leygardagur 18. januar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓNASKALD
Eyðun Klakstein
Sunleif sær ikki havið.
Virðislønta tónaskaldið býr á
Norðasta Horni, og úr arbeiðsr-
úmi sínum sær hann grøn fjøll,
bláan himmal og litføgur hús.
Men hann sær ikki havið, sum
hevur so nógv at siga fyri føroy-
ingar, og sum Sunleif eisini hev-
ur fingið íblástur frá — millum
annað til symfoniina Oceanic
Days.
— Tað hevur einki at siga, at
eg ikki síggi út á sjógv her, sum
eg búgvi. Eg brúki hugflogið, tað
hevur størri týdning, sigur hann.
Sunleif Rasmussen hevur
skrivað tað, sum hann kallar
nútímans tónleik, í meira enn 20
ár, og millum fleiri virðislønir er
tónleikavirðislønin hjá Norður-
landaráðnum tann størsta viður-
kenningin av hansara tónleiki.
— Eg haldi, at tónleikur skal
gerast í samstarvi millum tann
konstruktiva og tann innovativa
partin av heilanum. Eg hugsi
nógv um tónleikin, áðrenn eg
skrivi hann, men onkuntíð kemur
eisini okkurt spontant. Tað skal
bara ikki ganga út yvir mítt upp-
runaliga hugskot við verkinum.
Sunleif Rasmussen hevur
sjálvur spælt nógv jazztónleik,
og hann heldur, at improvisatión
er í lagi.
— Men jazztónleikur hoyrir
heima í nútíðini. Skalt tú gera
tónleik, sum skal halda í nógv ár,
skalt tú hugsa um allar lutir og
gongdina í verkinum.
Brendi nótarnar
Fyri nøkrum árum síðani fann
Sunleif Rasmussen eina rúgvu av
gomlum pappírum á ovasta lofti
hjá foreldrum sínum heima á
Sandi. Í pappírsrúgvuni vóru 25
løg, sum hann skrivaði sum
unglingi.
— Eg keypti eitt orgul fyri
konfirmatiónspengarnar, og við
eitt sindur av hjálp frá ommu
míni lærdi eg meg at lesa nótar.
Eg byrjaði at skriva løg sum 14
ára gamal, greiðir hann frá.
Gomlu og gloymdu løgini
fingu ikki Sunleif Rasmussen at
leypa upp frá í ovfarakæti. Hann
stakk eitt lag í lumman, og rest-
ina tveitti hann í eldin. Logarnar
ótu hvønn ein tóna, og ungdóms-
ins tónleikur hvarv sum ljóðleys-
ur roykur yvir heimbygdini.
— Eg kundi ikki brúka gomlu
løgini til nakað, og eg vildi ikki,
at nakar skuldi finna tey seinni.
So eg beindi fyri teimum. Eina
lagið, sum eg tók við mær, havi
eg síðani brúkt sum grundarlag
til ein kórsats, og tað er tað
einasta, sum eg havi eftir av
teimum fyrstu løgunum, eg
skrivaði.
Sangskattur sum dna
Tá Sunleif Rasmussen fór á tón-
leikaháskúla í Noregi í 1978, fór
hann av álvara at skriva nútímans
tónleik.
— Grundarlagið undir mínum
6
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
Sunleif hevur
havið í høvdinum
— Fólk góðtaka fyrilitarleyst alla tøkniliga framgongd. Eingin setur
av álvara spurnartekin við tær nógvu nýggju vørurnar, men tá ið tað
snýr seg um tónleik, sum ljóðar øðrvísi, so eru fólk varin og
afturhaldandi, sigur Sunleif Rasmussen
– Eg eri fegin um, at tónleikurin hjá mær verður viðurkendur, men virðislønirnar eru einki mál í sær sjálvum. Mítt mál er at skriva tónleik, sum eg ikki havi hoyrt áður, eg søki tað nýggja, og eg
skrivi meira til tónleikararnar, sum skulu spæla, heldur enn til fólkið, sum skal lurta, sigur Sunleif Rasmussen
Mynd: Tom Laursen
tónleiki var í fyrstuni Beethoven,
og tað sum eg annars hevði hoyrt
í føroyska útvarpinum. Í Noregi
hoyrdi eg fyrstu ferð tónleik hjá
Stravinski, og tað var eitt slag av
opinbering fyri meg. Eg var hug-
tikin av tí rútmisku orkuni í tón-
leikinum hjá honum, sum byggir
á gamlan russiskan fólkatónleik,
sigur Sunleif.
