Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 12 - 18. januar 2003 Nr. 12 - 18. januar 2003 11 Heitir staðiliga á sínar menn um at ansa eftir Hergeir Nielsen held- ur, at tað er púra høp- isleyst at tosa um at hækka prísin á ferða- seðlum við Smyrli munandi og at lækka túratalið SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen – Eg havi sagt tað ferð eftir ferð, men eg kann siga tað einaferð afturat: Tað er púra høpisleyst at tosa um at hækka ferðaseðlaprísin á Smyrli munandi og at lækka túratalið. Hergeir Nielsen, einasti løgtingsmaður úr Suðuroy í samgonguni, er alt annað enn fegin um tær ábending- ar, sum nú eru komnar um sparingar og príshækkingar hjá Strandferðsluni. Tað, hann serliga stúrsar yvir, eru fráboðanirnar um, at ferðaseðlaprísirnir við Smyrli skulu hækka eini 20% og at tað hereftir skal kosta 144 krónur við per- sónbili ímillum Havnina og Suðuroy, afturímóti 120 krónur, sum tað kostar nú. Somuleiðis heftir hann seg við tosið um sparingar, sum kann føra við sær færri túrar við ímillum Suður- oynna og Havnina, sum er tann leiðin, har sparingar muna mest. – Vit sleppa neyvan undan at prísirnir hækka. Men eg haldi, at tað er burturvið at hækka prísirnar so nógv á teimum farleiðum, sum frammanundan eru tær dýr- astu, ikki minst á suðuroy- arleiðini. – Hinvegin haldi eg, at tað er rættari at at javna prísirnir hjá Strandferðsl- uni yvir á allar ruturnar, so at tær bíligastu leiðirnar hækka mest og tær dýrastu minst og so at prísmunurin ímillum tær ymsu ruturnar verður minni. – Tað kann ikki vera ætl- anin, at tey, sum hava longstu og strævnastu ferðaleiðina, eisini skulu vera tey, sum skulu betala mest og skulu leggja rygg til tær størstu hækkingar- nar. – Vit mugu somuleiðis ansa eftir at vit ikki áleggja vinnulívinum í útjaðaran- um hægri farmagjøld, tí so bløðir tað út. – Eg havi eisini boðað frá, at verður talan um spar- ingar, eigur tað at vera leit- að á stovninum sjálvum eft- ir sparingumm, tí har eru lønarútreiðslurnar hækkað- ar einar 14-16 milliónir hesi fýra árini. – At lækka túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina er heilt burturvið, tí teir kunnu ikki vera færri. enn teir eru. – Tað gevur onga mein- ing at lækka túratalið, sam- stundis sum vit royna at bøta um tað alla aðrastaðni við tunlum bæði undir og omaná sjónum. Hann sigur, at hann hevur heldur ikki fingið nakra ábending um, at túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina skal lækka. – Tað vóni eg ikki at landsstýrismaðurin finnur uppá. Ger hann tað kortini er tað ein stór provokatión, sigur Hergeir, men hann vil enki siga um, hvar so hendir. – Eg fari ikki at seta fram kravboð frammanundan. Lat okkum fyrst síggja, hvat hendir. Heitt á sínar menn Hergeir Nielsen sigur, at hann veit ikki, hvat úrslitið verður. – Málið verður viðgjørt í landsstýrinum nú og í skrivandi løtu, sum er hós- kvøldið, er ongin tilsøgn givin um príshækkingar. – Eg havi eisini viðgjørt málið saman við mínum partafólkum í Landsstýrinum og eg havi staðiliga heitt á tey um at vísa størsta varsemi í heusm máli og at ansa væl eftir, hvussu teir hækka prísirnar, tí tað kann ikki vera rætt, at suðuroyingar skulu verða "prugelknabe" í heusm máli. –Tað, sum er hent hesi seinastu árini er ikki tað, sum ætlanin var við almennari ferðslu. Í løtuni kostar tað fimm fólkum 188 krónur aftur og fram ímillum Vágar og Havnina í bili við ongum avslátri, men tað kostar 1.000 í bussinum hjá bygdaleiðum og tað og tað kostar 800 krónur ímillum Havnina og Suðuroynna og tað fer kanska hálvtannaðhundrað krónur upp afturat. Sostatt er tað bíligari hjá fýra fólkum at leiga hýruvogn ímillum