týsdagur 21. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 13 - 21. januar 2003
Nr. 13 - 21. januar 2003
9
PCB, sum dálkaði
fisk og skeljadýr fyri
30 árum síðani, er
ein týðandi orsøk til,
at ungir menn fáa
krabbamein í stein-
unum í dag. Tað er
niðurstøðan í einari
svenskari kanning.
DÁLKING OG HEILSA
Árni Joensen
Altsamt fleiri og fleiri
ungir menn fáa krabba-
mein í steinunum, og ein
stór orsøk til hetta kann
vera, at mammur teirra
fingu
umhvørviseitur
sum eitt nú PCB við at eta
fisk og skeljadýr, tá tær
gingu við børnunum. At
synir teirra fáa krabba-
mein í steinunum, er eitt
tekin um, at eitranin kann
gera seg galdandi heili 30
ár aftaná.
Hetta er niðurstøðan í
einari svenskari kanning.
Lennart Hardell, profess-
ari, sum hevur staðið fyri
kanningini, ivast ikki í, at
samband er millum teir
nógvu tilburðirnar av
krabbameini í steinunum
og tað stóra útlátið av
umhvørviseitrandi evnum
í árunum síðani seinna
heimsbardaga.
Lennart Hardell sigur,
at dálkingin hevði við
sær, at nógvastaðni gjørd-
ust fiskur og skeljadýr
eitrað, og hesin matur var
so eitrandi, at synirnir hjá
teimum kvinnunum, sum
ótu hendan matin, meðan
tær vóru við barn, eru í
fýra ferðir størri vanda
fyri at fáa krabbamein í
steinunum enn aðrir ungir
menn.
Frøydis Landmark í
norsku krabbameinsskrá-
setingini sigur, at niður-
støðan í svensku kanning-
ini er ræðandi. Hon vísir
á, at seinastu árini eru til-
burðirnir av krabbameini
í steinunum fimmfaldaðir
í Noregi, og at hetta slagið
av krabbameini er tað
mest
vanliga
millum
ungar norskar menn í dag.
Frøydis Landmark sig-
ur, at úrslitið av svensku
kanningini vísir, at tað er
ikki bara skeiv ella vána-
lig lívsførsla, sum er or-
søkin til, at fólk fáa
krabbamein, men at um-
hvørvisdálking eisini er
ein orsøk. Norsku mynd-
ugleikarnir ráða í dag
fólki frá at eta skeljadýr
og fisk, sum er veiddur á
ávísum norskum firðum
orsakað av PCB-dálking.
FRAMSÝINING
Ribarhús í Fuglafirði
Eitt nýtt ár er byrjað , eisini
hjá gallarí Ribarhúsi.
Síðsta ár varð gallaríið
sera væl vitjað, og vóru 12
framsýningar í húsinum.
Fyrsta framsýning í ár
letur upp 25. januar, og er
tað kendi listamaðurin, Jan
Ulrik Friis, ið sýnir fram
umleið 25 oljumálningar.
Síðst í februar verður tað
Ester Hansen úr Gøtu, ið
fer at vísa fram tekningar
og málningar.
í mars fer havnarmaður-
in, Eli Smith at sýna fram,
og fyrst í aprílmánaði fer
Olivur við Neyst at sýna
fram.
Seinnapartin í apríl fer
fuglfirðingurin Helgi Mid-
jord at sýna fram.
Hálvan mai fáa vit vitjan
av Jógvani Asbjørn Skaale,
sum vit ikki hava hoyrt
nógv frá í seinastuni, so tað
verður óiva spennandi.
Í juni verður onkur
framsýning við luttøku av
næmingum frá Fuglafjarða
Skúla.
Juli er mánaðurin, tá
Varmakelda er, og í ár verð-
ur Fuglafjørður saman við
Klaksvík eisini karmur um
Nordvesten
tiltakið,
ið
verður hildið annaðhvørt
ár.
Í gallarínum verður fram-
sýning við norðurlendskum
listafólki.
Í august og september
verður eisini okkurt spenn-
andi, men er ikki komið
upp á pláss enn.
Síðst í oktober til síðst í
november verður tað Kári
Svensson, ið fer at sýna
fram.
