Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 12 - 18. januar 2003 Nr. 12 - 18. januar 2003 13 Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broyta útgjaldið frá ALS var eitt gott uppskot, sum fekk eina ringa lagnu. Í vikuni feldu landsstýris- flokkarnir uppskotið um at hækka útgjaldið frá ALS úr 70% upp í 80% av eini arbeiðsmannaløn. Útgjaldið er ikki regulerað í áravís, arbeiðsloysið er millum lítið og einki og kapitalurin hjá skipanini er størri enn nakrantíð. Tað er ilt at skilja, hví landsstýrisflokkarnir ikki vildu taka undir við uppskotinum. Løgmaður hev- ur fleiri ferð sagt seg vilja samstarva við and- støðuna, og umstøðurnar annars eru í løtuni tær bestu at hækka útgjaldið. Sum prís- og lønar- gongdin hevur verið seinastu fimm árini, er alt, ið talar fyri einum hækkaðum útgjaldi. Sum nevnt eru allar lønir hækkaðar síðstu árini. Talan er ikki um ógvusligar lønarhækkingar, og støðan er sum heild einki betur enn, at lønirnar so dánt hava fylgt við prísvøkstrinum. Eisini eru ávís av gjøld hækkað, eitt nú sjónvarpsgjaldið. Nú hækka so prísinir hjá Strandferðsluni eisini, og spurningurin er, hvat tað næsta verður. Oljuprísirnir eru fyri uppgangandi og tað er sum heild vorið dýrari at liva í Føroyum. Tað er undir hesum umstøðum torført hjá einum arbeiðsleysum at fáa endarnar at røkka saman við verandi útgjaldi. Hetta skuldi verið orsøk nokk til at samtykt uppskotið um hægri útgjald. Í øðrum lagi er tað tann etiska ella moralska síðan av málinum. Sum støðan er, eru tveir bólkar gloymdir í samfelagnum: pensionistar og arbeiðsleys. Hesir bólkar hava ongan møgu- leika at uppihalda einum sømiligum livistøði við verandi veitingum. Tað má sostatt sigast at vera stórt spell, at upp- skotið hjá Javnaðarflokkinum um hækkað útgjald ikki varð samtykt. Ymiskt bendir á, at hákonjunk- turin er av, og at tað nú tíverri fer at ganga hinvegin aftur. Byggivinnan merkir hetta. Handils og tænastuvinnurnar siga greitt frá sama ráki. Tað hevði tískil verið júst rætta løtan at lagt upp fyri einum møguligum komandi øktum arbeiðsloysi við at hækka útgjaldið nú. Í hesum sambandi skal verða gjørt vart við, at hækkingin, ið varð skotin upp als ikki hevði givð einum arbeiðsleysum nakra fúrstaliga inntøku. Men hækkingin hevði bøtt eitt vet um støðuna. Sæð frá einum sosialum sjónar- vinkli er tískil harmiligt, at uppskotið ikki varð samtykt. Tað er bæði synd og skomm. Men hetta var eisini spell mett frá einum politiskum og demokratiskum sjónarmiði. Hetta prógvar sum ikki einaferð, at tá løgmaður í tíð og ótíð talar um samstarv millum samgongu og andstøðu so er hetta tóm orð. Hann meinar heilt einfalt ikki, tað hann sigur, og tað er spell bæði fyri løgmann og fyri demokratiið. DAGSINS MEINING Sosialurin Gott uppskot ringa lagnu VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Uttan at á nakran hátt at hava tikið støðu til, hvat er rangt og rætt viðvíkjandi embætisførsluni hjá Jørgini Niclasen, vilja vit hervið gera vart við, at vit ikki halda, at fjølmiðlarnir hava viðgjørt málið á ein sømu- ligan hátt, serliga tá hugsað verður um myndirnar, ið sjónvarpið vísti og tær Sosialurin hevur lagt út á netið. Tað hevði