Havnina og Vágar , enn tað er at brúka bussin hjá Bygdaleiðum og tað er tann øvugta verð. Annars heldur samgongumaðurin úr Suð- uroy, at tað er skeivt, at prísirnir hjá Strandferðsl- uni verða viðgjørdir og av- gjørdir av embætisfólki og Landsstýrinum. – Eg haldi, at hetta er so grundleggjandi, at tað eigur at vera Løgtingið, sum ásetir prísirnar, sigur Her- geir Nielsen. Hann heitir tí á Lands- stýrið um at leggja málið um prísirnar á ferðaseðlum fyri Løgtingið, so at tað fær høvi at siga sína hugsan, og har má endamálið verða at gera tað almennu ferðsluna so bíliga, at fólk vilja brúka hana sum tey gera i øðrum londum. Hann heldur, at tað kann vera løgið, at landsstýris- maðurin leggja seg út í príspolitikkin hjá einum privatum felagið og ávirka tað at lækka prísin, men at hann ikki fáa eitt alment felag sum Strandferðsluna at halda eitt rímiligt prís- støði. Men um hann fer at krevja málið fyri tingið, fær hann onki sagt um enn, tí hann veit ikki, hvat úrslitið av viðgerðini verður. – Tað kann ikki vera ætlanin, at tey, sum hava longstu og strævnastu ferðaleiðina, eisini skulu vera tey, sum skulu betala mest og skulu leggja rygg til tær størstu hækkingarnar, sigur Hergeir Nielsen Tómt tos í Tinganesi – Tað skal ikki sleppa at fara aftur við borð- inum, at Strandferðsl- an nú bæði ætlar at hækka prísirnar og at lækka tænastuna, sigur formaðurin í Javnaðarflokkurin SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen – Hetta er fullgott prógv um at alt tos í Landsstýrin- um um at menna útjaðaran, er tómt tos. – Jóannes Eidesgaard heldur lítið um avgerðina hjá Strandferðsluni um at hækka prísirnar, umframt at aðrar sparingarverða settar í verk. – Hetta er ikki ein avleið- ing av vánaligari leiðslu. Hetta er ein avleiðing av, at samgongan játtar Strand- ferðsluni ov lítið av pen- ingi. – Tí er tað samgongan, sum hevur ábyrgdina av støðuni og við hesum prógvar hon, at als onki býr aftanfyri lovorðini um ein virknan útjaðarapolitikk, hóast tey bæði hava sett landsstýrismann og fulltrúa í útjaðaramálum, sigur for- maður javnaðarfloksins. – Tað, sum hendir nú, er ikki annað enn at nú fara avleiðingarnar fíggjarlóg- ini fyri í ár at merkjast. – Nú prísirnir hækka, fer ein ferðaseðilin við bili um Suðuroyarfjørð at dýrka úr 120 krónur upp í 144 krón- ur, hvønn veg. Hetta er ein hækking upp á 20%. – Sostatt fer ein ferðaseð- ilin aftur og fram ímillum Havnina og Suðuroynna við persónbili at kosta 288 krónur. Tað er 100 krónur dýrari enn tað kostar at fara aftur og fram gjøgnum Vágatunnilin við ongum avslátri. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at tingfólk úr samgong- uni kunnu ikki skjóta seg innundir, at tey vistu ikki av hesum, tí tað varð hart og týðiliga fráboðað undir fíggjarlógarviðgerðini. Rakar útjaðaran meinast Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum nú hendir í Strandferðsluni, serliga fer at raka útjaðaran. – Eitt eru vanligu ferða- seðlaprísirnar. Men tað, sum hevur minst líka stóran týdning er, at hetta fer at gera kappingarførið hjá vinnuni í útjaðaranum enn verri, tí farmagjald fyri fisk og annað tilfar, sum skal flytast til og frá virkjum, fer upp. Men harumframt er eisini tað hent, at flutningsstuðul- in til fisk er skerdur eina millión, so tað ávirkar tvær ferðir so hart. