leygardagur 18. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 12 - 18. januar 2003
Nr. 12 - 18. januar 2003
17
- Eg haldi, at løgmað-
ur hevur alla ábyrgd-
ina av tí, sum hendi í
tinginum, tá ið Jørgen
Niclasen umsíðir tók
seg aftur sum lands-
stýrismaður, sigur
Kjartan Joensen í
Leirvík.
Kjartan væntar
annars ikki, at hann
verður nýggjur lands-
stýrismaður hjá
Fólkaflokkinum
POLITIKKUR
Vilmund Jacobsen
- Um nakar kann sigast at
hava ábyrgdina av tí, sum
hendi í tinginum í vikuni,
so er tað løgmaður, Anfinn
Kallsberg. Hann átti longu
fyrstu dagarnar í desember
at havt avgreitt málið um
landsstýrismannin, tí eingin
hevur meira enn løgmaður
endurtikið, at jura og poli-
tikkur minni enn so altíð
kunnu samansjóðast.
Tað er Kjartan Joensen í
Leirvík, sum eigur hesi
orðini.
- Tá ið úrslitið hjá kann-
ingarstjóranum fyrilá, visti
hvør húsmóðir, hvat fór at
henda við Jørgeni, og tað
átti løgmaður eisini at
vitað.
- Løgtingið hevur sett
eina landsstýrismálanevnd,
sum hevur heimild í iva-
málum at velja sær ein
kanningarstjóra. Tí var tað
púra burtur við og frekt av
løgmanni aftaná, at úrslitið
fyrilá, at fara út í býin at
finna sær nakrar juristar,
sum vildu koma til ta
niðurstøðu, ið løgmaður
vildi hava. Juristar gera jú
tað, teir fáa pengar fyri, og
sum oftast ber til hjá teim-
um at koma til ta niður-
støðu, sum nú einaferð er
ynskilig, sigur Kjartan.
Neyvan Kjartan
Spurdur, um tað kann hugs-
ast, at hann verður eftir-
maður Jørgens, nú sessurin
sum landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
er
ó-
mannaður, sigur Kjartan, at
tað roknar hann ikki við.
Kjartan hevur annars
drúgvar royndir, bæði í
fiskivinnuni á sjógvi og á
landi, og hann hevur eisini
gjørt sínar royndir í poli-
tikki.
- Eg vænti, tað fer at taka
sína tíð hjá Fólkaflokkinum
at velja nýggjan landsstýr-
ismann, tí sum kunnugt,
hevur løgmaður altíð góða
tíð. Hann er jú ikki vanur at
skunda sær, og tað tók
honum jú ein heilan mán-
aða av avgreiða Jørgen,
sigur Kjartan Joensen í
Leirvík.
Hvør húsmóðir
visti, hvat fór at
henda við Jørgeni
- Eg trúgvi ikki, at
nakar keypir hýsu til
framleiðslu í Føroy-
um í løtuni; tískil fer
øll hýsan, sum verður
landað í Føroyum,
óvirkað av landinum,
sigur Kjartan Joensen
í Leirvík
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á fiskavirkinum hjá Kjart-
ani Joensen í Leirvík eru
tey 30-35 fólkini ikki farin
aftur til arbeiðis enn eftir, at
fólkið fór í jólafrí.
- Vit hava burtur av virk-
að hýsu til flak, men hetta
gongur ikki longur, tí tað
slepst ikki av við eitt ein-
asta kilo. Eg kenni ongan
fiskaseljara í Føroyum,
sum í løtuni sleppur av við
eitt kilo av hýsuflaki. Vit
hava tí givið okkum góðar
stundir, áðrenn lagt verður
til brots aftur. Ætlanin er at
byrja aftur í komandi viku
við framleiðslu av fløkum
úr smáum toski, sigur
Kjartan.
Meginparturin av hýsuni,
sum virkið í Leirvík fram-
leiðir, er seld til Bretlands
og ein partur til USA, men
í løtuni liggur virkið inni
við
nógvari
hýsu
á
goymslu. Útboðið er nógv
størri enn eftirspurningur-
in.
- Tað er ongantíð skila-
gott at liggja inni við ov
stórari goymslu, sum bindir
nógvan pening, men í løt-
uni er marknaðurin púrasta
mettaður fyri hýsufløk,
sigur hann.
Kinverjar
Lesur tú norsk fiskivinnu-
bløð, skilst, at ein tjóð, sum
rættiliga hevur tikið upp
kappingina við londini her
um okkara leiðir, er Kina.
Kjartan veit ikki rættiliga
at siga, um nøkur einføld
orsøk er til, at marknaðurin
fyri hýsufløkum í Bretlandi
og USA er so vánaligur í
løtuni, men hann heldur, at
kinverjar eru við til at
spreingja marknaðin.
- Kinverjar keypa frysta
hýsu frá russum, sum verð-
ur virkað í fjareystri fyri
minni pening enn her um
okkara leiðir, og tað er tor-
ført hjá okkum, sum hava
eitt dýrari framleiðslulið, at
standa okkum í kappingini.
Hann heldur ikki, at onn-
ur fjarskotin lond í sama
mun sum Kina eru við til at
trýsta hýsumarknaðin, tí
hýsan, sum bretar keypa,
verður í mestan mun fiskað
í Norðuratlantshavinum og
í Barentshavinum. Hann
veit heldur ikki um onnur
fiskasløg á marknaðinum,
sum eru komin í staðin fyri
hýsuna.
