leygardagur 18. januar 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 18. januar 2003
29
FERÐAFRÁSØGN
Rógvi Johansen
Fyrri partur
Eg møtti konu mínari í Århus í
ár 2000, og ikki langa tíð eftir, at
vit høvdu møtt hvønn annan,
gjørdu vit av at vit skuldu giftast.
Vit vórðu vígd í Århus tann 7 / 7
- 2000. Eingin brúðarferð bleiv
hjá okkum beinanvegin, tí annan
dagin eftir brúdleypið fór eg
heim til Føroyar at luttaka í
súkklukappingini "Kring Før-
oyar", sum eg vann. Eg var og
eri framvegis rættiliga bundin av
mínum ítrótti sum er súkkling, tí
hevur okkara brúðarferð drigið
út, men nú er so long tíð gingin
síðan vit giftust, at skuldi tað
verða nøkur brúðarferð hjá
okkum, ja so skuldi tað verða nú
og soleiðis bleiv eisini.
Kona mín, sum eitur Gøj og
eg, høvdu fyri langari tíð síðani
gjørt avtalu um, at tá ið vit eina-
ferð skuldu á okkara brúðarferð,
skuldi leiðin ganga til Thailands
og tá skuldu vit giftast enn eina-
ferð, hesu ferð á rættan thai-
lendskan hátt.
Tað hevði ómetaliga stóran
týdning fyri Gøj. Hon er sum
flestir íbúgvar í Thailandi budd-
ist, og hjá einari thailendskari
kvinnu hevur tað stóran týdning
at verða gift í templi og at fáa
vælsignilsi frá munkunum,
familju og vinum har. Eg játtaði
sjálvsagt øllum hesum. Eg helt
eisini, at hetta fór at verða
spennandi og eitt stórt upplivilsi
fyri meg, tí var eg rættiliga
spentur til hesa ferð og eg bleiv
ikki skuffaður. Tvørturímóti,
hetta hevur helst verið eitt tað
størsta og besta upplivilsið í lívi
mínum.
Áðrenn vit fóru avstað, hevði
eg roynt so gott sum eg nú
einaferð hevði møguleika fyri, at
seta meg inn í viðurskiftini í
Thailandi. Tað, sum eg legði
mest merki til, var hetta útsagn-
ið: "Og so smílast thailendarar
altíð so nógv", "teir eru so glaðir
og lukkuligur allatíðina, sjálvt
tey fátæku og tey prostitueraðu
smílast. Man verður so glaður av
at vera í Thailandi." "Hesar
útsagnirnar og aðrar líknandi
havi eg hoyrt frá fólki, sum hava
ferðast í Thailandi. Tað passar
eisini fínt við ta mynd, sum
Thailand ynskir at geva sær
sjálvum í t.d. ferðafólkatilfari -
the land of smiles.
Tað er fyri ein stóran part satt,
men trúgv ikki, at thailendarar
ganga runt og smílast alla tíðina
og eru "evigt lykkelige". Tað eru
teir hóast alt ikki. Teir hava
akkurát og helst fleiri trupul-
leikar enn vit hava í okkara
gerandisdegi. Men tað thai-
lendska smílið upplivir tú alla-
staðni, tey eru eitt sera fólkaligt
fólkaslag. Eitt menniskja, sum
smílist ella flennir, er í Thailandi
eitt positivt menniskja. Ein per-
sónur, sum flennir ríkiliga nógv,
má vera lukkiligur. Hetta halda
thailendarar. Men innast inni vita
tey eisini væl, at nógv bert brúka
gaman fyri at gloyma tann
ómilda dagligdagin, sum fyri
nógv teir flestu thailendarar er
rímiliga harður.
Ferðin Kastrup / London /
Bangkok
Ferðin til Bangkok
Vit høvdu lagt ferðina soleiðis til
rættis, at fráferðin var frá
Kastrup við British Airways til
London. Hendan ferðin tók 1 1/2
tíma. Síðani fóru vit víðari til
Bangkok í Thailandi við einum
australskum felagi, sum eitur
Quantas Air. Hesin flogtúrurin
tók uml. 11 tímar. Sjálvt um
flogfarið er sera gott útgjørt og
tænastan er av besta slag, undir-
hald er til ferðafólkið allan túrin,
er tað kortini leingi at sita í ein-
um flogfari.
