týsdagur 21. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 13 - 21. januar 2003
Nr. 13 - 21. januar 2003
13
Tríggir danskir biskupar hava um vikuskiftið
álvarsliga ávarað móti einum álopi á Iraq. Hesir
kirkjumenn vísa á, at eitt kríggj móti Iraq fer at elva
vanliga fólkinum í Iraq ófatiligar líðingar. Skaðin,
oyðileggingarnar og líðingarnar av hesum kríggi
fara at vera so ómetaliga stór og víðfevnandi, at
hetta ikki kann vigast upp í móti tí at fáa einaræðis-
harran frá valdinum. Biskuparnir gera vart við, at
sum heimurin er skipaður í dag, eru aðrir mátar at
fáa eina ódemokratiska stjórn burtur, um tað er
neyðugt. Teir vísa á, at kríggj heilt einfalt verður ein
ov høgur prísur fyri at fáa eina demokratiska stjórn
til valdið í Iraq.
Tað munnu vera mong, sum eru samd við donsku
biskupunum. Teir hava ivaleyst grein í sínum máli,
tá ið teir vísa á kostnaðin fyri vanliga fólkið av
einum kríggi móti Iraq. Afturat kemur so hesin
spurningur: hvørja vissu hevur Vesturheimurin fyri,
at ein veruliga demokratisk stjórn kemur í staðin
fyri Saddam Hussein, um hann verður rikin frá
valdinum við kríggi? Svarið man ivaleyst vera, at vit
als onga vissu hava fyri hesum.
Afturat hesum kemur so tann stóri spurningurin um
harðræði Husseins nú er veruliga orsøkin til at USA
vil sleppa at loypa á Iraq. Tað finnast vitturliga
einaræðisstjórnir víða hvar í Miðeystri, Asia, Latín-
amerika og Afrika, ið er eins harðrendar og vanda-
miklar fyri heimin og Saddam Hussein. Hví ikki
rudda frá einum enda av? Svarið kann vera oljan hjá
Iraq. USA gerst alt meira heft av innfluttari olju.
Iraq hevur triðstørsta oljuríkidømi í heiminum. Tað
kann væl vera, at stjórnin hjá Busch vil hava ræði a
hesum ríkidømi í framtíðini.
Eitt álop á Iraq er tí ikki moralskt forsvarligt og eitt
álop er eisini politiskt og hernaðarligt sera vanda-
mikið fyri allan heimin. Eitt tílíkt álop fer at seta
kílar inn í NATO og ES eins og tað fer at uppfatast
sum ein krossferð móti muslimska heiminum. Og
síðst men ikki minst fer eitt álop at seta alt
Miðeystur í brand. Eitt kríggj kann eisini at breiða
seg til Pakistan, Iran og Afghanistan, og føra til
fólkauppreistur í Egyptalandi, Turkíinum, og øðrum
muslimskum londum. Vit standa í eini sera vanda-
fullari støðu og tað er at vóna, at leiðararnir í
Vesturheiminum halda høvdið kalt og finna ein
útveg at sleppa av við Saddam Hussein uttan kríggj.
Hóast Irak er fjarskotið frá okkum, so eiga vit føroy-
ingar eisini at hava eina meining um hetta álvars-
málið, tí eitt lemjandi kríggj fer eisini at fáa álvars-
ligar avleiðingar fyri okkum. Hugsið bara um fiski-
skipaflotan, um oljuprísirnir fara til himmals. Tí
kundi verið áhugavert at hoyrt, hvat eitt nú løgmað-
ur heldur um støðuna, og hvat okkara bispur heldur,
nú vit síggja, at bæði biskuppar og leiðandi politik-
arar í okkara grannalondum hava eina meining um
hetta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ávaringar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jákup Lindenskov
Skelkandi útmelding, Sám-
al Lindenskov, leiðari av
sambýlinum í Eysturstræti
hevði, tá GESTURIN var í
Sjónvarpinum hóskvøldið.
Framløga
Sámals
gav
greiða ábending um skila-
leysu, ja mannminkandi
handfaringina, sum Løg-
tingið hevur givið teimum
almennu
Føroyum,
nú
tingið staðfesti púra skila-
leysa niðurskurðin av ríkis-
veitingini 366 miljónir
krónur árliga. Skelkandi, at
Javnaðarflokkurin tók und-
ir við hesum nasjonalrom-
antiska floppi.
