leygardagur 18. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 12 - 18. januar 2003
Nr. 12 - 18. januar 2003
9
Ongin bygd í Føroyum so vakrar veðrar sum Porkeri
Tað er fáa staðni í
landinum, at so nógv
verður gjørt burturúr
seyðahaldi sum í
Porkeri. Seyðasýning-
in við hugnakvøldi er
krúnan á verkinum
SEYÐAHALD
Áki Bertholdsen
Porkeri: Tað er ongin bygd
í Føroyum, har tey hava so
vakrar veðrar, sum í Pork-
eri.
Tað staðfesti Petur Karl
av Rana, bóndi, undir ein-
um borðhaldi í Porkeri her-
fyri.
Hetta var ikki eitt tilvild-
arligt borðhald. Hetta var
borðhaldið, sum porkenn-
ingar halda í sambandi við
seyðasýningar. Og Petur
Karl av Rana var ein av
dómarunum, sum hevði
sýnað seyðin.
Og hann helt seg eisini
hava nakað at hava pá-
standin í.
Hann segði, at hann
hevur sýnað seyð í fleiri ár
nú ymsastaðni. Harafturat
var hann nevndarlimur í
Jarðaraðnum i fýra ár og í tí
sambandinum var hann at
kalla í hvørjari einastu
bygd í landinumn.
Og eftir øllum hesum
royndum kundi hann stað-
festa, at tey hava heilt fant-
anstiskar veðrar í land-
inum.
– Eg skal garenterað fyri,
at ongin bygd í landinum
hevur so vakrar veðrar sum
Porkeri, segði Petur Karl av
Rana.
Sostatt má eisini staðfest-
ast, at porkenningar hava
fingið løn fyri stríðið, tí tað
er fáa staðni í landinum, at
meiri verður gjørt burturúr
seyðahaldi, sum júst í
Porkeri.
Ikki minst hevur seyðurin
verið fyri stórari fram-
gongd tey seinastu árini.
Og tað er ikki minst
seyðasýningunum fyri at
takka.
Tað prógvaði Petur Karl
av Rana við at siga, at tá ið
seyðasýningarnar byrjaðu,
varð ein 1. virðisløn latin.
Men á seyðasýningini í
heyst fekk meiri enn ann-
arhvør veðrur 1. virðisløn.
Hann segði eisini, at tað var
ómetaliga trupult at sýna
seyð nú á døgum, tí munur-
in er so lítil, at tað er næst-
an onki sum skilir ein seyð,
sum fær virðisløn frá einum
sum ikki fær tað og á
seinastu sýningini tók tað
teimum trimum dómarun-
um tveir tímar at semjast
um, hvør skuldi hava virð-
islønir.
– Seyðasýningarnar hava
havt sera stóran týdning
fyri seyðin, tí bæði ull, bein
og horn eru sum heild bliv-
in nógv betri síðani sýning-
arnar byrjaðu, sigur Óli í
Hjøllum, sum er ein av
undangongumonnunum at
hava seyðasýningar í Pork-
eri.
– Men tað vísir seg, at
yvirhøvur fara steyp og
virðislønir á somu hendur
ár um ár, leggur hann aftur-
at.
Sýning og hugnakvøld
Í Porkeri fóru tey at sýna
seyð í 1994, men síðani er
hon skipað betri og betri.
Síðani 1997 eru steyp latin
og síðani 1998 hava tey eis-
ini gjørt eitt kvøld burtur
sýningini við borðhaldi við
mati og sangi.
Porkenningar hava eisini
valt eina nevnd, sum skipar
fyri sýningunum við einum
limi úr hvørjum av teimum
trimum høgunum í bygdini.
Í nevndini sita Óli í
Hjøllum, Sverri Christian-
sen og Jógvan Midjord.
Og á sýningunum verða
nógv steyp latin. Steyp
verða latin til fimm teir
bestu seyðunum í hvørjum
bólki og bólkarnir eru
tríggir í tali: Veturgamlir
veðrar, hagalomb og so er
eisini ein bólkur fyri bø- og
fremmand lomb.
Tá ið tað er avgjørt, hvør
skal hava virðislønir, verða
tey vakrastu lombini og teir
vakrastu veðrarnir so aftur
valdir burturúr til at verða
nummar 1,2,3,4 og 5.