Komin til Bangkok, var mest
sum øll familjan hjá konu mínari
møtt upp. Tey vóru sera spent at
síggja "falang", soleiðis kalla
thailendarar ein europeara, ella
einum sum líkist einum vestur-
lendingi.
Familjan hevði leigað ein
lítlan buss, soleiðis, at pláss var
fyri øllum og sjálvandi eisini
okkum, og okkara viðføri, sum
ikki var heilt lítið.
Eftir, at øll høvdu heilsað upp
á okkum, gekk leiðin "heimeftir"
til Pakchungchai, har vit skuldu
búgva.
Vit koyrdu eftir motorvegi
allan vegin. Pakchungchai liggur
tætt við Nakola Ratachima. Við
sínum uml. 3 milliónum íbúgv-
um er hann næst størsti býur í
Thailandi.
Ferðslan í Asia er rættiliga
hættislig og í Thailandi er einki
undantak. Tað er rættiliga
undrunarvert, at har ikki henda
fleiri ferðsluóhapp, tí ferðslan er
ræðulig. Nógv tvíhjólað akfør
koyra á motorvegnum. Tað er
ikki tað ringasta, men tá tey
koma koyrandi ímóti ferðsluni,
er tað rættiliga vandamikið. Tað
kann eisini henda, at onkur bilur
kemur koyrandi mótvegis ferðsl-
uni á motorvegnum.
Føðingardagurin hjá
Konginum
04.12.02
5. desember er føðingardagurin
hjá konginum í Thailandi. Nú-
verandi kongurin í Thailandi
eitur kong Bumiphol (Rama IX).
Hann er sera væl umtóktur og
hevur stóra virðing hjá øllum
thailendarum.
Føðingardagurin verður hildin
um alt landið. Allar almennar
skrivstovur o.l. eru stongdar,
somuleiðis eru peningarstovnar
o.l. eisini stongdir. Sjónvarps-
rásirnar senda allan dagin ymiskt
um kongin og tjóðsangurin er at
hoyra.
Vegirnir eru pyntaðir við vøkr-
um blómum og stórum myndum
av konginum. Ein er ongantíð í
iva um hvønn týdning kongurin
hevur fyri ein thailendara, og eitt
skal mann hava í huga um man
er staddur í Thailandi, og tað er
ongantíð at gera gjøldur burtur
úr konginum og familju hansara.
Tað særir thailendarar.
Løgreglan, vápin og
korruptión
Winchester Pump Gun, Barretta,
Smith & Wesson o.s.f. Alt hetta
ljóðar einamest sum ein partur
av einari vápnagoymslu úr einum
gangstarafilmi, men soleiðis er
tað ikki.
Eg fekk loyvi at síggja vápna-
goymsluna hjá einum thai-
lendskum løgreglumanni. Um
man hevur áhuga fyri vápnum,
so var hetta eitt satt upplivilsi.
Tað vápnið sum eg var rættiliga
errin av at standa við í hondini,
var ein væl løddur, Barretta USA
Corp 9mm, við 15 skotum.
Revolvarin var blankur og vakur
á at líta. Fyrstu ferð løgreglu-
maðurin vísti mær hann, sýndi
hann mær eisini, hvussu man tók
magazinið úr og hvussu man tók
revolvaran sundur. Eg minnist
enn tá hann setti hann saman.
Tað seinasta, sum hann gjørdi,
var at halda revolvaran í aðrari
hondini, meðan hann við hinari
hondini smekkaði magazinið upp
í skaftið á honum. Hetta fekk
hárini at reisast um allan kroppin
á mær. Eg hugsaði um, hvat fyri
eitt ræðuligt vápn hann nú stóð
við í hondini, og eg stóð beint
undir liðini á honum.
Hann greiddi mær frá, at hann
var tann einasti løgreglumaðurin
í hesum býnum, sum hevði eitt
slíkt vápn. Tá eg spurdi hann,
hví løgreglumenninir í Thailandi
hava so ymiskar revolvarar,
greiddi hann mær frá, at flest
allir løgreglumenn eiga sjálvir
sínu vápn, og tí vóru tey so
ymisk.
Ein løgreglumaður kann tó fáa
ein revolvara frá politistøðini,
men so skal hann hvønn dag eftir
arbeiðstíð liggja á politistøðini,
men um man sjálvur eigur sítt
vápn, kann man taka tað við
heim og tað vilja teir flestu.