- Annars haldi eg ikki, at
torføri marknaðurin hevur
so nógv við prísin á fløkun-
um at gera. Tað er meira
tað, at marknaðurin í løtuni
totalt er mettaður í mun til
útboðið, sigur Kjartan.
Prísirnir
Hann vísir eisini á fallið í
hýsuprísunum.
- Tað er ikki langt síðan,
at hýsa, sum fór óvirkað av
landinum, varð keypt á
marknaðinum fyri einar 19,
17 og 12 krónur fyri kilo –
alt eftir støddini. Nú liggja
hesir prísir kanska á 9, 7 og
2 krónum ella minni fyri
kilo, sigur Kjartan Joensen
í Leirvík.
Slepst ikki av við
eitt einasta kilo av hýsu
- Løgmaður er ikki vanur at skunda sær. Tað tók honum ein heilan mánaða av avgreiða Jørgen
Niclasen, sum hvør húsmóðir longu tíðliga í desember visti fór at fella, sigur Kjartan Joensen í
Leirvík
Á virkinum hjá Kjartani Joensen í Leirvík fara tey nú at virka smáan tosk til flak, tí marknaðurin fyri hýsufløkum er full-
komiliga mettaður í løtuni - Vit hava ikki verið til arbeiðis á virkinum síðan fyri jól og hava givið okkum góðar stundir, sigur
Kjartan Joensen
Dagstovnurin
Mylnuhúsið fylti fýra
ár hósdagin. Fleiri
gestir komu á gátt á
stovninum, sum
byrjaði við 66
børnum í 1999. Í dag
er barnatalið komið
upp á 122
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Hanna Thøger-
sen er leiðari í Mylnuhúsin-
um. Hanna sigur, at stovn-
urin er vaksin avbera skjótt.
Børnini,
sum
eru
í
Mylnuhúsinum, eru frá
vøggustovualdri og upp til
átta ár. Á stovninum sjálv-
um, sum liggur uppi á
Brekku, eru vøggustova og
barnagarður. Útibarnagarð-
urin, Útistova, húsast úti í
Grøv
og
frítíðarskúlin,
Sornhúsið, í kjallaranum í
hølunum hjá Klaksvíkar
Húsmøðrafelag niðri við
fótbóltsvøllin. Men bæði
eru ein partur av Mylnu-
húsinum, sum í fyrstuni
hevði egnan bíðilista. Men í
dag er ein og sami listi fyri
allar stovnar og dagrøkt,
sum verður umsitin av
kommununi.
Frítíðarskúlin var tann
parturin av stovninum, sum
fekk vánaligastu undir-
tøkuna
frá
byrjan
av,
minnist Hanna. Hon sigur,
at tað vóru einans tvey børn
í skúlaaldri tá. Og tá
húsaðust tey undir sama
taki sum hini. Í dag eru tey
omanfyri seksti í tali.
- Eg haldi, at vit nøkta
tørvin á hesum økinum. Eg
veit so í øllum førum ikki
um, at nakar stendur á bíði-
lista til frítíðarskúlan, sigur
Hanna.
Sum sagt, so helt stovn-
urin fýra ára dagin, hós-
dagin, har tey bjóðaðu
systkjum og foreldrum til
bollar og kakao, te og kaffi.
Lagið var avbera gott, tá
Sosialurin kom á gátt, og
børnini søgdu, at tey høvdu
glett seg til at fáa familj-
urnar á vitjan.
Uttanfyri veittraði Merk-
ið í øllum regninum og
vindinum, men inni var
heitt og fjálgt at sita.
Mylnuhúsið hevur ikki havt
flaggstong fyrr, so hetta var
fyrstu ferð, at tað varð
flaggað fyri stovninum.
Leiðarin sigur, at ætlanin er
framyvir, at Merkið skal
veittra hvørja ferð eitt barn
á stovninum hevur føðing-
ardag. Og við 122 børnum,
so verða tað nógvir dagar,
har Merkið fer at verða
vundið á stong uttan fyri
Mylnuhúsið.
Bíðilistin minkar
Yvirhøvur er barnatalið í
barnaansingarskipanini hjá
Klaksvíkar kommunu vaks-
ið sera nógv – og serliga
seinasta árið. Hóast tað, so
standa mong framvegis á
bíðlista, men Sosialurin
frættir frá kommununi, at
listin minkar spakuliga.
Jórun Niclasen, samskip-
ari av barnaansingini, sigur,
at tað standa umleið 70
børn á bíðilista í skrivandi
stund. Tað er tað lægsta,
hann hevur verið um hesa
tíðina í fleiri ár. Hon sigur,
at talið á børnum, sum eru
komin á listan, síðani
august, er áleið tað sama
sum undanfarin ár.
Fyri framman liggur ein
útbygging á útibarnagarð-
inum, Fjallafípan, úti í
Grøv. Har kunnu væntast,
at eini 15 børn sleppa inn
afturat. Júst nær hesin
verður liðugur, veit Jórun
Niclasen ikki at siga.
Mylnuhúsið 4 ár:
Barnatalið
nærum tvífaldað
Børnini í Miðstovu høvdu glett seg
nógv til gestirnir komu
Rúni og øll hini í vøggustovuni hildu, at hetta hevði verið ein
sera hugnaligur dagur
Beiggin hjá Nataliu, Símun, var yngsti gesturin í
Mylnuhúsinum ta løtuna Sosialurin var á vitjan
Tóra var sera glað fyri bommini á bollunum, og hon vildi
eisini sleppa at flagga fyri Mylnuhúsinum
Øll fingu kakao og bollar við
bommum á. Astrid dámdi avbera
væl hesar bollarnar
C
M
Y
K
17
16