Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 21. januar 2003 19 Altjóða avbjóðingar- nar hjá yngru lands- liðunum fækka, nú A- landsliðið hjá monn- um er vorðið veruleiki HONDBÓLTS- LANDSLIÐ Jákup Mørk Tað vóru mong, sum fegn- aðust, tá HSF fyri trimum árum síðani kunngjørdi, at nú skuldi ferð aftur setast á A-landsliðini hjá monnum og kvinnum. Ein partur av ítøkiliga úrslitinum av hes- um var at síggja nú í januar mánaði, tá A-landsliðið hjá monnum fýra ferðir á rað spældi EM-undankapping- ardyst fyri fullsettari høll. Ein onnur ítøkilig avleið- ing – sum ikki hevur fingið eins nógva umrøðu – er, at Hondbóltssambandinum tørvar munandi størri peningaupphæddir, um alt landsliðsarbeiðið skal koyra. Feløgini fíggjaðu Arbeiðið við landsliðnum byrjaði tó afturi í 1993, tá nýggja nevndin í HSF setti sær fyri, spakuliga at byggja landsliðsaktivitetin upp. Tað varð hildið at vera skilabest, um arbeiðið tá byrjaði við yngru landslið- unum, soleiðis at vit eftir ávísum áramáli høvdu fleiri leikarar, sum høvdu verið í landsliðsskipanini frá ung- um árum, og sum tískil høvdu betri fortreytir at standa seg, tá krevjandi uppgávurnar við A-lands- liðunum stóðu fyri framm- an. Pengar skuldu sjálvandi til, og fyri at fíggja hendan aktivitetin varð samstarv fingið í lag við feløgini. Hetta varð skipað so, at fyri hvørt atgongumerkið, sum selt varð til landskapping- ardystirnar, fekk HSF 10 krónur. Hartil rindaðu fe- løgini eitt ávíst gjald fyri hvønn landsliðsleikara, sum tey høvdu. Allir pen- ingurin, sum HSF fekk á hendan hátt, varð oyra- merktur til arbeiðið við yngru landsliðunum. Tá veddingarpengarnir frá Dansk Tipstjeneste komu nøkur ár seinni, varð somuleiðis avrátt, at eisini hendan upphæddin skuldi oyramerkjast til ungdóms- landsliðini, soleiðis at hesi nú høvdu eitt enn tryggari grundarlag at standa á. Um sama mundið varð so eisini avrátt at fara í holt við A- landsliðini. Til at fíggja hendan partin varð ser- stakur stuðulsbólkur settur á stovn, og umframt tær sponsoravtalur, sum gjørd- ar vórðu kring landsliðsar- beiðið, vórðu eisini gjørdar sponsoravtalur við Føroya Tele og Poul Hansen um at verða høvuðsstuðlar fyri ávíkavist lands- og steypa- kapping. Tað vil við øðrum orðum siga, at pengarnir frá atgongumerkjum, gjaldið frá feløgunum og vedd- ingarpengarnir frá Dansk Tipstjeneste framvegis vóru ætlaðir ungdóms- landsliðnum. Samtyktirnar broyttar Hetta var eisini veruleikin fram til seinasta aðalfundin hjá HSF. Men eftir øllum at døma hevur ikki gingist nóg væl at fáa pening inn til A-landsliðið. Í øllum førum vórðu samtyktirnar tá broyttar soleiðis, at peng- arnir frá atgongumerkjum, feløgum og ítróttarvedding ikki longur eru oyramerktir til yngru landsliðini, men ístaðin til landsliðsarbeiðið sum heild. - Tað er rætt, at viðtøk- urnar vórðu broyttar á sein- asta aðalfundi, soleiðis at nevndin í HSF nú hevur størri rásarúm, tá gerast skal av, hvussu pengarnir skulu nýtast, sigur Petur Ove Petersen, formaður í HSF. Hinvegin heldur formað- urin tað ikki vera rætt, tá sagt verður, at hetta fer at raka aktivitetin við yngru landsliðunum. - Vit gjørdu av at minka nakað um hendan partin, og tó at minkingina var nakað størri, enn vit ætlaðu, so hava vit als ikki slept hes- um partinum. Talan verður tó helst ikki um undan- kappingardystir, men ætl- anin er, at yngru landsliðini skulu sleppa við til mill- umtjóða kappingar av ymsum slag. Eitt nú eru fleiri slíkar kappingar í Danmark og Svøríki, har tað eisini er vanligt, at onn- ur ungdómslandslið taka lut. Soleiðis slepst helst undan, at vit eitt nú skulu ferðast til Hvítarusslands fyri at fáa bank frá heims- meistarunum, og tí átti hetta bæði ítróttarliga og fíggjarliga at verið ein fyri- munur, heldur altso Petur Ove Petersen. Petur Ove viðgongur tó, at tað neyvan verður í ár, at hesar avbjóðingarnar verða. Fyrst og fremst sigur hann, at tey nú skulu gera eina eftirmeting av, hvussu undankappingin hjá mans- landsliðnum hilnaðist, og síðani verður gjørt av, hvussu hinir partarnar av landsliðsarbeiðinum