Í desember verður eisini
onkur framsýningin
Annars eru eisini tón-
leikatiltøk av og á í
húsinum, og verður hetta
eisini í ár.
Fleiri túrar um Leir-
víksfjørð og trygd
fyri, at vit kunnu
levera til tíðina, hevur
stórri týdning fyri
okkum, enn prísurin
á ferðaseðlunum.
Sum nú er, verður
peningurin kortini
etin upp í longu bíði-
tíðini á ferjulegunum,
siga vinnulívsmenn
úr Norðoyggjum
TÆNASTUSTØÐI
Rúna Sivertsen
Norðoyggjar: Nú Strand-
ferðslan boðar frá bæði
príshækking og færri túr-
um, fer hetta at merkja tús-
undtals mistar krónur fyri
landskassan. Strandferðlan
skal heldur syrgja fyri, at
túratalið um Leirvíksfjørð
verður so høgt, at sleppast
kann undan bíðitíð.
Hetta siga vinnulívsmenn
úr
Norðoyggjum,
sum
meina, at tað er púrasta
burturvið, tá hugsað verður
um, hvønn týdning vinnu-
lívið og serliga fiskaút-
flutningurin í
Norðoyggjum hevur fyri alt
landið.
Um Strandferðslan har-
afturímóti syrgir fyri at
bjóða okkum eina trygga
tænastu, hevur prísurin fyri
túrin ikki so stóran týdning,
tí tað er bíðitíðin, sum í
seinasta enda kostar pening
og mista inntøku.
Skulu vit gera okkum
vónir um at halda okkara
avtalur, bæði her heima og
uttanlands, mugu vit kunna
bjóða eina trygga lever-
ansu.
Tað er ófatiligt fyri okk-
um, sum eru handilsmenn,
at teir ráðandi, bæði polit-
ikarar og leiðslan á Strand-
ferðsluni, ikki skilja hetta
fyri okkum so einfalda
handilsprinsipp.
At politikararnir eru so
lítið tilvitaðir um, hvørnn
týdning tað hevur fyri út-
flytarar og vinnuna alla, at
sleppast kann undan bíðitíð
og seinkingum, er okkum
púra óskiljandi, siga teir.
Fyri at loysa trupulleikan
um
Leirvískfjørð,
setti
Strandferðslan Sam í sigl-
ing. Men Sam byrjar sigl-
ingina ov seint um morgn-
arnar, og endar siglingina
ov tíðliga seinnapartar.
Virkini her norðuri hava
stórar trupulleikar av hes-
um. At hetta er ein lands-
trupulleiki, tykast teir ráð-
andi als ikki at skilja.
Hvønn einasta dag missir
landskassin pening orsaka
av hesum fløskuhálsi, sum
enn er ein stórur trupulleiki
her norðuri, siga altso vin-
nulívsmenn í Norðoyggjum.
Vit vilja hava fleiri túrar um Leirvíksfjørð
- Hvønn einasta dag missir
landskassin skattakrónur, tí
ferðasambandið um Leirvíks-
fjørð ikki er nøktandi. Men
hetta tykast teir ráðandi enn
ikki at hava skilt, siga vinnu-
lívsmenn úr Norðoyggjum
Umhvørvisdálk-
ing kann elva til
krabbamein 30
ár aftaná
Nógvar framsýningr í
Ribarhúsi
Almennu fjølmiðlar-
nir koma undir økið
hjá Løgtingsins um-
boðsmanni, staðfestir
Joen H. Andreasen.
Men journalistikkur
hóskar seg illa til um-
boðsmannin, sum
harðliga átalar, at
ongin fjølmiðla-
ábyrgdarlóg er gald-
andi í Føroyum. Hann
himprast við at fara
út í mál, har journal-
istikkurin stendur
fyri skotum
FJØLMIÐLAR
Ingi Rasmussen
Javnan verður funnist at
fjølmiðlunum. Teir verða
lagdir undir at renna ørindi,
at fara ov harðliga fram og
at vera ósakligir. Men borg-
arin hevur ongastaðni at
venda sær, um hann heldur
seg vera fyri órætti í før-
oyskum miðlum. Orsøkin
er, at føroyingar hava onga
fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum
okkara grannalond hava.
Tað heldur Løgtingsins
umboðsmaður lítið um.
