týsdagur 21. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 13 - 21. januar 2003
Nr. 13 - 21. januar 2003
11
Herfyri hátíðarhelt
Dimmalætting, at 125
ár eru liðin síðani
fyrsta eintakið av
blaðnum varð
prentað. Sosialurin
hevur hitt núverandi
blaðstjóra, Inga
Samuelsen, og spurt
hann um støddina á
blaðnum, um tey
dulnevndu lesara-
brøvini, um vinnu-
lívsjournalistikkin,
og um munin á
Dimmu og
Sosialinum
JUBILEUM
Theodor E. D. Olsen
Myndir: Jens Kr. Vang
»Hugsið tykkum at sleppa
at vera ein – rættari sagt
tann seytjandi – í røðini av
so mætum monnum sum
Olivur Effersøe, Rasmus
Effersøe, Emil Bruun, S. E.
Müller, Poul Niclasen og
Georg og Benny Samuel-
sen, bert fyri at nevna nak-
rar. Tað er av røttum ein
heiður at kunna vera blað-
stjóri á Dimmalætting«.
Hesi orðini segði núverandi
ábyrgdarblaðstjórin, Ingi
Samuelsen, tá hann 10.
januar í ár á móttøkuni í
húsunum hjá Føroya elstu
avís bjóðaði teimum um-
leið 300 vælkomnum í
sambandi 125 ára dagin hjá
Dimmalætting,
sum
er
»still going strong«.
Men hóast Ingi Samuel-
sen í hesi somu røðu ikki
segði seg skilja spurningin,
hvussu tað ber til, at
Dimmalætting hevur yvir-
livað hesi 125 árini, av tí
hann ikki kundi ímyndað
sær einar Føroyar uttan
Dimmalætting, so loyvdu
vit á Sosialinum okkum
kortini at spyrja hendan
spurningin: Hvussu tað ber
til, at Dimma hevur yvirliv-
að øll hesi árini. Til hetta
svarar ábyrgdarblaðstjórin,
at tað ikki er so løgið, tí øll
lond hava brúk fyri eini
avís. – Eg giti, at tað í fyrst-
uni var tann politiski væl-
viljin, tí onkustaðni skuldu
pengarnir koma frá, sigur
Ingi Samuelsen, sum tó
leggur stórn dent tá, at í dag
er
Dimmalætting
púra
óheft, og tað áttu sjálvandi
allir fjølmiðlar at verið,
heldur hann. Dimmalætting
hevur eisini gjørt nógv
burtur úr, at hon sigur seg
vera óhefta, og viðhvørt
hevur hon eisini provoker-
að við tí heldur Ingi, tá
prátið fer at snúgva seg um
gegnið hjá blaðnum. Í
fyrstu Dimmu í 2000 kunn-
gjørdi
Dimmalætting
nevniliga tað sonevnda
»Dimmalennium«, sum er
eitt slag av stevnuskrá ella
grundlóg hjá blaðnum.
Hetta heldur blaðstjórin
vera eitt sera týdningarmik-
ið skjal, tí hóast tíðinda-
fólkini á Dimmalætting
kanska ikki júst lesa tað
hvønn dag, so dámar teim-
um tað væl, tí tey hetta
kunnu brúka, sigur Ingi. Í
Dimmalennium kunnu tey
lesa um sín rætt og skyldu.
T.d. kann ein journalistur
sambært Dimmalennium
nokta at skriva um eitt ávíst
evni. Hinvegin kann leiðsl-
an eisini nokta honum at
skriva um okkurt, har ivi
um gegnið hjá viðkomandi
blaðfólki er í lagi.
Dimmalennium
Samstundis sum Dimma-
lennium kom á prent vórðu
orðini »óheft og álitandi«
sett ovast á forsíðuna á
Dimmalætting. Undan hes-
um høvdu »Álítandi tíð-
indi« verið slagorðið eina
tíð. Nú trý ár eru gingin við
hesum orðum fremst á
blaðnum, hevur ábyrgdar-
blaðstjórin at strika tey av
forsíðuni, men tað er ikki tí,
at Dimmalætting hevur
skift kós. – Hatta er óneyð-
ugt nú, og fólk, sum kanska
koma
uttanífrá,
hava
kanska eisini hildið tað
verið óneyðugt at skriva á
forsíðuna. Nú er tað ein
sjálvfylgja,
sigur
Ingi
Samuelsen.