skulu skipast. Fyrra hálvfinalan endaði við sigri á útivølli, og við fýra málum í rygginum, er ilt at ímynda sær, at VB ikki skal vinna fram til finaluna COCA-COLA KAPPINGIN KVINNUR Fyrsti av teimum fýra hálv- finaludystunum í Coca- cola kappingini hjá kvinn- um stóð á skránni, tá VB vitjaði í Havn leygardagin. Mett eftir úrslitunum í ár, so var einki at ivast í, at VB vóru favorittar at vinna dystin, og hendan metingin vísti seg eisini at halda. Tó at spælið langt ífrá var so málsøkið, sum tað fleiri ferðir hevur verið í ár, so var tað fyri tað mesta so, at VB hevði munin. Verður sæð burtur frá fyrstu 10 minuttunum, so hildu teir alla tíðina Neistanum í stuttum tjóðri, og tað, sum verjan ikki megnaði at byrgja fyri, endaði aloftast hjá væl leikandi Daiva Ylaite í málinum. Og tó at álopsparturin ikki gekk so væl, sum hann oftani hevur gjørt, so hevur VB her tvær av bestu indi- vidualistunum í landinum, og hesum báðum megnaði Neistin ongan tíð at halda. Við sigrinum er lítið at ivast í, at VB hevur meira enn annan fótin í steypa- finaluni, sum so verður teirra triðja í fýra ár. Við fýra málum umframt fyri- muninum av heimavølli í seinna dystinum er í øllum førum ilt at fáa eyga á, hvussu tær skulu missa móti Neistanum. Ikki minst, tá havt verður í huga gongdin hjá liðunum báðum í landskappingini, har Neistin í løtuni tykist skrambla fullkomuliga saman, meðan VB hinvegin heldur rimmarfast í odda- stríðnum. Dysturin í tølum Neistin-VB 15-19 (5-8) Málskjúttar: Neistin: Súna Mørk 6(3), Christina Holm 2, Lív Sør- ensen 2, Anna Clementsen 2, Ása á Neystabø 1, Rakul Augustinussen 1, Simona Dziugyte 1(1) VB: Reda Kurkaskiene 8(1), Rannvá Augustinus- sen 5, Daiva Tomaite 3(2), Eyðdis Kjærbo 1, Arnleyð Hjelm 1, Eyðbritt Krosslá 1, Laila Jespersen 1 Brotskøst: Neistin 6, VB 5 Utvísingar: Neistin 1, VB 3 Dómarar úr Kyndli: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr Neistin-VB 15-19 (5-8): VB nærkast steypafinaluni A-landsliðið fer við pengunum Ungdómslandsliðini hava seinastu átta árini verið hornasteinarnir í landsliðsaktivitetinum hjá HSF, men í ár verða avbjóðingarnar hjá hesum millum lítlar og ongar 19 18 Nr. 13 - 21. januar 2003 Mest sum alla tíðina var tað StÍF, sum var omaná, men seinastu tíggju minuttirnar slerdi Sóley Mikkel- sen torbona til, so- leiðis at meistararnir hóast alt fingu eitt stig við sær heim KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Í upptakt okkara til hond- bóltsvikuskiftið skrivaðu vit, at einki var at taka seg aftur í, at VÍF var stórfavo- rittur at vinna dystin á Skála móti StÍF. Seinastu vikurnar hevur pílurin hjá verjandi meistarunum nevnliga peiggjað beint uppeftir, meðan tær av álvara hava funnið meist- araspælið fram, og hinvegin hevur tað gingið beint øvugt hjá StÍF, eftir at tær eitt skifti annars høvdu verið á øðrum plássinum á stigatalvuni. Treiskaðust Kanska var tað eisini júst hetta, sum mól í høvdunum hjá VÍF, tá tær sunnudagin fóru á Skála. Nevnliga at talan í veruleikanum átti at verið um avgreiðsluspurn- ing, men tað var sjónligt, at hetta ikki var tað sama, sum StÍF ætlaði. Frá fyrsta bríksli tóktist nevnliga greitt, at júst hendan dystin ætlaði StÍF sær at nýta til at koma úr aftur naggatódnini hjá lið- num, og fyrstu løtuna royndu tær eisini at seta ferð á, til tess at geva gest- unum ein hvøkk. Hetta var tó um at gera av við StÍF, longu áðrenn dyst- urin veruliga var komin ígongd. Í royndunum at flyta bóltin skjótt sínamill- um komu fleiri óneyðug bólttap, og móti VÍF er hetta ikki nakað, sum mann ger órevsaður. Við nøkrum málum á rað kom mest sum alt fyri eitt munur ímillum liðini, og so skuldi ein kanska hildið, at nú var liðugt hjá heimaliðnum. Tær góvust tó ongantíð heilt at stríðast. Ikki minst tóktist Asta Petrauskiene at vera sera væl fyri, og tá VÍF samstundis ansaði ov lítið eftir skotmøguleikum hennara, fekk hon við jøvn- um millumbilum høgt bólt- arnar framvið verjuleikar- unum uttan nakran hjá møguleika hjá Manuelu Stan at verja fyri. Og so við og við mentust hinar á liðnum hjá StÍF