Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 13 - 21. januar 2003 Nr. 13 - 21. januar 2003 7 - Príshækkingarnar hjá Strandferðsluni fara at merkja ein meirkostnað upp á millum 50.000 og 100.000 krónur um árið fyri okkum, sigur Jógvan Høj, stjóri á virkjunum, Norður- fisk í Árnafirði og Norðfra í Norðdepli PRÍSHÆKKING Solby A. Eliasen Norðdepil: Fiskavirkið Norðfra keypir meginpartin av fiskinum frá uppboðs- søluni kring landið og meg- inparturin verður so av- skipaður úr Runavík. Hetta merkir so samstundis eis- ini, at Strandferðslan spælir ein týðandi leiklut í teirra flutningsvirksemi, tá tað kemur til keyp og sølu. Og nú Strandferðslan hevur ætlanir um at hækka prísir- nar við umleið 20 %, fer tað uttan iva at merkja vinnu- lívið. Jógvan Høj er stjóri á virkjunum Norðurfisk í Árnafirði og Norðfra í Norðdepli. - Tað er sjálvandi ongan- tíð stuttligt at skula gjalda meira, men tað vita vit, at vit koma at gera, tá prís- hækkingin verður veru- leiki, sigur Jógvan Høj. Hann leggur tó afturat, at tað týdningarmiklasta er, at virkini eru álítandi. - Tað týdningarmiklasta er, at vit eru álítandi bæði yvir fyri okkara starvsfólki og okkara keyparum. So- leiðis, at starvsfólkið kann líta á, at fiskurin er har, tá tey koma til arbeiðis, og at vit levera til tíðina. Tað er av størri týdningi enn tað, at vit noyðast at gjalda meira fyri flutningin, sigur Jógvan, sum ikki væntar at flutningsstuðulin til virkini fer at hækka aftur fyri, um Strandferðslan hækkar sínar prísir. - Tað er í øllum førum ikki nøkur gongd, sum týðir á tað, sigur stjórin á Norð- fra og Norðurfisk. Hann greiðir eisini frá, at tað frammanundan er ó- gjørligt hjá virkjunum norðanfyri Klaksvík at fáa bíligan flutning. - Tann flutningsfyritøkan, sum vit nýta hevur ein bil, sum er gjørdur serliga til flutning norðanífrá. Tað kemst av tí, at bergholini eru so lág, at ein vanligur trailara ella ein vanlig bingja passa ikki ígjøgnum. Og tá bilar koma norður við kørum, tá hava teir einans tvey rað stáplaði upp á bilin ístaðin fyri trý, sum tað kundi latið seg gjørt, um bergholini vóru hægri, greiðir Jógvan Høj frá. Norðurfisk keypir onk- untíð frá uppboðssøluni í Vági eisini, men stjórin væntar ikki, at tað at Strandferðslan niðurleggur túrin inn á Vág, fer at hava stóran týdning fyri virkini í norðanfyri. - Teir hava ein fastan framferðarhátt, tá tað kem- ur til flutning millum Vág og Tvøroyri, tí teir selja jú allar dagar í Vági og ikki bara tann dagin, tá Smyril er har. So tað vænti eg ikki fer at merkjast hernorðuri hjá okkum, men tað kann gott vera, at suðuroyingar siga nakað annað, sigur Jógvan. Sum er, fer fiskurin, sum skal til Evropa, við skipafe- lagnum, meðan restin, sum er tann størri parturin, verð- ur fluttur til Runavíkar, har tað fer við einum skipi til USA. Arbeiðið upp á læknamiðstøðina í Klaksvík er nú byrjað. Gongst sum ætlað, so verður hon liðug um ársskifti 2004/05 LÆKNAMIÐSTØÐ Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað hevur longi verið upp á tal at byggja eina læknamiðstøð í býnum - ikki tí at hølini, har kommunulæknarnir halda til í dag ikki eru nøktandi. Men