verið ein fyrimunur fyri okkum øll, um fjølmiðlafólk dugdu sær hógv. Vinarliga Eyðbjørg Thorleifssen, Skála Eyðbjørg Lervig, Leirvík Elisabeth Jóhannesen, Skála Katrin Petersen, Strendur Eydna Berg, Strendur Sóleyg Mikkelsen, Skála Hanna Joensen Tað er nú einaferð soleiðis, at rættarkenslan hjá okkum vanligu borgarum má vera trygg, og tí krevst, at okkara fólkavaldu og fólk í hægri størvum eru oman fyri illgruna í teirra starvi. Henda rættarkensla er tað einasta vit hava til at hava okkara álit á landsins kosna fólki í. Í gamla Rom varð sagt, at enn ikki mistanki mátti fella á konu Cæsars, hon mátti í síni framferð vera soleiðis, at enn ikki ein skuggi av illtanka mátti fella á hana. Men hetta tykist ikki at galda fyri Fólkaflokkin. Tá sakarmál varð reist móti John Petersen, tá- vernadi fiskimálaráðharra, fyri neyðtøku, varð sagt: Vit mugu bíða eftir, at hann verður dømdur ella frí- kendur. So varð hann døm- ur í Føroya Rætti, og sjálvt tá vildi løgmaður ikki koyra hann frá, tí hann hevði skotið málið inn fyri hægri rætt. Fyrst tá tann dómurin fall, fór hann frá, tí hægstirættur vildi ikki taka sakina upp. – Sjálvt um hann hevði verið frí- dømdur, sleit hetta nóg á okkara rættarkenslu. Hvat skuldu vit vanligu borgarir halda? Løgmaður og lands- stýrismenn og øll tey fólka- valdu, sum sita á ovastu rók í samfelagnum, hava eina moralska skyldu at bera seg at soleiðis, at tey ikki kunnu hava misálit ímóti sær. Verður misálit reist, eiga tey at fara frá, í hvussu so er til tey eru reinsaði. Tað er prísurin fyri at sita á hægstu rók. Tey eru okkara fyridømi, tey stýra fyri okkum, tí hava vit hetta álit á teimum fyri neyðuni. Verður pilkað við hetta álit, skaðar tað okk- ara rættarkenslu. Ikki bert tey fólkavaldu, men eisini onnur á ovastu rók í samfelagnum hava størri skyldu enn vit van- ligu borgarir at halda sína gøtu reina. T.d. løgreglu- ovastin, dómarin, bispur o.l. Okkara rættarkensla er mátistokkurin, samfelagið byggir á. Í málinum Jørgen Nicla- sen átti hansara flokkur at vera so mikið at sær komin, at hann setti mannin frá, til han varð fríkendur. Alt málið um hann, løg- tingskanning, sjálvkanning, løgmanskanning eru evni, sum skuldi geva fólki álit á skipanina, men nú hava vit ta fatan, at kanningar kunnu "bestillast" eftir tørvi, og tað er ikki gott fyri okkara rættarkenslu. Um John Petersen og Jørgen Niclasen høvdu lagt kongin beinanvegin, hevði okkara rættarkensla verið intakt. Men nú rillar hon av álvara. Vit mugu hava álit á okk- ara samfelagsskipan, stýris- skipan og rættarskipan. Og tann sjónleikur, ið hevur verið spældur hesar sein- astu dagarnar, er drepandi fyri okkara álit. Fyri tey stýrandi snýr tað seg ikki um at hava rætt, men at gera rætt. Rættarkensla – rættartrygd Miðlar og myndir Mánadagin verða 50 ár síðani Suðuroyar Sjúkrahús varð tikið í nýtslu. Alment verður dagurin hátíðarhildin við stórari veitslu í Ítróttarhøllini í Trongisvági leygar- dagin í næstu viku Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi ætlar ikki at lata fimmtiára føðingardagin hjá sjúkrahúsinum fara aftur við borðinum ómerkt- an. Mánadagin, sjálvan 50 ára dagin, verða øll starvs- fólkini boðin til morgun- matar