leygardagur 18. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 12 - 18. januar 2003
Nr. 12 - 18. januar 2003
7
Formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag
kennir seg útihýstan
úr Útvarpi Føroya,
gongur fram av sein-
asta úrskurðinum hjá
Umboðsmanninum.
Óli Jacobsen kærdi
ein útvarpsmann,
sum ikki nevndi
Fiskimannablaðið í
morgunsendingini.
Umboðsmaðurin
heldur ikki grundar-
lag vera fyri pástand-
inum um sensur, men
átalar málburðin
AVGERÐ
Ingi Rasmussen
Tann morgunfríski útvarps-
lurtarin hevur kanska lagt
til merkis, at tátturin at lesa
upp úr bløðunum í send-
ingini »Góðan morgun Før-
oyar« er tikin burtur.
Talan var um ein stuttan
tátt hvønn morgun, har
verturin í morgunsending-
ini las yvirskriftirnar hjá
dagbløðunum upp. Orsøkin
til, at harmleysi tátturin er
tikin av, er ein álvarslig
kæra til Løgtingsins um-
boðsmann frá Óla Jacob-
sen, formanni í Føroya
Fiskimannafelag.
Tað, ið byrjaði sum eitt
pinkumál millum útvarps-
mannin og Óla Jacobsen,
endaði sum ein frágreiðing
upp á 31 síður frá umboðs-
manninum, har svar omaná
aftursvar endaði úti á ein-
um síðuspori, ið til endans
snúði seg um, at Óli Jacob-
sen helt uppá, at Fiski-
mannafelagið tilvitað varð
útihýst frá Útvarpi Føroya.
Til endans troyttaðist út-
varpsstjórin so mikið nógv
av málinum, at hann tók
táttin av skránni.
Frábað sær grenj
Alt byrjaði um morgunin
23. mai 2002, tá útvarps-
maðurin Hilmar Jan Hansen
las upp úr bløðunum sum
vant. Hann hevur eftir
øllum at døma ikki fingið
FF-blaðið
í
hendurnar
hendan morgunin, og tí
lesur hann ikki upp úr tí
eins og úr hinum bløðunum.
Tað fær Óla Jacobsen at
senda eitt hvassorðað faks
til tíðindamannin, har hann
skrivar: »Hetta finni eg
meg ikki í. Tí krevji eg, at
FF-blaðið fær somu um-
røðu sum hini bløðini við
fyrstkomandi høvi, t.v.s.
uppundir tíðindasendingina
kl. 9.«
Útvarpsverturin
gerst
skakkur, tá hann fær stung-
ið faksið í hendurnar. Hann
fer í sinnisstøðu til telduna
og sendir Óla Jacobsen eitt
persónligt skriv, har hann
greiður frá, at hann sam-
vitskufult plagar at taka
bæði FF-blaðið og Trúboð-
an við í sendingina, hóast
hann ikki metir tey at koma
undir tíðindabløð. Men
hendan morgunin var blaðið
ikki komið honum í hendi.
Síðan leggur hann hvass-
liga afturat: »Og nú, tá eg
kortini sendi tær hesar
reglur, vil eg gjarna frábiða
mær meira grenj um hetta.
Hvørja ferð eg eri vertur,
royni eg samvitskufult at
fáa fatur á øllum teimum ú-
tkomnu bløðunum – stórum
sum smáum – fyri ikki at
nakar skal vera fyri mis-
muni. Hetta telefaksið hjá
tær stinkar langan veg av
innbillaðari forfylging, sum
eg einki kenni til og ei held-
ur brýggi meg um at hoyra
um.«
Fyri hetta svar fær út-
varpsmaðurin seinni eina
átalu frá stjóranum, Jógvan
Jespersen.
Fær átalu
Svarskrivið er ovboðið fyri
Óla Jacobsen, sum eisini
áður hevur kært Útvarpið
fyri landsins hægsta kæru-
stovn: Løgtingsins um-
boðsmannin. Óli Jacobsen
kærir hesaferð fyri, at Út-
varpið ikki nevndi FF-blað-
ið í umrøddu sending, og at
útvarpsmaðurin
svaraði
ófólkaliga aftur. Hann førir
eisini fram, at Fiskimanna-
felagið hevur verið útihýst
ella í øllum førum fyri mis-
muni, tá tað ræður um at
koma til orðanna í Útvarpi
Føroya.
