Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 21. januar 2003 17 Liðkappingin er nú hálvrunnin, og bert eitt stig skilur fýra tey fremstu liðini. Vest- menningar hava tað hinvegin torført í botninum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Ógjørligt er at geva eitt beinrakið boð um nakran FM-favoritt. Teir úr Havn- ini hava sjálvsagt fyrimun framum hini liðini við eittstigar-leiðsluni, men heili trý lið liggja og lúra lið um lið upp til havnar- menn. Hesi eru liðini úr hvalvík, klaksvík og av toftum. Í Havn vann heimaliðið í vikuskiftinum 3-1 á koll- firðingum. Fyrsta borðið hjá HT, Martin Poulsen, var burturstaddur, og tí røkti Olaf Berg fyrsta borð. Útisetin, Rógvi W. Ras- mussen, sum er heima í hesum døgum, mannaði annað borð hjá havnar- monnum. Olaf megnaði ikki upp- gávuna móti Hans Kristian Simonsen, men Rógvi vísti seg at vera góður fongur tá hann vann eitt drúgvt talv á Torbjørn Thomsen. Úrslitið 3-1 eiga havnarmenn at vera nøgdir við. Kollfirð- ingar eru nú dragnaðir eitt petti frá toppinum. Klaksvíkingar komu sterkt aftur í oddastríðið eftir góðan 3-1 sigur á vest- menningum. Ólavur Sim- onsen gjørdi bart og vann á IM John Rødgaard. Ein góð uppreisn hjá Ólavi eftir keðiligu kappingini í Norra herfyri. Talvið er við í blað- num í dag. Rani Nolsøe leikti skeivt tíðliga í byrjanarspælinum og hetta gjørdi John Jacob- sen sær dælt av og vann eitt stutt talv. Sigurin gav klaks- víkingum eitt deilt annað pláss. Nú má nærum eitt undur til, um vestmenn- ingar skula klára at halda seg uppi í ovastu deildini. Jens Kristian hansen - fimm av fimm Uppgerðin millum hvalvík- ingar og toftamenn endaði uttan nakran vinnara. Enn einaferð bleiv tað Jens Kristian Hansen sum varð álitið hjá toftamonnum. Hann vann sín fimta sigur á rað (!), hesaferð á Finn- bjørn Zachariassen. Sámal Christiansen hevur eisini roynst væl í ár, og vann hann sunnudagin á Wenzil Højgaard. 2-2 munna bæði liðini vera hampiliga vælnøgd við. Komandi umfar vera tveir toppdystir á skránni, nevnliga millum Havnar- menn og hvalvíkingar, og toftamenn og klaksvík- ingar. 2. deild — tvey lið bróta frá Kappingin um uppflyting stendur millum Runavík- ingar og sandavágsmenn. Tað er greitt nú kappingin er hálvrunnin. Møguliga kunna klaksvíkingar hanga í, men tað er at kalla veruleikafjart. Runavíking- ar eru hálvt stig fremstir, og tí verður tað ein sonn finala tá liðini hittast í seinnu helvt. Talvini hesa vikuna Fremsti kvinnuligi telvarin í heiminum, Judit Polgar, hevur síðani seinasta summar telvað sum ein brandur. Í septembur vann hon á fyrsta sinni á Garry Kasparov í einum kviktalvi (25. min. hvør til talvið), tá heimurin vann á Russlandi í serligum kviktalvs- dysti. Í oktober/novembur varð hon álitið á ungarska landsliðnum í Talvolympiaduni í Bled, Slovenia, við frálíkum úrslitum á øðrum borði aftanfyri Peter Leko. Tað viðførdi at hon rakk teimum 2700 á altjóða ratinglistanum hjá Fide, og er í løtuni nr. 13 í heiminum. Kasparov vann sær 9 ratingstig í OL, og hevur nú 2847. Undan talvinum móti Anatoly Karpov í Wijk aan Zee, sum í hesum døgur verður leikt, hevði Polgar ikki fyrr megnað at koppa honum. Síðani summar hevur hon sostatt vunnið á Kasparov, 2700 í rating, og nú eisini vunnið á legenduni Karpov. Støðan í toppinum í Wijk aan zee er annars hendan: 1-2. Anand, Loek van Wely 5/7. 