leygardagur 18. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 18. januar 2003
19
Sørvingar hava júst
vunnið seg upp á
annað plássið, men
fyri framman stendur
torførasta avbjóðing-
in av teimum øllum.
Ein dystur, sum sam-
stundis er undan-
framførsla av steypa-
finaluni
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Skal metast eftir stiga-
talvuni, so verður tað ikki
long tíð, sum sørvingar í
fyrstu atløgu fáa á silvur-
plássinum. Eftir at tað
hevur gingið sum eftir ánni
seinastu dystirnar, har teir
millum annað hava tikið
klaksvíkingar fullkomuliga
á bóli, eru sannlíkindi fyri
einum sigri í øllum førum
lítil sunnudagin.
Mótstøðuliðið er nevn-
liga ÍF, og tá talan eisini er
um dyst á útivølli, skuldi
næstan verið óneyðugt at
sagt meira. Tað er ein stað-
festing, at fuglfirðingarnir
higartil í ár hava mest sum
einaráðandi, og enn hevur
liðið mest sum ikki sýnt
tekin um veikleikar. Heldur
ikki hóast týdningarmiklir
leikarar til tíðar hava
mangla, so uppgávan hjá
sørvingum er alt annað enn
løtt.
Hinvegin er einki at dylja
yvir, at skal SÍ taka ÍF, so er
rætta løtan júst nú. Sør-
vingarnir hava í seinastu
dystunum sýnt sera gott
spæl, har teir í stóran mun
hava megnað at trýst mót-
støðuliðini. Nakað sum ÍF í
dekan ov lítlan mun hevur
roynt í ár, og sum júst tí
helst eru einastu hyggju-
ráðini móti oddaliðnum.
Hetta, so teir kunnu koma í
eina óvanda støðu.
Umframt at vera odda-
dystur, so er her eisini talan
um eitt slag av styrkisroynd
undan steypafinaluni, sum
verður júst millum hesi
bæði liðini, og sum eisini er
ein endurtøka av finalu-
dystinum frá seinasta kapp-
ingarári. Ta ferðina gjørdist
tað SÍ, sum vann dystin,
men í skrivandi løtu mugu
fuglfirðingarnir vera favo-
rittar at vinna finaluna.
Hvørt teir eisini eru tað,
tá steypafinalan skal spæl-
ast, veldst millum annað
um, hvussu tað fer at tørna
út nú sunnudagin.
Klassikari uttan bit
Hin dysturin í bestu mans-
deildini um vikuskiftið
verður í Havn, har Fleyr og
Fram hittast. Lokalupp-
gerðir plaga vanliga at vera
spennandi kostur, og so-
leiðis var eisini í mong ár
við hesum dystinum. So
seint sum í fjør stóð gull-
stríðið - sum Fram vann –
júst ímillum hesi bæði
liðini, men fyribils er hetta
tó bert søga.
Fleyr hevur eitt at kalla
spildurnýtt lið, har ungir og
óroyndir leikarar skulu
venjast við flogbólts á
hægsta føroyska støði, og
slíkt tekur sína tíð. At stiga-
talvan eisini boðar frá, at
enn hevur Fleyr einki sett
vunnið, sigur helst stóran
part av søguni í so máta.
Á pappírinum átti
Kyndil at verið besta
liðið í Havnini, men
hagtølini tala so
dundrandi ímóti
teimum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tríggir dystir skulu leikast í
bestu
kvinnudeildini
í
hondbólti. Tveir av hesum
tykjast á pappírinum at vera
dystir, har tey bæði odda-
liðini hava møguleikan at
økja um frástøðuna til
næstu liðini, og so verður
talan eisini um grannaupp-
gerð í Havn.
Oddurin er um at fara
Tá VÍF í grundspælinum
hevði sína ringastu løtu í
nærum trý ár, var byrjanin
til hetta helst dysturin á
Skála, har VÍF púrasta
óvæntað mátti taka til
takkar við einum tapi. Sam-
stundis var hetta byrjanin til
ein langan upptúr hjá StÍF,
sum eitt skifti førdi tær upp
á silvurplássið, men síðani
eru tingini kortini blivin
meira normaliserað aftur.