Vit kunnu nú staðfesta, at
tíðandi ábøtur og ajourfør-
ingar av heilsuverkinum
verða blokeraðar langa
framtíð.
Sámal gav greiða mynd
av støðuni hjá teim sálar-
liga sjúku, tey sita í saksin-
um og fáa ikki stuðul og
hjálpina vit kundu givið
teimum, um farið varð fram
við skili og í skinsemi.
Løgtingið hevur bloker-
að, at sálarliga sjúku kunnu
fáa ta røkt og viðgerð, teim
tørva, og sum vit kundu
givið teimum, um blokkur-
in ikki var molstreraður.
Og tí mugu tey sálarliga
sjúku nú svíða undir knall-
hørðum nasjonalromantisk-
um politikki, og tað átti
Javnaðarflokkurin ikki at
spælt við í.
Tá stóra útbyggingin av
landssjúkrahúsinum og sál-
arsjúkrahúsinum
varð
framd,
var
gjaldsbýtið
50/50 land og ríki, tó so at
ríkið bar raksturin av sálar-
sjúkrahúsinum, men 1.
apríl 1976 varð nýggj sjúk-
húslóg samtykt, samstundis
bleiv gjaldsbýtið alt 50/50
land og ríki.
Men so hendir lítið aftan
á fastløgdu útbyggingarnar,
sum mundu enda fyrst í
80’unum.
Allar nýætlanir verða
lagdar til viks, og ístaðin
skal álit skrivast um fram-
tíðar bygging.
Men veruleikin var ein
annar, politiska leiðslan
valdi at negla fyri. Útbygg-
ing steðgar, máðað verður
burtur av viðgerðarbygn-
ingum, umfatandi bygging
til fyrisiting verður nú pri-
oriterað. Skrivstovuslátur
heldur enn at bøta um røkt
og viðgerð hjá sálarliga
sjúkum er helst nærri sann-
leikanum. Partvíst hvørva
eindir – eisini sjúkrasyst-
araskúlin.
Umsitingin krevur sítt,
víst so, men ikki akkurát
høli og innbúgv av dýru
sort, men einki er tá sagt
um at sparast má. Og tá alt
nú er so »sára gott« , lok
oman á røkt og viðgerð.
Orðið røkt sigst vera
»óhóskandi« málbering, tá
vit tosa um sjúkrahús, vekk
við tí, tykir huglagið vera.
Gomul, hjálparleys – út av
sjúkhúsinum – »heim« við
teimum.
Gomul og hjálparleys,
sum ikki so sjáldan ongan
góðan eiga at taka ímóti
sær heima, verða send
»heim« , tí »sovorðin eru
ikki ætlað« sjúkrahúsinum,
»ikki ráð, ikki pláss« er
niðurlagið!
Nei, hava ikki ráð av
berari og kaldari nasjonal-
ari romantismu.
Nær fer Javnaðarflokkur-
in at siga okkum, hví flokk-
urin nú at enda atkvøddi
fyri at sparka heilar 366
milliónir árliga av landin-
um, var tað nú ikki »brúk
fyri teimum«?
Ella
hevur
flokkurin
gloymt fremstu uppgávu
sína, at hjálpa har, sum tað
treingist mest!
At hjálpa har, sum tað treingist mest
Kári P. Højgaard,
Løgtingsmaður,
Sjálvstýrisfloksins.
Tøkk fyri áheitan tína um
ikki at hava at Jenisi av
Rana og skal eg taka hana
til eftirtektar, men má heilt
stutt svara onkrum av tí,
sum er ført fram.
Vit hava eina nýbygging
av landsjúkrahúsinum, sum
eftir øllum sólarmerkjum,
verður liðug fyrr enn mett
varð. Hetta gevur okkum
ein positivan trupuleika,
sum sjálvsagt skal loysast.
Talan er ikki um gjaldføris-
trupuleikar, tí við ársenda
vóru omanfyri 2 mia. í
landsbankanum. Tað sum
eg royndi at føra fram var,
at loysnin er samstarv held-
ur enn hóttan. Nevar í borð-
ið ella knívar á barkan gera,
at menn ikki verða tiknir í
álvara. Tann tíðin tá Gamli
Tróndur og aðrir vórðu
drignir undan rekkjuvánni
og fingu tvinnar kostir í at
velja, antin broyta trúgv
ella missa høvdið er tíbetur
farin, ella hvussu?
