leygardagur 18. januar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Aðrar forsíðusøgur í Sosialinum
fyri neyvt 25 árum síðani vóru,
at Torshavnar Uttanbíggjar
kommuna fer at seta á stovn dag-
røkt, og at ísfiskatrolararnir fara
eystureftir.
Blaðið greiðir frá, at postgjøld-
ini skuldu hækka 1. november í
1977. Men av tí, at eingi frímerki
við teimum virðum, ið skuldu
verða galdandi, vóru tøk, vórðu
ikki allar hækkingar settar í
gildi. At senda eitt vanligt bræv
hevði higartil kostað 1,25 krónur,
hetta skal broytast til 1,40 kr.
Sosialurin sigur eisini, at tað
kostar tað sama at senda brøv,
prentlutir, smápakkar og postkort
innanoyggja og til hini Norður-
londini. Tað er ein avtala millum
londini, at gjaldið fyri nevnda
post skal vera tað sama innan-
lands sum til onnur Norðurlond.
Esbern Midjord, postverkstjóri,
upplýsir fyri Sosialinum, at í
teimum níggju mánaðunum, sum
farnir eru av fíggjarárini (sum tá
var frá 1. apríl – 31. mars) hava
inntøkur Postverksins av post-
gjøldum verið 7,7 milliónir krón-
ur, t. v. s. at føroyingar senda
post fyri umleið 28.000 krónum
um dagin.
Dagrøkt uttanbíggja
Hendan 18. januar í 1978 skrivar
Sosialurin eisini um, at Tórs-
havnar Uttanbíggjar kommuna
(tað eru kommunurnar uttan fyri
Havnina: Argir, Hoyvík, Syðra-
dalur og Norðadalur) nú eisini
fær eina dagrøktarskipan fyri
børn í aldrinum 0-7 ár.
1. januar í 1978 var ein dag-
røktarleiðari settur, tað var
Thomasia Matras.
Sam Hansen, sum var skrivari
hjá Uttanbíggjarkommununi,
sigur við Sosialin, at roknað
verður við, at tað verða eini 30
dagrøktarpláss á Argjum og í
Hoyvík.
Eitt dagrøktarpláss kostaði tá
1.100 krónur. Av hesum rindar
staturin 40%, kommunan 30%
og foreldrini 30%.
Eg eri greið yvir, at eg eri in-
habil! Eg arbeiði jú sum sam-
skipari á nýggju føroysku rásini
hjá Televarpinum - Rás 1, sum
enn ikki er farin at senda - so
onkur fer helst at hugsa, at eg
bara skrivi hetta, tí at eg royni at
selja Televarpið, sum tann loyali
meðarbeiðarin eg jú skal vera…
Á ja, fólk mugu hugsa tað, tey
vilja, men hetta er so mín
persónliga áskoðan. Inhabil ella
ei.
Eg veit tað gott, at Televarpið
hevur havt sínar byrjunartrupul-
leikar, men eg haldi eisini, at
fleiri hava gjørt tað eitt sindur
verri, enn tað er. Tað er sum við
úlvum. Fer ein at ýla, fylgja allir
hinir eftir, og skjótt ýlur annar
harðari enn hin, til allur flokk-
urin er farin upp at gartera. Og
vit menniskju eru so innrættað,
at hava vit fyrst sett okkum
nakað í høvdið, so halda vit
treiskt fast við tað. Hatta er gott
og hatta er ringt, og eingin f...
skal koma her og sannføra meg
um nakað sum helst annað!
Tak nú digitala móttakaran -
ella set-top boksina, sum hálar
digitala signalið frá Televarpin-
um úr antennuni inn í sjónvarp-
ið, soleiðis at til ber at síggja
allar hesar nýggju sjónvarpsrásir-
nar. Tummulfingurin niðureftir -
ikki so? Ert tú eisini ein av
teimum, sum ýlur við í tummul-
fingrar-niðureftir-kórinum? Tað
er jú so ’in’ at vera ónøgdur í
dag. Jú jú, sanniliga hava trupul-
leikar verið við at fáa skipanina
at virka ordiligt. Trupulleikar, vit
einki kendu til í teim góðu,
gomlu Rás Tórshavn døgunum.
Tað skerst ikki burtur. ’Frysti-
boksin’ er hon blivin doypt á
mannamunni - og heilt við síð-
una av er tað ikki.
Men...! Eg havi sjálv havt
parabol í fleiri ár, og veitst tú
hvat? Umframt eyka trupulleikan
við stóru, óstortligu parabolini,
sum kvinkaðist av lagi hvørja
ferð nógvur vindur var (sjálvt
um menninir frá radiohandlinum
bedýraðu, at NÚ høvdu teir
skrúvað hana so fasta, at hon
vikaðist ikki aftur!) ja, so hevði
eg akkurát somu trupulleikar við
tí móttakaranum, sum hálaði
signalið úr parabolini yvir í sjón-
varpið, sum eg havi havt við hesi
nýggju ’frystiboksini’! Parabol-
boksin var ikki petti betri - hon
frysti og mátti sløkkjast og
tendrast í heilum fyri at koma
aftur í rættlag. Ræðuliga troytt-
andi, so púra vist, men hatta er
ikki nakað nýtt! Og slettis ikki
nakað eindømi fyri Televarps-
boksina.
