týsdagur 21. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 • týsdagur • 21. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Komandi kappingar-
ár koma tríggir jugo-
slaviskir leikarar at
styrkja um hópin hjá
Skála, sum nú eisini
telir rumenska Iulian
Florescu
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Uttan at taka munnin ov
fullan ber helst til at stað-
festa, at fyrsta árið hjá
Skála í bestu fótbóltsdeild-
ini var sera væl eydnað.
Eftir at liðið fyrstu nógvu
umførini var á niðasta
plássinum, gjørdu teir ein
ordans vørr seinastu um-
førini, soleiðis at teir ikki
bara vunnið seg av botnin-
um, men eisini somikið
langt, at tað gjørdist EB/
Streymur, sum mátti spæla
um upp- og niðurflyting.
Nógv frágongd
Hetta hevur tó ikki fingið
teir í Skála at halda, at nú
stendur alt væl til. Frá-
gongdin av fólki hevur nak-
að stór, og tá hópurin
framman undan ikki var av
teimum
størstu,
hevur
leiðslan
kannað
eftir,
hvussu
hópurin
kann
styrkjast.
Av leikarum frá í fjør,
sum ikki longur eru í fe-
lagnum kunnu nevnast teir
báðir
útlendingarnir,
Gheorghe Callo og Alex-
andru Gabor, Dánjal Niel-
sen, Kári Nielsen, Áki Pet-
ersen og Rúni Rasmussen,
og hartil tykist tað í løtuni
vera sera ivasamt, hvørt
Pauli Poulsen verður aftur
at síggja á liðnum. Í øllum
førum sum leikari.
Full kvota
Í royndunum at finna
nýggjar
leikarar
hevur
felagið havt samband við
fyrrverandi VB-venjaran,
Darko Kovasevic, og saman
við Jóhan Nielsen er hesin
nú komn fram til tríggjar
leikarar, sum skulu styrkja
um liðið. Og tað er greitt, at
tað fyrst og fremst hevur
verið verjuparturin, sum
teir báðir hava hugsað um.
Talan er nevnliga um
tveir miðverjuleikarar og
ein verjukendan miðvall-
ara, sum koma til landið úr
Jugoslavia.
Miðvallarin
hevur undan hesum leikt
við FK Obilic, sum fyri
tveimum
árum
síðani
spældi ímóti GÍ. Teir báðir
miðverjarnir hava báðir
leikt við felagi í næstbestu
jugoslavisku deildini, og
verða báðir lýstir sum
kropsliga sterkir verjuleik-
arar, sum tó eisini hava
teknikkin í lagi. Enn eru øll
viðurskiftini við nýggju
leikarunum ikki endaliga
komin í rættlag, men vænt-
andi verða seinastu pappír-
ini avgreidd í komandi vik-
uni, soleiðis at nýggju
menninir
sum
skjótast
kunnu sleppa at venja
saman við nýggju liðfeløg-
unum.
Umframt hesar tríggjar
jugoslavarnar, hevur Skála
framvegis rumenska Eugen
Voda í málinum, soleiðis at
útlendingakvotan hjá fe-
lagnum er nýtt til fulnar.
Hartil hevur felagið í vetur
eisini fingið tilgongd av
rumenska Iulian Florescu,
sum áður hevur leikt við
B71 og B36. Iulian hevur
verið somikið leingi í Før-
oyum, at hann ikki telur
sum útlendingur í fót-
bóltshøpi. Og endaliga er
avtala eisini gjørd við
Sonna L. Petersen.
Væl vitandi keldur
í Skotlandi vilja
vera við, at føroyski
landsliðsskiparin
skal venja við Aber-
deen komandi
vikuna
YRKISFÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu tíðina hevur
millum lítið og einki
verið at hoyrt til, hvar
framtíðin hjá liðfor-
manninum á føroyska A-
landsliðnum í fótbólti
skal liggja.
Eftir at tað í fjør
gjørdist greitt, at framtíð
hansara undir ongum
umstøðum skuldi vera í
Hvidovre. Tá danska
kappingin var av, gekk
leiðin í staðin til TB,
sum hóast hendan styrk-
in flutti niður eftir bert
eitt ár í bestu fótbólts-
deidlini á hesum sinni.
