týsdagur 21. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 21. januar 2003
21
Hóast tað enn eru
sjey dystir eftir at
leika, so er nú líkt til,
at meistararnir úr TB
fáa sera tungt við at
verja heitið
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey bæði næstfremstu lið-
ini í meistaradeildini hjá
kvinnum, Mjølnir og TB,
mundu bæði vita, at talan
var um eitt slag av lagnu-
dysti, tá tey hittust sunnu-
dagin. Undan dystinum
vóru bæði liðini í hølunum
á ÍF, sum fyri fyrst hevur
lagt seg á odda, og tí var
mest sum alt avgerandi, at
eitt gott úrslit spurdist burt-
ur úr dystinum.
Tí mundi tað eisini koma
sera illa við hjá TB, at
avloysaraskipið til suður-
oyarsiglingina, St. Ola,
fekk skaða longu á fyrsta
túrinum. Hetta merkti eina
seinkaða fráferð norður-
eftir, og úrslitið gjørdist, at
TB liðið ikki var í Klaksvík
fyrr enn ein tíma undan
dystarbyrjan, og tað í sjálv-
um sær er ikki meira enn
næstbest.
Mjølnir riggaði
Tað skal tó einki takast frá
Mjølni av teirri orsøk, tí
sum skilst úr Klaksvík, so
var talan um ein hin besta
dystin, sum Mjølnir hava
leikt í ár.
Ikki minst riggaði verju-
parturin av liðnum sera
væl, soleiðis at annars
álopssterku TB-leikararnir
ongan tíð komu til sín rætt,
og ikki minst var hetta
tungur biti sálarliga hjá TB,
sum gjørdust alt meira mót-
falnar, sum dysturin leið.
Tey bæði fyrstu settini
hevði annars leikað rætti-
liga javnt á, men tá Mjølnir
so fekk veruliga takið á TB,
varð skarvurin mest sum
givin yvir.
Og einki er at ivast í,
sigurin á TB hevur givið
klaksvíkingunum vón um,
at tað kanska fer at bera til
hjá teimum í ár. Sum kunn-
ugt eydnaðist tað ikki hjá
liðnum at vinna seg fram í
steypafinaluna, men enn er
FM-møguleikin
opin.
Hvussu stuttur ella langur
vegurin til hetta er, fæst
ivaleyst at vita um tvær
vikur. Tá kemur ÍF á vitjan,
og sum støðan er í løtuni, er
einki at ivast í, at hetta
verður ein av avgjørdu
lykladystunum í samlaðu
uppgerðini a stigatalvuni.
Fram hevði ikki stór-
vegis trupulleikar av
at vinna grannaupp-
gerðina um viku-
skiftið
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
árið í ár bert er eitt av teim-
um hjá Fleyr, sum skjótast
gjørligt skulu í gloymi-
bókina. Eitt er, at felagið
undan árinum hevði gjørt
av, at nú skuldi eitt nýtt lið
spælast
saman,
og
at
felagið tí ikki hevði arbeitt
við at fáa nakran serligan
styrk til felagið.
Hinvegin er tað sam-
stundis ein sannroynd, at øll
hini feløgini í deildini hava
roynt at styrkt sær um
hópin, og tað hevur merkt,
at gloppið frá Fleyr og so til
hini er vorðið óvanliga
stórt.
Spenningur hevur mest
sum ikki verið í nøkrum
einstøkum setti hjálinum,
og soleðis var eisini sunnu-
dagin, tá grannauppgerðin
móti Fram stóð á skránni.
Hóast Fram hendan dag-
in hevði trupulleikar av at
manna liðið, tá fleiri leik-
arar høvdu forfall, so kom
ongan tíð upp á tal at geva
nakað sum helst frá sær í
dystinum. Uttan stórvegis
hóvasták vórðu tey trý
settini fingin til høldar, og
eftir eitt vikuskiftið av tí
meira friðarliga slagnum
kunnu teir í Fram nú gera
seg til at taka ímóti ÍF
komandi vikuskifti. Og
einki er at ivast í, at tað
verður ein heilt annar
dystur.
