leygardagur 18. januar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Tað vóru teoretikarar, ið fyri-
hildu seg til ídnaðarkollvelting-
ina, sum skaptu hugtøkini um
miðdeplar og útjaðarar. Onkur
meinar, at tað vóru hesir, ið
lærdu ella vandu okkum við at
hugsa soleiðis, at øll lond hava
týðandi ídnaðarøki og hin partin,
ið skuldi útvega rávørur. Henda
leið skapti urbaniseringina, tí
modernaða lønarbeiðið varð
miðsavnað.
Tað sama hendi í Føroyum, at
bygdir sum Klaksvík, Fugla-
fjørður og Tvøroyri vuksu við
eini øgiligari ferð, meðan út-
oyggjar og smábygdir um allar
Føroyar minkaðu í fólkatali og
nærum avtoftaðust. Býurin vann,
bygdin tapti í hesum tíðarinnar
leiki. Sentrum vann og útjaðarin
tapti. Torført er enn í hesum
tíðum við alnót og øðrum hent-
leikum at fáa fólk at vilja búgva
og arbeiða í smáum bygdum, tí
gerast randarøki ikki kappingar-
før.
Sjálvandi hava vit skapt hug-
tøkini um sentrum og periferi, og
vónandi er tað gjørligt at kt-ser-
føðingar fara at búseta seg í
Fugloy alt árið, men tað er enn
ólukksáliga langt frá hesi
"visión" og fagrari ástøði til
veruleikan. Politiskt, økonomiskt
og mentunarligt vald eru, fyrr
sum nú, miðsavnað í høvuðs-
støðum. Á einum størri skala eru
randarøki sum Føroyar ikki tey
sum fáa part í einum brølandi
moderniteti og modernaðari
menning, sum vit hava í Berlin,
Paris, London og New York.
Standandi frammanfyri hesum
kunnu vit her í Føroyum og tey
sum sita í Norðurlandaráðnum
gráta okkara søltu tár.
Frá avvísing til hvussu skal
eg bera meg at?
Mín tulking ber ikki brá av
folklorisering og setir ikki at
hálova hesum, at vit eru fjarskot-
in, at vinnuvegir okkara eru alt
ov tengdir at náttúrutilfeinginum.
Tí vit standa yvir fyri eini fjøld,
ið er lokaliserað, samstundis sum
hon er bundin av siðum. Vit eru
fyri eini 80-90 árum síðani farin
út um tað lokala og rurala og tá
gjørdust vit ein modernað
fiskivinnu- og veiðumentan.
Men í dag er neyðugt at fara
víðari, at tora at orða nakað av
hesum, sum kemur inn á okkum,
tí alheims rák boða økta:
• einstaklingagerð
• modernitet
• globalisering
Tað hjálpir ikki at vísa øllum
hesum frá sær, og at venda tí
bakið. Neyðugt er, at vit læra
okkum at síggja realistiskt at
støðu okkara, har fávitskut og
lítilsverd hálovan av øllum ser-
føroyskum støðgar og vit tora at
seta spurningar, so
sum hvat gera vit
við hetta? National-
romantikkur má
víkja fyri realismu,
myta og folkori-
sering fyri skynsemi.
Tí spurningurin er,
hvussu varðveita vit
nakað av siðum okk-
ara uttan at steingja
nýhugsan úti?
Hvussu rógva vit
mótvegis einum
øktum modernaðum
samstarvi við
Norðurlond, Europa
og øllum heiminum?
Og hvussu tryggja
vit okkum, at útjað-
arar, sum hann vit
liva í, ikki skal sigla
vandasjógv, kanska
eini 10-15 ár aftan
fyri tey stóru londini
í Europa.