Síðani hetta hevur tað
verið rættiliga lítið at
hoyra. Onkrar søgur
hava verið frammi um,
at hann skuldi gerast
leikandi venjari hjá TB,
meðan aðrar settu hann í
samband við HB, men
sambært keldum okkara
er tó ikki aktuelt við
nøkrum av hesum.
Ístaðin fer Óli Jo-
hannesen nú til Skot-
lands, har hann ætlandi
skal royna seg komandi
dagarnar. Tað hevur ikki
eydnast okkum at fáa
fatur á Óla Johannsen,
men væl vitandi keldur
hjá Sosialinum siga, at
Óli fer til Skotlands
mánadagin, har hann so
skal til royndarvenjingar
hjá einum ella fleiri fe-
løgum.
Einasta, sum tykist
heilt víst í hesum er, at
Aberdeen er eitt av fe-
løgunum, sum skal hava
sýnt Óla Johannesen
áhuga. Steve Paterson
tók har við í venjara-
sessinum í heyst, eftir at
danski Ebbe Skovdahl
varð koyrdur frá. Og
einki er at ivast í, at hann
leitar sær eftir nýggjum
leikarum, nú sokallaða
transfer-vindeygað
er
opið. Hetta hevur eisini
verið nevnt í skotskum
miðlum, sum helst enn
ikki
hava
gloymt,
hvussu tað gekst, tá Før-
oyar og Skotand tókust í
fjør.
Enn er tó ikki víst, at
talan verður um nakran
sáttmála hjá Óla, men
tað er einki at ivast í, at
meira verður at frætta
um hetta í næstum.
Óli Johannesen
fer til Skotlands
Óli Johannesen skuldi mánadagin til Skotlands, har
hann ætlandi fer at royndarvenja við einum ella fleiri
skotskum feløgum
Skála fær jugo-
slaviskan styrk
Til komandi kappingarár
hevur Skála tryggjað sær
tilgongd av trimum
jugoslaviskum leikarum,
umframt at Iulian Florescu
eisini verður við liðnum.
Frammanundan hevur
felagið eisini rumenska
Eugen Voda í málinum
15
14
Nr. 13 - 21. januar 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Bræv frá bin Laden
Eitt arabiskt blað prentaði sunnudagin eitt bræv, sum
sambært blaðnum var frá yvirgangsmanninum
Osama bin Laden.
Blaðið skrivaði, at ein av tess blaðmonnum hevði
fingið brævið umvegis ein granskingarstovn í
Pakistan. Brævið, sum var heilar 26 síður langt, var
skrivað á arabiskum. Dagfesting var eingin, men
keldur í London hava upplýst fyri blaðnum, at tað er
skrivað fyri umleið 14 døgum síðani.
Í brævinum verður millum annað spurt, nær
muslimarnir fara at vakna upp úr svøvni, nær teir
fara at skilja ímillum vin og fígginda, og nær teir
fara at venda ørvum sínum ímóti tí fíggindanum,
sum rænir teirra ríkidømi og tilfeingi. Er tað
veruliga bin Laden, sum hevur skrivað brævið, er
tað fyrstu ferð, at hann hevur latið nakað lívstekin
frá sær í hesum árinum.
Drápsmál kann byrja
Belgiumaðurin Marc Dutroux, sum er ákærdur fyri
at hava burturflutt, neyðtikið og myrt fýra ungar
gentur, kemur væntandi fyri rættin eina ferð seinni í
ár.
Dutroux hevur sitið í varðhaldi, síðani hann varð
tikin í 1996. Málið elvdi til ógvusliga øsing í Belgia,
og síðani hevur løgreglan staðið fyri skotum, tí
mong halda, at tað hevur tikið alt ov drúgva tíð at
kanna málið. Sjálvur sigur Marc Dutroux seg vera
ósekan.
Belgiska løgreglan sigur, at kona Dutroux verður
eisini ákærd. Tað sama er galdandi fyri ein annan
mann, meðan ein triði, sum varð tikin og skuldsettur
fyri at hava verið uppií, sleppur undan ákæru. Tað
vilja avvarandi hjá teimum fýra gentunum ikki
góðtaka, og tey hava sett fram krav um, at tann triði
maðurin eisini verður ákærdur og drigin fyri rættin.
