Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 12 - 18. januar 2003 Hondbóltsstøða 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 VB 1 1- 0 - 0 337 283 54 11 2 VÍF 1 1- 0 - 0 305 238 67 10 3 Stjørnan 1 0- 0 - 1 277 281 -4 8 4 Kyndil 0 0- 0 - 0 294 293 1 6 5 StÍF 1 0- 0 - 1 304 332 -28 6 6 Neistin 1 0- 0 - 1 259 279 -20 5 7 Tjaldur 1 1- 0 - 0 263 333 -70 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 12 10- 2 34 14 20 12 2 Mjølnir 12 9 - 3 31 12 19 11 3 TB 12 9 - 3 31 12 19 10 4 Dráttur 12 5 - 7 19 29 -10 5 5 Fleyr 13 3 - 10 12 32 -20 5 6 KÍF 13 1 - 12 8 36 -28 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 9 9 - 0 27 2 25 10 2 SÍ 10 5 - 5 17 17 0 7 3 Fram 9 5 - 4 19 14 5 6 4 Mjølnir 10 5 - 5 18 18 0 5 5 Fleyr 10 0 - 10 0 30 -30 0 Tað verður avgerandi fyri gullvónirnar hjá Mjølni, hvussu tað fer at tørna út, tá tær sunnudagin fáa vitjan av TB KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hóast tað enn er hampuliga langt eftir á mál í bestu kvinnudeildini, so er einki at ivast í, at útskiljingin er byrjað. Tey trý oddaliðini, ÍF, TB og Mjølnir, hava alt árið verið í einum flokki fyri seg, men nú er líkt til, at tað so spakuliga eisini fer at koma skilnaður millum teirra. Higartil hevur bert verið talan um tann eina innan- hýsis dystin millum liðini. Nevnliga hann har ÍF á heimavølli basti TB. Og júst hetta ger, at TB í øllum førum ikki hevur ráð at missa enn einaferð. Í so máta stendur kanska eitt sindur betri til hjá Mjølni, men hinvegin er dysturin kanska enn meira avger- andi fyri teirra viðkomandi. Hóast tær í løtuni eru á øðrum plássi í kappingini, so hevur tað bent tann vegin, at tær eru eina lítla tonn veikari enn ÍF og TB. Skal hetta mótprógvast, so skal tað helst gerast nú, meðan tær hava heimavøll, tí annars kann tað gerast sera trupult at røkka longur enn til bronsuna. Hin dysturin í kvinnu- deildini verður á Kambs- dali, har Dráttur kemur á vitjan. Á pappírinum átti talan at verið um eina yvirkomuliga uppgávu hjá ÍF. Ikki minst nú Dráttur tykist hava tað trupult í løtuni. Men hinvegin hevur júst Dráttur eina ferð fyrr í ár sett kílar í hjá ÍF, og so er spurningurin, hvørt tær á oddaliðnum lærdu nakað av teirri ferðini, ella um Dráttur enn einaferð skal ó- rógva. Sannleikans løta hjá Mjølni Unglingarnir Martin Poulsen og Olaf Berg úr Havn, stóðu seg avbera væl í siðvandu kappingini í Norra. Hinvegin gekst illa í hond hjá tveimum øðrum kendum føroyskum talvandl- itum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Føroyingar luttaka alsamt meira í altjóða kappingum. Seinastu mongu árini hava vit eitt nú altíð føroysk umboð í vælkendu kapp- ingini í Keypmannahavn, Politiken Cup, eins og úti- setar royna seg í ymiskum kappingum kring norðan- lond. Gausdal Troll Masters varð telvað í døgunum 7- 15. januar. Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg fóru allir við góðum treysti til kenda norska skístaðið í Gausdali, har talvkapping somuleiðis er á hvørjum árið. 60 telvarar luttóku, harav nakrir stórmeistarar og altjóða meistarar. Telvast skuldi tíggju umfør. Avrikini Eyðun, Martin og Olaf fylgdust allir á leið fyrstu 7-8 umførini. Tó varð tað serliga Olaf sum gjørdi bart við seg við góðum úrslitum móti telvarum við umleið 2250 ratingstigum. Martin hevði eftir átta umfør umleið væntaðu skoruna, meðan Eyðun var væl undir væntaðu skoruna, hóast sína 50 % skoru. Ólavur hevði hinvegin sína ringastu kapping í mong ár, sum hann sjálvur vil vera við. Einki bar til. 2,5 stig varð úrtøkan undan seinastu tveimum umfør- unum, og eitt ratingskrædl stóð longu á skriftuni, líka- mikið hvussu seinastu úrslit hansara blivu. Endaliga støðan: 1 GM Rozentalis 8,0 av 10 2 GM Miezis 7,5 - 18 Martin Poulsen 6,0 25 Olaf Berg 5,5 34 Eyðun Nolsøe 5,0 45 Ólavur Simonsen 4,0 Við sínum góða endaspurti við tveimum sigrum, vann Martin sær fitt av rating. Olaf var umleið 2-3 stig yvir væntaðu skoruna eftir lokna kapping (!), og hevur helst vunnið seg yvir 2100 á føroyska listanum. Al- tjóða ratingtal hansara fer somuleiðis yvirum 2100- markið. Ein sera góð kapp- ing hjá unglingunum báð- um, og eitt gott tekin um teirra venjingarstøðu undan NM fyri unglingar, sum verður í Føroyum mið- skeiðis í februar. Tíverri fyri Eyðun og Ólavur, varð hendan kapp- ing als ikki væleydnað. Serliga gekst illa í hond hjá Ólavi, sum missur um 60 stig á føroyska ratinglist- anum. Eyðun má av við umleið 40 ratingstig. Aðrar kappingar koma eftir hesa kapping, og teir vilja sjálv- sagt vinna síni ratingstig aftur skjótast gjørligt. Við teirra rutinu og eginleikum í huga, verður júst hetta neyvan nakar trupulleiki. Norska stórtalentið, 12 ára gamli Magnus Carlssen (2279 ratingstig), ognaði sær sensationelt ein IM- norm. Hann er mettur at vera størsta talentið nak- rantíð í norðanlondum, og fyrsti IM-normur hansara sum 12 ára gamalur prógv- ar sanniliga hesa meting. Magnus verður ivaleyst millum luttakararnir í NM fyri unglingar í Føroyum í februar. Gausdal Troll Masters Talv frá seinasta umfari Martin Poulsen (2244) — Stig Martinsen (2085) Gausdal Troll Masters Gausdal, Norway (10), 15.01.2003 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Rid2 Ric6 4.Rigf3 Rif6 5.e5 Rid7 6.c4 dxc4 7.Rixc4 Be7 (svartur hevur valt eitt heldur alternativt byrjanarspæl) 8.Bd3 Rib4 9.Bb1 b5 10.Ricd2 Bb7 11.Rie4 h6 12.0—0 Rid5 13.Re1 c5 (djarvur leikur, sum telduforritið Fritz 7 als ikki hóvar. Helst er ikki rætt at opna støðuna, í júst hesari støðu) 14.Rid6+ (áhugaverdur leikur. Martin hugsar ikki her um materiali, men ætlar sær at opna linjur móti konginum!) 14...Bxd6 15.exd6 Fb6 16.dxc5 Fxc5 17.Rid4 Fxd6 18.Rif5 [18.Rixb5 er hin tryggi leisturin, men sum sagt so fer Martin eftir konginum, og ikki finnum] 18...Fc6 19.Rixg7+ (ein alt ella einki leikur) 19...Kf8 20.Rixe6+ [t.d 20.Fg4 Ri7f6 21.Fg3 Fc7 og svartur hevur fyrimun] 20...fxe6 21.Ff3+ Ri7f6 22.Be4 Re8? (missur eitt týðandi tempo. Ke7 við tað sama hevði verið rætti leikur) 23.Bd2 Ke7 24.Bb4+ Kd7? (Kf7! er rætti leikur) 25.Rac1! (ein upplagdur og vinnandi leikur, eins og næsti leikur Martins er. Øll fólkini arbeiða saman um endamálið at seta svartan í mát) 25...Fa6 26.Red1! Ref8 27.Fg3 Fb6? (seinasti feilurin, sum ikki er óvæntaður, eftirsum at ein oftani leikar skeivt tá ein er undir stórum trýsti í longri tíð. Seinasti møguleiki var Rie8, sum í longdini eisini tapur vegna Fe5 og framhaldandi kongagálopi) 28.Fg7+ Ke8 29.Bg6+ Kd8 30.Fe7# sera flott endastøða við eins flottum skákmáti. Martin tók nakrar kjansir, og tað spældi avbera væl av. 1—0 C M Y K 20 Nr. 12 • leygardagur • 18. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sunleif hevur havið í høvdinum — Eingin setur spurnartekin við nógvu nýggju vørurnar, men tá ið tað snýr seg um øðrvísi tónleik, eru fólk varin og afturhaldandi, sigur Sunleif Rasmussen Lesið síðu 6 & 7 MINNISVARÐI Áki Bertholdsen Nú er ætlanin at reisa minnis- varða yvir eitt av okkara fremstu og mest umstrídddu skaldum. Tað er Poul F. Joensen, sum nú verður heiðraður við minnis- varða. Arbeiðið at gera minnisvarðan er komið rættiliga væl áleiðis og ætlanin er, at hann skal reisast einaferð í ár. Poul F., sum hann vanliga verður nevndur, var sumbingur og viðhvørt verður hann eisini nevndur hargaskaldið. Men tað var í Froðba, at hann livdi og virkaði tað mesta av ævini og tað verður eisini í Froðba, at minnis- varðin fer at standa. Tað er Lions Klubburin í Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hendan minnisvarða og sum hevur savnað inn pening til endamálið. Hetta er ein ætlan, sum hevur verið á veg leingi. Tað eru nøkur ár síðani, at stig vórðu tikin til at reisa minnisvarðan yvir Poul F, men arbeiðið var mestsum lagt stilt altíð, tá ið tað frættist, at eisini sumbingar arbeiddu fyri at reisa honum minnisvarða. Men tá ið onki hendi, tók Lions Klubburin málið uppaftur og í eini tvey, trý ár hevur verið arbeitt við at gera tað til veru- leika, sigur Leivur Nygaard, forseti hjá Lions í Suðuroy. Ein sera vakur steinur varð funnin í haganum og ógvuliga hóskandi er steinurin funnin í haganum í Sumba. Síðani er steinurin fluttur norður á Strend- ur til Árna Ziska, steinhøggara, sum ger minnisvarðan. Nordisk Metalkunst hevur stoypt eina andlitsmynd av Poul F., sum er sett á steinin. Somuleiðis skal Árni Ziska høgga tekst inn í steinin. Teksturin er eitt mergjað ørindi eftir Poul F. Komið er væl áleiðis við steininum. Men hann vigar eini fimm seks tons, so hann liggur úti. Og í regni liggur illa fyri at málað í stavirnar, sum eru høgdir inn í steinin og tí eru tað bara løtur nú í vetur, at tað er arbeiðandi. Tó er væntandi, at steinurin verður liðugur einaferð tíðliga í vár. So er eftir at fáa hann suður, men ætlanin er avgjørt at reisa minnisvarðan í ár, kanska í sambandi við jóansøkuna á Tvøroyri, sigur Leivur Nygaard. Steinurin skal standa við Sjó- gøtuna úti á Hamri í Froðba. Reisa minnisvarða yvir skaldið úr Hørg Ætlanin er nú at reisa minnisvarða yvir Poul F, sum skal standa úti í Froðba Árni Ziska, vm. og Johannus Joensen, sonur Poul F., inni á Strondum í summar, har teir hugdu eftir steininum. Johannus stendur við teirri stoyptu andlitsmyndini av hargaskaldinu, sum verður sett á minnisvarðan 21 í Sosialinum LÝSIÐ brúktum bilum við