leygardagur 18. januar 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 18. januar 2003
31
10
Sosialurin Nr. 12 - 18. januar 2003
Ringarnir
Seinni í dag fingu vit vitjan av
gullsmiðinum. Hann hevði eitt
breitt úrval av brúðarringum við.
Vit vóru samd um at velja okk-
um ringar, gjørdir úr hvítagulli
við innlagdum gulli í. Hesar
ringar hevði hann ikki við.
Vanliga hevði hann teir heldur
ikki, so hesar ringar ger gull-
smiðurin sjálvur. Hann kemur
við teimum um einar 5 dagar.
Gull-kvaliteturin her í
Thailandi verður ikki roknaður á
sama hátt, sum eg kenni hann frá
tí vestliga heiminum. Okkara
ringar eru 1 bat, eitt bat er 15,2
gram! ella sagt á ein annan hátt,
okkara ringar eru 18 karat
hvítgull.
Av útsjónd sá gullsmiðurin
rættiliga "dýrur" út. Hann kom
sjálvur annar á vitjan í einum
flottum BMW við navni á
nummarspjøldrunum, ringum við
diamantum á fingrunum, og urið
var prýtt við diamantum. Tað
sama var pennurin, sum hann
hevði í bringulummanum, so fínt
var tað í øllum førum, og tey
høvdu koyrt 35 km fyri at vitja
okkum. Tað er hvat man kallar
persónlig "betjening".
Hotellið
02.12.07
Ætlanin fyri dagin í dag er, at vit
skulu vitja Hotellið, har brúd-
leypið skal vera. Aftur her verður
"høflighed" sett í hásæti. Kvinn-
an, sum hevur við okkara tiltak
at gera, verður boðsend. Hon
kemur berandi við tveimum stór-
um tjúkkum bókum, har av tann
eina er gylt.
Vit verða boðin at sessast.
Stutt eftir hetta kemur ein tænari
við ísvatni til okkum. Ísvatnið
verður "serverað" á tann hátt, at
tænarin leggur seg niður á knæ
og kemur síðani yvir til okkara
borð við vatninum.
Vit tosa við kvinnuna um, hvat
fyri rættir vit ynskja okkum. Vit
ynskja at hava kinesiskan mat.
Sodavatn og leskidrykkir syrgir
hotellið fyri, men vín og sterkari
drykkir fáa vit loyvi at koma við
sjálv. Hotellið vil síðani taka sær
av at servera tað.
Vit velja sjálv, hvussu veitslu-
hølini skulu prýast. Í Thailandi
eru tey sera bergtikin av sterkum
og litríkum litum. Vit velja eina
ljósareyða bakgrund við ymisk-
um pynti. Vit kunnu sjálvi velja
tekstin, sum skal standa í
bakgrundini.
Fyri uml. kr. 100, - eyka er
møguleiki at fáa ein ísstoypning
av ymiskum figurum. Vit velja
svana. Við í tilboðnum er ein
yvirnátting í einari luxus-suite.
Vit verða boðin upp á ovastu
hædd, har tann eksklusivi
parturin av suitum er "Eksklusiv
floor", og fáa høvið at síggja
okkara suitu,. Og har er avgjørt
einki at fílast at.
Frisør
02.12.08
Ná, í dag kom so dagurin, tá eg
skal klippast. Vit fara við motor-
súkkluni og koyra til eina klippu-
stovu, sum ikki liggur so langt
frá, har vit búgva.
Hóast fólk bíðað, slapp eg
framat beinanvegin. Eg føldi
meg eitt sindur illa, men eg havi
lært, at tað skal man ikki, tí so er
man óhøfligur.
Eg verði boðin at sessast, stór-
ur ómaki verður gjørdur burturúr
at fyribyrgja, at eg ikki fái hár
niður millum troyggjuna og
hálsin. Hetta er óivað nakað, sum
vit flest hava trupulleikar av og
sigast skal, at hetta er fyrstu ferð
í lívi mínum, at eg ikki havi
fingið eitt einasta hár niður í
troyggjuna.
Síðani verði eg puddraður
rundt hárkantarnir. So fer hár-
fríðkan í gongd. Sigast skal, at
eg altíð eri sera stuttkliptur, so
ikki er so nógv at gera av um
man hugsar um hársnið, men
hóast alt, so verður stórur ómaki
gjørdur burtur mínum hári og av
og á kemur barberknívurin eisini
í brúk.
