týsdagur 21. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 13 - 21. januar 2003
Nr. 13 - 21. januar 2003
5
– Politikkurin hjá
samgonguni fer at
kosta okkum eina
eyka útreiðslu upp á
meiri enn eina
millión í ár, og tað
klára vit neyvan,
sigur stjórin á Palm
Seafood í Vági
AVLAGAÐ KAPPING
Áki Bertholdsen
Vágur: Ein eykaútreiðsla
uppá meiri enn eina millión
um árið.
Tað eru tey døpru útlitini
hjá einum av størstu fiska-
virkjunum í Vági í løtuni,
Palm Seafood.
Petur Johannesen, stjóri,
sigur, at tey eru í døpur-
huga um gongdina og hann
sigur, at tað verður ógvu-
liga ivingarsamt, um tey
fara at hóra undan.
Petur Joensen sigur, at í
fyrstu atløgu er flutnings-
stuðulin skerdur. Í øðrum
lagi hevur Fiskavirking
stovna serligt felag, sum
skal flyta fiskin fyri eisini
at fáa flutningstuðul.
– Vit hava sostatt mett, at
flutningsstuðulin
verður
uppi í mars mánaða í ár,
sigur Petur Johannesen.
Hetta fer at koma serliga
illa við hjá einum virki sum
Palm Seafood, tí virkið flyt-
ir 80-90% av fiskinum,
sum tað virkar, suður við
Smyrli, tí hann er keyptur
norðaneftir.
– Í fjør virkaðu vit 4.400
tons og av teimum fluttu vit
minst 3.500 tons norðan-
eftir.
– Vit flyta so miki nógv-
an fisk, at vit eru tey í Suð-
uroy, sum flyta mest við
Smyrli.
Sostatt fer skerdi flutn-
ingsstuðulin at merkja eina
eyka útreiðslu hjá okkum
uppá meiri enn eina millión
og tað er ein sonn vanlukka
fyri okkum.
Ongin møguleiki
Petur Johannesen sigur, at
tað kostar 41 oyru fyri kilo
at flyta fisk suður við
Strandferðsluni. Men tey
fáa eini 24 oyru aftur í
flutningsstuðuli.
– Fellur flutningsstuðulin
burtur í mars, skulu vit
betala 24 oyru meiri fyri
hvørt kilo av fiski, vit
keypa og tað sigur seg
sjálvt, at tá er kappingin so
avlagað, at vit hava ongan
møguleika at kappast við
virki aðrastaðni í landinum.
Ein trupulleiki við flutn-
ingsstuðlinum er, at upp-
runaliga var hann ætlaður
sum stuðul til at flyta óvirk-
aðan fisk á virki til virk-
ingar.
Men nú er alt møguligt
komið uppí, bæði rækjur,
fesk fløk, frystur fiskur av
virkjum og aftur til Havnar
til avskipingar.
– Tað einasta, sum ikki
fær stuðul til avskipingar,
er saltfiskur, sum Palm
Seafood hevur mest av,
men ongin kann fortelja
okkum, hví tað er so.
Petur Johannesen sigur,
at hetta er við teimum prís-
um, sum nú eru galdandi.
– Men samstundis verður
boðað frá, at farmagjøldini
hjá Strandferðsluni skulu
hækka, so tað verður stein-
ur omaná byrðu hjá okkum.
Samgongan stórt
vónbrot
Stjórin á Palm sigur, at
hetta er eitt stórt vónbrot
hjá teimum, tí hann heldur,
at hetta samsvarar illa við
tann málsetning, sum hen-
dan samgongan hevði sett
sær og sum er niðurfelt í
samgonguskjalið. Í sam-
gonguskjalinum stendur, at
»besta grundarlagið undir
samfelagnum er virksemi
og trivnaður á øllum pláss-
um í landinum« og tað
stendur eisini, at »flutn-
ingskostnaður skal sum
minst darva kappingarfør-
inum hjá vinnulívinum í
útjaðaranum«.
