur jú er at
taka lív, sigur Hans Jacob
Joensen.
Sjálvverja
Bispur heldur, at tað í síðsta
verður tað einstaka kristna
menniskjanum, sum skal
forsvara sínar syndir og liva
við sínum gerðum. Støðu-
takanin hjá tí einstaka
byggir ikki altíð kristilig
virði, metir bispur.
Hóast boðið frá Guði, so
verður tað av fleiri aksep-
tera at sláa í hel.
– Tann vanliga fatanin
hevur verið tann, at er tað
fyri at verja seg sjálvan, so
verður tað hildið at kunna
rættvísgerast at taka lív frá
øðrum,
sigur
Hans
J.
Joensen.
Bispur er skjótur at
leggja afturat, at deyða-
revsing ikki kann rættvís-
gerast á henda hátt.
Deildar meiningar eru
millum trúgvandi kristin
um tað at sláa í hel.
– Vit kenna tað frá
pasifistum, at teir nokta at
gera hertænastu, tá hetta
kann innibera at luttaka í
kríggi, og hetta vil so
innibera at sláa í hel.
Hinvegin kann ein hugsa
sær, at tað hevði illa borið
til at niðurbart nasismuna
og allan hennnar ræðuleika
uttan at nýta vald.
Tað verður sostatt eisini
ein spurningur um alterna-
tiv, sigur Hans J. Joensen.
Sjálvur er bispur sum
nevnt hart ímóti deyðarevs-
ing. Hann metir tað vera
betri hóskandi, at staturin
rindar kostnaðin fyri at
halda fangar handan rimar.
Ikki minst tá hugsað verður
um, at ósek fólk kunnu
hugsast at verða revsaði við
lívinum. Eisini vísir bispur
á, at hesin revsihátturin ikki
hevur virkað so fyribyrgj-
andi, sum tað kanska hevur
verið ætlanin.
— Tann einasta verjan
fyri deyðadómi kann vera,
at fólk hava tvey alternativ,
ið eru deyðarevsing ella
lívlangt fongsul, og hetta
eru báðir ringir kostir, sigur
Hans J. Joensen.
Men persónliga støðan
hjá bispinum er greið:
– Sjálvur havi eg onkun-
tíð hugsað um, hvussu tað
mann vera at geva inn-
spræningina. Hetta hevði
eg ikki kunna klárað.
Gongur tú inn fyri deyða-
revsing, so mást tú eisini
verða klárur til at útføra
straffin, metir bispur.
Bispur:
Ókristiligt at
revsa við deyða
– Tað liggur heilt greitt í
kristindóminum, at Guð
tekur og gevur lív, sigur Hans
J. Joensen, bispur, sum
sjálvur er hart ímóti
deyðarevsing
C
M
Y
K
3
2