Tá hárfríðkan er liðug við hár
mítt, verða oyruni og nøsin
kannað fyri hár, og tey sum
funnin verða, verða klipt burtur.
Síðani verður stólurin snaraður á
og eg verði lagdur niður, nú skal
eg rakast "barberast". Eg verði
varisliga smurdur inn í barber-
skúm. Tað verður smurt á við
einum fingri og ikki við kusti.
Hetta er sum alt annað sera
makligt.
So verður byrjað við barber-
ingini og eftir tað fáa nakkahár-
ini o.s.f. ein túr. Alt við ógvu-
ligari róligari hond. Tá hon er
liðug við hetta, verði eg masser-
aður í nakkanum, hárbotninum
og pannuni og so verði eg
smurdur inn við barberluktilsi,
sum er vundið upp í ein stóran
mjúkan klút og spakuliga smurt
inn í andlit mítt.
Konklusiónin av hesari vitjan
er, at hetta so avgjørt var eitt
upplivilsi. Eg føldi meg sum ein
nýggjan mann og kostnaðurin
uppá uml. kr. 12,- má sigast at
vera sera bíligt.
Framhald komandi
leygardag
Runt um allan heim eru
trupulleikar við rúsandi evn-
um. Eisini í okkara lítla,
friðarliga landi hava vit ymisk
sløg av rúsandi evnum og ikki
er trupult at fáa fatur á teim-
um, um ein hevur hug til tess.
Hetta er eisini ein ógvuliga
stórur trupulleiki í Onglandi.
Ein trupulleiki, ið einans vind-
ur upp á seg. Her eru ógvuliga
nógv ymisk sløg at fáa, bæði
sterk sum minni sterk og
mangan koma nýggj sløg av
rúsevnum á marknaðin. Eitt
tað nýggjasta og eitt ógvuliga
væl umtókt rúsevni er "The
rape pill" — neyðtøku-
tablettin. Neyðtøkutablettin er
eitt ógvuliga farligt evni, ið
sum oftast verður nýtt í nátt-
klubbum. Tablettin er mest
nýtt av mannfólkum, ið ynskja
sær eitt konufólk, sum ein
ivaleyst skilur av navninum á
rúsevninum.
Neyðtøkutablettin er ein
blandingur av ymiskum rús-
evnum og styrkin av tablettini
er tískil eisini ymisk. Mein-
ingin við hesari farligu tablett-
ini er tann, at fólk, ið fáa
hana, blíva í ørviti, nærmast
missa vitið og eru ikki klár
yvir, hvat ið hendir rundan um
tey. Sum sagt verður neyð-
tøkutablettin sum oftast nýtt í
náttklubbum. Nógv ung, bæði
konufólk sum mannfólk leita
sær í náttklubbar fyri at dansa
og fyri at hugna sær saman
við teirra vinum, men tíverri
eru tað onnur, ið koma fyri
aðrar orsøkir. Mannfólk, ið
hava tablettina, fara inn í
náttklubbar fyri at neyðtaka.
Teir ganga runt, møguliga
dansa eitt sindur og leita eftir
einum offri. Tá ið gentan er
funnin, halda teir eyga við
henni og tá ið hon hevur ein
drykk, lirka teir spakuliga eina
tablett í teirra drykk. Stutt
eftir blívur henda neyðars
genta í ørviti og er løtt at taka
útum fyri síðani at verða
neyðtikin.
Hetta er hent fyri nógv ung í
Onglandi. Tað eru ikki einans
gentur, ið eru offur fyri hesa
gerð — eisini dreingir kunnu
koma út fyri at fáa hetta rús-
evnið í teirra drykk og seinni
verða neyðtiknir av monnum,
ið eru samkyndir. Dagin eftir
er vanligt, at persónurin, ið er
neyðtikin, einki minnist av
kvøldinum, frá tí, at rúsevnið
var koyrt í drykkin og til
viðkomandi vaknar aftur um
morgunin.
Neyðtøkutablettin er ein
ógvuliga stórur trupulleiki í
Bournemouth, ið liggur í suð-
ur Onglandi. Persónliga kenni
eg tríggjar gentur og ein
drong, ið hava verið útsett fyri
at hava fingið neyðtøkutablett-
ina í teirra drykk og síðani eru
neyðtikin.