Digital tøkni ER í heila tikið
sera viðkvom. Teldur t.d. frysta
eisini í heilum. Tað er eisini
ræðuliga troyttandi, men vit hava
líkasum vant okkum við, at hatta
er ER bara so - næstan sum ein
nátturulóg. Hava vit fyrst vant
okkum við at brúka teldu, kundu
vit ikki droymt um at valt hana
frá, bara tí hon frystir av og á.
Vit eru glaðari enn so fyri fyri-
munirnar við henni. Ofta er tað
ein forrita-trupulleiki og vit
uppgradera og uppgradera og
vóna, at ein dag verður tøknin so
framkomin, at vit heilt sleppa
undan at brestast við hesar
óluksáligu frystitrupulleikarnar.
Við vanligum teldum hava vit
lyndi til at fokusera á allar
møguleikarnar í tøknini, heldur
enn vansarnar, tí víst eru teir
spennandi - og hava kanska
eisini verið meira týðiligir at
síggja fyri sær, enn teir møgu-
leikarnir ’frystiboksin’ hevur. Ja,
tú las rætt! ’Frystiboksin’ er jú
eitt slag av teldu, og hevur eisini
í sær - eins og aðrar teldur -
fantastiskar møguleikar, sum vit
enn bara hava sæð ein pinku-
lítlan promillupart av. Møgu-
leikar fyri t.d. spennandi inter-
aktiviteti millum síggjaran og
sjónvarpið. Umframt at senda
sjónvarp, har myndirnar eru
nógv klárari enn í vanligum
sjónvørpum, fer boksin eisini at
gera tað møguligt innan stutta tíð
t.d. at spæla (føroysk framleidd)
spøl, vedda, chatta, date’a og
keypa (føroyskar) vørur via
sjónvarpið!
Hetta arbeiða vit við í løtuni at
gera veruligt á Rás 1, sum við
tíðini fer at síggjast um alt
landið, so hvørt sum útbreiðslan
av Televarpinum verður størri.
Umframt at vit helst fara at
senda lokal tíðindi úr øllum
landinum, undirhaldssendingar,
ítrótt og mangt annað spennandi
á rásini. Alt bara føroyskt tilfar!
Eg haldi tað er eitt sindur synd
fyri tey, ið lótu seg freista av at
keypa parabol, tí tey hava av-
skorið seg frá øllum hesum
spennandi serføroysku møgu-
leikunum, sum fara at koma, tá
nýggja rásin - Rás 1 - fer at
senda á Televarpinum. Spell fyri
tey, men tey vistu kanska ikki
um hetta...!?
Ja, ja - eg veit! Eg ERI in-
habil, men fá kenna teir
fantastisku framtíðarmøgu-
leikarnar við hesum betur enn
eg, og eg helt bara, at eg mátti
avdúka eitt lítið sindur av okkara
spennandi ’loyniligu’ ætlanum -
bara fyri tær, so tú veist tað!
2
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
»Frystiboksin« - hvat er fyrimunurin?
Elin Heinesen skrivar:
ÚTSØLA
Í 1988 varð fyrstu ferð skipað
fyri útsølu av føroyskum bók-
um. Bókhandlarafelagið og
Bókadeild Føroya Lærarafe-
lags skipaðu fyri og hetta var
stórhending tá. Nú vóru so
nógvar føroyskar bøkur, at til
bar at skipa fyri rimmar útsølu
við fleiri hundrað bókum.
Men tað er kortini greitt, at
føroyski bókamarknaðurin er
so mikið avmarkaður, at tað
ber ikki til at halda útsølu
hvørt ár. Tí er føroysk bóka-
útsøla bara 3. hvørt ár og
bøkurnar, ið verða seldar á
útsølu, skulu í minsta lagi vera
3 ára gamlar. Tá ið tær hava
verið á tveimum útsølum,
sleppa tær ikki við aftur.
Nú er so aftur bókaútsøla á
skránni í døgunum 26. mars til
3. mai. Bókadeild Føroya
Lærarafelags sendir í hesum
døgum bræv til øll forløg, har
boðað verður frá hesum og
greitt verður frá treytunum at
sleppa upp í part. Lýsing
verður eisini sett í bløðini, so
fólk, ið kanska eiga bøkur,
sum stigtakararnir ikki vita
um, kunnu gera vart við seg.
Stór útsøluavís verður
prentað og send í øll hús í
landinum nakrar dagar, áðrenn
útsølan byrjar. So kunnu fólk í
frið og náðum kunna seg við
útsølubøkurnar.