– Tí høvdu vit vónir um,
at hendan samgongan fór at
gera nakað veruligt við
trupulleikarnar, men higar-
til hevur tað so verið eitt
vónbrot,
sigur
Petur
Johannesen.
Palm Seafood er eitt stórt
arbeiðspláss, tí har arbeiða
sjálvdan færri enn 40 fólk
og arbeiðið er at kalla
hvønn dag. Tí hevur virkið
stóran týdning í Vági, ikki
minst nú tað stóra laksa-
virkið hjá Hera Hjelm ligg-
ur stilt, í hvussu so er í løt-
uni.
Prísurin at sigla við
Strandferðsluni er við
at fara heilt av
sporinum og tí má
Løgtingið leggja uppí,
heldur sambands-
flokkurin, sum nú
leggur uppskot fyri
tingið
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Hetta kann ongin liva við.
Johan Dahl í Sambands-
flokkinum heldur, at nú
ætlanin er at hækka prísirn-
ar at sigla við Strandferðsl-
uni, er príslegan við at fara
heilt av sporinum.
Tí heldur hann at tað er
av størsta týdningi, at vit
fáa eina politiska viðgerð
av prísurnum hjá Strand-
ferðsluni og av, hvørja tæn-
astu, Strandferðslan skal
veita.
Sambandsflokkurin fer tí
ein av allarfyrstu døgunum
at leggja uppskot fyri tingið
um at prísirnar hjá Strand-
ferðsluni. Uppskotið er á
veg í Løgtingið og verður
lagt fram fyrstra dagin.
Annars er ætlanin hjá
Strandferðsluni at hækka
prísirnar upp í 20% í
summum førum, eitt nú á
siglingini ímillum Suður-
oynna og Havnina.
Johan Dahl, sum er ting-
maður fyri Suðuroynna og
sostatt útjaðaratingmaður
sjálvur, sigur, at príshækk-
ingarnar hjá Strandferðsl-
uni raka útjaðaran so meint,
at tað kann ongin liva við, í
hvussu so er ikki suðuroy-
ingar. Hinvegin koma tey,
sum búgva í miðstaðar-
økinum lítið og onki at
merkja.
Fleiri hundrað krónur
Skal eitt húski úr Suðuroy
til Havnar og suður aftur
við bili kostar ferðin 590
krónur, tá ið annað barnið
betalir hálvan ferðaseðil og
hitt er eldri enn 14 ár og
betalir fullan prís.
Hækkar prísurin 20%
skulu tey hereftir gjalda kr.
708 krónur fyri at koma
aftur og fram.
– Á øðrum sjóvegis leið-
um hjá Strandferðsluni
hevði prísurin hjá sama
húski verið 310 krónur sum
er, og 372 krónur, um prís-
irnir hækka 20 %.
Prísmunurin millum Suð-
uroyarleiðina og aðrar leið-
ir er sostatt 280 krónur,
sum prísirnir er nú, men
hækka prísirnir 20%, verð-
ur munurin heilar 336 krón-
ur.
Til samanberingar kann
nevnast, at fimm fólk í bili
kunnu koyra aftur og fram
ígjøgnum undirsjóvartunn-
ilin fyri 112 krónur tilsam-
ans, hava tey kubba við
hægsta avslátri.
Johan Dahl leggur aftur-
at, at Kloosterboer í Kolla-
firði kann senda fisk heilt
til Kina fyri 1,04 krónur
fyri kilo, men at tað kostar
33 oyru at senda hann úr
Havnini til Suðuroyar.
Samstundis er tað bein-
leiðis inntøka hjá eysturoy-
ingum at koyra til Havnar
við Bygdaleiðum til arbeið-
is, tí frádrátturin í skattin-
um er størri enn tað, sum
ferðaseðilin kostar.
– Sostatt er skjótt at
semjast um, at als ongin
samanhangur er í príspolit-
ikkinum og tí er tað alneyð-
ugt at fáa eina politiska við-
gerð av prísleguni hjá
Strandferðsluni,
sigur
hann.
Somu prísir
Sambandsflokkurin heldur
avgjørt, at prísirnir hjá
Strandferðsluni er eitt pol-
itiskt mál, tí tað hevur so
stóra ávirkan á alt samfel-
agið.