Tað er av ógvuliga stórum
týdningi, at ung, ið fara í býin,
eru klár yvir, at tað ivaleyst
eru fleiri neyðtakarar, ið
ganga runt við neyðtøku-
tablettum í teirra lummum og
leita eftir einum offri ella
møguliga fleiri. Um ein hevur
ein drykk í hondini, má man
ómøguliga fara til dømis á
dansigólvið ella aðrastaðni og
lata drykkin standa, fyri síðani
at koma aftur og drekka úr tí
sama glasinum. Eisini vita øll,
at tað mangan er trongt í ein-
um náttklubba og tá ið ein
gongur runt við einum drykki
í hondini er eisini lætt at lirka
eina tablett í drykkin. Tískil
sær man mangan, at gentur
her í Bournemouth halda
lógvan fyri glasið alla tíðina.
Ein skuldi trúð, at um ein er
varin og ansar eftir sínum
drykki, kann einki henda, men
soleiðis er tíverri ikki! Tað
sigst, at eisini barvørðarnir, ið
selja drykkir til kundarnar, til
tíðir hava ein prikk við í
spælinum, og tá er ikki lætt at
fyribyrgja neyðtøkutablettina!
Tíbetur eru vit ikki útsett
fyri tílíkum rúsevni í Føroy-
um, men føroyingar reisa
nógv og vit eru mangan held-
ur góðtrúgvin, tá ið tað kemur
til at stóla upp á fólk. Vit eru
ikki von við, at fólk eru óerlig
og okkara hugsan er til tíðir
tann sama, tá ið vit fara uttan
um landoddarnar. Hetta kann
føra til stórar trupulleikar og
hesin emailurin er tískil einans
ein ávaring til teir mongu før-
oyingarnar, serstakliga ung, ið
fara uttanlands og ikki vita um
neyðtøkutablettuna.
Neyðtøkutablettin
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Gudny Langgard, Bournemouth í Onglandi, gudny78@msn.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Ein góður máti at ferðast
Framhald av síðu 9
Eftirlitsmaður
Søkt verður eftir eftirlitsmanni til setan 1. mars
2003.
Uppgávan:
Uppgávan snýr seg um regluligt eftirlit við akførum
og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við
fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlitsstøð
stovnsins, sum verað røkt út frá høvuðsdeildini í
Tórshavn. Frammanundan eru 5 fólk í starvi á
deildini
Førleikakrøv:
Vit hugsa okkum ein persón við bilmekanikaraút-
búgving og hollum royndum innan økið. Dentur
verður lagdur á góð samstarsvevnir og at viðkom-
andi er fyrikomandi, men kortini kann fremja eftir-
litsarbeiðið á ein myndugan hátt.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur teldu-
kunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran við-
festivogn.
Setanartreytir:
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvssetanin hoyrir
undir Vinnumálaráðið og tilhoyrandi stovnum, um-
framt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til tlf. 350400 og tosa við Búgva Apol, deildar-
leiðara. Umsóknir við møguligum prógvum og
viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
3. februar 2003.
Bileftirlit Føroya
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
110 Tórshavn
Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál
at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroynd-
um, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita
akfaraskráseting og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur
Bileftirlitið sýnsdeildir um alt landið.Á Bileftirlitinum starvast 18 fólk.
Sløkkiliðsmenn
til Fuglafjarðar sløkkilið
Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 2 leysum
sløkkiliðsmonnum til Fuglafjarðar sløkkilið til
setan 15. februar 2003 ella skjótast eftir hetta.
Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava
heilsuváttan og stóra koyrikortið,somuleiðis sum
teir antin hava ella skulu taka neyðugt grund-
skeið í 1. hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sam-
bært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðs-
monnum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri.
Nærri upplýsingar um størvini eru at fáa frá
brunastjóranum Gordon M. Petersen á telefon
220101.
Møguligar umsóknir,ið skulu vera skrivligar,skulu
vera Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B,
530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 31.januar
2003 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn-
komnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður,tann 16.januar 2003
Fuglafjarðar kommuna
FAROE
LAW
Tinghúsvegur 14,4
P.O.Box 1218
FO-110 Tórshavn
tel 359900 · fax 359901
mob 219902
faroe-law@faroe-law.fo
www.faroe-law.fo
Tosið við
Eyðfinn Jacobsen,
advokat
ella
Kára á Rógvi,
adv. fulltrúa
um tygara tørv
Bjóðar heimligar
og altjóða loysnir
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
31
30