Nær verður bygningurin
klárur at taka í nýtslu?
Mær vitandi eru allir
flokkar
í
løgtinginum
samdir um, at bygningurin
skal takast í brúk, so skjótt
sum gjørligt. Vit mugu pol-
itiskt semjast um keyp av
tólum, fíggingarmynstur,
vita nær bygningurin kann
verða klárur at taka í nýtslu
og áseta opningardagin,
áðrenn hetta kann kunnger-
ast fyri borgarum landsins.
Einasta sum kann forða fyri
eini skjótari og góðari
loysn, er sjálvdráttur og
"sjálvprofilering".
Trúvirði hjá undirritaða
nýtist Jenis av Rana løg-
tingsmaður ikki at sáa iva
um. Tað vóni eg at mínir
samgongu og samstarvsfel-
agar kunnu vátta.
Viðmerking til form. Miðfloksins og
Jónfinn Olsen form í UFM
Elisabeth Guttesen og
Marin Samuelsen
(deiltíðarhúsmøður)
Heilt erligt!! Hvat heldur
Kjartan Joensen er í vegin
fyri, at húsmøður eru fram-
skygdar á jøvnum føti við
onnur?? Heldur hann, at
tær bara eru vitandi um
innlýsandi ting.
Hevði tað ikki mangan
sæð betri út og verið betri
skil á, um t.d. fleiri hús-
møður vórðu við at taka
avgerðir
í
Landsins
Leiðslu?
Vit spyrja bara.
Viðmerking
til greinina:
»Hvør hús-
móðir visti,
hvat fór at
henda við
Jørgeni«
VIÐMERKINGAR
Tøkk
Okkara hjartans tøkk til øll tykkum,
sum vístu okkum samkenslu og hjálpsemi,
tá kæra og høgt elskaða dóttir, systur, mamma,
svigarinda og mostur okkara
Evy Roma Kristensen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri minnisgávur til børnini Irenu og Fróða,
blómur, kransar og troystarrík orð frá m.a.
Vilhelm presti í heiminum, Zion og kirkjugarðinum.
Eisini tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum,
ið gjørdu tað, ið tey kundu fyri Evy.
Tøkk til tykkum, ið ringdu, sendu kort og komu á gátt
og sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til dagrøktina, sum er um Irenu og Fróða
í teirra sváru tíð – takka vit hjartaliga.
Semona, Connie, Diana og Linda við familjum
Ferðaseðlaprísurin
Gerhard Longberg.
Løgtingsmaður og
borgarstjóri
Ja, nú komu boðini. Prísur-
in at ferðast skal minst 20%
upp. Og helt ein verri tæn-
asta.
Eini boð, sum skaka okk-
um, sum búgva uttanfyri
miðstaðarøkið. Ja, nú er
miðstaðarøkið stórt. Eg taki
Vágoy, Eysturoy og Strey-
moy sum miðstaðarøki.
Men hvat, kunnu vit liva
við hesum? Vit minnast tá
prísirnir vóru kunngjørdir
fyri at koyra gjøgnum und-
irsjóvartunnilin. Tá stóðu
Føroyar næstan eftir einum
enda. Men hvat, skuku vit
bara góðtaka hesi ófrætta-
boðini nú?
Nei, her mugu vit, sum
enn noyðast at brúka skip-
ini standa saman ølsl ímóti
øksl.
Eg má sjálvur staðfesta,
at eg eri ein ársungi í lands-
politikki. Men tó havi eg
uppliva, at tað er ikki bara
sum at siga tað, at hava eina
meining sum fer tvørs av
teimum fínu og mentaðu,
so kann tú rokna við at
verða forfylgdur.
• Nú er okkara ungu
barnafamiljur og onnur
vitnir til, at mjólkin hækkar
munandi.
• Nú verða tey, sum skulu
brúkta
strandferðsluna,
mest ung fólk sum flyta seg
til arbeiðis, at prísirnir
skulu hækka.
• Nú verða vit vitni til
sum búgva í útjaðaranum,
at flyta fisk, tá verða vit
verri fyri enn tey sum
búgva á meginøkinum.
