leygardagur 18. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 18. januar 2003
15
Óla Jákup úr Dimun, formaður:
Útoyggjafelagið viðmælir kanning
• Vit hava samhalds-
fastar skipanir á so
nógvum økjum í
samfelagnum, og fyri
mær at síggja er tað
bara mennandi fyri
samfelagið, um vit
eisini hava eina sam-
haldsfasta skipan á
samferðsluøkinum,
sigur Óla Jákup úr
Dímun, form. í
Útoyggjafelagnum.
ØKISMENNING
Tummas í Dali
Útoyggjafelagið viðmælir,
at skipanin av okkara sam-
ferðslu verður kannað við tí
endamáli, at skipanin verð-
ur gjørd meira samhalds-
føst.
Óla Jákup úr Dímun sig-
ur, at nevndin í Útoyggja-
felagnum hevur havt fund í
síðstu viku, har m.a. frá-
boðanin frá Marjusi Dam
um leggja uppkot fyri ting-
ið at endurskoða alla skip-
anina av samferðsluni varð
umrøtt.
Úrslitið av umrøðuni var,
at felagið mælir til eina
kanning.
- Ein góð, álítandi og ikki
ov kostnaðarmikil sam-
ferðsla er ein av fyritreyt-
unum fyri at varðveita bú-
plássini í útoyggjum og
øðrum útjaðaraøkjum, sig-
ur Óla Jákup úr Dímun.
Samferðsla og
samskifti
– Umframt eina so sam-
haldsfasta skipan sum gjør-
ligt, mæli eg til, at møgu-
leikin eisini verður kannað-
ur fyri at fáa økt um títtleik-
an av ferðsluni til og frá út-
jaðaranum hjá tyrluni og
strandfaraskipum landsins,
sigur Óla Jákup úr Dímun.
– Ein grundleggjandi
endurskoðan av hesum við-
urskiftum er í fullum sam-
svari við tilmælini í Út-
oyggjaálitinum, sum und-
anfarna samgonga fekk til
vega.
– Í mongum førum átti at
verið bøtt um samferðslu-
títtleikan. Í mínum egna
føri eg tað so, at eg ongan
dag í vikuni sleppi úr og í
aftur oynna sama dag.
Óla Jákup úr Dímun
mælir eisini til, at ikki bert
samferðslustøðan, men eis-
ini samskiftisstøðan í út-
oyggjum verður munandi
bøtt. Tað er nevniliga m.a.
so, at í fleiri støðum í
útoyggjum ber illa til at
samskifta um Gsm-fartele-
fonir.
Fleiri møguleikar
Óla Jákup úr Dímun sigur,
at ein kanning av sam-
ferðslukervinum møguliga
kundi havt sum mál at víst á
fleiri samhaldsfastar møgu-
leikar, sum løgtingið síðan
viðgjørdi og tók støðu til.
– Tað er á so nógvum
økjum, at vit hava sam-
haldsfastar skipanir, sum
fólk í útjaðaranum gjalda til
eins og onnur, men sum tey
ikki í sama mát fáa gagn av.
Vit kunnu m.a. nevna
barnagarðsøkið.
– So tað hevði onki løgið
verið í tí, at samferðslan til
útoyggjar
varð
skipað
meira samhaldsføst.
– Vit mugu jú minnast til,
at fólk í útoyggj regluliga
eru noydd at ferðast til mið-
staðarøkið, m.a. tí at lands-
stovnarnir eru har.
– Nú flestu bygdir hava
fingið fast samband við
miðstaðarøkið, hevði tað
tókst mær løgið, um ikki
løgtingsmenn fóru at hugsa
nógv meira um møguleik-
arnar fyri at bøta um sam-
ferðsluna til útjaðaraøkini,
sigur Óla Jákup úr Dímun.
Eitt sindur
ørkymlaður
Óla Jákup úr Dímun sigur,
at tað sðntist so ljóst hjá
útjaðaranum, tá ið sam-
gongan varð skipað á várið
98 við økismenningini og
útoyggjapolitikki á dags-
skránni, men at hann í dag
er meira ørkymlaður fyri
framtíð útoyggja.
– Myndugleikarnir hava
fingið eitt gott útoyggjaálit
at byggja sín politikk á til
frama fyri landið, men eg
haldi, at higartil er ov lítið
er komið av skafti í tráð við
álitið, sigur Óla Jákup úr
Dímun.
Vinnuhús á
útoyggjum
Í Útoyggjaálitinum verður
støðan hjá útoyggjunum
sum heild lýst, og mælt
verður til at seta ymisk
ítøkilig tiltøk í verk.