Spurdur, um Dimmalætt-
ing eisini hevur orðað ein
politikk um at vera óheftur
á lýsingarøkinum, sigur
Ingi Samelsen, at tað hava
tey ikki, hóast tosað hevur
verið um tað. – Eg dugi illa
at ímynda mær at seta mark
fyri lýsingum. Sum oftast
ber til at tosa við viðkom-
andi lýsara, um okkurt
ideologiskt ella annað er í
lýsingunum, sigur blað-
stjórin, sum tó sigur seg
kenna til dømi, har tað eftir
hansara tykki er farið yvir
um mark.
Lýsingar mugu til
Spurdur um, hvørja framtíð
hann heldur avísin fær sum
miðil
í
framtíðarinnar
kunningarsamfelag,
har
teldur og aðrir margmiðlar
eru
kappingarneytarnir,
sigur Ingi, at hann væntar
ikki, at avísin fer at doyggja
út tey fyrstu árini.
- Fólk, sum hava serlig
áhugamál, kunnu sjálvandi
velja síni egnu tíðindi, men
hetta verða einsporað tíð-
indi til júst teirra áhugamál.
Okey, vit hava internetið,
men fólk fara ikki at for-
djúpa seg í tíðindum á net-
inum, tí tey vilja hava tey
serverað frá tíðindafólki,
sum gera research fyri tey.
Leitar tú sjálvur eftir tínum
egnu tíðindum, fært tú ong-
ar nýggjheitir, tú verður
ikki yvirraskaður, og tú
fært einki spark í reyvina,
sigur ein vónríkur og ber-
søgin Ingi Samuelsen, sum
tó viðgongur, at hann sjálv-
andi ikki kann vita, hvørja
tøkni vit hava um eini 10-
15 ár, og um talan tá verður
um eina elektroniska avís.
Ein spurningur er tó
hvagar lesararnir fara. Ein
annar áhugaverdur spurn-
ingur er hvagar lýsararnir
fara, tí Ingi metir ikki, at
tað ber til at geva eina avís
út í Føroyum í dag uttan
lýsingar. Í hesum sambandi
ber kanska til at tosa um
støddina hjá blaðnum.
Eitt sum serliga eyðkenn-
ir Dimmalætting beinan-
vegin, tá lesarin sessast við
henni, er nevniliga støddin.
Ingi sigur, at tey hugsaðu
um møguleikan, at skifta til
tabloidstødd, sum er sama
stødd sum Sosialurin brúk-
ar, nú Dimma fylti 125.
Men hann metir tó, at tað er
lættari at seta upp og stýra
støddini
við
núverandi
formati. - Harafturat eru
møguleikarnir fyri longri
greinum betri, og tað hósk-
ar væl til stevnumiðið hjá
Dimmalætting um at for-
djúpa seg í einum evni,
greiðir Ingi Samuelsen frá,
ið heldur hetta vera ein av
mununum á Dimmalætting
og Sosialinum, sum hann
heldur serliga leggur seg
eftir teimum lættaru søgun-
um.
Vinnulívsjournalistik
kurin
Á samkomuni í blaðhúsum
Dimmalættingar í sam-
bandi við 125 ára haldið
herfyri hevði blaðið eisini
bjóðað tveimum gestarøð-
arum at siga sína meining
um Dimmalætting og før-
oyskar fjølmiðlar. Røðar-
arnir vóru Jørn Astrup
Hansen, forstjóri í Føroya
Banka, og Øssur Winther-
eig, tíðindaleiðari í Sjón-
varpi Føroya.
Bankastjórin, sum ikki
helt at nøkur fjórða stats-
makt virkaði í Føroyum,
var serliga atfinningarsam-
ur ímóti vinnulívsjournal-
istikkinum hjá teimum før-
oysku fjølmiðlunum, sum
hann serliga helt var neyð-
ugur í einum landi, sum liv-
ir av tí tilfeingi, náttúran
gevur.