— Eg byrji ofta kompositión-
irnar hjá mær í gamla føroyska
fólkatónleikinum, men tað kann
eingin hoyra í lidna verkinum.
Eg kann til dømis taka ein gaml-
an sálm, toga hann sundur og
brúka annan hvønn tóna ella
kanska speglvenda lagnum. Eg
brúki tann gamla føroyska tón-
leikin sum dna til mín tónleik.
Hann er har, men hann kann ikki
hoyrast ella síggjast, greiðir
Sunleif frá.
Symfoni við avbjóðingum
41 ára gamli Sunleif Rasmussen
kom í tað fína selskapið, tá hann
í farna ári fekk Norðurlendsku
Tónleikavirðislønina, sum er
størsta norðurlendska virðisløn-
in, ein komponistur kann fáa fyri
eitt verk. Virðislønin varð latin
fyri Oceanic Days, sum er ein
symfoni.
— Eg fekk hugskotið til hetta
verkið gjøgnum yrkingina, Det
er endnu en af disse oceaniske
dage, hjá William Heinesen. Hon
snýr seg um, hvussu menniskja
er forgeingiligt samanborið við
ta stóru náttúrumegina.
Tað var neyðugt við neyvum
fyrireikingum, tá ið symfoniin
skuldi frumframførast av ís-
lendska symfoniorskestinum í
Norðurlandahúsinum. Hugskotið
við verkinum er, at áhoyrararnir
skulu verða umgyrdir av tónleiki
frá øllum síðum. Fólk skulu vera
sum eina oyggjaflokkur mitt í
havinum.
— Stóra uppgávan var at
syrgja fyri, at øll fóru at hoyra
sama verk, líkamikið hvar í sal-
inum tey sótu. Eg var noyddur at
skriva eitt lítið petti um aftur,
men annars bar til at gjøgnum-
føra mítt hugskot við verkinum,
sigur Sunleif.
Norðurlendska virðislønin
hevur havt við sær nógva umtalu
av Sunleif Rasmussen, og hann
er vorðin ein nógv umbiðin
komponistur.
— Eg eri næstan tikin á bóli
av øllum fyrispurningunum um
at skriva verk og av innbjóðing-
um til tónleikafestivalar kring
heimin. Nú verði eg noyddur at
siga nei til fleiri umbønir um
verk ella biða fólk bíða í fýra ár,
tí eg havi ovmikið at gera.
Føroyingar vilja ikki lurta
Ein stórur partur av Føroya fólki
vendir deyva oyrað til tónleikin
hjá Sunleif Rasmussen. Verkini
verða mett at vera innviklað og
trupul at lurta eftir, og tey flestu
vilja ikki so frægt sum geva
tónleikinum ein møguleika.
— Vit liva í eini ómetaliga
grunnari tíð. Fólk hava ikki tíð
ella hug at fordjúpa seg í nakað.
Alt skal ganga skjótt við sms-
boðum, telduposti og nógvum
sjónvarpsrásum. Í eini slíkari tíð
hevur tónleikurin hjá mær tað
trupult. Hann krevur av fólki, at
tey royna at liva seg inn í hann
fyri at skilja og uppliva hann,
heldur Sunleif Rasmussen.
— Fólk góðtaka fyrilitarleyst
alla tøkniliga framgongd. Eingin
setur av álvara spurnartekin við
tær nógvu nýggju vørurnar, men
tá ið tað snýr seg um tónleik,
sum ljóðar øðrvísi, so eru fólk
varin og afturhaldandi. Kanska
er orsøkin, at tónleikur ávirkar
fólk metafysiskt, og tí hava tey
ikki so lætt við at taka nýggjan
tónleik til sín.
Sunleif Rasmussen vil vera
við, at hann ikki skrivar tónleik
við síni samtíð ella eftirtíð í
huga.
— Eysturríkski komponisturin
Schønberg merkti fyrst í 1900-
talinum, at fólk høvdu ilt við at
lurta eftir tónleikinum hjá hon-
um. Tá segði hann, at fólk um
hundrað ár fóru at bríksla løgini
hjá honum. Men tað ger eingin í
dag. Tí er tað eingin trygd fyri,
at mín tónleikur verður meira
virðismettur av eftirtíðini, bara tí
samtíðin ikki dámar hann.