Tað er eisini ein annar trupul-
leiki um man hevur sítt vápn frá
8
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
Brúðarferð
- og eygleiðingar úr Thailandi
Rógvi og Gøj á brúdleypsdegnum
Ferðafrágreiðing frá brúðarferð
Rógva Johansen.
- Høvuðsdenturin verður sjálvandi lagdur á
fyrireikingarnar til okkara brúðarvígslu og
sjálva brúðarvígsluna og tey ritualir sum hoyra
til eina slíka.
Eg komi inn á ymiskt annað, sum eg haldi er
áhugavert og spennandi. Væl vitandi um, at
kostnaðarstøðið í Thailand ikki á nakran hátt
kann sammetast við okkara, komi eg hóast alt
við nøkrum samanlíkningum, tí tað er sera
áhugavert eftir mínum tykki at fáa eina føling
við, hvussu ómetaliga nógv man kann fáa fyri -
í okkara verð lítlan pening. Eisini komi eg eitt
sindur inn á politiið. Korruptión er als ikki eitt
ókent fyribrigdi har, og thailendska politiið
hevur eisini ein heilt øðrvísi hátt at hava og
handfara vápn, enn vit kenna um okkara leiðir.
Kongurin í Thailandi er óivað tann mest virdi
persónurin í landinum, hann og kongahúsið
komi eg eisini eitt sindur inn á.
Fakta
politistøðini, greiddi løgreglu-
maðurin frá. Um vápnið á ein
ella annan hátt bleiv burtur, so
skuldi man sjálvur endurgjalda
tað og man hefti eisini sjálvur
fyri tann skaða, sum tað burtur-
mista vápnið møguliga kundi
elva til.
Seinni beyð hann mær innar.
"Eg vil vísa tær mínu vápn,"
segði hann. Eg fylgdi sera spent-
ur við honum. Fyrst kom hann
við einum Smith & Wesson 357,
hann kundi løðast við 6 skotum.
Revolvarin var blankur og sera
penur á at líta.
Hann hevði eisini ein Sturm
Ruger & co soutport govn. USA
38 m 5 shot.
Ein Tauru Brasil 38 m 5 shot
Ein lítlan blankan Brauning 7.65
mm.
2 Colt Automatic caliber 45 6
shot.
Til seinast kom hann fram við
einum Winchester Pump Gun 5
shot. Hetta er eitt vápn, sum man
sær í nærum øllum gangstara-
filmum. Tað var ein serlig kensla
at standa við hesum vápni og
fyri ikki gloyma at royna tað. Og
hóast ongar patrónir vóru í,
kundi eg lætt ímynda mær,
hvussu tað ljóðaði, tá man skeyt
við tí og trekti Winchestarin upp
aftur. Man nærum hoyrdi, hvussu
tær tómu patrónirnar fullu niður
á gólvið, og eg hugsaði enn
einaferð, at hetta er eitt sera
vandamikið vápn!
Løgreglumaðurin vildi sera
fegin avmyndast. Hann var
motorsúkkluløgreglumaður og
koyrdi á einari Kavazaki-motor-
súkklu. Eg fekk hann at taka sín
Baretta USA Corp 9mm. upp úr
hylstrinum, og posera eitt sindur
fyri mær. Hetta gjørdi hann við
gleði.
Eg fekk hann at standa júst
sum eg vildi. Eg valdi at hann
skuldi standa við vápninum, eins
og hann skuldi til at skjóta við tí.
Eg stillaði meg so tætt at revolv-
aranum, sum eg tordi, og tað var
rættiliga tætt helt eg sjálvur.
Havast skal í huga, at revolvarin
var løddur við 15 stk. 9mm.
skotum, so eg var als ikki so
tryggur við hesa støðu.
Mutur og korruptión eru
vanligt í Thailandi og í nógv
størri mun enn vit kenna til á
okkara leiðum. Til dømis standa
løgreglumenninir og stegða fólki
á motorsúkklum. Tey verða
vanliga stegðað tí at tey koyra
uttan hjálm og hetta sýnist í
fyrstu atløgu eisini at vera í lagi.