Hvat er meiningin? Fyrst
skal stuðulin til tey virkini
sum liggja á útoyggjunum
minkast, sum um hetta ikki
var nógmikið, so skulu
prísirnir
hækkast
við
strandferðsluni.
Undirritaði legði merki
til, at hesi punktir saman
við nógvum øðrum vóru
minkaði á fíggjarlógini fyri
2003.
Men her var ein játtan,
sum hækkað var úr 2,8
mill. Og til 3,2 mill., og tað
var til Leikpall Føroya.
Undirritaði var so frekur,
(tí soleiðis skilti eg tað aft-
aná), at seta broytingarupp-
skot fram saman við tveim-
um fólkafloksmonnum og
einum
miðflokkamanni
um, at Leikpallur Føroya
skuldi fáa somu upphædd
sum í 2002. Tað má eg so
siga, at hetta hevur Gerhard
hoyrt fyri síðan.
So eg vóni, at eg fari at
hoyra líka nógv til hesi fínu
á meginøkinum nú. Tað sær
út sum, at útjaðarin skal av-
toftast, spakuliga. Tað kun-
di hent seg, at onkur mentan
var at finna úti á oyggj-
unum, sum kann síðustillast
við mentanina hjá teimum
fínu á meginøkinum.
Nú skal eg bara taka aftur
íaftur, hvat er tað fyri tæn-
astustøði, sum skal lækkast
t.d. til Sandoy:
„Teistin" siglur síðsta túr
av Gomlurætt kl. 19.15. Vit
hava ongan livandi møgu-
leika at gera nýtslu av nøkr-
um á meginøkinum – vit
eru totalt avskorðin.
Ella, er tað tann tænast-
an, har vit síggja skopun-
ingar vassa ímillum bussar
og annað til hús, tí at
Bygdaleiðir ikki vilja koyra
túrin ígjøgnum Skopunar
bygd áðrenn farið verður
heimeftir. Ongin tænasta,
slettis ongin.
So tænastan kann vara
fara ein veg, og tað er at
betrast. Síðsti túrur av
Gomlurætt skuldi verið kl.
22.30.
Tað havi eg havt frammi í
tinginum, og vóni eg, at tað
gerst veruleiki.
Men til síðst vil eg so
innarliga heita á Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
mann, um at gera okkurt
sum forðar hesum ófrætta-
tíðindum at gerast veru-
leiki. Og ikki minst lands-
stýrismanninum í útoyggja-
málum, Eyðun Eltør. Væl-
signaður, rópa neyðarróð
saman við okkum, ella eru
hetta avleiðingar av blokk-
inum?
Men til allarsíðst, eg havi
álit á Bjarna Djurholm at
hetta ikki hendir.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
ið sýndu okkum samkenslu tá kæra kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Elinborg Sámalsdóttur Lervig
Skála
andaðist og bleiv jarðað.
Tøkk øll tit, ið vóru í kapellinum, við heimið, í kirkjuni
tá hon kom heim, og tit, ið fylgdu henni til jarðar.
Tøkk til allar kirkjutænarar, prest og sangarar.
Tøkk fyri mat, ið vit fingu í heimið og til ervið,
tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir
og gávur til Leguhúsið í Nesvík.
Øllum verður ynskt Guðs ríku signing
í nýggja árinum.
Familjunnar vegna
Jóhan, Maritha,Tummas, Sámal Petur
og Joan Eilin
Opið bræv
Góði Eyðun Klakkstein
Tað var við stórari undran
at eg las Sosialin leygar-
dagin 18 jan. Fyri tað fyrsta
lat tú meg vita, at samrøðan
tú gjørdi við meg áðrenn
jól, skuldi nýtast til tína
próvtøku á journalisthá-
skúlanum í Århus. Hevði
eg vita, at samrøðan eisini
skuldi nýtast til eina blað-
grein, hevði eg neyvan sett
stundir av til hetta. Havi
haft nógvar gevandi sam-
røður við tíðindafólk í sein-
astuni, so hendan var ikki
neyðug. Í hesum føri royndi
eg bert at vera beinasamur
og hjálpa tær.
