týsdagur 21. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 13 - 21. januar 2003
Nr. 13 - 21. januar 2003
3
Eingin fær nakað
afturfyri drúgva
arbeiðið at umseta
bíbliuna. Um 2-3 ár
kemur Nýggja
testamenti út í
nýggjari týðing við
meira nútíðar máli
TÝÐING
Heri a Rogvi
Arbeiðið hjá bispi og
øðrum at umseta bíbliuna
gongur sína stillu gongd.
Bispur er longu liðugur við
Nýggja testamenti, men
ikki fyrr enn um tvey ella
trý ár kemur seinni parturin
av bíbliuni ú í bók.
Orsøkin til hetta er, at alt
Nýggja Testamenti skal
rættlesast og gerast klárt til
at geva út. Bispur, Hans Ja-
cob Joensen, greiðir frá, at
fólkini, ið skulu rættlesa,
arbeiða fulla tíð, og bestu
møguleikar eru tí ikki til
hetta arbeiðið, og tískil
tekur hetta sína tíð.
Arbeiðið at týða Gamla
Testamenti
verður
ikki
liðugt og útgivið fyrr enn
væl eftir, at nýggja týðingin
av Nýggja testamenti er
komin út.
Skuld
Grundsjónarmiðið
aftan
fyri at fara undir at týða og
geva út bíbliuna av nýggj-
um, sigur bispur vera, at
mál broytast allatíðina, og
føroyskt er ment nógv
seinastu árini, og tí verður
tað hildið vera hóskandi við
einari nýggjari og meira
nútíðar týðing av bíbliuni.
— Henda týðingin verð-
ur meira í tráð við málið í
dag, men ætlanin er ikki, at
málbúnin skal gerast ger-
andismál, sigur Hans Jacob
Joensen.
Tað er bispur sjálvur,
sum stendur á odda fyri
hesari verkætlanini. Hann
tekur sær av allari týðing.
Eins og hjá Dahl verður týtt
úr frummálunum – úr
hebraiskum og griskum.
Til at stuðla sær hevur
bispur nýtt aðrar týðingar í
ivamálum.
Tá Sjónvarp Føroyar fyri
nøkrum vikum síðani bar
tíðindini um nýggju bíbliu-
týðingina kom fram, at ein
partur av nýggju týðingini
er at broyta í sjálvum faðir-
vár, ið Jesus lærdi læru-
sveinar sínar at biðja. Ístað-
infyri at fyrigeva syndir
okkara og fyrigeva teimum,
sum móti okkum synda, so
verður tað í hesari nýggju
týðingini at fyrigeva skuld.
Hetta hevur sett glið á
prátið nógvastaðni, men
enn eru ikki nakrar almenn-
ar viðmerkingar komnar
fram.
Hóast ein nýggj týðing
verður gjørd, so er einki
ætlan at hendan skal køva
teir undanfarnu.
— Fólk kunnu velja
sjálvi, um tey ynskja at nýta
hesa týðingina ella aðra.
Tað er eisini týdningarmik-
ið, at vit lata týðingarnar
vera, sum tær eru, soleiðis
at hesi verk standa fyri seg,
og øll kunnu nýta hetta, um
tey vilja, sigur Hans Jacob
Joensen.
Fyri einki
– Tað kann undra, at vit í
Føroyum skulu hava tvær
bíbliutýðingar, sigur Hans
Jacob Joensen.
Tað var eisini við hesum í
huganum, at hann fór undir
arbeiðið við nýggju umset-
ingini, og ætlanin var, at ar-
beiðið skuldi gerast tvør-
samkomuligt, har flest allar
samkomur í Føroyum lut-
tóku.
Endin gjørdist so tann, at
Fólkakirkjan, Adventista-
samkoman og Hvítusunnu-
samkomurnar eru farnar
saman um at gera nýggju
týðingina.
Tað er bispur, ið ger týð-
ingina, og ein arbeiðsbólk-
ur við umboðum frá teim-
um nevndu samkomunum
rættlesur og ger viðmerk-
ingar til umsetingina.
Hesin bólkur hevur verið
saman á leið einaferð um
mánaðin.
Brøðrasamkoman ynskti
ikki at luttaka í arbeiðinum
við nýggju týðingini, tá tey
søgdu seg vera væl nøgd
við verandi týðing.
Arbeiðið verður tó ikki
lønt, upplýsir bispur.
– Vanligt hevur verið, at
alt tílíkt arbeiði hevur verið
sjálvboðið, og ætlanin er, at
tann einasti kostnaðurin
verður nýttur til prent v.m.,
sigur Hans Jacob Joensen.
Drotningin góðkennir
Skal ein bíbliutýðing nýtast
í Fólkakirkjuni í Føroyum,
so krevur hetta eina góð-
kenning – autorisering.
Hendan verður latin av
kongi ella drótning. Einasta
autoriseraða týðingin á før-
oyskum er hon hjá Dahl og
Viderø.
Tað er bispur, sum inn-
stillar eina týðing til at
verða góðkend. Tá hendan
nýggja týðingin verður
góðkend, so fer onnur týð-
ingin ikki úr gildi, men
báðar eru tá góðkendar og
kunnu nýtast.
Týða fyri einki
Bispur týðir úr frummálunum til nýggju týðingina av bíbliuni, sum tó ikki kemur út í fullum
líki fyrr enn um nøkur ár
C
M
Y
K
3
2