Men tá so løgreglumaðurin skal
skriva bótina, kann viðkomandi
sum verður stegðaður, velja um
hann vil gjalda bótina beinan-
vegin og tá sleppa bíligari, ella
hann vil gjalda seinni og gjalda
væl meira. Sum oftast velja tey
at gjalda beinanvegin og tá er
ikki óvanligt, at løgreglumenn-
inir stinga peningin beinleiðis í
egnan lumma. Tað kann blíva til
heilt fitt av peningi, tí tað er eitt
ótal av motorsúkklum, scootar-
um og knallertir í Thailandi.
Eisini kann man við mutri
hava sítt egna lottospæl. Hetta
spæl brúkar tey somu tøl sum tað
nationala lottospælið, at ein uttan
trupulleikar kann dríva eitt slíkt
lottospæl. Tað fyrigongur á tann
hátt, at man skal mutra ein
politist, sum síðani mutrar sín
leiðara og síðani kann man
ótarnaður hava eitt lottospæl
koyrandi, væl at merkja um man
yvirheldur sínar avtalur við
politiið og teir fáa sína pening.
Ferðslan
Ferðslan er rættiliga hættislig
fyri ein, sum er vanur at td.
koyra í Danmark. Í Thailandi
koyra tey í vinstru síðu eins og í
Onglandi, men tað er ikki tað,
sum ger ferðsluna ræðuliga. Tað
er heldur tað, at mest sum eingin
tekur ferðslureglurnar í álvara.
Men løgið nokk so gongur
ferðslan alíkavæl glíðandi. Ikki
er óvanligt, at man møtir einum
bili ella motorsúkklu, sum koyrir
ímóti ferðsluni á einum motor-
vegi.
Tað er eisini stuttligt at síggja
teir nógvu gomlu bilar, sum
koyra har. Ikki tí, at tað bert eru
gamlir bilar, tí har eru so sanni-
liga eisini nógvir flottir og dýrir
bilar, men eg legði til merkis, at
teir bilar sum vóru gamlir, vóru
sera gamlir. Ein dagin møtti eg
einum "gøtukryds" av einum bili.
Aftasti partur av bilinum var ein
Ford Consul og fremra helvtin
var ein Ford Cortina. Annars so
koyra nógvir av teimum gomlu
Toyota, Datsun og Mazda bilum,
sum vit kenna frá seinast í
60unum og fyrst í 70unum.
Bussar og hýruvognar eru
nógvir av. Teir lítlu trý hjólaðu
tuk-tuk hýruvognarnir, sum eru
knallert Taxa, og tær trý hjólaðu
súkklutaxa. Tað eru óivað tað
sum vit kenna best frá Thailandi.
Eg royndi eisini hesu bæði
akførini og tað er eitt upplivilsi,
og so er tað eisini stuttligt at
koyra við teimum, umframt
eisini ein frálíkur og bíligur
háttur at ferðast frá punkt A til
punkt B uppá.
Eg royndi eisini at koyra í
einum rættiligum modernaðum
bussi. Leiðin gekk frá Korat til
Bangkok, ein túrur uppá 3 tímar.
Man situr væl í hesum bussum.
Tann, sum vit vóru við, var ein
Merzedes bussur. Man føldi seg
beinanvegin væl í hesum bussi.
Illa nokk var mann komin inn at
sita, tá ein stewardessa kom við
teppum til okkum, soleiðis at
mann kundi fáa sær ein blund.
Seinni kom hon við køkum og
einari Coca Cola. Síðani kom
hon tvær ferðir við vatni og stutt
innan at vit komu til Bangkok,
kom hon við einari Coca Cola og
einum vátservietti.
Ein slíkur ferðaseðil báðar
vegir kostar uml. kr. 30,- so ikki
kann sigast, at tað var kostnaðar-
mikið at ferðast við bussi í
Thailandi og tænastan var í
serklassa.
Torgið og sølubúðir
Í Thailandi vinna nógv sína dag-
ligu føði við at selja suppu,
grønmeti, kjøt og annað. Hendan
sølan fer sum oftast fram á
einum torgi ella á gøtuni, har tey
selja sína vøru frá einum vogni.
Hesin vognur er ofta innrættaður
við størsta umhugsni, og tí sera
væl innrættaður. Asiatar eru
kendir fyri at duga sera væl at
innrætta seg og eisini at pakka
ymisk ting niður. Hetta sá eg
eisini, tá kona mín pakkaði
okkara kuffert. Har vart einki av
tilvild.