Ingi Samuelsen sigur, at
Dimmalætting gjarna vil
vera ein fjórða statsmakt í
Føroyum, men hann við-
gongur, at vinnulívsjourn-
alistikkurin ikki hevur er
nógv viðgjørdur av før-
oyskum fjølmiðlum. Tó
heldur Ingi, at Dimma hev-
ur verið tann besti miðilin á
hesum økinum. - Tað er
ikki altíð at vinnulívið skil-
ir, at roknskapir skulu lýs-
ast, greiðir blaðstjórin frá
og kemur við einum dømi
um, hvussu hann heldur
vinnulívsjournalistikkin
verða
prioriteraðan
á
tveimum teimum størstu
dagbløðunum í Føroyum í
dag. – Sosialurin hevur
skrivað nakrar fínar greinir,
um hvussu deiligt tað er
umborð á Nærabergi, með-
an vit hava nakrar kritiskar
greinir
ímóti
Kjølbro-
koncernini. T.v.s. at Sosial-
urin heldur valdi at reagera
við einari positivari grein
Soleiðis er gamla Dimma…
Ingi Samuelsen heldur røðu
Eilif, Aage, Flemming og Hugo Samuelsen
Tíðindaleiðarin Georg l. Petersen saman við konuni, Katarinu
um lívið umborð, enn at
viðgera sjálvan problem-
atikkin, sum Dimmalætting
viðgjørdi, so har eri eg
samdur við Astrup, sigur
Ingi, ið leggur afturat, at
bankastjórin undraðist yvir,
at blaðleiðslan ikki kravdi
at lesa røðuna hjá honum,
áðrenn hann helt hana á
hátíðarhaldinum. Men ætl-
anin var, at røðurnar skuldu
snúgva seg um fjølmiðlar,
og ikki so nógv um
Dimmalætting, sigur mað-
urin, sum situr við róðrið á
Dimalætting í dag, Ingi
Samuelsen.
Dulnevnd lesarabrøv
Ein annar munur, sum er á
teimum báðum stóru avís-
unum í Føroyum í dag, er
hugburður teirra mótvegis
dulnevndum lesarabrøvum.
Sosialurin valdi at gevast
við at prenta dulnevnd les-
arabrøv fyri nøkrum árum
síðani, men Dimmalætting
tekur tey framvegis við í
blaðið. Eisini hetta fýltist
gestarøðarin, Jørn Astrup
Hansen, á í føðingardags-
røðuni. Til hetta sigur Ingi
Samuelsen, at hann í prin-
sippinum heldur, at ein eig-
ur at seta navn undir, tað
ein skrivar, men fyri at fáa
ávís evnir fram, sum hann
tekur til, so sleppa tey dul-
nevndu brøvini við í blaðið,
men tey fáa ikki góða
plasering. Blaðstjórin sigur
seg tó altíð vita, hvør, ið
skrivað hevur.
Spurdur, um hesi »ávísu
evnini« ikki kundu verið
tikin upp av tíðindafólkun-
um
hjá
Dimmalætting
ístaðin, sigur Ingi, at tað
kundu tey saktans, men ein
og hvør kelda og tipp eru í
grundini dulnevnd, sigur
Ingi Samuelsen, ið hevur
20 ára royndir innan bæði
tann danska og føroyska
blaðheimin. Nú er hann so
tann 17. í røðini av blað-
stjórum á Dimmalætting.
Jens Marni og Kim Hansen
undirhildu á 125 ára
hátíðarhaldinum
Jan Müller, Edmund
Joensen og Kristina
Samuelsen lýða á
Fyrrverandi blaðstjórin,
Benny Samuelsen, heldur
røðu
Ingi og Hjalgrím Samuelsen,
stjórar á Dimmalætting,
saman við fyrrverandi
ábyrgdarblaðstjóranum,
Benny Samuelsen
Lisbeth L. Petersen, nevndarlimur, og Benny Samuelsen,
formaður í nevnd Dimmalættingar
Eini 300 fólk stukku inn á gólvið, tá Dimma helt jubileum
C
M
Y
K
11
10