Stóra skipaða várútsølan av
føroyskum bókum í mars
Stóra bókaútsølan, sum er triðja hvørt ár, verður í
døgunum 26. mars til 3. mai 2003
Postgjøld og dagrøktarskipan
Høvuðssøgan hjá Sosialinum 18. januar í 1978, sum var ein
mikudagur, var, at postgjøldini hækka
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
3
SANGFERÐ
Edvard Joensen
Tjørnuvík: Tjørnuvíksfólk
syngja Kingo. Sum tey einastu í
heiminum. Og tí fara tey til Dan-
markar á páskum at syngja
gomlu Kingoløgini fyri dønum,
sum hátíðarhalda, at tað eru liðin
300 ár síðan Thomas Kingo
doyði.
– Som den gyldne sol frem-
bryder, syngja tey trý tjørnuvíks-
fólkini, sum eru komin í kirkjuna
við okkum at vísa og lata okkum
hoyra, hvat tað er, tjørnuvíksfólk
fara til Danmarkar at syngja á
páskum.
– Tað virkar eitt sindur óveru-
ligt, at vit, sum bara eru ama-
tørar úr eini bygd við færri enn
70 fólkum, skulu vera boðin av
Keypmannahavnar biskuppi til
Danmarkar at syngja á staðnum,
har Kingo virkaði og doyði. Tað
fer at hava árin á nógv av teim-
um eldru fólkunum, sum eru við
í bólkinum, sigur ein av fyrireik-
arunum og sangarunum, Asbjørn
Djurhuus í Tjørnuvík.
Tey siga í Tjørnuvík, at tað
man vera fyrrverandi prestur
teirra, Martin Restorff Jacobsen,
sum mestsum hevur spunnið
hetta í. Hann er áhugaður í tí
sangi, sum har verður sungin og
spyr javnan eftir, hvussu gongur,
sigur Asbjørn Djurhuus. Hann
hevði vist sæð í Kristeligt Dag-
blad, at hetta hátíðarhaldið skuldi
vera í Danmark.
– Eg havi hann mistonktan
fyri at hava ein fingur við í spæl-
inum, nú biskuppurin í Keyp-
mannahavn hevur boðið okkum
við.
Tað kostar nakað av peningi at
gera eina slíka ferð, og søkt er
eisini um stuðul, ymsastaðni frá,
siga tey í Tjørnuvík.
Men vónir eru fyri, halda tey,
at tað fer at bera til at fíggja hesa
ferðina. Farið verður við flogfari
úr Føroyum til Billund tann 14.
apríl, og komið verður so aftur
tann 22. sum er triði páskadagur.
Umframt at sungið verður í
Fraugde á Fyn, har Thomas
Kingo búðu seinastu ár síni,
veður eisini vitjað í Samuels-
kirkjuni í Keypmannahavn, har
onkur framførsla eisini verður.
Har er tað føroyska kirkjuliðið
við Bergi Jacobsen sum presti,
sum er vertur, siga tjørnuvíking-
arnir.
Tey leggja skrá í Tjørnuvík í
hesum døgum. Hon verður nokk
ikki so long, halda tey. Men so
mikið, at tað fer at bera til at
geva dønum eina hilling á,
hvussu gamli sálmasongurin
helst hevur ljóðað í Danmark
eisini á døgum Kingo eini
hundrað ár eftir trúbótina.
Í dag meta tey, at tað er gamli,
gregorianski sangurin, sum mest
líkist kingosanginum í Tjørnu-
vík.
Tað hevur ikki altíð verið líka
lætt at sungið Kingo ella fyri
tann skuld at lisið lestur heldur í
føroyskum kirkjum í gomlum
døgum, veit ein av sangarunum,
Jens Jensen, at siga. Hann vísir
okkum eina lestrarbók hjá
Brockmann og eina sálmabók
hjá Kingo, sum báðar eru
prentaðar við gotiskum stavum.
Sálmabókin hjá Kingo letur
einki vera tilvildarligt. Sálmarnir
eru settir upp soleiðis, at
viðmerkt er ikki bara hvønn dag,
teir skulu syngjast. Nei, eisini
nær í sjálvari guðstænastuni, teir
skulu verða sungnir. Fyri ella
eftir prædiku, fyri at eingin ivi
skal vera.
– Nú veit eg ikki, hvussu tey
hava skilt hetta fyrr, sigur Jens,
men hjá okkum var tað ov
torført. Vit hava tí skrivað teir
sálmarnar av, vit ætla at syngja,
soleiðis at vit nú hava teir á
nútíðarskrift.
Ver glað mín sál og hevja ljóm
Á páskum fara gott 20 tjørnuvíksfólk til Danmarkar at syngja Kingo. Tey fara
at luttaka í hátíðarhaldi, sum hildið verður í Danmark alt ár í sambandi við,
at 300 ár eru liðin, síðan sálmaskaldið Thomas Kingo doyði
Jens Jensen, Tórhild Magnussen og Asbjørn Djurhuus eru millum teirra, sum fyrireika ferðina til Danmarkar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
23
22