VÍF tykist nevnliga veru-
liga hava fingið ferð á
seinastu nógvu vikurnar, og
tí er einki at ivast í, at tær
eru stórfavorittar, tá tær
fara inn á Skála sunnu-
dagin.
Hinvegin, so hevur árið
víst, at tað ikki gongst so-
leiðis, sum fólk flest rokna
við. Umframt at tær í heyst
høvdu eina langa góða peri-
odu, so hevur StÍF eisini av
og á tikið oddaliðini á bóli,
og tað er einki at ivast í, at
tað aftur verður tað, sum
farið verður eftir.
Í Vági tykist favorittleik-
luturin meira greiður, tó at
Tjaldur nú fekk nakað av
gongd á við sigrinum á
Neistanum.
VB
tykist
nevnliga hava fótað sær
aftur, eftir at tær annars
misti størsta partin av
trivaligu leiðslunil, sum tær
høvdu eitt skifti. Munurin
til VÍF er heldur ikki meira
enn eittans stig í løtuni, og
tí eru ráðini als ikki til at
missa nakað sum helst, so
leingi sum VÍF heldur á
fram við at vinna sínar
dystir, og tí kann Tjaldur
rokna við, at uppgávan
verður meira enn trupul.
Spennandi
grannauppgerð
Seinasti dysturin í kvinnu-
deildini verður í Havn, har
grannauppgerð verður mill-
um Kyndil og Neistan. Skal
metast eftir seinastu dyst-
unum, so er einki at ivast í,
at Kyndil er greiður favo-
rittur. Ikki endiliga tí Kynd-
il hevur spælt so fantastiska
væl seinastu tíðina, men tað
tykist onkursvegna, sum
um eitt sindur meira av
stabiliteti er komið á liðið í
seinastuni. Og so hevur tað
eisini gingið av skriðjuni
hjá Neistanum seinastu
nógvu dystirnar.
Verður sæð burtur frá
sigrinum á júst Kyndli tann
15. desember, so skal
leitast aftur til 13. novemb-
er fyri at finna seinasta
sigurin, og tá tær seinasta
vikuskifti taptu fyri Tjaldri,
mundi tað vera eitt søguligt
lágmark hjá bláa kvinnu-
liðnum í høvuðsstaðnum.
Ein grannauppgerð kann
tó ikki sammetast við nak-
að annað, og í júst hesum
førinum
hevur
Neistin
seinnu árini havt eina
greiða sálarliga yvirvág.
Eina yvirvág, sum fleiri
ferðir hevur givið úrslit í
høpisleysum kyndils-avrik-
um í grannauppgerðunum,
meðan Neistin hinvegin
hava spælt við ovurstórum
sjálvsáliti. Skal hendan
ringrásin brótast, man júst
verandi støðan vera ein hin
best hugsandi hjá Kyndli,
sum í so fall av álvara kann
seta kós móti heiðurs-
merkjum. Hjá Neistanum
er hinvegin botnurin og
stríðið at koma úr hesum,
sum tað snýr seg um. Og
móti júst Kyndli síggja tær
helst sín besta møguleika at
leggja sjógv niður til Tjald-
ur.
Lokaluppgerðin
sær mest
spennandi út
Nú skulu sørvingar roynast
Seinnu árini hevur Neistin havt eitt sera gott tak á grannunum, men skal Kyndil venda hesum,
er løtan nú helst hin rætta
Tá sørvingar vitjaðu á Kambsdali tíðliga í heyst,
var eingin ivi, men hóast trupla uppgávu, so
hava seinatu dystirnir víst, at SÍ hevur okkurt at
halda vónunum fast í
19
Nr. 12 • leygardagur • 18. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Eingin nýggjur leikari
var við á føroyska
hondbóltslandsliðnu
m, sum fríggjadagin
legði leiðina til Belgia
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Leygardagin skal føroyska
A-landsliðið í manshond-
bólti spæla sín seinasta dyst
í inniverandi EM-undan-
kapping. Seinasti, tí tað er
so eingin møguleiki fyri, at
liðið vinnur seg víðari úr
kappingini, men hinvegin
tykist tað vera ein grundað
vón um, at føroyingar ikki
enda á niðasta sessinum í
bólkinum.