Sunleif vil ikki geva sítt boð
upp á, hvat eftirtíðin fer at halda
um hansara tónleik.
— Men eg havi so í øllum
førum nøkur løg, sum kunnu
bríkslast. Tað hevði Schønberg
ikki, sigur hann við einum for-
herðaðum smíli.
Sín egni dómari
Sunleif Rasmussen hevur fyri
langari tíð síðani gjørt av, hvat
hann vil brúka lívið hjá sær til.
— Eg havi vígt lívið til tón-
leikin. Skalt tú brúka ein stóran
part av tínum lívi til at sita einsa-
mallur og skriva tónleik, mást tú
veruliga hava viljan til at gera
tað. Og tað havi eg framvegis,
sigur hann.
— Eg eri fegin um, at tónleik-
urin hjá mær verður viðurkendur,
men virðislønirnar eru einki mál
í sær sjálvum. Mítt mál er at
skriva tónleik, sum eg ikki havi
hoyrt áður, eg søki tað nýggja,
og eg skrivi meira til tónleikar-
arnar, sum skulu spæla, heldur
enn til fólkið, sum skal lurta.
Sunleif heldur, tað vera um-
ráðandi at hugsa um tónleikarar-
nar, tá ið verkini verða skrivað.
— Eg eri tann endaligi dóm-
arin hjá mínum tónleiki. Tað er
ikki sum í einum rockbólki, har
tónleikararnir kunnu kjakast um
hugskot og gera nakað í felag.
Eg skrivi mín tónleik eina og
aleina. Og eitt kann eg vissa øll
um, gert tú ikki eitt gott arbeiði
við tónleikinum hjá tær, so finna
tónleikararnir í stundini út av tí,
og so verður tú ikki biðin aftur,
sigur Sunleif.
Landið og tónleikurin
Fyri einum ári síðani flutti Sun-
leif Rasmussen heim til Føroya,
eftir at hann hevði búð í Dan-
mark í 13 ár.
— Eg eri ein kosmopolittur,
og tað kann næstan gera tað
sama fyri meg, hvar eg eri, tá ið
eg skal skriva tónleik. Men tær
føroysku traditiónirnar hava
nógv at siga fyri meg
— fiskur og fuglur, flettingin
og grindadrápið. Tað er sum at
missa annan armin, tá ið tú ikki
kanst verða við í øllum hesum.
Sunleif vil ikki samanlíkna sín
tónleik við nakran annan før-
oyskan tónleik, og hann heldur
ikki, at hann skrivar nakað, sum
kann kallast føroyskur tónleikur.
— Eg skal tó ikki nokta fyri,
at landafrøðin ávirkar tónleikin.
Sjálvandi havi eg fingið íblástur
úr tí landinum, har eg eri vaksin
upp, og har eg búgvi nú.
Og har Sunleif nú býr, er ikki
sama stað, sum hann vaks upp.
Fyrr sá hann havið úr heiminum,
tað ger hann ikki longur.
Men tað er stuttur vegur av
Norðasta Horni til høvuðsstaðin,
og tá ið hann annars hevur brúk
fyri at síggja havið, hevur hann
tað í høvdinum, har størsti part-
urin av arbeiðnum við tónleik-
inum gongur fyri seg.
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
7
Sunleif Rasmussen
Føddur 19. mars 1961. Vaks
upp heima á Sandi, men
flutti í 1978 til Havnar at
búgva. Búði í Danmark í
árunum frá 1988 til 2001. Nú
býr hann á Norðasta Horni.
Giftur við Jóannu Johansen,
sum er tónleikalærari.
Útbúgving frá Kgl Danske
Musikkonservatiorium í
Keypmannahavn í 1995.
Fekk í 1992 Sonning-virðis-
lønina fyri ungar kompon-
istar. Fekk í 1992 virðisløn
frá felagnum hjá donskum
tónaskøldum. Fekk í 1997
eitt trý ára arbeiðslegat frá
Statens Kunstfond. Varð
heiðraður við Tónleikavirðis-
løn Norðurlandaráðsins í
2002.
Verk hjá Sunleifi verða
spæld kring alt Europa, í
USA og í næstum eisini í
Japan.
Næsta stóra uppgávan er at
skriva tónleikin til fyrstu
føroysku operuna.
– Eg havi vígt lívið til tónleikin,
sigur Sunleif Rasmussen
Mynd: Tom Laursen
C
M
Y
K
27
26