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at tí fer javnaðarflokkur- in at gera, hvat hann kann fyri at forða fyri, at prísirnir á strandferðsluni hækka. – Hetta fer ikki afturvið borðinum, tí tað er heilt greitt, at vit fara at taka tað upp, Hvussu tað verður gjørt, vita vit ikki, men ein møguleiki er at leggja upp- skot fyri tingið um at játta Strandferðsluni hægri játtan. Frammanundan hevur eisini sambandsflokkurin fer at leggja uppskot fyri tingið við tí endamálið at forða Strandferðsluni at hækka prísirnar. – Hetta fer ikki afturvið borðinum, tí í javnaðar- flokkinum fara vit at gera, tað vit kunnu, fyri at forða fyri at prísirnir hjá Strand- ferðsluni hækka, sigur Jóannes Eidesgaard Strandferðslan: Prísurin hækkar og túratalið lækkar Umframt at hækka prísirnar noyðist Strandferðslan at spara fleiri milliónir og tað fer at merkjast onkustaðni, sigur stjórin STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen Hetta árið verður eitt tungt ár hjá Strandferðsluni. Tað kann staðfestast longu nú, 2003 er ikki meiri enn komið í eyga. Skal Strandferðslan klára at halda játtanina, verður tað bæði neyðugt at hækka prísirnar í ferðaseðlum nokk so fitt og at seta aðrar spar- ingar í verk, sum helst fer at føra til at túratalið á sum- mum leiðum fer at lækka. Føroya Landsstýrið skul- di helst í gjár viðgerða eitt uppskot frá Strandferðsluni um at hækka prísirnar. Tað hevur verið frammi, at príshækkingarnar eru eini 20% í summum førum. Eitt nú fer ein ferðaseðil við vanligum bili ímillum Suðuroynna og Havnina at at hækka úr 120 krónur, upp í 144 krónur. Stjórin á Strandferðsluni mintust ikki í høvdinum, hvussu stórar hækkingarnar eru, men hann segði, at hetta var á leið. Annars er tað ymiskt, hvussu hækkingarnar verða, í summum førum eru tær bara 5%. Men hækkingar eru á øllum økjum og tilsamans skulu tær geva Strandferðsl- uni eina eyka inntøku upp á seks milliónir krónur í ár. Hækkingin í ferðaseðla- perísinum var ein fortreyt fyri fíggjarlógini og so skjótt sum Landsstýrið hev- ur góðtikið hækkingina, verða tær settar í verk, kanska longu í næstu viku. Umfatnadi sparingar Men umframt príshækking- arnar, verður eisini neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk á Strandferðsluni, fyri at fáa játtanina at halda. – Umframt at príshækk- ingin gevur okkum seks milliónir, verður tað neyð- ugt at spara aðrar 7,5 milli- ónir í rakstrinum, sigur strandferðslustjórin. Hann sigur, at væntandi kunnu spara helvtina av tí við at halda uppat at sigla inn á Skálafjørðin og á Vág. Uppskot um tað er í Løg- tinginum í løtuni. – Men eftir verða einar fýra milliónir, sum skulu sparast aðrar vegir. Strandferðslustjórin sigur, at enn vita tey ikki, hvar spa- ringarnar verða settar í verk. – Men tað er greitt, at hetta eru so stórar sparing- ar, at tað fer at merkjast onkustaðni, sigur hann. Hann kann tí ikki útihýsa, at hetta fer at merkja færri túrar á summum leiðum. Har, sum sparingar muna best, er í siglingini ímillum Havnina og Suðuroy, og tessvegna er tað ofta suður- oyarsiglingin, sum stendur fyri skotum, tá ið sparingar skulu setast í verk. Strandferðslustjórin end- urtekur, at onki er greitt um, hvar ella hvussu spar- ast skal, Tískil nevnir hann ongan møguleika og úti- hýsir heldur ongum møgu- leika. – Tað einasta, sum er greitt, er, at játtanin til Stra- ndferðsluna var 75,1 milli- ónir í fjør. uppsunraliga- játtanin var 70,7 milliónir, men ahrafturat fekk Strand- ferðslan eina eykajáttan uppá 4,4 milliónir. Í ár er játtanin 66,6 milliónir í ár. Lønirnar eru hækkaðar og aðrar útreiðslur eru eis- ini hækkaðar og tí er ongin vegur uttanum at útvega fleiri inntøkur ella at skerja útreiðslurnar, ella eitt sind- ur av hvørjum, sum vit hava gjørt í hesum føri, fyri at tað skal standa upp og nið- ur, sigur Kristian Davidsen. Umframt at ferðaseðlarnir dýrka, verða vit noydd at finna sparingar fyri einar fýra milliónir og tað fer at merkjast, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni C M Y K 11 10