harafturímóti eru at- komumøguleikarnir sera vánaligir og als ikki nøkt- andi. Hetta sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Hann fegnast um, at ar- beiðið nú er farið í gongd og greiðir frá, at komm- unan bíðaði við at lata tað byrja til nýggja árið var byrjað. - Hetta kemst av íløgu- karminum hjá kommununi, sum ikki loyvdi okkum at byrja fyrr, sigur borgar- stjórin, sum ikki ivast í, at hetta fer at koma væl við bæði hjá sjúklingum og læknunum sjálvum. Verkætlanin bleiv sam- tykt og útboðin seinast í 2002, og tað er P/f Norð-ur- hús við Rógva Josephsen, sum fer at standa fyri allari byggingini av miðstøðini. Tá læknamiðstøðin verð- ur liðug, væntandi um árs- skiftið 2004/05, verður tað ein bygningur upp á millum 350 og 400 fermetrar í tveimum hæddum. Við- taluhøli verða til øll fýra kommunulæknastørvini, sum Norðoya læknadømi er normerað til. Men sum er, eru einans trý av teimum fýra størvunum sett. Um hetta verður broytt til ta tíð, veit Steinbjørn Jacobsen ikki at siga. Tí støðan innan kommunulæknar í landin- um er ikki góð yvirhøvur. Læknamiðstøð í Klaksvík um tvey ár Príshækking hjá Strand- ferðsluni fer at merkjast Fiskavirkið Norðfra í Norðdepli fer eisini at merkja príshækkingina hjá Strandferðsluni sera væl Mynd: Solby A. Eliasen Arbeiðið upp á longi ætlaðu læknamiðstøðina í Klaksvík er nú farið í gongd Fara aftur á slóðina í Hoyvík Leygarkvøldið verður skipað fyri granna- veitslu í Hoyvík. Hetta er ein veitsla, sum er fyri 1. og 2. útstykking uppi í Hoyvík, og er hetta ein veitsla, sum er komin ístaðin fyri tær gomlu bygdaveitslur- nar, sum vóru fyri 25 árum síðani VEITSLA Ingrid Bjarnastein Nú leygarkvøldið verður skipað fyri eini stórari grannaveitslu uppi í Hoyvík. Tað eru nú 25 ár síðani, at byrjað varð við teimum gomlu bygdaveitsl- unum uppi í Hoyvík, men hesar veitslurnar duttu niðurfyri eftir nøkur ár. Nú verður so skipað fyri eini grannaveitslu fyri 1. og 2. útstykking – hetta eru tey, sum búgva undir Vegnum Langa. – Fyri 25 árum síðani høvdu vit bygdaveitslur í Hoyvík. Tær nýggju út- stykkingarnar fóru í gongd, og vit vóru øll fremmand fyri hvørjum øðrum, greið- ir Katrin Dahl, sum er ein av fyriskiparunum, frá. – Tá byrjaðu vit við bygdaveitslum. Soleiðis komu vit at kenna hvønn annan, og vit vórðu samanrist. Katrin Dahl sigur tó, at so hvørt sum Hoyvíkin helt áfram at vaksa, datt hetta við bygdaveitslu niðurfyri, tí økið gjørdist so stórt, og ringt var at halda tamarhald á øllum. – Nú hava øll grannaløg- ini í Hoyvík grannaveitslur. Tey inni á Flat, millum Gilja, inni á Gøtu, tey hava øll sínar egnu veitslur, og tí hildu vit, at tað var hósk- andi at vit fóru at hava okk- ara egnu. Aftur á slóðina Leygarkvøldið verður so farið »Aftur á slóðina«, sum tey nevna veitsluna, uppi í Hoyvík. – Eg havi varhugan av, at hetta fer at verða ein succ- es, sigur Katrin Dahl. – Vit hava fingið nógvar fyri- spurningar, og áhugin fyri veitsluni er stórur. Grundin til, at farið verð- ur undir eitt slíkt tiltak, sig- ur Katrin er, at samanhaldið í grannalagnum vantar. So- leiðis kunnu øll aftur koma at kenna hvønn annan, og øll tey, sum