– Nøkur av hesum tiltøk-
um kunnu setast í verk
beinanvegin, men onnur
krevja longri fyrireiking,
sum tó eigur at byrja sum
skjótast.
– Eitt tiltak, sum eg seti
stórar vónir til, er sokallað
vinnuhús í útoyggjum, har
tað skal bera til at tilvirka
ymiska brúkslist, men eis-
ini mat við grund í tí til-
feingi og vitan, sum er á
staðnum.
Óla Jákup úr Dímun sig-
ur, at vinnuhús í stóran mun
kunnu vera til at menna
fíggjarliga grundarlagið hjá
fólki í útoyggjum, men at
myndugleikarnir
eisini
mugu hugsa um at skapa
nútímans almenn arbeiðs-
pláss í útoyggjum, sum
nútímans samskiftishættir-
nir geva møguleika til.
Hósdagin handaði
Rógvi á Rógvu Tórs-
havnar býrað undir-
skriftir og brøv, har
fólk heitti á býráðs-
myndugleikarnar um
at útvega nýtt tón-
leikahús. 20 ár eru
liðin síðani Perlan
varð tikin niður, men
enn hevur býráðið
ikki fylgt síni egnu
samtykt at byggja
nýtt. Men borgar-
stjórin í Havn er pos-
itivur, hóast hann ikki
vil lova ov nógv
TÓNLEIKAHÚS
Theodor E. D. Olsen
Undirskriftir, brøv, yrking-
ar, rím og ævintýr fyri
nýggj tónleikahús. Tað visti
Sosialurin í gjár at siga, at
Rógvi á Rógvu hevði savn-
að inn frá fleiri enn 150
fólkum, og hósdagin læt
hann allar hesar áheitanir-
nar í bæði bundnum og
óbundnum máli inn til
Tórshavnar býrað.
Ætlanin hjá Rógva og
hansara kreativu bræv-
skrivarum er nevniliga at
útvega føroyskum tónleik-
arum eini hús í høvuðs-
staðnum, sum bert skulu
vera til tónleikin, og ikki til
dans, café ella matstovu-
virksemi.
Jan
Christiansen
úr
Fólkaflokkinum, sum er
borgarstjóri í Havn, hevur
enn ikki sæð brøvini við
áheitanum um eitt tónleika-
hús, men hann heldur, at
hugskotið hjá Rógva á
Rógva um hendan heldur
óvanliga hátt at siga sína
meining er gott, tí hetta
skriva yrkingar og brøv sig-
ur meira, enn vanligar und-
irskriftir. – Tá síggja fólk út
til at meina tað, sigur bý-
ráðsformaðurin.
Trivnaður nógv at siga
Jan Christiansen gevur
Rógva á Rógvu rætt í, at
tørvur er á einum tónleika-
húsi í Havn. Hann heldur at
havnarfólk kunnu læra av
fuglfirðingum, sum herfyri
bygdu Mentunarhúsið, ið
Jan Christiansen sigur vera
veldiga flott, sum hann
málber seg.
Borgarstjórin
í
Havn
heldur, at í okkara samtíð
hevur trivnaður nógv at
siga, ja, kanska meira enn
nakrantíð fyri ein bý.
Í blaðnum í gjár skrivar
Sosialurin, at tað í ár eru 20
ár síðani Perlan varð tikin
niður, og Rógvi á Rógvu,
sum spældi trummur í
Plúmm segði, at hetta var
ein sorgardagur fyri teir í
teir í hesum so navnframa
bólki. Perlan var nevniliga
spælistaðið og pallur hjá tí
tá blómandi tónleikalívin-
um í Havn.
Til
hetta
sigur
Jan
Christiansen, sum tó ikki
sat í býraðnum tá, at hann
minnist væl Perluna, ið
hann kallar sjarmerandi,
hóast hon var í ringum
standi, og í dag kann ein
undrast á, at ein so høgur
bygningur fekk staðið á
einum sovorðnum frímerki,
sum borgarstjórin tekur til.
Hann leggur afturat, at tað
var ein býraðssamtykt at
taka Perluna niður, men
hetta var treytað av, at eitt
nýtt hús varð bygt ístaðin.
Hetta lyftið hildu býráðs-
politikararnir í Havn tó
ongantíð, og seinna helvtin
av samtyktini, ið innibar at
byggja
nýggj
hús
til
tónleikin, bleiv ongantíð
førd út í lívið.