Sonevnt taraflex-
undirlag verður lagt á
gólvið í Ítróttarhøll-
ini á Hálsi, tá steypa-
finalunar í flogbólti
verða á skránni
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani flogbólturin fyri
trimum árum síðani fekk
sína egnu steypakapping,
hevur hetta í nógvar mátar
verið mett sum eitt slag av
flaggskipi hjá flogbóltin-
um. Finaludystirnir hava
verið varpaðir beinleiðis í
bæði út- og sjónvarpi, og
yvir høvur hevur tað hepn-
ast sera væl at draga
áskoðararnar hjá ymsu
feløgum við, soleiðis at
talan mest sum altíð hevur
verið um fullsetta høll.
Og tað tykist eisini so, at
tað alla tíðina verður arbeitt
miðvíst við at gera karm-
arnir kring finaludystirnar
enn betri. Eitt nú hevur
talan á hvørjum ári verið
um altjóða dómara, sum er
komin
higar
at
døma
finaludystirnar.
Og árið í ár er so einki
undantak í so máta. Tað
hevur longu verið nevnt, at
ætlanin er at seta stór-
skíggja upp í høllini, so-
leiðis at áskoðararnir fáa
fylgt enn betri við dystin-
um, og nú er so enn eitt stig
tikið rætta vegin. Flogbólts-
sambandið hevur nevnliga
gjørt av, at finaludystirnir í
ár skulu spælast á sokall-
aðum taraflexc-gólvið, sum
vanliga verður nýtt til allar
stórar kappingar uttan-
lands.
Nýtt gólv til flogbóltin
Fram-Fleyr 3-0 (25-11, 25-15, 25-14):
Tannleys lokaluppgerð
Mjølnir-TB 3-1 (25-22, 20-25, 25-13, 25-14):
TB tykist fáa tað tungt
Tað var fyrst og fremst
við einum væl virkandi
verjuparti, at Mjølnir
fekk takið á TB, og nú
tykist FM-dysturin at
gerast eitt stríð millum
Klaksvíkina og
Fuglafjørð
21
20
Nr. 13 - 21. januar 2003
Føroyar eru nú
nummar 116 á
altjóða styrkislist-
anum hjá FIFA
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Á hvørjum mánaði letur
altjóða
fótbóltssam-
gongan,
FIFA,
ein
nýggjan styrkislista úr
hondum, har tær 204
limatjóðirnar
verða
styrkismettar. Styrkis-
metingin er grundað á,
hvussu liðini hava staðið
seg seinnu árini, soleiðis
at dentur eisini verður
lagdur á, hvat slag av
dysti talan er um, eins
og styrkin hjá mótstøðu-
liðinum verður havd í
huga.
Januar mánaður er
vanliga ein sera friðar-
ligur mánaður viðvíkj-
andi landsdystum, og tí
eru broytingarnar á list-
anum sera fáar hesaferð,
men tó so. Onkrar eru.
Tó at Føroyar ongan
dyst hava spælt, síðani
tepra tapið ímóti fjórð-
sterkastu tjóðini á list-
anum, Týsklandi, so eru
vit hesa ferð farin trý
pláss niður á listanum.
Hetta
tí
Singapore,
Libanon og Maleisia øll
hava
gjørt
rættilig
skarvslop á listanum.
Annars er Danmark
sambært styrkismeting-
ini framvegis nógv tann
sterkasta norðulendska
tjóðin. Ofta hava Noreg
og Svøríki eisini ligið
sera frammarliga í hes-
um, men seinastu mán-
aðirnar eru tey bæði
dottin hampuliga langt
niður á listanum.
Vert er eisini at bíta
merki í, at øll Skotland,
Ísland og Litava, sum øll
skulu spæla móti Føroy-
um í ár, øll gingu aftur á
listanum, sum vit part-
víst hava endurgivið nið-
anfyri. Tølini í klomb-
rum sýna, hvussu liðini
vórðu styrkismett fyri
inum mánaði síðani.
nummar
land
1 (1)
Brasil
2 (2)
Frakland
3 (3)
Spania
4 (4)
Týskland
5 (5)
Argentina
6 (6)
Holland
7 (9)
Turkaland
8 (7)
Ongland
9 (8)
Mexico
10 (10)
USA
12 (12)
Danmark
24 (24)
Svøríki
25 (26)
Noreg
43 (43)
Finnland
60 (58)
Skotland
61 (58)
Ísland
80 (78)
Litava
116 (113)
Føroyar
Trý niðureftir
Tað var bara í fyrsta
settinum, at SÍ mut-
aði nakað ímóti, tá
teir sunnudagin vitj-
aðu á kambsdali í eitt
slag av upptakt til
steypafinaluna
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað varð sagt undan dystin-
um millum ÍF og SÍ, at
hetta var eitt slag av und-
anframførslu til steypa-
finalurnar í flogbólti, har
bæði liðini skulu spæla
ímóti hvørjum øðrum.