Ikki í ár
Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, gjørdi í gjár
greitt, at bretar skulu ikki á fólkaatkvøðu um evruna
í ár.
Fyrr hevur Blair sagt, at fimm treytir skulu verða
uppfyltar, áðrenn fólkaatkvøða verður um at seta
evruna í gildi í staðin fyri pundið, men við blaðið
The Independent sigur hann, at fólkaatkvøðan
verður ikki í ár, sjálvt um tær fimm treytirnar verða
uppfyltar. Sambært forsætisráðharranum er tað Irak-
kreppan, sum ger, at politikararnir hava ikki stundir
til at tosa um evruna nú.
Samstundis hevur blaðið Financial Times kunn-
gjørt eina meiningakanning, sum vísir, at flestu
virkisleiðararnir í Bretlandi eru ímóti at seta evruna
í gildi í staðin fyri pundið. Í einari tilsvarandi kann-
ing fyri fimm árum síðani tóku teir flestu virkis-
leiðararnir undir við hugskotinum um eitt felags
evropeiskt gjaldoyra.
Røkke royndi at fáa
blaðkvinnu at tiga
Tá norska blaðkvinnan Åsne Seierstad fyri nøkrum
árum síðani skrivaði nakrar atfinningarsamar
greinar um ríkmannin og stórreiðaran Kjell Inge
Røkke, royndi Røkke at fáa hana at taka av einum
tilboði um at arbeiða hjá sær. Tað skrivar norska
blaðið Finansavisen.
Greinarnar hjá Åssne Seierstad snúðu seg um tann
risastóra trolaran "American Monarch". Trolarin
kostaði 470 milliónir krónur, og Røkke royndi at
útvega honum fiskiloyvi í Russlandi, eftir at
myndugleikarnir í Kili høvdu sýtt skipinum at fiska
har. Åssne Seierstad, sum hevði gott samband við
russar, sáddi iva um ætlanina hjá Røkke at útvega
skipinum russiskt fiskiloyvi.
Fyri at fáa blaðkvinnuina at gevast við at skriva
um málið royndi Kjell Inge Røkke at fáa hana at
arbeiða hjá sær, skrivar Finansavisen. Fyrrverandi
blaðstjórin hjá blaðkvinnuni, Steinar Hansson,
váttar tíðindini.
Bæði í USA og í
Evropa gingu túsund-
tals fólk mótmælis-
gongu um vikuskiftið
ímóti hóttanini um
kríggj við Irak
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
"Bush drápsmaður", "Nei
til kríggj" og annað stóð at
lesa á skeltum, sum fleiri
túsund
mótmælisfólk
høvdu við sær, tá tey gingu
í gøtunum í fleiri stórbýum
í Bretlandi, Belgia, Spania,
Turkalandi og USA um
viksukiftið.
Uttan fyri høvuðsstøðina
hjá bretsku herleiðsluni
komu nógv fólk saman at
mótmæla krígsætlanini. Tá
nøkur av mótmælisfólk-
unum royndu at leinkja seg
til girðingina kring høv-
uðsstøðina, legði løgreglan
uppí, og umleið 50 mót-
mælisfólk vórðu tikin.
Sunnunáttina vóru fleiri
mótmælisgongur í ameri-
kanskum býum, har fólk
mótmæltu
ætlanini
hjá
stjórnini at leypa á Irak.
Ein maður úr Suður-
afrika, sum hevði
samband við gamla
stýrið har, verður nú
nevndur sum maður-
in, ið myrdi svenska
forsætisráðharran
Olof Palme í 1986
PALME-MORÐIÐ
Árni Joensen
Maðurin, sum nú verður
hildin at vera drápsmað-
urin, er ongantíð fyrr drigin
upp í tað loyndarfulla
morðið. Men í gjár skrivaði
Dagens Nyheter, at tað er
skjalprógvað, at maðurin
var í Stockholm tann 28.
februar í 1986, tá Olof
Palme varð myrdur.