eisini. Talan er í nógvum førum um evnaríkar ungar leikarar, sum uttan iva fara at seta dám á føroyskan hondbólt í komandi árun- um, men enn restar neyðugi stabiliteturin kanska í hjá teimum. Sunnudagin vóru tær tó fyri tað mesta á aldu- kambinum, og tó at VÍF til tíðir royndi at toga seg uppaftur, so var hetta ikki bara sum at siga tað. Stóri trupulleikin hjá VÍF var kanska eisini, at tær als ikki høvdu neyðuga tolið, sum skal til í einum hond- bóltsdysti. Fleiri ferðir vóru vunnir bóltar tveittir burtur, tí hugurin at fara í skjót mótálop var ov stórur, og í nógvum førum vóru skot- royndir bæði skundaðar og illa umhugsaðar. Og so stóð Kristina Griksaite eisini framúr dyst í StÍF málin- um, soleiðis at hon kundi taka sær av fleiri av møgu- leikunum, sum VÍF hóast alt fekk. Seinasti skotið mundi avgjørt Undan steðginum hevði StÍF soleiðis vunnið seg fram um VÍF, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki vóru eingi líkindi til, at hetta skuldi broytast. Yvir- høvur tóktist tað so, at støðan als ikki skuldi broyt- ast, tí tað gingu nærum 10 minuttir, áðrenn fyrsta málið eftir steðgin kom. Hetta fekk stÍF, og spaku- liga tóku tær at draga alt longur frá VÍF. Við um- hugsni og tolsemi fingu tær eitt alsamt betri tak á dystin, og so við og við fingu áskoðararnir var- hugan av, at her vendist ikki hjá VÍF. At venjararnir so eisini valdu at taka fleiri av vanligu lyklaleikarunum út, tóktist ikki gera støðuna betri, men kanska var tað hinvegin júst hetta, sum skuldi til. Seinastu tíggju minuttir- nar var nevnliga viðvent í holuni. VÍF hevði bert fingið tvey mál fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin, men við eini nú hvíldari Sóley Mikkelsen á vøllin- um, kom annað skil á. Skálakvinnan hjá VÍF bæði spældi og avsluttaði upp til sítt besta, og skjótt tók munurin at minka. Ein útvísing til StÍF gjørdist helst eisini sítt, og brádliga hevði VÍF togað seg upp á javnt. Ein minutt fyri leiklok vóru tær enntá frammanfyri. Beint eftir at hava skotið 20. VÍF málið varð Nicoleta Radu tó rikin av vøllinum, og soleiðis kundi StÍF fara í seinasta álopið við einum leikara í yvirtali. Og tað eydnaðist eisini at skora, tá bólturin varð tveittur út á veingin, har Anna B. Danielsen sendi í gólvið og upp undir nettakið. Og so var eisini um repp- ið, at StÍF vann dystin. Í seinastu royndini at fáa mál, fór Manuela Stan eis- ini við í álop, og tá bólturin varð mistu, hevði Asta Petrauskiene opið mál at skjóta eftir, men tíverri fyri hana og StÍF, so fór skotið beint við síðuna av. Broytti lítið á talvuni Hóast tað neyvan hóskaði VÍF serliga væl, at tær soleiðis skuldu vera fyri stigamissi, so broytti úr- slitið ikki stórvegis í oddin- um á stigatalvuni. VÍF er nú í kraft av betri málmuni frammanfyri VB á talvuni, tó at VB hevur ein dyst tilgóðar. Tað er tó einki at ivast í, at sum støðan er í løtuni, so skal VÍF vinna dystirnar á VB, um meistaraheitið skal varðveitast í bygdini, so har er einki broytt sum so. Hjá StÍF broyttist kanska heldur ikki so nógv á stiga- talvuni. Men lítið er at ivast í, at sjálvsvirðingin fekk eitt stórt kvink uppeftir, nú tær fyri aðru ferð í ár tóku stig frá VÍF. Hvat hetta kann koma at merkja fyri kappingina, er ilt at meta um, men í grundspælinum byrjaði upptúrurin hjá liðnum eftir sigurin á VÍF. Og tí er kanska væl hugs- andi, at StÍF nú aftur fer at gera um seg. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: Asta Petrauskiene 11(4), Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 2, Guð- run Ólavsdóttir 1, Alina Olaru 1, Anna Maria Berth- elsen 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 7(3), Nicoleta Radu 7, Fríða Marjunardóttir 2, Jacklin Durhuus 2, Alis Høghamar 1 Brotskøst: StÍF 5, VÍF 3 Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Morten- sen: Høvdu alla tíðina gott tak á. StÍF-VÍF 20-20 (12-11) Sóley bjargaði øðrum stiginum Asta Petrauskiene var mest sum flúgvandi ímóti VÍF, tá hon ferð eftir ferð hamraði bóltarnar inn um Manuelu Stan í VÍF- málinum Mydn: Álvur Haraldsen C M Y K 18