– Tað líkist ongum, at lóg-
in um góðan fjølmiðlasið og
fjølmiðlanevnd framvegis
ikki er komin í gildi fyri Før-
oyar, sigur Joen H. Andrea-
sen.
Hann er óvanliga bersøg-
in, tá talan kemur inn á ta
fjølábyrgdarlóg, sum fram-
vegis ikki hevur vunnið veg-
in fram í Føroyum. Løg-
tingsins umboðsmaður hev-
ur heimild til at vísa á brek í
lóggávuni av sínum ein-
tingum. Og hesa heimild
hevur hann brúkt í sambandi
við fjølmiðlaábyrgdina.
– Eg havi tvær ferðir gjørt
vart við, bæði mótvegis
løgmanni, løgtingi og av-
varandi landsstýrismanni, at
tað er eitt brek í lógini um
kringvørp, at hon vísir til
eina fjølmiðlaábyrgdarlóg,
sum ikki er til. Tað er nakað
svínarí, sum eg havi biðið
avvarðandi myndugleikar
fingið í rættlag, sigur Joen
H. Andreasen.
Tungur burður
Fjølmiðlaábyrgdarlógin
skal tryggja øllum borgar-
um, høgum sum lágum,
rættvísa viðferð í fjølmiðl-
unum. Hon skal seta karm-
arnar hjá eini nevnd við
fakfólkum og umboðum
fyri almenningin, sum skal
meta um kærir og skal seta
etisk krøv til føroyskar
fjølmiðlar.
Men framvegis er ongin
lóg í eygsjón, hóast hon
fyrstu ferð kom á borðið
hjá landsstýrinum í 1992.
Talan er um eitt danskt
málsøki. Í 1991 varð ein
fjølmiðlaábyrgdarlóg sett í
gildi í Danmark, og í 1992
spurdi Løgmálaráðið, um
føroyska heimastýrið vildi
hava ta donsku lógina setta í
gildi í Føroyum. Landsstýr-
ið tók málið upp í 1995, og
í 1997 varð uppskot lagt
fyri løgtingið. Løgtingið
samtykti eitt nógv broytt
uppskot, sum var sent aftur
til Danmarkar. Men ov
nógvar broytingar vóru
framdar, t.d. í samanset-
ingini av fjølmiðlanevndini,
sum gingu ímóti andanum í
lógini. Tí sýtti Løgmálaráð-
ið at seta lógina í gildi.
Í 2000 varð aftur roynt.
Løgtingið bað nú í staðin
landsstýrið um at seta eina
nýggja føroyska lóg í gildi.
Í mars 2001 legði lands-
stýrið so uppskot um góðan
fjølmiðlasið fyri tingið,
men tað varð tikið aftur
longu í mai mánaði. Helst tí
talan var um málsøki, sum
føroyingar ikki hava lóg-
gávuvald á.
Síðan hevur onki meira
verið at hoyrt til fjøtraðu
lógina.
Undir fyrisitingini
Nú er fjølmiðlaábyrgdar-
lógin aftur frammi í sam-
bandi við eitt mál millum
Útvarp Føroya og formann-
in í Føroya Fiskimannafel-
ag, Óla Jacobsen, sum heil-
ar tríggjar ferðir hevur
stevnt útvarpið inn fyri
Løgtingsins umboðsmann.
Í hesum sambandi hevur
Jógvan Jespersen, útvarps-
stjóri, reist iva um, hvørt
Løgtingsins umboðsmaður
er tann rætti at viðgera
journalistikk í almennu
miðlunum.
Løgtingsins umboðsmað-
ur er púra avgjørdur: Hann
hevur heimild at viðgera
mál um almennu loftmiðl-
arnar. Men í somu vending
himprast hann við at fara út
í mál, har tað er ein iva-
spurningur, um journalist-
iskar grundreglur verða
hildnar.
– Útvarpið og Sjónvarpið
eru almennir stovnur, sum
eru at rokna við til almennu
fyrisitingina undir heima-
stýrinum. Tað merkir, at
loftmiðlarnir eru partar av
heimildarøki umboðsmans-
ins, staðfestir Joen H.
Andreasen.