Eitt langt brævaskifti
fylgir síðan í málinum, har
pástandir verða lagdir om-
an á pástandir, og svar
fylgir svari.
Til endans skerir Joen H.
Andreasen, umboðsmaður,
ígjøgnum og finst at bræv-
inum hjá útvarpsmannin-
um. Hann staðfestir, at
orðalagið í aftursvarinum
til Óla Jacobsen »als ikki
og undir ongum umstøðum
kundi góðtakast, og tók
hann tí undir við, at starvs-
fólkið hevði fingið eina
átalu fyri hetta«. Aðrar av-
leiðingar fær málið ikki, tí
útvarpsmaðurin er farin úr
føstum starvi á ÚF.
Umboðsmaðurin
helt
hinvegin onki grundarlag
vera fyri sjónarmiðinum, at
Fiskimannafelagið
skal
hava verið útihýst í Útvarpi
Føroya. Tað skjalatilfar,
sum liggur í málinum, vísir
tvørturímóti,
at
Fiski-
mannafelagið javnan verð-
ur nevnt í tíðindasending-
unum.
Onki tíðindablað
Í sínari grundgeving fyri, at
FF-blaðið ikki altíð varð
nevnt, segði Útvarpið, at
talan var ikki um eitt tíð-
indablað. Hesum er Um-
boðsmaðurin ikki samdur í,
og tí eigur FF-blaðið at
verða nevnt á jøvnum føti
við hini bløðini.
Hvussu er og ikki. Úr-
slitið av hesum at síggja til
lítla máli er, at nú verður
onki blað lisið upp í morg-
unsendingini longur.
Tá útvarpsverturin fekk morgungron
Hilmar Jan Hansen og Óli Jacobsen. Tveir bersøgnir menn í hørðum orðadrátti førdu til, at
landsins hægsti kærustovnur, Løgtingsins umboðsmaður, fekk úr at gera og at ein lítil og ósekur
táttur í morgunsendingini hjá ÚF var tikin av skránni.
Danski
umboðs
maðurin
knýttur
at tí
føroyska
Fólkatingsins um-
boðsmaður verður
setiumboðsmaður í
Føroyum. Tað
merkir, at Hans
Gammeltoft
Hansen tekur yvir,
tá Joen H. Andre-
asen er ógegnigur
SETIUMBOÐS-
MAÐUR
Ingi Rasmussen
Í teimum førum, har
Løgtingsins
umboðs-
maður kennir seg at
vera ógegnigan at taka
eina støðu í einum máli,
fer
danski
umboðs-
maðurin at traðka til og
gera kanningar og úr-
skurð í Føroyum.
Hesa avtalu hevur for-
mansskapurin hjá løg-
tinginum tikið stig til.
Føroyar eru eitt lítið
samfelag, og tí er skjótt,
at ein lítil stovnur sum
Løgtingsins
umboðs-
maður kemur í eina
støðu, har ógegni kann
koma upp á tal. Við
teimum royndum, sum
eru gjørdar í ymiskum
málum, har løgfrøðilig
tvístøða hevur verið,
helt
formansskapurin
tað ikki vera skilagott, at
farið var út til føroyskar
advokatar at finna ein
avloysara.
Fólkatingsins umboðs-
maður hevur stóra virð-
ing millum manna, og tí
varð
fyrispurningur
sendur til hansara at
vera umboðsmaður í
Føroyum eisini, um tað
fellur soleiðis, at før-
oyski umboðsmaðurin
kennir seg ógegnigan.
Danski umboðsmaðurin
hevur játtað, og sostatt
verður hann sonevndur
setiumboðsmaður í Før-
oyum.
Skipanin við umboðs-
manni, sum er galdandi
í londum kring allan
heim, er sprottin úr
donsku skipanini. Hans
Gammeltoft Hansen er
umboðsmaður
í
Danmark.