Endamálið við uppskot-
inum, sum flokkurin nú fer
at leggja fram, er í fyrra
lagi at forða fyri, at ferða-
seðlaprísirnir hjá Strand-
faraskipum
Landsins
hækka.
Í øðrum lagi er endamál-
ið at javnseta prísin á øllum
sjóvegis farleiðum í landin-
um. Tað vil siga, at ferða-
seðlarnir á øllum leiðum
skulu kosta tað sama.
Hetta royndi flokkurin
eisini í 2000, men tá varð
uppskotið felt.
Grundgevingin við at
fella uppskotið var, at
spurningurin um ferða-
seðlaprísir
hjá
Strand-
ferðsluni átti at verðið tikin
upp til politiska viðgerð og
kannaður nærri.
Hetta kundi gerast í sam-
bandi við, at Strandferðslan
júst um tað mundi eisini var
í ferð við at endurskoða
prísbygnaðin.
– Men nú trý ár eru ging-
in, mugu vit staðfesta, at
politiskt er einki hent í mál-
inum. Og á Strandferðsluni
verður sagt at tey heldur
ikki eru komin longri.
Somuleiðis siga tey á
Strandfaraskipum Lands-
ins, at tey ikki vita nær nak-
að hendir, sigur sambands-
flokkurin.
Flokkurin
veit
ikki,
hvussu nógv hetta uppskot-
ið fer at kosta landskassan-
um, verður tað samtykt, tí
sambært Strandfaraskipum
Landsins, finnast eingi
greið tøl sum vísa, hvussu
nógv ferðafólk bilar og
farmur eru á teimum ein-
støku leiðunum.
Harafturat kann roknast
við einum ferðslulopi, tá ið
prísirnir á ávísum leiðum
lækka, og eisini vegna bøtta
tænastu á Suðuroyarleiðini.
– Vit vita heldur ikki,
hvørjar avleiðingar tað fær,
verða prísirnir hækkaðir,
soleiðis sum ætlanin er.
– Men vit vita í hvussu so
er av royndum, at tað er
ikki altíð, at teir hægstu
prísirnir geva størstu inn-
tøkuna.
Hugskotið um at javna
prísirnar hjá Strandferðsl-
uni samsvarar annars væl
við áskoðanina, sum Her-
geir Nielsen, einasti sam-
gongutingmaður úr Suður-
oynni, førdi fram í Sosialin-
um leygardagin.
Hetta kann eingin liva við
Sambandsflokkurin heldur at prísirnir hjá Strandferðsluni er eitt politiskt mál, tí tað hevur so
stóra ávirkan á alt samfelagið. Nú leggur flokkurin uppskot fyri tingið um at forða fyri, at
ferðaseðlaprísirnir hjá Strandferðsluni hækka og at teir vera javnari um alt landið
Kann gerast deyðadómurin
yvir stórt arbeiðspláss í Vági
Fiskaarbeiðið í Vági er nú komið á eitt vandamikið vegamót.
Petur Johannesen stúrir fyri, at tað fer ein galnan enda
(Savnsmynd)
Búfólk og avvarðandi
á Røktar-og Ellis-
heiminum í Runavík
hava nú fingið ein
nýggjan buss til flutn-
ing av teimum gomlu
og avlamnu, sum
búgva á heiminum.
Hetta er ein serút-
gjørdur bussur av
slagnum, Fiat
ELDRAØKIÐ
Vilmund Jacobsen
Runavík: Tordur J. Nicla-
sen, leiðari á heiminum, er
sera fegin um nýggja buss-
in, sum gevur starvsfólk-
unum betri møguleikar at
flyta tey gomlu, har tey nú
einaferð fara við teimum,
bæði her heima og uttan-
lands.
– Inni í bussinum, sum
kom stutt fyri jól, er ein
lyft, og øll trygdarviður-
skifti annars eru í hásæti.
Hevði lyftin verið uttaná
bussinum og ikki inni í
honum, hevði pláss verið
fyri 2-3 fólkum aftrat, men
vit valdu heldur hesa loysn-
ina.