3-4. Polgar, Shirov 4,5. 5. Grischuk 4. 6-8. Kramnik, Topalov og Ivanchuk 3,5. Seks umfør resta í. GM Anatoly Karpov 2688 — GM Judit Polgar 2700 Wijk aan Zee (4), 2003 1.d4 Rif6 2.Rif3 e6 3.c4 b6 4.a3 Bb7 5.Ric3 d5 6.cxd5 Rixd5 7.Fc2 Rixc3 8.Fxc3 h6 9.e3 Rid7 10.b4 Be7 11.Bb2 0—0 12.Rd1 a5 (helst ein teoretisk nýggjheit. Í øllum førum forvirraði leikurin gamla meistaran almikið, sum Polgar tók til eftir talvið) 13.b5 Rc8 14.Fb3 c6 15.bxc6 Bxc6 (svartur hevur nú lítlan fyrimun. Fólkini eru øll hampiliga væl útviklaði, rókurin er komin í leikin og kongurin er tryggur) 16.Bb5? (Karpov yvirsáð næsta leikin hjá Polgar) 16...Bb4+! 17.axb4 Bxb5 18.bxa5 Bc4 19.Fa3 bxa5 (svartur hevur nærmast vinnandi fyrimun. Kongurin stendur sum nú er als ikki nóg tryggur, og í borg sleppur hann ikki) 20.Fd6 Bb5 21.d5 Rc2! 22.Rd2 Fc8 (22...Rxd2 er eisini væl møguligt) 23.Fa3 (svartur hótti Rxb2 og Fc1+) 23...Rxd2 24.Kxd2 Rib6 25.Fc3 Ric4+ 26.Kc2 e5 27.Kb1 Fg4 (leypur á á báðum síðum) 28.Rc1 Rb8 29.Rc2 f6 tryggleiki framum alt, man Polgar hava hugsað her. Leikurin tykist ikki at vera bráneyðugur, men hinvegin, hvat skal Karpov gera? Polgar hevur tíð til bíðileikir) 30.d6 Fxg2 31.Rid2 Fh1+ 32.Ka2 Rixd6 33.Fc5 Rc8 og Karpov gavst í hesari vónleysari støðu 0—1 Ólavur Simonsen — IM John Rødgaard FM-lið 2002/03 VT-KTF (5), 19.01.2003 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Rid2 Rif6 4.e5 Rifd7 5.Bd3 c5 6.c3 Ric6 7.Rigf3 f6 8.exf6 Rixf6 9.0—0 cxd4 10.cxd4 Bd6 11.Re1 0—0 12.Rif1 Fb6 13.Rig3 Bd7 14.Bg5 Rig4 15.Be3 g6 16.Rig5 Rixe3 17.fxe3 Rie7 18.Fg4 Bxg3 19.Fxg3 Kg7 20.Rf1 Rae8 21.Fe5+ Kg8 22.Rf6 Ric6 23.Rxf8+ Rxf8 24.Fd6 Fxb2 25.Rf1 Rxf1+ 26.Bxf1 Fd2 27.Ff4 Rid8 28.h4 Fb4 29.Ff6 Ff8 30.Rixh7 Fe8 31.Rig5 Ric6 32.Bd3 Rie7 33.h5 Rif5 34.hxg6 Rid6 35.g7 Rif5 36.Bxf5 exf5 37.Kf2 f4 38.e4 dxe4 39.Fh6 e3+ 40.Ke1 1—0 Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 1 - 1 - 0 325 258 67 11 2 VB 1 1 - 0 - 0 337 283 54 11 3 Stjørnan 1 0 - 0 - 1 277 281 -4 8 4 StÍF 2 0 - 1 - 1 324 352 -28 7 5 Kyndil 0 0 - 0 - 0 294 293 1 6 6 Neistin 1 0 - 0 - 1 259 279 -20 5 7 Tjaldur 1 1 - 0 - 0 263 333 -70 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 13 11 - 2 37 15 22 14 2 Mjølnir 13 10 - 3 34 13 21 13 3 TB 13 9 - 4 32 15 17 10 4 Dráttur 13 5 - 8 20 32 -12 5 5 Fleyr 13 3 - 10 12 32 -20 5 6 KÍF 13 1 - 12 8 36 -28 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 10 10 - 0 30 2 28 12 2 Fram 10 6 - 4 22 14 8 8 3 SÍ 11 5 - 6 17 20 -3 7 4 Mjølnir 10 5 - 5 18 18 0 5 5 Fleyr 11 0 - 11 0 33 -33 0 1. deild - 5. umfar Heima Úti Stig HT KT 3-1 Olaf Berg Hans Kristian Simonsen 0-1 Rógvi W. Rasmussen Torbjørn Thomsen 1-0 Herluf Hansen Eyðálvur Johannesen 1-0 Haldur Suni Johansen Grettir Djurhuus 1-0 VT KTF 1-3 John Rødgaard Ólavur Simonsen 0-1 John Jacobsen Rani Nolsøe 1-0 Kári Durhuus Finnbjørn Vang 0-1 Jákup á Rógvi Andreasen Tummas M. Anthoniussen 0-1 TFS TT 2-2 Martin Brekká Bogi Ziska 0,5-0,5 Finnbjørn Zachariassen Jens Christian Hansen 0-1 Sámal Christiansen Wensil Højgaard 1-0 