Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 12 - 18. januar 2003 Nr. 12 - 18. januar 2003 33 Útróðrarbátur til sølu Faaborg 32 fót glastrevjabátur til sølu, selist v/u fiskiloyvi. Byggiár 1983, motorur Volvo Penta Tamd 61 frá 1987. Tlf. 318887/316643 Sómi 800 Sera vælhildin skjóttgangandi bátur til sølu. Øll nautisk útgerð og installatiónir til el-snellir eru umboð. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 21 84 84 Búmerkjakapping Nevndin í Fráhaldsráð Føroya (FRF) hevur samtykt at skipa fyri kapping um búmerki til felagið. FRF er samstarvsfelagsskapur fyri skipaðu og sjálv- bodnu fráhaldsfeløgini í Føroyum, og hevur til endamáls at virka sum bindilið, at savna og um- boða fráhaldsfeløgini í landinum við virðing fyri lógum og viðtøkum hjá hvørjum øðrum. Virka fyri, at skapa almennan áhuga fyri fráhaldsmálum mill- um børn,ung og vaksin,og soleiðis eggja fólki til at taka lut í tí fráhaldspolitiska arbeiðinum. Búmerkið skal á einfaldan og beinraknan hátt lýsa virksemi felagsins. Tað kann hava litir, men skal eisini kunna nýtast í svart/hvítum prenti. Uppskot skulu vísa búmerkið í ymiskum støddum og uppsetingum og við dømum um samanseting av búmerki og navni felagsins. Uppskot skulu har- afturat lúka faklig krøv til prenting og myndafram- leiðslu. Nevndin tekur støðu til innkomnu uppskotini. Ein virðisløn,kr.10.000 verður latin fyri tað uppskot, ið nevndin metir vera best. Metir nevndin ikki at nakað hóskandi uppskot er komið, skilar hon sær rætt til ikki at lata virðisløn. Uppskot skulu bera frámerki, sum eisini verður sett á afturlatnan brævbjálva við navni á innsendara. Uppskot skulu verða felagunum í hendi í seinasta lagi 28. feb 2003. Uppskot skulu sendast til: Fráhaldsráð Føroya Box 271 FO-110 Tórshavn Sethús í Klaksvík Hervið verða húsini við Gráastein 6,í Klaksvík,lýst til sølu. Matrikkulnummari er 1533. Grundstykkið er 618 m2. Húsini eru 145 m2, útvendigt mát, í tveimum hædd- um. (Íalt 290 m2). Húsini eru soleiðis innrættaði: Ovara hædd: Køkur, stova, vindfang, gangur, 3 sovirúm, hjúnar- rúm, kontór, baðirúm og eitt lítið wc. Niðara hædd: Køkur, stova, hjúnarrúm, sovirúm, baðirúm, vaski- rúm, fýrrúm/turkirúm, gangur, kjallari og garaga. Ovara og niðara hæddin kunnu verða sjálvstøðugar íbúðir. Húsini eru bygd í 1970 og eru væl hildin.Urtagarður er rundan um húsini. Húsini verða seld um nóg høgt boð fæst. Vinarliga ring á telefon 262389 eftir kl. 17.00 um okkurt at at spyrja um, ella tygum ynskja at síggja húsini. Stór sethús til sølu Húsini í Onnugøtu 3, Tórshavn, eru til sølu. Gólv- víddin er 179 m2 (íalt í einari hædd), umframt eitt lægri loft, sum er 59m2. Í húsunum er stórur køkur við komfýri, bakarovni og kuldaskápi, grovkøkur við komfýri, uppvaski- maskinu og vaski. Loftið í køkinum og stovuni ganga upp í tróðri.Tvey kømur eru umframt hjúnar- rúm, stórt baðiverilsi við saunarúmi og eitt wc við brúsu og vaski. Fýrrúm við arbeiðsborði og hjallur við frystiboks. Hiti er í køksgólvinum, gólvinum í grovkøkinum og í baðiverislinum. Grundøkið er slætt við góðum parkeringsviður- skiftum, og húsini eru lætt atkomilig. Húsini kunnu síggjast eftir nærri avtalu. Ringið Tlf. 225429 ella 448001 Sethús í Havn til sølu Javnagøtu 10 Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar og standa í barnavinarligum, friðarligum umhvørvi við góðum útsýni. Báðar hæddir eru innrættaðar, við íbúð í niðaru hædd. Grundøkið er uml. 500 fermetrar. Uttanum húsini er stoyptur garður við trægirðing. Byggiár: 1983. Kostnaður: kr. 1.875.000 Áhugað kunnu ringja tlf. 322424 ella 254637 Heimarøktin Sandoyar øki Í samband við at døgnrøkt skal setast í verk eru 2 avloysarastørv sum økissjúkrarøktarfrøðingar á niðursetta tíð leys at søkja. Eisini umsøkjarir sum ynskja at arbeiða fulla tíð eru vælkomnir at søkja. Størvini eru til 31.07.03 og 31.08.03 og skulu setast skjótast tilber. Heimarøktin Sandoyar øki er ein skipan, har heima- røkt,røktarheims - og sambýlis røkt og rakstur verð- ur samskipað, og har økissjúkrarøktarfrøðingar starvast á øllum eindum. Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingum: • við hollum røktarfakligum royndum • sum hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar • sum hevur hug og hegni at undirvísa og vegleiða starvsfelagaðar, lesandi og næmingar. • sum hevur hug at starvast bæði inni á bústovn- um og úti í heimarøktini. Vit kunnu bjóðað: • eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt verður tvørfakligt. • eitt starv við skiftandi avbjóðingum • eitt starv í einum øki,sum er í støðugari menning. Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Felagi Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ásu Davidsen, økisleiðara, tlf. 361749 Umsókn við avriti av prógvum og autorisatión verður at senda til Heimarøktina & Serforsorgina, Eirargarður 2, Postbox 3037, FO - 110 Tórshavn. Umsóknarfreist: 4.02.03 -tatat ð loysir seg o r Til leigu Handilshølini »Garðsbúðin« Argjavegur 53 á Argjum til leigu. Hølini eru í sera góðum standi og vælegnað til handil ella skrivstovu v.m. Áhugað kunnu ringja 210051 Starvslesandi í Brússel (Stagiaire) Søkt verður eftir lesandi til sendistovu Føroya í Evropasamveldinum (Brússel). Starvstíðin er frá mars 2003 til juli 2003 ella fyri lestrarhálvárið. Uppgávur Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini á sendistovuni, serliga við atliti at samskifti viðvíkjandi handli og fiskivinnu. Førleikakrøv Tann starvslesandi eigur at vera lesandi føroy- ingur við hægri háskúla, sum í minsta lagi hevur útbúgving á bachelor stigi. Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli. Starvsstaðið Starvsstaðið verður Sendistova Føroya í Evropasamveldinum, Rue d’Arlon 69, B-1040 Brussels. Sendistovan er skipanarliga samrunnin partar av Løgmansskrivstovuni. Setanartreytir Starvið er skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum og er ólønt; men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald. Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður veittur til bústaðar-útreiðslur. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Herluf Sigvaldsson, deildarstjóra í uttan- ríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, tlf. 351010, ella til Hákun J. Djurhuus, sendimann í Brússel, tlf + 32 (2) 233 08 55. Umsóknir Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli verða at senda Løgmansskrivstovuni Tinganesi FO-100 Tórshavn Telefax +298 35 10 15 * t-postur: info@tinganes.fo og skulu vera á Løgmansskrivstovuni í seinasta lagi mikudagin 29. januar 2003. ________________________________________ Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni.Hon fevnir millum annað um uttanríkistænastuna við uttanríkisdeild og sendistovum í ávikavist Bretlandi, Danmark og Evropa- samveldinum og situr fyri málum, ið eru løgd til løgmann sambært stýrisskipan Føroya umframt uttanríkismálum. LØGMANSSKRIVSTOVAN LESIÐ LÍVFRØÐI Á SETRINUM við støði í føroyskum umhvørvi Mánadagin 3. februar 2003 byrjar ein nýggj lestrarhálva á Náttúruvísindadeildini á Fróðskapar- setrinum. Lívfrøðifakini, sum undirvíst verða í, eru: • Aling • Human fysiologi • Hagfrøði 2 • Plantu fysiologi • Vistfrøði í vatni • Summarskeið – Vistfrøði í vatni • Evolution • Summarskeið – Vistfrøði á landi Fólk uttanífrá kunnu melda seg til eitt ella fleiri av skeiðunum, ið verða. Meira fæst at vita við at hyggja á heimasíðuna: www.sleipnir.fo/setur/nvd/nvd75.htm. Her eru tímatalvur,lýsingar av skeiðunum og hvørj- ar fortreytir krevjast til tey ymisku fakini. Áhugað kunnu venda sær til Náttúruvísindadeildina tel. 352550 ella beinleiðis til Eyðfinn Magnussen tel 352559. C M Y K 33 32