Allar loysnir eiga at taka fram
viðurskiftini millum elituna og
fólkið, tí vit her í Norðurlondum
hava enn tað til felag, at vit ikki
vilja selja vælferð okkara. Í hes-
um tíðum, har vitan gerst ein
vøra, meiri enn fyrr, kann tað
enda við, at bert tey ríku koma at
fáa góðar og dýrar útbúgvingar
frá Harward, Oxford og slíkum
støðum. Tað er gleðiligt at lesa
bókina: "Coping Strategies in the
North - Local Practices in the
context of global restructuring"
frá 1998. Har samfelagsgransk-
arar, sum Gestur Hovgaard og
aðrir royna at svara júst hesum
spurningum.
Modernitetur
Heimsmyndin, sum ídnaðarkoll-
veltingin skapti, var modernitet-
urin, ella hetta hugtak innan
samfelagsgransking og hugvís-
indi og við økta samskiftinum í
dag er á ein hátt gjørligt at hava
veruligar visiónir um at tunt
fólkað øki kunnu vera við í
kappingini. Í hesi bók tekur
granskarin Jørgen Ole Bæren-
holdt (RUC) til, at peningur og
førleikar eru illa býttir, har
regiónir og útjaðarar eru fyri
vanbýti - har tey sum vinna fram
er u altjóða feløg og ein elita, ið
býr í stórbýum. Her koma nýggj
mørk millum fólk, enntá frá
sama samfelag, tí vitan er ikki
deild javnt. Gestur Hovgaard
hevur eina áhugaverda grein, har
hann byggir á ymiska ástøði m.a.
um globalisering, har hann
siterar Reich, ið tosar um hetta at
kunna velja, hvar man vil liva, ið
ikki øll kunnu. At velja stað, er
tað ið er gjørligt hjá eini elitu av
symbol analytikarum. Hesi eru
ikki territorial og handla á einum
globalu leikpalli. Hetta er ikki
tað sama sum at siga at lokal-
samfeløg eru støð fyri taparar.
Sosiologi
Taka vit fyrst sosiologisku
brillurnar á høvdið, so er føroysk
mentan - millum siðir og al-
tjóðagerð. Anthony Giddens helt
fyri í 1991 um munin á siðum og
tí modernaða, er at
»Siðir samskipa okkara felags
minni (…) Allir siðir hava
verndarar, ið tulka og umsita
siðirnar (…) Modernaða
samfelagið er ikki statiskt, men
dynamiskt, ikki siðbundið, men
refleksivt og modernað…«
Jørgen Knudsen í Danmark tók
eisini til:
»Samfelagið áðrenn tað
modernaða var statiskt, snævurt,
trongskygt og afturlatið, serliga
tí so fá tosaðu fremmand mál,
men mest av øllum tí at gamlir
siðir hava havt so ovurhonds
stórt vald (…)Tjóðskaparligir
samleikar fremja ikki trygg-
leikan, men eina ógvusliga og
vreiða dreymasjón um tryggleika
(…)«
Tað modernaða menniskjað er
bæði mobilt geografiskt og
sosialt, men ikki
minst er tað æviga
refleksivt. Giddens
tekur til, at nærum
einki er givið av sær
sjálvum í dag. Vit
noyðast at endur-
skapa meiningar
allan dagin í einum
post-siðbundnum
samfelag, ið skapar
ein nýggjan
refleksivitet og brúk
er fyri einum
nýggjum formi fyri
intimiteti. Thomas
Ziehe heldur fyri, at
serliga ung fólk hava
mist evni til nær-
leika og meining, í
einum samfelag sum
kanska er "post-
ektað." Vanlig virði
kunnu ikki brúkast,
og enn ikki er tað
gjørligt at gera upp við vanlig
virði, tí tað gjørdu foreldrini,
hetta meinar hann kann leiða til
ekstremismu og fundamental-
istiskar submentanir.
Føroyar millum
modernitet og siðir
Moderniteturin er fullur av
mobiliteti, rørslu og møguleik-
um. Ein útlendskur eygleiðari
ferðaðist í Føroyum herfyri, og
niðurstøðan hjá viðkomandi um
føroyska nútíðarmentan var, at
tað var sum um føroysk mentan
meiri enn aðrar staðir í Norður-
londum var í broyting. Gamlir
siðir og sosial mynstur tyktust
vera í uppbroti, og fólk heldur
óttafull, ivandi ótrygg um siðir
og lívsstíl. Serliga góð dømi eru
t.d. brúðarsiðir fyrr og nú. Hetta
er nakað sum søguprofessarin og
fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli
Joensen arbeiðir við og hevur
tosað um í útvarpinum.