Neyðugt verður hjá
løgtinginum at fara
út um landamark eft-
ir kanningarstjórum
eina aðru ferð, heldur
Finnbogi Ísakson,
fyrrverandi løgtings-
formaður. Núverandi
løgtingsformaður,
Edmund Joensen,
heldur hinvegin, at
tað varð skipanin, ið
vann, tá løgtingið
tvingaði Jørgen Nicla-
sen frá, og tí verður
kanningarstjórin at
finna í Føroyum
LØGTINGSKANNING
Ingi Rasmussen
Advokatar siga seg himpr-
ast at taka av, um løgtingið
heitir á teir um at gera eina
kanning fyri seg eina aðru
ferð.
Tað var ein av táttunum í
málinum um Jørgen Nicla-
sen. Hann noyddist frá, tí
ein kanningarstjóri, sum
løgtingið setti, kom til ta
niðurstøðu, at hann var
farin út um sínar heimildir.
Men ivi varð sáddur um
kanningina hjá kanningar-
stjóranum, og tað fekk
bikarið hjá advokatum at
flóta yvir.
Fyrrverandi løgtingsfor-
maður, sum setti Turið
Debes Hentze, heldur hetta
vera stak óheppið. Í síni
føstu klummu í Fregnum
rør hann framundir, at tað
kann gerast neyðugt at fara
uttanlands
eftir
einum
løgfrøðingi, sum tímir og
torir.
– Tað er ilt at meta um,
hvønn skaða viðgerðin av
hesi kanning hevur voldað
upp á longri sikt. Eg havi
stúrt fyri, at løgfrøðingar
fóru at himprast við at
átaka sær arbeiðið at gera
eina kanning eftir ta mis-
tonkiliggering, sum Turið
Debes Hentze hevur verið
fyri. Ein mistonkiliggering,
sum sigur, at tann, sum
verður settur upp á pláss,
hevur evsta orðið at siga
um, hvat er rangt, og hvat
er rætt, sigur Finnbogi
Ísakson.
Hann hevur lagt sær í
geyma, at tveir løgfrøðing-
ar hava sagt Sosialinum, at
teir høvdu aftrað seg við at
tikið eina kanningarstjóra-
uppgávu á seg
– Avleiðingin av øllum
hesum fær illa verið annað
enn, at neyðugt verður hjá
løgtingsformanninum
at
fara út um landamark at
finna løgfrøðingar til slík
arbeiði. Tí, krevur lands-
stýrismálanevndin, at ein
kanningarstjóri skal setast,
so hevur løgtingsformaður-
in skyldu til at seta ein,
sigur FInnbogi Ísakson.
Ta skylduna røkir Ed-
mund Joensen, løgtingsfor-
maður í løtuni. Hann heldur
kortini ikki, at tað er so rív-
andi galið, sum hansara
undanmaður ger tað til.
– Eg haldi netupp, at løg-
tingið syrgdi fyri, at tað var
skipanin, sum vann. Hevði
tað verið soleiðis, at kann-
ingin hjá kanningarstjóran-
um var tileinkisgjørd, so
hevði skipanin verið tor-
pederað, so kundi tað verið
neyðugt at leita uttanlands
næstu ferð. Men Tingið
setti tingini upp á pláss, og
tí vita kanningarstjórar eina
aðru ferð, at teir verða
tiknir í álvara, sigur Ed-
mund Joensen.
Sostatt bendir alt á, at
eisini næsti kanningarstjór-
in verður føroyingur. Um
løgtingformaðurin finnur
hann.
Kanningarstjórar eftirlýstir
Hugnaløta á Ellisheiminum í Vágum
Vága Pensionistafelag
skipar fyri hugnaløtu
á Ellisheiminum í
Miðvági sunnukvøld-
ið. Fyrilestur og sang-
ur verða á skránni
ELDRAVIRKSEMI
Edvard Joensen
Vágar: Vága Pensionista-
felag skipar sunnukvøldið
klokkan 18.00 fyri hugna-
kvøldi á Ellisheiminum í
Miðvági.