Gunnar Joensen Helgi Joensen 0,5-0,5 Støðan Lið Stig 1. HT 12 2. TFS 11 3. KTF 11 4. TT 11 5. KT 9,5 6. VT 5,5 Havnarmenn á odda Fyri Klaksvíkar Talvfelag gjørdi Ólavur Simonsen bart, tá hann vann á John Rødgaard 17 16 Nr. 13 - 21. januar 2003 Nú Piotr Krakowski tekur við sum venjari hjá EB/Streymi hevur hann fingið tveir av fyrrverandi leikarum sínum við sær FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eins og flest onnur feløg, so ætla tey í EB/Streymi at gera sítt til, at úrtøkan í komandi kappingarárið skal betrast nakað í mun til í fjør. Tað hevur verið frammi fyrr, at Marek Wierzbicki eftir eina fortíð í fleiri før- oyskum feløgunum nú skal taka eitt tørn saman við manninum, sum av fyrstan tíð fekk hann til føroyskan fótbólt, og nú er greitt, at EB/Streymur eisini fær tilgongd av tveimum øðr- um leikarum. Egil á Bø (fyrr Zachariasen) og Magni á Lakjuni hava báðir tveir verið partur av B36- hópinum seinnu árini, men komandi árið verður tað í EB/Streymi, at teir fara at spæla. Ov lítið av tíð Og í báðum førum tykist tað vera krøvini, sum vera sett einum felagi, sum vil gera seg galdandi í oddin- um, sum tykjast vera bein- leiðis orsøkin til skiftið. Báðir siga leikararnir í øllum førum, at teimum hevur dámt sera væl tíðina í B36, men at teir í løtuni ikki hava stundir at røkja venjingarskyldurnar í B36. - Sjálvur eri eg byrjaður at lesa HD, og tá eru snøgt sagt ikki stundir til at vera tøkur ávísa klokkutíð fimm til seks ferðir um vikuna. Eg skal ikki siga, at venj- ingin er lættari hjá EB/ Streymi, men eg havi fingið eitt sindur leysari teymar, enn eg annars vildi havt, og tí havi eg gjørt av at skifta, sigur Egil, og Magni á Lakjuni gevur eisini á leið somu orsøkir til sítt skifti. Hartil er tað eisini gald- andi fyri Egil á Bø, at hann við hesum vendir aftur til barndómsfelagið. Og spurdur beinleiðis um hetta, sigur hann eisini, at tað so avgjørt hevur havt sína ávirkan. - Tað sigur seg sjálvt. Nú er tað sjálvandi nakað síðani, at eg seinast spældi við teimum, men sjálvandi hevur tankin nortið við meg av og á. At skula venda aftur til barndómsfelagið. Sterkur hópur Og nógv bendir á, at tað verður eitt hampuliga væl mannað lið, sum EB/ Streymur fer at hava kom- andi árið. Umframt Teir báðar nýtilkomnu telir hópurin eisini sum nevnt Marek Wierzbicki, og so er tað eisini so, at fleiri leik- arar, sum áður hava verið burtur frá felagnum seinnu árini aftur hava funnið røtur sínar aftur. Her verður hugsað um leikarar sum Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen og Inga Hansen. Alt í alt ein sera spennandi blanding, sum saman við restini av hópin- um fara at taka kappingina upp við hini liðini í deild- ini, og uttan iva er vónin, at teir hesa ferð koma at skapa enn meira órógv í ovaru røðunum, enn teir hava gjørt tey bæði seinnu árini. GÍ, HB og B36 end- aðu øll í sama bólki, tá lutur varð kastaður um bólk- arnar í steypakapp- ingini LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Fríggjadagin varð lutur kastaður um, hvussu spælast skal, tá farið verður undir ársins út- gávu av kappingini um løgmanssteypið. Sum vant, so verður aftur í ár kappast í trimum bólkum, har fýra lið eru í hvørjum. Fyri at fáa kabalina at ganga upp, verða tó fyrst nakrir undankappingardystir, har veikast styrkismettu liðini skulu spæla um pláss í bólkaspælinum. Í ár verða hesir undan- kappingardystir leiktir soleiðis. 