Baumann helt herfyri, at leit-
anin eftir einum endaligum sam-
leika, er sum ein leitan eftir
einum knaga, har vit kunnu
hanga ótta okkara á. Ein leitan
eftir einum føstum felagsskapi í
eini flótandi verð er ein aftur-
søgn. Áhugi føroyinga savnast í
størri mun í hesum døgum um
hvørji vit eru? Hvat vit skulu
gera? Moderniteturin tykist seyra
inn ígjøgnum hvørja sprekku og
vit eru í vanda fyri at gerast
ovurrefleksiv eina løtu. Og hin-
vegin fastlæsa vit mangan eina
serliga løggilda almenna útgávu
av »føroyskari mentan«. Men vit
føroyingar eru hvørki eins, ella í
eini statiskari javnvág. Føroyar
eru sum øll lond fylt við stórum
mótsetningum, sum øll onnur
lond (til alla lukku) eisini eru.
Okkum nýtist ikki at ræðast, at
vit eru ymisk. Vit hava sum øll
lond í heiminum í dag eitt heitt
og mangan snarsint kjak um nýtt
og gamalt, um siðaarv og sið-
venju mótvegis tí modernaða.
Felagsskapir
Broytingin frá tí siðbundna til
tað modernaða er ikki bert eitt
hissini ella fyribils stríð, tí hetta
slag av andsøgn ímillum siðir og
tað modernaða er eitt støðugt og
varandi eyðkenni við samfelag-
num í dag. Orsøkin til hetta er, at
ymiskir partar av mentanini
broytast við ymiskari ferð. Okk-
urt vil altíð vera eldri enn okkurt
annað, sum vit mangan enda við
at tilnevna »upprunaligt« og
siðbundið. Skjótu broytingarnar í
heiminum, í samfelagnum og í
vanliga lívinum hjá okkum
øllum skapa eina mentanarliga
mótreaktión, ið kann bera brá av
eini ávísari afturtrá. Hetta er
mest sjónligt í serligu jagstranini
eftir tí upprunaliga, eftir rein-
leika ella onkrum, ið er serliga
gamalt. At fyrihalda seg til
globaliseringina er at skapa eina
refleksiva tilvitan hjá tí einstaka
um nýggj sløg av viðurskiftum,
eisini millum fólk sum heild.
Mátar at virka kunnu vera at
hetta endar sum ein søga um at
verja borg móti árinum, og leita
fram okkara tjóðarsamleika sum
brynju og okkurt upprunaligt,
gerast vit veik. Ein slík leitan er
- sum norski antropologurin
Thomas Hylland Eriksen heldur
argandi rópar - ein modernað
leitan, ið ber brá av aftursøkking.
Á henda hátt kann ein heil ment-
an enda sum eitt stórt forn-
Nakrar visiónir fyri norðurlenskt samstarv
í framtíðini í sambandi við at
Norðurlandaráðið fyllir fimti ár
- Um viðurskifti millum størru londini og útnorður
í einum altjóðagjørdum heimi, sæð í sosiologiskum høpi.
Fyrilestur hildin í fyri Norrønafelagnum í Norðurlandahúsinum 20. oktober 2002.
Triði og seinasti partur
minnis- og tjóðminnissavn, og
ein slík gongd er ikki mennandi,
men er í longdini ósamanhang-
andi og ofta mangan beinleiðis
skaðilig. Og tá ið tað essentiella
ella tað veruliga føroyska er
funnið, er tað ikki upprunaligt
meira, tí tá gera vit tað til eina
traditión ella ein sið, ið vit frysta
fastan og oyðileggja sum part av
eini livandi mentan, sum ikki
kann endurskapa seg sjálva.