Og steypini og virðislønir
koma ymsastaðni frá, bæði
frá Porkeris Kommunu,
Litaval í Vági, Føroya
Sparikassa, Føroya Bjór,
Shellstøðini á Oyri í Vági,
Føroya Banka, Breyðkass-
anum, Suðuroyar Spari-
kassa, MBM-Fóður, Timb-
urhandlinum hjá Brynjálvi
Christiansen í Vági. Har-
umframt høvdu hagarnir í
Porkeri latið steyp og eisini
kokkarnir, sum fyrireikaður
hugnakvøldið høvdu latið
steyp.
Virðislønir
Tilsamans vóru 75 lomb og
20 veðrar við á sýningini,
ella tilsamans 95 seyðir
Fjølmentastur var bólk-
urin fyri Traðar- og fremm-
and lomb. Í honum vóru 41
lomb. 22 av teimum fingu
1. virðisløn, 11 fingu 2.
virðisløn og 7 fingu 3. virð-
isløn og bara eitt fekk onga
virðisløn.
Í bólkinum fyri haga-
lomb vóru 34 lomb við á
sýningini.
Av
teimum
vórðu 12 prýdd við 1. virð-
isløn, 11 fingu 2. virðisløn,
9 fingu 3. virðisløn og bara
tvey fingu onga virðisløn.
Teir veturgomlu veðrarnir
vóru 20 í tali. 11 av teimum
fingu 1. virðisløn, 5 fingu
2. virðisløn, 3 fingu 3 virð-
isløn og ein fekk onga virð-
isløn.
Annars fullu virðislønir-
nar soleiðis:
Hagalomb: Nr. 1: Gudfinn
Olsen, nr. 2: Zacharias
Bech, nr. 3: Jákup Eli Bech,
nr. 4: Dánjal Johannues
Bech og nr. 5: Hans Eli
Bech
Traðar- og fremmand
lomb: Nr. 1: Heri Daniel-
sen, nr. 2: Rógvi Berg, nr.
3: Óli í Hjøllum, nr. 4:
Zacharias Bech og nr. 5:
Óli í Hjøllum
Veturgamlir veðrar: Nr 1:
Torleif Bech, nr. 2: Gud-
finn Olsen, nr. 3:Juul Sum-
berg, nr. 4: Fríðálvur Múll-
er og nr. 5: Sverri Christi-
ansen
Her eru nakrir av teimum,
sum standa fyri
seyðasýninguum. Frá vinstru
eru teir Sverri Schristiansen,
sum er nevndarlimur fyri
sýningina, síðani eru tað teir
tríggir dómararnir, Petur
Karl av Rana og Àsmundur
Bærentsen av Tvøroyri,
Eliesar Poulsen úr Hvalba og
tann, sum heldur røðu er Óli
í Hjøllum, sum eisini er
nevndarlimur fyri
seyðasýningunum
Gudfinn Olsen og dótturin
Gunnvá við vakrasta
lambinum hetta árið. Hann
hevði trý lomb og ein veðr á
sýningini. Umframt lambið
sum vann, fekk eitt lamb 2.
virðisløn og eitt fekk onga.
Veðurin fekk 2. virðisløn og
var tann næstvakrasti á
sýningini.
Um kvøldið, tá ið seyðasýningin er liðug, verður boðið til búgvið borð í bygdarhúsinum Samxxxxx. Her sita tey spent og lurta
eftir, hvør fær steyp
Jógvan Midjord, sum er nevndarlimur fyri seyðasýningini, setir sín serliga dám á borðhaldið
við harmonikuni
Einsamøll
konufólk
ímillum nógv
mannfólk.
Jonhild í
Hjøllum var
einasta konu-
fólk sum tók
ímóti steypi.
Her tekur hon
ímóti virðisløn
fyri eitt
fremmant
lamb, sum
hon og mað-
urin, Óli,
høvdu við á
sýningini
71 ára gamli Torleif Bech var aldursforeti ímillum steypavinnarnarnar. Hann átti vakrasta
veðrin og tað fekk hann bæði ognarsteyp og ferðasteyp afturfyri
C
M
Y
K
9
8