8. og 9. mars spæla TB-Fram, LÍF- Royn, ÍF-AB og B71- Sumba. Vikuskiftið eftir hetta spæla so vinnarnir av hesum dystum so endaliga undanumfarið til bólkarnar soleiðis: TB/Fram-LÍF-Royn og ÍF/AB-B71/Sumba. Kanónbólkur Sjálvt bólkaumfarið í steypakappingini verður leikt 22. mars til 23. apríl. Her vórðu liðini somuleiðis styrkismett, soleiðis at fremstu liðini í fjør ikki kundi koma í sama bólk. Tað forðar tó ikki fyri, at onkur av bólkunum vera sera sterkir á pappírinum. Ikki minst tí talið av lium ger, at tað altíð vilja vera fýra fyrstu- deildarfeløg í einum bólki. Í ár gjørdist tað bólkur trý, sum á pappírinum varð tann sterkasti. Meistararnir úr HB skulu her spæla ímóti grannunum og ivaleyst gullfavorittunum úr B36, siðvandu gøtu- monnunum, sum altíð kunnu geva øllum ein skarpan gang og so Skála, sum avgjørt má metast sum lítla liðið í hesum sambandinum. Í hinum báðum bólk- unum tykjast KÍ og NSÍ at vera greiðir favorittar, tó at ávíkavist VB og B68 ivaleyst vilja kapp- ast við, eins og tað verð- ur spennandi at fylgja FS Vágum og EB/ Streymi. Bólkarnir í steypa- kappingini gjørdust so- statt hesir: Bólkur 1 NSÍ B68 FS Vágar B71, ÍF, Sumba ella AB Bólkur 2 KÍ VB EB/Streymur TB, LÍF, Royn ella Fram Bólkur 3 HB GÍ B36 Skála Ein kanón- bólkur Felagið skal helst leita eftir nýggjum áleyp- ara fyri Toda Jónsson, men fyri fyrst tykjst teir hava styrkt um sterkastu verjuna í landinum SUPERLIGA Jákup Mørk Síðani tað gjørdist greitt, at hvørki Todi Jónsso ella Rune Pedersen fóru at leingja um sáttmálar sínar við FCK, hevur nógv verið tosað í donsku miðlunum um, hvørjar leikarar FCK fór at fáa í felagið ístaðin. Á málverjasessinum hev- ur ikki verið so nógv at hoyrt, og tó at tað heldru ikki hava verið so nógv álopsnøvn nevnd, so hevur okkurt verið tosað um ein evnaríkan ungan argen- tinskan áleypara. Hinvegin tykist FCK nú brádliga at hava styrkt um aðrar partav av verjuni. Framman undan er lítið at ivast í, at verjuparturin á liðnum er hin sterkasti í Danmark, og nú er so líkt til, at liðið verður enn betri fyri í so máta. Mánadagin skuldi FCK væntandi gera avtalu við fyrrverandi danska lands- liðsleikaran, Ole Tobiasen. Tobiasen spældi í FCK, áðrenn hann á sinni varð seldur til Herenveen. Har gekst somikið væl, at Ajax gjørdi av at keypa hann, og her fekk hann veruliga gjøgnumbrot sítt. Tríggir fylgjandi kross- bandsskaðar í knænum gjørdu tó sítt til, at talan gjørdist um alt ov fáar dystir í Ajax, og grundað nógvu skaðarnar vildi felagið ikki leingja sátt- málan við leikaran, og hev- ur hann tí í eitt ár spælt við AZ Alkmaar, haðani FCK nú hevur keypt hann. Ole Tobiasen er í dag 27 ára gamal, og kann spæla bæði í miðverjuni og á høgra bakki, og so er spurningurin, hvar Hans Bäcke fer at gera nýtslu av honum. FCK styrkir verjuna Úr B36 til EB/Streym Nú Andrzej Pacek og hinir úr EB/Streymi eru farnir undir aftur venjingarnar, hevur felagið fingið tilgongd av nøkrum nýggjum andlitum C M Y K 16