Tordur sigur, at setur
kunnu takast úr bussinum
eftir einum skinnara og
eftir tørvi.
– Vit halda, at nýggi
bussurin, sum hevur 11 siti-
pláss, er sera væl egnaður
til endamálið og gevur okk-
um veldugar møguleikar,
sigur hann.
Kári ágrýtin
Eysturoyar Røktar-og Ellis-
heim, sum hevur havt ein
12 ára gamlan buss, hevur í
fleiri ár søkt um játtan til
ein nýggjan.
– Hetta hevur gingið
striltið, men eydnaðist um-
síðir, sigur Tordur, sum ikki
dylur, at hann er sera takk-
samur fyri ta ágrýtni, ið
ikki minst Kári P. Højgaard,
sum fíggjarnevndarlimur,
hevur víst hesum máli.
Tað eru húsavørðarnir
hjá Eysturoyar Røktar-og
Ellisheimi,
sum
hava
nýggja bussin um hendi, og
neyðugt er við stóra koyri-
kortinum hjá tí, sum situr
við róðrið.
Kostnaðurin av nýggja
Fiat'inum er umleið 400.000
krónur, tá ið alt er íroknað.
Uttanlandsferðir
Hvørt ár fara starvsfólk á
heiminum í Runavík uttan-
lands við búfólkum.
Til tess at savna inn pen-
ing til hesar ferðir, verður
skipað
fyri
regluligum
bingo á heiminum. Hesi
plaga at verða 14. hvønn
dag ella triðju hvørja viku.
– Bæði búfólkum, av-
varðandi og øðrum dáma
væl at koma til hesi bingo,
og ofta eru vit eini 100-150
fólk í tali sum spæla bingo,
sigur leiðarin, Tordur J.
Niclasen.
Ellisheimið nýggjan og
stásiligan buss
– Í Danmark hugsa
fiskimenn um at
brúka kvotuna best
møguligt. Teir hugsa
eisini um prísleg-
una, tá ið farið verð-
ur til fiskiskap. Teir
brúka ikki kvotuna
bara fyri at brúka
hana, men vilja
vinna sum mest
burtur úr henni,
sigur samskiparin
hjá Ráfiskakeypara-
felagnum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Agnar Jensen,ið starvast
sum samskipari hjá Rá-
fiskakeyparafelagnum,
heldur ikki, at vit kunnu
siga, at tað eru ov fáir
keyparar á marknaðinum
í Føroyum.
– Mær vitandi eru
keypararnir í Føroyum
einir 35 í tali, og tað er
ikki so lítið, heldur hann.
Agnar vísir á, at útboðið
av fiski í Føroyum er
rættiliga stórt í løtuni, og
framleiðslu- og søluliðið
hevur ilt við at avseta
fiskin sum er.
– Tað vísir seg, at skipini
hugsa mest um at grabba
so nógv til sín sum
møguligt – uttan í sama
mun at hugsa um, hvør
eftirspurningurin er. Tá ið
so marknaðurin ikki megn-
ar at taka ímóti meira,
verður funnist at sølu-
liðnum. Tað er lætt at skula
siga tað - verri at fremja
tað í verki, men tá ið
marknaðurin fyri t.d. smáa
hýsu er vánaligur, kundu
skipini kanska lagt seg
meira eftir at veiða stóra
hýsu, sum meira fæst fyri.
Agnar sigur, at hann
hevur
starvast
innan
donsku fiskivinnuna, og
har hugsaðu fiskimenn í
størri mun enn í Føroyum
um at brúka kvotuna best
møguligt.
– Teir hugsaðu eisini
um prísleguna, tá ið farið
varð til fiskiskap – og ikki
bara um veiðilíkindini.
Teir brúktu ikki kvotuna
bara fyri at brúka hana,
sigur hann.
Agnar vísir á, at gjald-
oyruni í londunum, sum
serliga keypa hýsu, eitt
nú Bretland og USA, eru
fallin, og hetta virkar eis-
ini negativa vegin á prís-
irnar.