Dysturin á heimavølli
móti Belgia prógvaði í
øllum førum, at føroyska
liðið einki hevur at ræðast,
men hinvegin skal eingin
rokna við, at føroyingarnir
fáa nakran lættan dyst í
Belgia. Til dystin her
manglaðu mótstøðumenn-
inir Christophe Bourlet,
sum við sínum 53 dystum
er ein av royndastu leikar-
um á liðnum. Hetta tí hann
noyddist at venda við á
ferðini, tá konan skuldi
eiga.
Fleiri ivamál
Meira týdningarmikið er
kanska, at fleiri ivamál er
um okkara egnu leikarar.
Tá vit hóskvøldið royndu at
frætta, hvussu støðan var í
hópinum, var framvegis
stórur ivi um Áka Olsen og
Svein Justinussen. Áki
stríðist við ein skaða í lær-
krikanum, men roknað varð
tó við, at hann verður við í
ferðalagnum, tó at tað er
meira ivasamt, um hann fer
tikið lut í dystinum. Svein-
ur hevur ligið sjúkur við
krími alla vikuna, og seint
hóskvøldið var framvegis
ikki tikin støða til, hvørt
hann fór at verða partur av
hópinum. Og undir øllum
umstøðum kann roknast
við, at hann ikki verður so
væl fyri, sum hann undir
vanligum umstøðum er, um
hann var við í flogfarinum.
Hinvegin tykist Mortan
Hansen vera komin heilt
fyri seg, eftir at hann annars
hevði verið sjúkur undan
dystinum
móti
Belgia.
Hóast hann var við í hóp-
inum til tann dystin, so var
sjónligt, at hann ikki var
100%, og tí var spælitíðin
ógvuliga avmarkað. Og so
tykist tað mest sum sann-
líkt, at Ingi Olsen eisini
verður partur av hópinum.
Fáa tað besta fram
Í aðrar mátar tóktist lagið á
manningini tó at vera gott.
Tó at tað kundi verið talan
um trý stig í fyrra dystinum
móti Belgia, so ásanna teir
kortini, at tað eisini kundi
koppað hinvegin, og kanska
fram um alt, so sýndu leik-
ararnir, at teir stóðu saman
undir trýsti. Nú er tað tó
Belgia, sum hevur fyri-
munin av heimavølli, og tí
verur stríðshugurin kanska
betri, men alt í alt, so
skuldu útlitini fyri einum
spennandi dysti tó verið á
eini heilt góðari leið.
Skal talan gerast um før-
oyskan sigur, so er tað tó
enn einaferð neyðugt hjá
hvørjum einstøkum leik-
arar at toga tað allarbesta í
sær sjálvum fram, og so
verður eisini neyðugt at
finna aðrar skothóttanir enn
Heina Joensen fram. Mett
eftir fyrra dystinum man
lítil ivi vera um, at mót-
støðumenninir frá fyrsta
bríksli fara at hava eitt
vakið eyga við honum.
Nakað sum kanska kann
geva øðrum betri pláss. Eitt
nú Halgiri Dahl Olesen,
sum avgjørt eigur at vera
gott boð upp á sessin á
vinstra bakki, tó at hann
ikki hevði ein av sínum
bestu
døgum
seinast.
Hvussu er og ikki, so skal
stríðshamurin tó finnast
fram eina ferð enn, og at
leikararnir megna hetta,
hava teir so í øllum førum
prógvað einaferð.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
19.01
14.30
Kyndil-Neistin
19.01
14.30
StÍF-VÍF
19.01
15.00
VB-Tjaldur
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
19.01
13.00
ÍF-Dráttur
19.01
13.00
Mjølnir-TB
Meistaradeild menn
19.01
15.00
Fram-Fleyr
19.01
15.00
ÍF-SÍ
Seinasta ferðin
Sveinur Justinussen tóktist hóskvøldið vera størsta ivamálið í føroyska hópinum, og væntandi varð støða ikki tikin fyrr enn fríggjamorgunin, hvørt hann skuldi við
liðnum ella ikki
Sveinur Justinussen tóktist
hóskvøldið vera størsta
ivamálið í føroyska hópinum,
og væntandi varð støða ikki
tikin fyrr enn fríggja-
morgunin, hvørt hann skuldi
við liðnum ella ikki
C
M
Y
K
18