leygardagur 18. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 12 - 18. januar 2003
Nr. 12 - 18. januar 2003
5
Fólkaflokkurin hevur
enn ikki funnið
avloysaran til Jørgen
Niclasen
STARV
Heri á Rógvi
Enn er eingin nýggjur
fiskimálaráðharri funnin.
Sum vit skrivaðu fyrr í
vikuni er áhugin alt annað
enn lítil fyri starvinum.
Fleiri valfeløg hjá Fólka-
flokkinum hava kannað sær
bitan, men skal ein trúgva
almennu meldingunum, so
er eingin avloysari funnin
enn.
Óli Breckmann, formað-
ur fyri tingbólkin hjá
Fólkaflokkinum, sigur, at
tað verður tingbólkurin,
landsstýrisumboðini
og
floksleiðslan, sum fara at
taka avgerðina.
Floksleiðslan er mannað
við tveimum umboðum úr
hvørjum valdømi og tveim-
um umboðum frá Fólka-
floks ungdómi.
Tað er løgmaður, sum
setir og loysir landsstýris-
menn úr starvi.
– Áhugin er vanliga
stórur, og tað er hann eisini
hesaferð, sigur Òli Breck-
mann.
Nógv hava seg ella onnur
fram, og Fólkaflokkurin
vantar ikki egnað fólk,
metir Òli Breckmann.
Hóast
leysasøgurnar
hava verið nógvar, hevur
tað ikki eydnast okkum at
seta saman nakra lista yvir
kanditatar. Óli Breckmann
vildi ikki siga nakað um
nøkur nøvn.
Áhugin sigast at vera
stórur, og ikki minst í Suð-
uroynni banka tey hart upp
á fyri at fáa umboðan.
–
Suðuroyingar
fáa
møguleikan at koma við
uppskotum sum øll onnur,
sigur Òli Breckmann.
Sjálvur ætlar Òli Breck-
mann sær tó ikki í lands-
stýrið.
– Eg havi nóg mikið at
gera við at vera formaður
fyri tingbólkin og formaður
fyri fíggjarnevndina, sigur
Òli Breckmann.
Tað verður ivaleyst meira
at frætta um heita stólin í
Fiskimálaráðnum í kom-
andi viku.
Leita
framvegis...
Enn stendur stólurin í bestu skrivstovuni í Fiskimálaráðnum
tómur
Stráðfóðurið var stáplað ov høgt
Kanningar, sum
donsku tøkningarnir
hava gjørt, vísa, at tað
helst er ein pera og ov
høgt stáplað stráð-
fóður, sum hevur elvt
til stóra eldin í bygn-
inginum hjá MBM-
fóður í Kollafirði
ELDSBRUNI
Ingrid Bjarnastein
Fyrst í vikuni komu danskir
tøkningar frá Kriminal
Teknisku deild í Ålborg og
frá Danske Brand Institut
til Føroya at kanna orsøk-
ina til eldsbrunan í bygn-
inginum hjá MBM fóður í
Kollafirði fyri eini viku
síðani.
Kanningarnir, sum tøkn-
ingarnir hava gjørt, eru nú
lidnar og niðurstøðan er, at
eldurin hevur helst fest í
stráðfóður, sum hevur verið
stáplað ov høgt uppundir
eina loftsperu.
– Stráfóðurið er stáplað
høgt uppundir eitt loftsljós
við einum kupli. Talan er
um eina stóra peru á 250 W,
sigur Bergleif Brimvík,
leiðari á Kriminaldeildini á
Politigarðinum í Havn.
– Hetta hevur givið so
nógvan hita frá sær, at tað
hevur fest í. Tað hevur eis-
ini verið tosað um ein
møguligan feil í ljósinum.
Hetta eru serligar perur,
sum hava spola og kond-
isator, og tað skal nógv
styrki fyri at tær tendra og
áðrenn kyksilvurpulvurið
kemur upp á tann hitan tað
skal.
Donsku serfrøðingarnir
eru nú farnir aftur til Dan-
markar, og málið verður
gjørt liðugt her í Føroyum.
Bergleif Brimvík, at talan
er næstan um eitt hendiligt
óhapp, tí slíkt ger ongin við
vilja.
Eldurin í MBM-fóður
bygninginum í Kollafirði
seinasta leygardag er helst
komin av, at stráðfóður er
stáplað ov høgt uppundir
eina peru við nógvum hita
Mynd: Jens Kr. Vang
Hesa vikuna hevur
veðrið verið ógvuliga
keðiligt. Regn og
vindur mestsum utt-
an íhald. Men Petur
Skeel Jacobsen, veður-
frøðingur, sigur, at
veðrið fer at batna í
dag
VEÐURLAG
Ingrid Bjarnastein
– Grundin til, at veðrið
hevur verið sum tað hevur
er, at tað koma fleiri djúp
lágtrýst yvir Føroyar, greið-
ir Petur Skeel Jacobsen,
veðurfrøðingur frá.
– Men leygardagin skuldi
tað farið at batna. Tá kemur
hann av eystri og landnyr-
ðingi. Hann fer at blíðka
leygarnáttina, og so verður
helst turt leygardagin.
Kulda kunnu vit fram-
vegis vænta okkum, sjálvt
um ikki hevur verið nógv at
merkt til hann enn. Februar
plagar at vera harður og
kaldur, og ilt er at meta um,
hvussu verður í ár.
Petur Skeel sigur, at hitin
í november og desember
mánað hevur ligið langt
omanfyri miðal. Vanliga
plagar tað at liggja um eini
4-5 hitastig, meðan í ár
hevur tað verið um 6-7
hitastig, og tað er ógvuliga
nógv.
– Alt árið hevur verið
lýtt. Miðalhitin hevur ligið
um 7,5 hitastig í mun til
6,6, sum tað plagar at vera.
Orsøkin er so einfalt hon, at
tað globalt gerst heitari.
Ikki
eins
skjótt,
men
umleið eitt hálvt hitastig
um árið.
Góða veðrið
Sjálvt um tað eftir øllum at
døma nú skuldi blivið turt
aftur, so kunnu vit ikki
vænta okkum liggjandi gott
veður.
Sambært Petur Skeel, so
verður tað liggjandi góða
veðrið ikki at hóma fyrr
enn í mei mánað.
– Mei mánaði plagar at
vera ein sólríkur mánaði.
Kanska ikki so heitur, men
nógv sól.
So nú er bara at vita eftir,
hvørt
veðurfrøðingurin
hevur rætt í sínum spá-
dómum ella ikki.
Veðrið batnar
Petur Skeel Jacobsen, veður-
frøðingur sigur, at tað hevur
verið nógv heitari í Føroyum
í vetur enn vanligt. Miðal-
hitin er farin tvey hitastig
upp, og tað er ógvuliga nógv
Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4