og seinni um dagin til døgurða. Sjálv veitslan í samband við, at fimmti ár eru liðin, síðani sjúkrahúsið varð tikið í nýtslu, verður fyri innbodnum í ítróttarhøllini í Trongisvági. Ronnie Midjord, umsjón- armaður, sigur, at um 200 fólk verða á veitsluni. Umframt starvsfólkið, eru allir politikarar, sum hoyra til oynna bodnir við, um- framt løgmann og lands- stýrismennirnar í Heilsu - og Trivnaðarmálum. Sosialurin hevur vent sær til Astrid Tummasarson, sjúkrasystir, sum enn starv- ast á sjúkrahúsinum. Hon fór fyrstu ferð fór í starv sum gongsgenta, bert 16 ára gomul. Nógv er broytt Tann 20. januar 1953, stóð Astrid, sum tá var 10 ára gomul og hugdi at, meðan sjúklingar, innbúgv og tól vórðu flutt frá gamla sjúkrahúsinum í nýbygda byngningin beint omanfyri. Tað var jú ein stórhend- ing í eini so lítlari bygd sum Tvøroyri, at eitt nýtt sjúkrahús varð bygt, sum enntá segðist at vera tað besta í Evropa. Tá sjúkrahúsið lat upp vóru 26 seingjarpláss. Tá vórðu ikki somu krøv sett til umstøðurnar, sum í dag, og á fleiri stovum lógu 5 sjúklingar saman. Hóast sjúkrahúsið í dag er útbygt, eru bert 30 seingjarpláss; tað sigur ikki so lítið um, hvussu nógv betur umstøðurnar eru, bæði hjá sjúklingum og starvsfólki. Fyrsti læknin á Suður- oyar Sjúkrahúsi, var danin, Bisgaard Frandsen, men longu í apríl sama ár byrj- aði Eivind Rubek Nielsen, sum var føroyingur, í starvi á sjúkrahúsinum. Tað kundi verið mangt áhugavert at skriva um í samband við ein slíkan merkisdag, men skal alt takast við, verður ikki pláss fyri tí her. Sosialurin ynskir starvs- fólkunum á sjúkrahúsinum - og øllum suðuroyingum tillukku við 50 ára merkis- degnum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi. Suðuroyar Sjúkrahús fimmti Suðuroyar Sjúkrahús sum tað sá út, nýbygt fyri fimti árum síðani. Tann 20. januar 1953 varð alt flutt av gamla sjúkrahúsinum í nútímans bygningin beint omanfyri, sum segðist at vera besta sjúkrahús í Evropa Tøkk Fyri sýnda samkenslu við deyða og jarðarferð kæru mammu, vermammu, ommu og langommu okkara Ellen Nielsen Frederiksberg takka vit hjartaliga. Tøkk fyri kransar, blómur og annað. Fyri tey avvarðandi Myrna, Jens,Tinner, Finn, Helle og Marjun Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Marius Gardshodn so brádliga varð tikin frá okkum. Ein serstøk tøkk til prest, sangarar, gravarar og tykkum, sum á einhvønn hátt hjálptu til og vóru um okkum. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her. Familjunar vegna Annelisa, Edna, Óli og Kelna Maria Tøkk Hjartaliga tøkk fyri tína samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Meinhard Dam Sandavágur doyði og varð jarðaður. Takk til tykkum, ið rættu eina hjálpandi hond, og øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Lisa og døturnar C M Y K 13 12 Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval mikudagin 19. februar 2003. Veljast skulu eitt umboð fyri Vestmanna, eitt umboð fyri Kvívíkar og eitt umboð fyri Kollafjarðar umdømi. Uppskot til umboð – minst tvey fyri hvørt umdømi – skulu skrivliga vera sjúkrakassanum í hendi í seinasta lagi 5. februar 2003. Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis 410 Kollafjørður