Hóast hann sostatt hevur
myndugleikan, heldur hann
kortini ikki, at mál av hes-
um slag eru serliga vælegn-
að til umboðsmansviðgerð,
tí førleikin er avmarkaður.
– Tá vit tosa um almenn-
ar fjølmiðlar, sum eru upp-
rættaðir
fyri
almennar
pengar, so er avmarkað,
hvussu nógv teir kunnu
loyva sær av einsíðugheit.
Um tað er heilt upplagt, at
teir eru farnir út um sínar
avmarkingar, so kann um-
boðsmaðurin tala at. Men
slík mál áttu heldur at verið
viðgjørd í einari fakliga
samansettari kærunevnd,
sigur Joen H. Andreasen.
Sostatt
eru
almennu
miðlarnir undir eftirliti,
men privatu miðlarnir, eitt
nú blaðið tú situr við í
hondini, eru púrast uttan
fyri øll etisk og journalist-
isk krøv, onnur enn tey, sum
fjølmiðlarnir sjálvir seta
sær. Til fjølmiðlaábyrgdar-
lógin kemur.
Svínarí við ongari fjølmiðlaábyrgd
– Tá vit tosa um almennar fjølmiðlar, sum eru upprættaðir fyri almennar pengar, so er avmarkað, hvussu nógv teir kunnu loyva sær av einsíðugheit. Um tað er
heilt upplagt, at teir eru farnir út um sínar avmarkingar, so kann umboðsmaðurin tala at. Men slík mál áttu heldur at verið viðgjørd í einari fakliga samansettari
kærunevnd, sigur Joen H. Andreasen.
Løgtingsins umboðs-
maður, Joen H. Andr-
easen, fegnast stór-
liga, nú Fólkatingsins
umboðsmaður er
vorðin setiumboðs-
maður í Føroyum
EFTIRLIT
Ingi Rasmussen
Formansskapurin í løgting-
inum hevur fingið í lag
samstarv við Folkatingsins
umboðsmann, so hesin tek-
ur yvir í málum, har tað
berst føroyska umboðs-
manninum frá.
Tað er ikki føroyski um-
boðsmaðurin sjálvur, sum
hevur tikið hetta stigið,
men hann fegnast stórliga
um valið hjá løgtinginum.
– Eg havi havt eitt mál,
har eg sambært fyrisitingar-
lógini havi verið ógegnigur.
Í tí sambandinum gjørdi eg
formansskapinum vart við,
at vit skulu hava ein seti-
umboðsmann, og eg kann
illa hugsað mær nakað betri
val enn tann danska um-
boðsmannin, sigur Joen H.
Andreasen.
Í einum lítlum samfelag
sum tí føroyska, har viður-
skiftini eru smá, eru skjótt
at áhugamál og ættarbond
koma í vegin fyri gegnin-
um. Tí hevur verið neyðugt
hjá einum lítlum stovni
sum Løgtingsins umboðs-
manni at finna ein avloys-
ara fyri Joen H. Andreasen,
sum er fyrsti umboðsmaður
føroyinga.
Tá valið fall á Joen H.
Andreasen var tað grundað
á, at hann við sínum drúgvu
royndum í Føroya rætti,
helst er tann einasti, ið
hevur tað neyðuga álitið og
tignina, sum krevst, fyri at
avgerðir hjá umboðsmann-
inum verða virdar.
Tí helt formansskapurin
eisini, at tað var skeivt at
fara út at leita eftir einum
avloysara
í
Føroyum,
hvørja ferð tað barst før-
oyska umboðsmanninum
frá at viðgera eitt mál.
Danski umboðsmaðurin
er Hans Gammeltoft Han-
sen, sum hevur stóra virð-
ing millum fólk, og hansara
avgerðir verða virdar at
donsku fyristingini, sum
hann hevur eftirlit við.
Joen H. Andreasen og
Hans Gammeltoft Hansen
hava frammanundan havt
eitt óformligt samstarv, har
tað altíð hevur staðið før-
oyska umboðsmanninum í
boðið at ringt til sín danska
starvsfelaga at biða um góð
ráð og hjálp.
Nú er hetta samstarv gjørt
formligt, soleiðis at danski
umboðsmaðurin er setium-
boðsmaður í Føroyum.
Umboðsmaðurin fegnast um danskt samstarv
C
M
Y
K
9
8