hava búð uppi í Hoyvík í 25-30 ár kunnu eisini koma í samband við tey nýggju fólkini. Veitslan verður hildin júst sum bygdaveitslurnar vórðu hildnar fyri 25 árum síðani. Tey, ið ynskja at vera við, skulu tekna seg. Uppi í skúlanum í Hoyvík verður so borðreitt. – Breyð, smør og sild verður sett á borðið, og har- afturat hava so skulu tey, ið verða við hava ein rætt við, soleiðis, at tað verður til eitt stórt sjálvtøkuborð, har vit kunnu bjóða hvørjum øðr- um til borðs. Lokalt undirhald, skemt og sangur er á skránni og aftaná verður dansur. Bæði føroyskur og eisini kemur onkur at spæla til dans seinni. Katrin Dahl sigur, at um undirtøkan er nóg góð, so kann tað væl vera, at hetta gerst eitt afturvendandi til- tak. Hon vónar, at onkur ung kanska fara at taka yvir og skipa fyri hesum aftur í framtíðini. – Men nú vil eg fyrst og fáa hesa veitsluna væl frá hondini fyrst, sigur Katrin Dahl at enda. Leygarkvøldið verður skipað fyri grannaveitslu uppi í Hoyvík. Katrin Dahl er ein av fyriskiparunum, og sigur hon, at áhugin fyri veitsluni er stórur Seinastu tvær vikur- nar hava tvær gentur úr Suðuroy verið í starvsvenjing á Sosi- alinum. Eva Laursen og Anita Lisberg ganga báðar í 9. flokki í Tvøroyrar skúla, og seinastu tvær vikur- nar hava tær vitjað runt landið har Sosi- alurin heldur til STARVSVENJING Ingrid Bjarnastein Eva Laursen og Anita Lis- berg eru ávíkavist 16 og 15 ára gamlar. Tær báðar ganga í 9. flokki í Tvøroyr- ar skúla, og seinastu tvær vikurnar hava tær verið í starvsvenjing her á Sosi- alinum. Meðan tær hava verið her hava tær millum annað ferðast víða kring klettar- nar. Tær hava vitjað lokal- redaktiónir, bæði í Klaks- vík, Runavík og Vágunum. Í Vágunum fingu tær eisini ein rundtúr í oynni við okkara lokala blað- manni, Edvard Joensen, har koyrt var í hvønn krók koyrandi er til. Heilt frá Bø til at síggja Maersk flogfari lætta sær á, og við tað, at tær vitjaðu í Vágunum, sluppu Eva og Anita sín fyrsta túr ígjøgnum undir- sjóvartunnilin. – Okkum hevur dámt væl her á Sosialinum. Vit eru slopnar at royna nógv ym- iskt – meira enn onnur eru sloppin, sum hava verið í starvsvenjing aðrastaðni, siga Eva og Anita. Eisini hava tær skrivað tilfar til ungdómsblaðið <ph_1>, og harumframt hava tær eisini hjálpt til inni á marknaðardeildini. Restorff og Prix Føroyar TÍÐINDASKRIV Restorffs Bryggjarí hev- ur gjørt avtalu við fyri- reikararnar av Prix Før- oyum um at Restorffs skal veita tostadrykkir- nar til luttakararnar í Prix Føroyum meðan kappingarnar fara fram. Restorff er sera fegið um at sleppa at verða við at stuðla Prix Føroy- um og vónar at næsta stigið verður at Føroyar fara at luttaka á altjóða Grand Prix. Restorff ger nakað við tónleikin og uttanfyri Verthúsið hjá Restorff í N. Finsensgøtu verður hvønn fríggjadag seinnapart í summar uttandura konsert. Allir luttakararnir í Prix Før- oyum fáa høvi at luttaka í hesum konsertum. Á ferð við Sosialinum Anita Lisberg, 15 og Eva Laursen, 16, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Sosialinum. Her eru tær avmyndaðar á lokalredaktiónini í Sanda- vági saman við Edvard Joensen, blaðmanni C M Y K 7 6