Slíkar »myndir« av mentanini
eru sum »stillmyndir« av tí
óupprunaliga og deyða, tá vit
hugsa um, at mentan má vera
livandi og virkin. Ein deyð
mentan er ikki mentan, men
søga.
Typiskt føroyskt
Áðrenn vit kunnu gera okkum
vónir um at dagføra okkara
norðurlendska samstarv, eiga vit
at royna at svara spurninginum
um, hvat er »typiskt føroyskt« -
áðrenn vit fara til nýggju
Norðuratlandsbryggjuna at sýna
fram mentan okkara og útnorður-
samleika okkara. Men her má
einki endaligt svar finnast. Altíð
leggur manningin seg á annað
borðið, at dragsa útlendskt góðs
innanborða, til hugtakið um eina
reina føroyska tjóðarskútu fer til
botns lastað vil alskyns kendari
og ókendari mentanardýrd. Hug-
takið um »tað føroyska« sjálvt
vísir ikki aftur á ella refererar til
nakað ítøkiligt, nakran lut ella
ávísan grip uttan fyri hugtakið
sjálvt. Soleiðis eru kjak um før-
oyska mentan tað, sum í seinasta
enda »skapar« mentanina, ið bert
finst, tí fólk eru samd um, at
mentanin finst, í einum ávísum
hami, inntil vit eru samd um
okkurt annað.
Um nakað er »typiskt før-
oyskt«, so er tað, at vit eru
ómetaliga upptikin av hvørji vit
eru, av samleika og mangan eini
vónleysari og høpisleysari leitan
eftir hvørji vit »veruliga« eru
einaferð med alla. Ein orsøk til,
at mentalívið kann gerast nalva-
skoðandi í útnorði, er at man vil
vera pereferi, vil hava ein for-
fjónaðan samleika og ikki vil
velja at bjóða heiminum innum.
Betri enn at gráta, er at tora at
hyggja veruleikan í eyguni. Eg
haldi ikki, at føroyingar, íslend-
ingar ella grønlendingar fáa nak-
að burtur úr at byggja pakkhus,
teir fáa einki úr at møtast, um tað
bert er fyri at staðfesta teirra
anti-modernitet og hatur til alt
modernað. Tey ungu koma helst
ikki við allíkaval, - tey ferðast til
New York og Berlin, meðan øll
elitan av professionellum
nordistum sita og kóla sum høna
yvir eggi, meðan heimurin fer
brølandi framvið. Um hetta við
Bryggjuni í Keypmannahavn vil
eg ikki siga meiri enn sitera
Thomas Hylland Eriksen:
»Um mentan er tað sama sum
folklorisering og romantisering
av einari kámari mystiskari
fortíð, savnkendum ritualum og
yvirgangskendum goyggi um
mark og reinleika, so er upp á
tíðina at berjast fyri mentanar-
loysinum.«
Tá vit tosa so flott um eina
"aðra" heimsmynd í útnorði, er
hetta ein heimsmynd, ið kann
vera heldur idealiserað,
ómodernað. Henda heimsmynd
hálovar náttúruni og grundleggj-
andi elementir sum vatn, eldur
o.s.fv. Men tað er ein mátt, ein
anakronistiskur longsul eftir
heimstaðinum aftan fyri, eftir at
gera Føroyar til eitt bygdar-
museeum.
Konklusión
Mín visión er ein visión, ið læn-
ur bæði frá Goethe, sum tosaði
um, at vit her í lívinum eru
noydd at tora at doyggja fyri at
broytast, annars gerast vit syrgnir
gestir á hesi jørð. Hetta sum
Ovid eisini helt fyri. Soleiðis at
vit:
-
Menna ein samleika, har man
skapar felagsskapir og norð-
urlendskt samstarv, sum klár-
ar at skapa nýggj sløg av
sosialari menning, sum kann
fáa endarnar at røkka saman
millum lokaliserandi streym-
in og tað post-siðbundna
globaliseraða menniskja.