– Vit fara at savna pensi-
onistar úr oynni á Ellis-
heiminum, sigur Frits Jac-
obsen, formaður í Vága
Pensionistafelag. Har verð-
ur fyrilestur og okkurt til
undirhald.
Heini F. Petersen í Sanda-
vági fer at halda fyrilestur
fyri pensionistunum um
samferðslu og søguna um
flutningin um Vestmanna-
sund. Eisini verður sangur
og annað til undirhalds, sig-
ur formaðurin.
Hann sigur, at tað eru
430 pensionistar í Vágum,
men Vága Pensionistafelag
hevur bara umleið 120 lim-
ir. Tað heldur formaðurin
vera í minna lagi, og kundi
ynskt, at fleiri gjørdust lim-
ir í felagnum.
Vága Pensionistafelag er
annars virkið á fleiri økj-
um. Arbeitt verður bæði við
dagtilhaldi fyri pensionistar
og við at útrvega eldrabýli í
oynni, sigur Frits Jacobsen.
Hesi tiltøk eru saman við
Felagskommununi í Vág-
um, sigur hann.
Dagtilhaldið hevur verið
roynt á Ellisheiminum nú
eina tíð, og tað hevur rigg-
að væl, sigur hann. Arbeitt
verður nú við at fáa fígging
til framhald av hesum til-
taki.
Eisini er Vága Pension-
istafelag við í einum ar-
beiðsbólki, har millum
onnur eisini fólk frá Ellis-
heiminum og Felagskomm-
ununi í Vágum eru við, sum
arbeiðir við at fáa bygdar
eldra íbúðir í Vágum. Frits
Jacobsen er við í arbeiðs-
bólkinum umboðandi Vága
Pensionistafelag.
Av øðrum størri tiltøkum,
Vága Pensionistafelag hev-
ur fyri í løtuni, er fyrireik-
ing til stóra árliga Eldra-
dagin. Hann verður í ár
hildin fyrrapartin í august.
Vága Pensionistafelag er
hesaferð vertur, og har
koma pensionistar úr øllum
landinum á stevnu.
– Tað eru ov nógvir
pensionistar í Vágum, sum
ikki eru limir í Vága
Pensionistafelag, heldur
formaðurin í felagnum, Frits
Jacobsen
Mynd: Edvard Joensen
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag:
Fyrstu ferð í Mentanarhúsinum
Í kvøld frumfram-
førir Fuglafjarðar
Sjónleikarafelag
leikin "Fiskar á
turrum landi". Hetta
er fyrsta ferðin sjón-
leikarafelagið fram-
førir í nýggja Ment-
anarhúsinum
SJÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
"Fiskar á turrum landi" er
heitið á sjónleikinum, sum
Fuglafjarðar Sjónleikara-
felag í kvøld frumframsýn-
ir. Hetta er ein leikur eftir
Árna Ibsen. Turið Sigurðar-
dóttir hevur týtt leikin úr ís-
lendskum til føroyskt.
Sjónleikurin "Fiskar á
turrum landi" gongur fyri
seg í eini lítlari bygd í Ís-
landi. Talan er um eina eldri
konu, sum hevur ein ungan
mann búgvandi, sum hon
hevur tikið í fostur. Tvey
ung úr Reykjavík koma at
gista hjá konuni, og so fara
hormonini í gongd.
Høvundurin, Árni Ibsen,
sum er íslendingur, hevur
skrivað yrkingasøvn, films-
handrit, tilfar til útvarp og
sjónvarp, stuttfilmar, sjón-
leikir og nógv annað. Hann
hevur eisini fingist nógv
við at týða leikir.
Fuglafjarðar Sjónleikara-
felag hevur nú valt at fram-
seta leikin við fleiri ungum
leikarum. Leikararnir eru
Knútur - Kenneth Jørgen-
sen, Emma - Marita Øre,
Gudmundur - Áslakkur
Nesá og Gudbjørg - Hanna
Lassaberg. Magni Poulsen
hevur leikstjórnað.
Sum nevnt verður sjón-
leikurin frumframførdur í
kvøld,
leygarkvøld,
og
heldur áfram helst til miku-
dagin.
C
M
Y
K
7
6