Tað var serliga yvirskrift-
in; "Føroyingar skilja ikki
Sunleif", ið fall mær í eyg-
uni. Um hetta er tín høv-
uðskonklusión, hevur tú
ikki fingið røttu fatanina av
samrøðu okkara. Nevndi
júst fyri tær, at eg var sera
fegin um, at tað vóru 1400
fólk úr øllum Føroyum, ið
hoyrdu frumframførsluna
av mínari symfoni, og havi
eg aftaná fingið nógv góð
orð við á vegnum um hetta
verk. Nevndi eisini, at tón-
leikasøgan hevur lært okk-
um, at partiturtónleikur,
ella sokallaður "klassiskur
tónleikur", hevur ongantíð
haft tann stóra lurtaraskar-
an, og er mín tónleikur
einki undantak.
Við hesum báðum brotum
úr okkara samrøðu og ken-
sluni av at føroyingar, sum
heild, taka væl ímóti mínum
tónleiki, er tín yvirskrift;
"Føroyingar
skilja
ikki
Sunleif", heilt burturvið.
Vinarliga,
Sunleif Rasmussen
Svar
Góði Sunleif
Samrøðan, sum eg gjørdi
við teg, var á ongan hátt
ætla sum bara »ein skúla-
uppgáva«. Hon var eisini
ætlað almenninginum, og
tað helt eg meg greiða frá.
Hevði eg havt illgruna um,
at tú helt, at talan bara var
um eina »skúlasamrøðu«,
hevði eg als ikki gjørt hana.
»Føroyingar skilja ikki
Sunleif« er ikki høvuðsnið-
urstøða í greinini. Í grund-
ini stendur tað als ikki í
greinini. Tað er ein partur
av eini forsíðu, sum leggur
upp til eitt av tínum áhuga-
verdu sjónarmiðum um
munin millum tøkniliga
menning og tónleik.
Hóast nógvar gevandi
samrøður longu eru gjørdar
við teg, vóni eg, at samrøð-
an við teg leggur okkurt
afturat søguni um tóna-
skaldið, sum gongur nýggj-
ar leiðir og bjóðar lurtarun-
um av.
Eyðun Klakstein
– mugu ikki sleppa at
vera við til at avtofta
útjaðaran
Johan Dahl, Løgtings-
maður
Tað er undarligt at at sita og
líta á meðan sitandi sam-
gonga – hendan samgong-
an sum hevur gingið undir
sloganini at:
– Menna útjaðaran og -
– Geva útjaðaranum og út-
oyggjum kor soleiðis, at
útjaðarin ikki er fyri prís-
ella kappingaravlaðing or-
sakað av fjarstøðu síni.
Og hvat gera teir nú??
Júst tað øvugta – teir eru
við at:
– hækka allar prísir á
ferðing og flutningi við
strandferðsluni til og frá út-
jaðaranum við umleið 20%
eins og teir lækka túratalið
til t.d. Suðriar og gera her-
við tað, at útjaðarin verður
enn verri fyri, enn hann er,
tí færri fólk ferðast, tá prís-
urin er ov høgur.
–
Menningin
innan
vinnulív o.a. verður skerd
orsakað av somu orsøkum
sum nevnt omanfyri – hon
verður kappingaravlagað.
– Harafturat sum stein
oman á byrðu, so skerja/-
minka teir allan flutnings-
stuðul har sund og firðir
skilja og gera harvið vinn-
uni í útjaðaranum óbøtalig-
an skaða.
– so ikki kann sigast ann-
að enn, at hendan sam-
gongan, sum skuldi loysa
føroyingin úr trælahaftin-
um hjá dønum og gera okk-
um nógv frælsari og dyna-
miskari er við at binda okk-
um niður og gera okkum til
eina bananrepublikk – tað
sæst á øllum brøgdum – vit
kunnu bert skeita at skilin-
um í samgonguni.
Sambandsflokkurin kem-
ur í næstu døgum at leggja
uppskot fyri Løgtingið
viðv. ferða - og farmagjøld-
unum hjá tí almenna SSL
og vónar við tí uppskotin-
um at forða fyri, at útjaðar-
in verður tann, sum kemur
at gjalda prísin fyri vanstýr-
ingini og ovurnýtsluni sein-
astu 4 árini undir sitandi
samgongu.
Játtanin hjá strandferðsl-
uni er ikki hækkað sam-
svarandi hækkandi lønum
og rakstrautreiðslum – tað
er orsøkin til støðuna –
hetta er eitt politiskt mál,
sum má loysast skjótast.
Ferðaseðlaprísirnir hjá Strandferðsluni
C
M
Y
K
13
12