Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 12 - 18. januar 2003 Nr. 12 - 18. januar 2003 35 Gáski-bátar Víkingur 800, 2–3 ár 5 DGN snellur, línuspæl, línurennu og ymiskt annað. Prísur kr. 799.000,- Báturin er sum nýggjur og 100% klárur til útróður. Kann leverast beinanvegin. Nakrir brúktir Gáski-bátar eru eisini til sølu. Prísir úr 365.000,- kr. Við í øllum prísum er ein ferðaseðil til Íslands at hyggja at/royna bátarnar. Tlf. 003548999296 (tosar føroyskt) eftir kl. 18.00 Tlf. 227830 Leygardag og sunnudag tlf. 227830 ella 003548999296 Et kursus for begyndere i islandsk og islandsk kultur Tid: 30. juni–12. juli 2003 Program: 4 timers sprogundervisning hver morgen Forelæsninger om islandsk samfund, litteratur, sprog, historie, madkultur og musik samt studierejser til islandske sagasteder. Undervisningen foregår på nordiske sprog. Deltagere: Kurset er beregnet til nordboere. Kursusafgift: 3500 DKR. Kursisterne betaler selv for rejse og ophold. Nordens hus kan arrangere overnatning for kursister. Anmeldelse: Ansøgningsblanketter til kurset findes hos Nordens hus i Reykjavik eller på Nordens hus hjemmeside www.nordice.is For nærmere oplysninger venligst kontakt sprog- konsulent Kristín Jóhannesdóttir, tel. +354 551 70 30, fax +354 552 6476, e-post: sprog@nordice.is Sjúkrarøktar- frøðingur Vegna forlongt barnsburðarfarloyvi verður til B7 søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi í tíðarskeiðinum 1. mars 2003 til og við 31.juli 2003.Avloysarastarvið er heiltíðarstarv í skiftandi vaktum. Deildin hevur 15 seingjapláss og tekur sær av sjúklingum við m.a. onkologiskum-, nýra-, lunga- gikta- og ryggjasjúkum v.m. Førleikakrøv: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð- ingur • góð samstarvsevni Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Evu Mortensen, deildarleiðara á B7, telefon 31 35 40, lokal 107 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkra- røktarfrøðingur, lokal 300, e-post asap@ahs.fo. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fe- lagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 3. februar 2003 kl. 12.00. Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Sethús til sølu Vegna Føroya Skiftirætt lýsa vit ognina Áargeil 13 B,Tórshavn, til sølu. Húsini eru bygd uml.1980.Húsini,sum eru onnur helvtin av einum dupulthúsum, standa í Áargeil 13,Tórshavn, og hava kjallara, miðhædd og loft. Húsini eru eini timburhús í trimum hæddum, hvør hæddin 56 m2.Takið er úr aluminium.Húsini verða upphitað við miðstøðuhita. Grundøkið er til víddar 283 m2. Sethúsini standa centralt fyri og hava gott útsýni yvir Havnina, serliga av loftinum, og standa út til Vestara Ringveg. Skiftirætturin tilskilar sær rætt at velja millum inn komin tilboð og til ongum at taka av. Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær til Christian Andreasen, advokat. Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ó. J. Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Pedagogar Søkt verður eftir: 2 pedagogum, 30 t. um vikuna, frá 1. mars 2003 ella eftir nærri avtalu. Stovnurin er ein kommunalur stovnur hjá Runa- víkar kommunu, sum er normeraður til 42 barna- garðsbørn, 12 vøggustovubørn, 8 pedagogar, 4 hjálparfólk. Endamál stovnsins er við støði í tí einstaka barn- inum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum, í tryggum og stimbrandi umhvørvi og í góðum samstarvi og samskifti millum foreldur og starvsfólks sínámill- um. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu ella Conny á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 25. januar 2003. Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova Heiðavegur Postboks 119 FO-600 Saltangará Grannskoðari P/F Grannskoðaravirkið INPACT,sum er elsta grann- skoðaravirkið í landinum, søkir eftir grannskoðara at byrja 1. mars. Viðkomandi skal hava HH ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur at hava royndir á økinum,men ikki ein treyt. Arbeiðið hjá einum grannskoðara er sera fjøltáttað, og fevnir eitt nú um hesi øki: • Bókhaldshjálp, so sum avstemningar, uppgerðir v.m. • Grannskoðan • Roknskaparuppseting • Skatt • Ráðgeving innan roknskap, skatt, fígging v.m. Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Grannskoðaravirkið INPACT stílaður Jógvani Amonsson,í seinasta lagi 28.januar 2003. I N PA C T I N T E R N AT I O N A L Mentamálaráðið Mentamáladeildin Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á internetinum á: www.mmr.fo, ella fáast við at venda sær til: Mentamálaráðið Postrúm 3279 – 110 Tórshavn Telefon 35 50 50 – Telefax 35 50 55 e-postur.: ummr@mmr.fo Tey, ið ysnkja at vita meira um stuðulin, eru vælkomin at venda sær til Mentamálaráðið á telefon 35 50 50. Stuðul til mentanarlig tiltøk Á fíggjarløgtingslógini er peningur settur av til stuðul til ymisk mentanarlig og listarlig tiltøk,mentanarligar verkætlanir og tiltøk innan- sum uttanlands. Játtanin er ætlað at birta upp undir og stuðla einum virknum og mennandi mentanarlívi á bygd og í býi, at flyta fram og gera føroyska mentan og list sjónligari innan- og uttanlands, og at geva stuðul til føroyskar verkætlanir, ið lutvíst verða fíggjaðar við stuðli frá Norðurlendska Ráðharrastovninum,Norður- lendska Mentanargrunninum ella stovnum og nevndum undir Norðurlendska Ráðharrastovninum. Stuðul kann eisini veitast einstaklingum til nýskap- andi listarlig ella mentanarlig tiltøk, verkætlanarfyri- reiking og annað listarligt virksemi. Áhugað eru vælkomin at søkja. Freistin at søkja er leygardagin 15. mars 2003. Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði Tann upphædd, ið Mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burturav veddingarpeninginum, verður at nýta til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung. Tey,ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja. Freistin at søkja er týsdagin 15. apríl 2003 Stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari Umsóknir skulu stílast: Mentanargrunni Landsins Tórgarðsgøta 42 100 Tórshavn Stuðul til myndlistafólk Peningur er settur av á fíggjarløgtingslógini 2003 til stuðul fyri myndlistafólk. Listafólk sum eru undir útbúgving kunnu søkja.Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir. Freistin at søkja er leygardagin 15. mars 2003 Írestandi skattur 2002 og AM-gjald 2002 Freistin til at gjalda írestandi skatt og írestandi AM- gjald fyri skattaárið 2002 er 31. januar. Um goldið verður í seinasta lagi hendan dagin, slepst undar eykagjaldinum upp á 6%. Útrokningarforrit er at finna á heimasíðu stovnsins www.tollskatt.fo Eisini ber til at rokna írestandi skattin út í bóklinginum »Skatturin 2002«, ið verður borin út til øll húski í hesum døgum. Tá skatturin verður goldin,skal viðmerkjast:p-tal og »Skattur 2002«. Argir, 14. januar 2003 Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið Dagrøktari Søkt verður eftir dagrøktara at byrja skjótast tilber. Dagrøktarheimið skal m.a.verða innrættað soleiðis, at børnini hava rúm at spæla í, og at trygt er at spæla uttanfyri. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Komm- unala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jónu E. Jacobsen á tlf. 42 16 60. Kvívíkar kommuna FO-340 Kvívík Tlf. 42 12 94 C M Y K 35 34