-
At vit sum í søguni eru opin
fyri umheiminum, og ikki
verja okkum mótvegis ES,
alheiminum, Europa ella
nøkrum øðrum.
-
Eg ræðist ikki globalisering-
ina, heldur at vit koma at
ignorera hana, gloyma hana
og missa hesar møguleikar av
hondum. At vit í samstarvi og
serliga í útnorði, ikki upp-
byggja eitt heimstaðarglori-
fiserandi defensorat, ið há-
lovar tí folkloristiska og
ómodernaða.
-
Tí sjálvandi kann útjaðarin
gerast eitt hugkveikjandi
element í Miðeuropa, men
hetta skal byggja á opinleika
mótvegis umheiminum, og at
vit fáast við at viðgera og
seta orð á árinini globali-
seringin hevur.
-
Neyðugt er at skapa eina
javnvág og ein sosialan
stabilitet, sjálvt um vit eru
mitt í eini broyting (stability
within change).
Føroyingurin gekk risafet móti
framtíðini, tá Norðurlandahúsið
lat upp. Tað næsta risafetið
trúgvi eg, um eg skal spáa eina
dagføring av Norðurlandahúsin-
um, at um eini 20 til 40 ár er
hesin stovnur broyttur til eitt
Europa og alheimsmentanarhús í
Føroyum, Íslandi og í Grønlandi
fyri at geva okkum útjaðarafólk-
um ein feril av, hvat gongur fyri
seg í hesum øki. Ein veldig út-
gáva, ið hevur flog, sum meiri
hevur flogið av Europa av al-
heimi her í Føroyum.
Eg vil enda við orðunum hjá
Piet Hein, har hann sigur um
Norðurlond í yrkingini: Åbent
for verdens vinde, ella
"Opið fyri heimsins vindum.
Liggur tú ljósa land.
Jørðin, er heimstaður tín.
Fevn hana har tú kanst.
Heimurin hevur eingin mark.
Sjálvt ert tú bert ein klangur
ið tónar við í øllum
mannaheimsins sangi"
Her eru Norðurlond og helst
eisini útjaðarar ljós lond, har
jørðin er heimstaðurin vit eiga at
fevna, tí heimunin hevur eingin
mark - tí sjálvi tóna vit við í
øllum sanginum hjá øllum
menniskjum.
Bøkur:
Coping Strategies in the North -
Local Practices in the context of
global restructuring. 1998.
Nostalgi og Sensationer -
Folkloristisk perspektiv på
Mediekulturen. (red.Torunn
Selberg). 1995.
Kultur på Färöarna. Notiser,
Bidragsfördeling. Statens
kulturråd. Tidsskrift. Nr. 1-2
1991.
Nationella identiteter i Norden -
ett fullbordat projekt? (red.
Anders Linde-laursen & jan Oluf
Nilsson. 1991.
Frantz Wendt: "Cooperation in
the Nordic Countries. 1981.
Steffan Carlén: At ställa ut
kultur - om kulturhistorisk
utställningar under 100 år. 1990.
Samarbebete Nordisk Styrka.
Nordisk Minsierråd. 2002.
(faldari).
Oppet för världens vindar.
Nordisk Ministerråd. 2002.
Nordisk Samarbjdsorgan -
Institutions of Nordic
Cooperation. 2002
(www.norden.org)
Mitt i havet, Mitt i Norden -
Nordens Institut på Åland 10 år.
1995
Gør Norden synlig! - En
håndbog om at informere.
Nordisk Råd og Ministerråd.
2002.
Rapport fra kulturkonferansen -
Nordisk kultur - Nå eller aldri.
Åbo Finland 27-29 nov. 1992.
Frihetens Källa - Nordens
betydelse för Europa. en antologi
(red. Svenolof Karlsson).
Nordisk Råd, 1992.
Edward Said: »Intellectual Exile
- Expatriates and Marginalse«.
1993
Pierre Bourdieu: »Texter om de
intellektuella«. 1992
Zygmunt Baumann: Globali-
sering - De menneskelige
konsekvenser. 1999.
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
5
C
M
Y
K
25
24