Miðbýurin er hjartað í
Havnini
Jan Christiansen sigur kort-
ini, at hann heldur, at mill-
um manna er ivi um, um
júst økið, har Perlan stóð, er
tað rætta, tí tað er ein spur-
ningur um eina størri ætlan
fyri bygging í økinum, og
ein tílík er ikki gjørd.
– Vit hava ikki diskuterað
hatta enn, tí vit hava eisini
onnur mál, sum skulu loys-
ast, m.a. støð - eitt nú til
dans - til tey heilt ungu.
Men í dag veita vit stuðul
til mentunarlig tiltøk, so
kanska okkurt av tí kundi
verið brúkt til endamálið,
sigur Jan Christiansen, sum
tó leggur dent á, at heldur
ikki tað er viðgjørt í Tórs-
havnar býráði enn.
Spurdur, um hann gevur
Terja Rasmussen rætt, tá
tónleikarin í Breddanum í
SvF herfyri segði, at ein og
hvør høvuðsstaður við virð-
ing fyri sær sjálvum átti at
átt eitt tónleikahús, sigur
borgarstjórin, at tað er helst
rætt. Hann nevnir eisini
tann paradoksala paralellin
hjá Rógva á Rógvu í Sosial-
inum í gjár, har hann segði,
at Havnin hevur ein mus-
ikkskúla, men ongan pall til
tónleikarar, og fleiri fram-
sýningarstøð til myndlist-
ina, men ongan listaskúla.
Jan Christiansen kann tó
avdúka, at undirskriftirnar
og brøvini frá stigtakaran-
um, Rógva á Rógvu verða
viðgjørd við vælvild, men
hann legur dent á, at eitt eru
vakrar ætlanir, og eitt annað
er at gera tær til veruleika,
tí eitt slíkt skal t.d. ikki vera
til ampa fyri grannar o.s.fr.
Borgarstjórin heldur tó, at
eitt slíkt hús átti at ligið í
miðbýnum, tí sum hann
málber seg úr myndum frá
medisinverðini, so riggar
einki, um hjartað ikki rigg-
ar. Og hjartað í Havn er
miðbýurin. Hann heldur
eisini, at vit skulu verða
varin við at taka bygningar
niður, og einki seta ístaðin,
tí hóast opin pláss kunnu
vera góð, so er tað ikki so
ofta, at vit kunnu ganga
hvítklødd í Føroyum, og
eingin miðbýur kann liva
av bara grækarismessu, 1.
mai og ólavsøku, sum borg-
arstjórin tekur til.
Annars hevur Tórshavnar
býrað arbeitt við eini ætlan
at gera eina musikkcafé, og
tí er hugsandi at hesar ætl-
anir verða tiknar fram aftur,
man tað liggur onkustaðni í
framtíðini, sigur ein fyri-
varin Jan Christiansen, sum
tó avdúkar, at tankar eisini
hava verið frammi um, at
gera Tórsgøtu til mentunar-
gøtu, og Gríma er jú longu í
gøtuni frammanundan. –
Men vit skulu vera vera
varin við gomlum bygning-
um, og onkuntíð er langt
millum tanka og gerð, sigur
Jan Christiansen at enda.
Tórsgøta kann gerast mentunargøta
Artic Images
Í dag letur upp fotoframsýning hjá íslendingunum Ara
Trausta Guðmundssyni og Ragnar Th. Sigurðsson, »Arctic
Images« Framsýningin, sum hevur undirheitið "Vestan sól -
norðan mána" fevnir um 45 litmyndir, sum sýndar verða í
Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Framsýningin viðgerð
eyðkenni og frábrigdi í Útnorði. Undir hvørjari rammu er
eitt evni við trimum myndum, ein frá hvørjum av útnorður-
londunum, Føroyum, Grønlandi og Íslandi.
15
14
Nr. 12 - 18. januar 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Nýggj samgonga
Grønlendingar fingu í gjár nýtt landstýri. Tað hendi,
eftir at Siumut og Atassut fyrrakvøldið samdust um
at skipa samgongu.
Samgongan millum Siumut og IA slitnaði fyrr í
vikuni, tá Hans Enoksen, landsstýrisformaður gjørdi
av at kvetta sambandið við IA. Tað hendi eftir
hvassar ábreiðslur frá IA, sum ikki vildi góðtaka, at
Siumut hevði sett nakrar av sínum limum í leiðandi
størv hjá heimastýrinum.
Nýggja samgongan sigur, at hon ætlar sær at reka
ein virknan politikk næstu fýra árini. Tann seinasta
samgongan millum Siumut og Atassut slitnaði í
oktober í fjør, eftir at ein grannskoðarafrágreiðing
hevði staðfest, at tveir landsstýrismenn høvdu nýtt
59 milliónir krónur meiri enn játtanina. Men
hesaferð fer samstarvið at halda, lovaði formaðurin
í Atassut, Augusta Salling, í gjár.