Ein slíkur arbeiðsdagur hjá
einum gøtuseljara er sum oftast
langur. Er man morgunseljari,
byrjar ein slíkur dagur ofta kl.
03.00 um morgunin og hann
endar uml. kl. 15.00. Eftur tað
byrjar gerandisdagurin við at
passa børn og líknandi. Eg legði
til merkis, at tey vóru sera aktiv
og man sá tey ymisku andlitini,
mest sum døgnið runt. Ein av
myndunum hjá sýnir ein av
hesum sølubúðum. Vognurin er
innrættaður soleiðis, at barnið
hjá sølukvinnuni kann sova undir
vogninum.
Í Thailandi keypa tey flestu
lidnan mat frá sølubúðum. Ein
thailendari etur sum oftast rís
bæði morgun, middag og á
kvøldi. Sjálvandi eta tey ikki bert
rís, men rís er altíð ein partur av
máltíðunum. Eg elski suppur, rís
og annars thailendskan mat og tí
var hetta eitt satt paradís fyri
meg. Var man svangur, var
ongantíð langt til eina sølubúð,
bert nakrar fáar metrar, og ein
máltíð kostaði sjáldan meira enn
uml. 4-5 krónir. Eg tosaði við ein
thailendskan mann og hann
greiddi frá, at ein thailendari
kundi liva gott í ein dag, fyri bert
hvat svarar til 1 $, okkurt uml.
kr. 7.
Brúðarklæðir
06.12.02
Tað er sera heitt, uml. 32°, men
tað er turrur hiti, so tað merkist
ikki so óbehageligt. Vit fara út
fyri at hyggja eftir brúðarklæð-
um. Vit fara mannsterk avstað.
Mamma Gøj veit um eitt gott
stað, har man kann fáa brúðar-
klæðir. Vit koma til staðið, sum
er eitt sera snotiligt stað.
Eg eri eftir hondini komin á
lagi við at vera fólkaligur á thai-
lendskum, so eg/vit fara úr skó-
num, áðrenn vit fara inn í handil-
in og ganga tí berføtt inni. Alt er
skínandi reint, gólvið er gjørt úr
hvítum marmorflísum.
Eisini skal man "Waia", tað er
mátin sum tey heilsa uppá hvønn
annan í Thailandi. Man "Wai’ar"
við at halda báðar hendurnar
saman og lyfta tær upp, til tær
eru uml. miðskeiðis við nøsina.
Tað er kortini eingin ávísur máti
fyri hetta og mátarnir at Waia eru
mangir. Tað er eitt sindur torført
at finna út av, nær man skal Waia
og til hvønn, men hesum finnur
man rættiliga skjótt út av.
Vit verða sera væl viðfarin
inni í handlinum. Gøj fær tvær
kvinnur at hjálpa sær, og ein
maður kemur at hjálpa mær, og
so er bara at standa "model".
Ætlanin var, at eg skuldi í svart-
an smoking, men skjótt er greitt,
at tað er ikki tað, sum skal latast
í. Eg skal í hvítan smoking, og
eg haldi eisini, at tað er tað sum
er mest hóskandi á hesum
leiðum.
Gøj verður latin í ymiskar
kjólar. Tey seyma sjálv kjólarnar
í handlinum. Kvinnan, sum eigur
handilin, er við okkum alla tíð-
ina, men hon seymar alla tíðina.
Hóast tað megnar hon at tosa við
okkum og vísa okkum tey ym-
isku sniðini av kjólum, sum tey
hava har.
Gøj finnur ein sera penan og
fittan off-hvítan kjóla. Eg helt
eisini, at hann hóskaði væl til
hana. Fyrr í dag vóru vit úti fyri
at bíleggja innbjóðingarkort. Her
var mannagongdin tann sama, úr
skónum og Wai heilsa, síðani
vóru vit boðin at sessast, og
síðani bleiv tosað aftur og fram
um, hvat slag av innbjóðingar-
kortum, vit kundi hugsað okkum.
Vit funnu tað, sum hóskaði best
og kundu avheinta tey dagin
aftur.
Nógv hóvasták verður gjørt burtur úr at velja røttu ringarnar
Brúðgómurin verður gjørdur klárur til stóra dagin
Framhald á síðu 10
C
M
Y
K
29
28