Upplýsingarnar eru frá
handilsmanninum
Kent
Ajland, sum hevur arbeitt
saman við suðurafrikan-
arum í einari roynd at finna
drápsmannin. Sjálvur sigur
Kent Ajland, at hann fekk
upplýsingar um mannin, tá
hann einaferð var á hand-
ilsferð í Suðurafrika.
Maðurin, sum sambært
Kent Ajland myrdi Palme,
býr í dag í einum øðrum
landi, og hann varð ikki
drigin upp í kanningarnar,
tá svensku myndugleikarnir
fyri sjey árum síðani kann-
aðu, at Suðurafrika hevði
nakað við Palme-morðið at
gera. Hinvegin var tað ikki
nakað loyndarmál, at táver-
andi
suðurafrikansku
myndugleikarnir
mettu
Palme sum ein av sínum
fíggindum, tí hann hevði
gott samband við ta svørtu
frælsisrørsluna ANC.
Kent
Ajland
hevur
kunnað svensku løgregluna
um tað, sum hann er komin
til, og løgreglumaðurin,
sum stendur á odda fyri
morðkanningunum, hevur
verið í Suðurafrika og tosað
við mannin, sum greiddi
svenska handilsmanninum
frá, hvør drápsmaðurin er.
Svenski løgregluovastin,
Lars Nyhlen, sigur, at løg-
reglan fær nógvar upplýs-
ingar um Palme-morðið,
men hann viðgongur, at
tann seinasta upplýsingin
er serliga áhugaverd.
Flestu amerikanarar
halda, at fjølmiðlar-
nir eiga ikki at vera
atfinningarsamir í
krígstíð, men at tað
vanliga pressufrælsið
eigur at víkja
56 prosent av teimum, sum
fingu spurningin í einari
kanning hjá sjónvarpinum
ABC, svaraðu, at teir
amerikansku fjølmiðlarnir
eiga at taka undir við
stjórnini í krígstíð, meðan
36 prosent halda, at tíð-
indafólkini skulu seta po-
litikarunum nærgangandi
og atfinningarsamar spurn-
ingar.
Hinvegin halda 90 pro-
sent av amerikanarunum, at
í friðartíð er tað sera um-
ráðandi, at fjølmiðlarnir
hava frælsi at arbeiða, og at
tá er tað uppgávan hjá fjøl-
miðlunum at vera atfinn-
ingarsamir, tá talan er um
politikkin hjá stjórnini.
Ein frágreiðing hjá In-
formation Security Over-
sight Office vísir annars, at
frælsið hjá amerikansku
fjølmiðlunum er skert mun-
andi síðani tann 11. sep-
tember í 2001. Sambært
frágreiðingini vórðu 33
milliónir skjøl hjá ameri-
kansku stjórnarumsitingini
stemplað sum loynilig í
2001, og tað var næstan
helvtina meiri enn árið fyri.
Jack Nelson, sum hevur
skrivað eina frágreiðing um
tey nógvu loyniligu skjølini
hjá Bush-stjórnini, segði
við blaðið Los Angeles
Times fyri nøkrum døgum
síðani, at tann broytti poli-
tikkurin gjørdi seg galdandi
longu undan atsóknunum í
New York og Washington.
Hann vil vera við, at heldur
ikki teir fólkavaldu politik-
ararnir hava atgongd til
nógv av skjølunum.
- Samstundis hevur stjór-
narumsitingin lagt seg eftir
at lata ymiskt, sum tænir
hennara politisku málum,
leka út, sigur Jack Nelson.
Hann vísir millum annað á
tær nógvu upplýsingarnar
um fyrireikingarnar til eitt
kríggj við Irak og royndina
at sannføra fólk um, at tað
er neyðugt at fara í hernað
ímóti altjóða yvirgangi.
Her hevur umsitingin latið
nógvar upplýsingar, sum
tæna hennara máli, leka út
til almenningin, sigur Jack
Nelson.
Pressufrælsið má víkja í krígstíð
Suðurafrikanari myrdi Palme
Mótmæltu krígsætlan
Fleiri túsund fólk mótmæltu
um vikuskiftið ætlanini um
kríggj við Irak. Hendan
myndin er av mótmælisfólki
í Pennsylvania í USA
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14