Tikin í USA
Svenska kvinnan, sum mitt í vikuni burturflutti sítt
egna barn úr einum barnagarði í býnum Vesterås,
varð tikin í USA hóskvøldið.
Svenska løgreglan bað løgregluna í øllum londum
hava eygað við kvinnuni, tí løgreglan visti ikki, um
hon kundi vera farin úr Svøríki. Tað vísti seg, at
nøkur starvsfólk í Gardermoen-floghavnini í Oslo
høvdu bitið merki í kvinnuna og barnið, tá tey vóru
farin við flogfari úr Oslo til New York. Amerikanska
løgreglan varð alt fyri eitt kunnað um málið, og í
floghavnini í New York varð kvinnan tikin.
Tann 24 ára gamlan kvinnan tók í 1999 lívið av
einum barni, sum hon júst hevði átt. Frammanundan
átti hon eina fimm ára gamla gentu, sum hon
burturflutti úr barnagarðinum og tók við sær til
USA.
Amerikanarar eru vitleysir
Kendi bretski rithøvundurin John le Carré skrivar í
einari bersøgnari grein í blaðnum The Times, at
amerikanarar eru vitleysir, og hann leggur ameri-
kansku fjølmiðlarnar undir at leggja seg á knæ fyri
Hvítu Húsunum.
Sambært John le Carré skrivar, at tað, sum
amerikanska stjórnin hevur gjørt síðani yvirgangs-
atsóknirnar tann 11. september í 2001, er verri enn
tað, sum hendi í tíðini hjá McCarthy, verri enn
álopið í Svínavíkini á Kuba og nógv verri og
vandameiri enn kríggið í Vietnam.
- Sum undir McCarthy verða øll tey rættindi, sum
heimurin hevur misunt USA, traðkað undir hæl,
skrivar tann 71 árta gamli rithøvundurin, sum
sjálvur hevur eina fortíð sum bretskur njósnari.
Hann vil vera við, at Bush-stjórnin nýtir álopini á
New York og Washington sum skálkaskjól, og at
forsetin og menn hansara í veruleikanum longu
høvdu sett sær fyri at fara í kríggj, áðrenn yvir-
gangsmenninir lupu á.
van Gogh má kannast
Tjóðlistasavnið í Oslo hevur fingið eitt heldur løgið
mál at dragast við.
Síðani 1910 hevur ein sjálvsmynd hjá tí kenda van
Gogh hingið á savninum, men fyri nøkrum døgum
síðani kom fram, at málningurin eftir øllum at døma
er ein eftirgerð. Fleiri norskir serfrøðingar siga, at
tað er neyðugt at kanna málningin, tí tað er um-
ráðandi at fáa staðfest, um van Gogh hevur málað
hann, ella um talan er um eina eftirgerð. Summir
serfrøðingar vísa á, at kendi norski listamaðurin
Edvard Munch segði seg ivast í, at van Gogh hevði
málað málningin.
Á tí stóra van Gogh-savninum í Amsterdam vilja
tey ikki gera nakra viðmerking til tey sjáldsomu
tíðindini úr Oslo. Savnið sigur tó, at har eru tey
sinnað at kanna málningin, um norska tjóðarsavnið
biður tey gera tað.
Undirtøkan fyri
norskum limaskapi í
ES veksur skjótt, og
politikarar halda, at
fólkið hevur tikið
støðu
NOREG OG ES
Árni Joensen
Seinastu tíðina hava mein-
ingakanningar í Noregi
givið eina týðiliga ábend-
ing um, at alt fleiri og fleiri
norðmenn halda, at landið
eigur at fara upp í ES.
Tann seinasta kanningin,
sum varð almannakunn-
gjørd í gjár, vísti, at 67 pro-
sent av teimum spurdu taka
undir við at fara upp í ES,
meðan 33 prosent eru
ímóti.
Í einari kanning fyri ein-
um mánað síðani svaraðu
58 prosent ja, og tá
fólkaatkvøða var um spurn-
ingin í 1994, tóku 47 pro-
sent undir við limaskap-
inum. Tann nýggja kann-
ingin vísir, at meiri enn 30
prosent av teimum, sum
atkvøddu nei fyri níggju
árum síðani, høvdu atkvøtt
ja nú.