– Ein marknaður er ofta
soleiðis, at tá ið hann
versnar, so fella prísirnir
knappliga og ikki líðandi.
Síðan plaga prísirnir at
koma uppaftur, til teir
leggja seg á eitt rímiligt
støði.
Hann sigur, at slíkt
hendir ofta um ársskiftið,
og ein orsøkin kann eisini
vera, at framleiðarar, sum
hava goymslur, spekulera
eitt sindur í hesum.
– Tað snýr seg alla tíð-
ina um útboð og eftir-
spurning og harvið verður
príslegan løgd, sigur Agn-
ar Jensen, samskipari hjá
Ráfiskakeyparafelagnum.
Ikki ov fáir
keyparar
men stórt
útboð
Hátíðarlig frumfram-
førsla av sjónleikin-
um, Fiskar á turrum
landi, var í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði
seinasta leygarkvøld
SJÓNLEIKUR
Vilmund Jacobsen
Fuglafjørður:
Leygar-
kvøldið var frumframførsla
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði av sjónleikinum,
Fiskar á turrum landi, sum
fýra fólk úr Fuglafjarða
Sjónleikarfelag framføra.
Hetta var ein søgulig
hending, tí hetta er fyrstu
ferð í eini 20 ár, at Fugla-
fjarða Sjónleikarfelag sýnir
fram sjónleik.
Leikurin, sum er íslendsk-
ur, er skrivaður av Árna
Ibsen, og hann fer fram úti á
landinum í Íslandi.
Fiskar á turrum landi er
bæði stuttligur og álvar-
samur. Hann snýr seg um
eina eldri kvinnu, sum tek-
ur ímóti fólki til gistingar,
ið koma fram við. Hon hev-
ur ein fosturson, sum onga-
staðni hevur verið og er
rættiliga heimføðisligur.
Eitt ungt par kemur úr
stórbýnum og gistir hjá
kvinnuni. Ungi maðurin er
ein
sonevndur
"skjala-
mappudrongur" við stórum
framtíðarætlanum,
men
hann er eisini harðligur við
unnustu sína, sum gongur
við bláum eyga.
Tey fýra, sum framføra
leikin, eru Áslakkur úr
Gøtu, ið er ungi maðurin úr
stórbýnum, unnusta hans-
ara, Hanna úr Fuglafirði,
kvinnan úti á landinum,
Marita úr Fuglafirði og fost-
ursonur hennara, Kenneth,
sum eisini er úr Fuglafirði.
Frumframførsla
Fuglafjarða Sjónleikarfelag
hevði bjóðað 120 fólkum
við til frumframførsluna
leygarkvøldið. Hesi vóru
umboð fyri kommununa,
avvarðandi av teimum, sum
framførdu,
umboð
fyri
sjónleikarfeløg og megin-
felagið, MáF.
Fólkið møtti kl. 19 til okk-
urt leskandi, og kl. 20 var so
sjálv frumframførslan.
Eftir leikin var samkoma,
har gestirnir fingu grýtu-
rætt. Hetta var ein hátíðar-
lig løta við røðum og øllum
góðynskjum um virksemið
hjá Sjónleikarfelagnum og
tí stásiliga húsi, sum felag-
ið eigur og rekur. Blómur
vórðu eisini handaðar.
Teir, sum hildu røðu,
vóru eitt nú Eyðun Jo-
hannesen, Hilmar Joensen,
Jóan Heri Joensen vegna
Fuglafjarða kommunu og
Magni Poulsen, leikstjóri.
Í gjárkvøldið var aftur ein
sýning kl. 20, og í kvøld
verður so leikurin, Fiskar á
turrum landi, sýndur fyri
seinastu ferð.
Sagt verður úr Fuglafirði,
at hetta er ein virkuliga
góður leikur, sum er verdur
at síggja – og hann er sum
nevnt bæði til gamans og
álvara.
Fiskar á turrum landi í
Fuglafirði
120 fólk vóru til frumframførsluna av sjónleikinum, Fiskar á turrum landi, í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði seinasta leygarkvøld.
C
M
Y
K
5
4