Jan Petersen, uttanríkis-
ráðharri heldur, at fólk hava
fingið eina aðra uppfatan
av ES, og hann ivast ikki í,
at tann nýggja kanningin
gevur eina rætta mynd av
støðuni hjá fólkinum. Tað
merkir tó ikki, at stjórnin
fer at søkja um limaskap, tí
tað hava flokkarnir í sam-
gonguni fyrr avtalað.
Fleiri túsund kvinnur
og gentur vórðu
neyðtiknar og illa
viðfarnar í tí tíggju
ára langa borgara-
krígnum í Sierra
Leone
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen
-
Uppreistrarmenninir
neyðtóku kvinnur, sum
vóru við barn og kvinnur,
sum góvu bróst, og teir
noyddu menninar at hyggja
at, meðan døtur teirra
vórðu neyðtiknar. Ungir
dreingir, sum vóru millum
uppreistrarmenninar, neyð-
tóku kvinnur, sum vóru so
gamlar, at tær kundu verið
ommur teirra.
Soleiðis stendur at lesa í
einari nýggjari frágreiðing,
sum mannarættindafelags-
skapurin
Huam
Rights
Watch hevur skrivað. Frá-
greiðingin
ber
heitið
"Grætur tú, drepa vit teg".
Tann viðurkendi felags-
skapurin leggur fram ein
hóp av próvtilfari um kyns-
lig krígsbrotsverk í Sierra
Leone, og meiri enn 300
tilburðir verða neyvt um-
røddir. Í hesum førunum
hava fólk hjá Human
Rights Watch tosað við tey,
sum vóru offur fyri harð-
skapinum, og onnur, sum
vóru hjástødd, men felags-
skapurin ger vart við, at tað
finnast mong dømi, sum
ongantíð eru vorðin skrá-
sett.
- Kynsligur harðskapur er
framvegis tað fjalda krígs-
brotsverkið í Sierra Leone,
sigur
Human
Rioghts
Watch.
Frágreiðingin er óhugna-
ligur lesnaður. Fleiri túsund
kvinnur og gentur vórðu
rændar og burturfluttar og
nýttar sum kynsligir trælir
hjá uppreistrarmonnunum.
Fleiri túsund teirra vórðu
neyðtiknar, og hópneyðtøk-
ur vóru vanligar. Ágang-
urin var serliga harður
ímóti teimum ungu kvinn-
unum, men tilkomnar og
eldri kvinnur vórðu ikki
spardar.
Human Rights Watch
dylir ikki fyri, at hermenn
hjá stjórnarherinum framdu
eisini ágang ímóti kvinn-
um, og frágreiðingarnar
benda eisini á, at einstakir
hermenn úr tí friðarvarð-
veitandi herdeildini hjá ST
gjørdu seg inn á kvinnur.
Men eingin ivi er um, at
uppreistrarmenninir stóðu
fyri nógv tí størsta partin-
um av brotsverkunum.
Higartil er eingin tikin
ella skuldsettur fyri tey
kynsligu brotsverkini í
borgarakrígnum í Sierra
Leone, sum vardi frá 1991
til 2001.
Tveir menn, sum eru
skuldsettir fyri at
hava verið uppi í
bumbuatsóknini á
Bali, skulu nú greiða
løgregluni frá, hvussu
teir framdu atsóknina
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tveir menn, sum indo-
nesiska løgreglan hevur
tikið og skuldsett fyri at
hava verið uppi í teirri
ógvusligu bumbuatsóknini
á frítíðaroynni Bali í ok-
tober í fjør, komu í gjár aft-
ur til Bali. Atsóknin kostaði
næstan 200 mannalív.
Báðir menninir hava við-
gingið, at teir høvdu við
atsóknina at gera, men tað
er ikki greitt, hvønn lut teir
høvdu í henni. Kortini vil
løgreglan vera við, at annar
maðurin, Ali Imron, koyrdi
tann lítla vøruvognin, sum
fór í luftina uttan fyri eina
matstovu á Bali tann 12.
oktober. Løgreglan heldur,
at tað var hann, sum setti
vøruvognin uttan fyri mat-
stovuna.
Fyrrakvøldið vórðu Ali
Imron og hin skuldsetti
maðurin fluttir til Bali, har
løgreglan ætlar at fáa teir at
vísa, hvussu álopið varð
lagt til rættis.
Kvinnurnar offur fyri
krígsbrotsverkum
67 prosent fyri norskum
ES-limaskapi
Aftur á bumbustaðið
Indonesiska løgreglan heldur,
at tað var Ali Imron sum
setti vøruvognin við spreingi-
evninum uttan fyri mat-
stovuna á Bali. Á myndini
kemur Ali Imron aftur til
Bali
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14