Og skal metast eftir dyst-
inum sunnudagin, so er
eingin sum helst ivi um, at
fuglfirðingar ætla sær at
vinna alt tað, sum er at
vinna í ár. Verur sæð burtur
frá fyrsta settinum ella har
á leið, so var nevnliga ong-
an tíð nakar ivi um, hvat
liðið var hitt sterkara
sunnudagin. Snøgt sagt, so
spældu fuglfirðingar sum
teimum lysti, og tó at sørv-
ingarnir stríddust, so tóktist
hetta ikki at muna tað allar
minsta móti væl upplagda
heimaliðnum, sum alla
tíðina megnaði at leggja
trýst á.
Sum sagt, so mundi tað
einamest vera sum upptakt
til steypakappingina, at
dysturin
hevði
áhuga.
Sjálvandi var talan eisini
um dyst millum tey bæði
liðini, sum liggja ovast á
stigatalvuni, men her mun-
urin longu nú somikið
stórur, at tað skal nakað væl
meira enn eitt undur til, um
nakað av hinum liðunum
skal gera sær vónir um at
taka ÍF aftur.
Eftir tapið seinasta
vikuskiftið var kravið
hesaferð ein sigur, tá
Holte á útivølli spældi
móti Marienloyst
Volley
FLOGBÓLTSÚTISETI
Jákup Mørk
Fyri
Bárð
Mikkelsen
mundi tað kennast nakað
serligt, nú teir í Holte á
útivølli skuldu royna seg
móti Marienlyst, sum er
fyrrverandi felagið hjá
Holte.
Eftir at teir beint fyri jól
vunnu steypafinaluna, kom
Holte nevnliga niður aftur á
jørðina, tá teir í einum sera
spennandi dysti máttu lúta
fyri Arhus seinasta viku-
skifti, og tí var alneyðugt
við einum sigri á Marien-
lyst um vikuskiftið.
Og hetta var eingin løtt
uppgáva. Marienlyst var
nevnliga liðið, sum endaði
ovast í grundspælinum,
sum annars verður mett
sum hitt javnasta í danskari
flogbóltssøgu.
Fyrstu løtuna av dystin-
um var annars líkt til, at
talan ikki skuldi gerast um
serliga trupulleikar hjá
Holte. Tó at Marienlyst var
væl við, so vann Holte
nevnliga tey bæði fyrstu
settini, men so tók heima-
liðið brádliga yvir. Teir
vunnu tey bæði næstu sett-
ini hampuliga sannførandi,
so tá farið varð undir av-
gerandi javnbrótaran stóð
hampuliga nógv á hjá
Holte. Seinastu dystirnir
hava tó helst lært teir nakað
um, hvussu nervarnir skulu
stýrast í spentu støðunum,
og tað eydnaðist eisini at
vinna fimta settið.
Enn eru bert tveir dystir
leiktir í danska elitu-enda-
spælinum, og tí er sjálvandi
ilt at meta um, hvønn
týdning sigurin fær fyri teir
í Holte, tá alt verður gjørt
upp, men fyribils ber í øll-
um førum til at staðfesta, at
felagið er við í kappingini.
Tó at Dráttur togaði
eitt sindur ímóti, so
helt ÍF fast um odda-
sessin
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Dráttur hevur í ár argað ÍF
eina einstaka ferð, tá tær
vunnu
heimadystin
í
grundspælinum. Tí vóru
tær úr Fuglafirði ávaraðar,
tá tær sunnudagin enn eina
ferð skuldu taka ímóti
Drátti, og hesaferð kiksaði
tað ikki hjá oddaliðnum.
Tó so, so togaði Dráttur
eitt sindur ímóti . Eftir at ÍF
hevði vunnið fyrsta settið
so toluliga sannførandi, var
tað brádliga Dráttur, sum
tók sær av næsta settinum.
Kanska gav hetta eisini
Drátti trúnna uppá, at tað
skuldi verða gjørligt at basa
oddaliðnum einaferð enn,
men vóru slíkar vónir til, so
vórðu tær so dyggiliga
gjørdar til einkis. ÍF setti
nevnliga fulla ferð á í tríðja
settinum, sum varð vunnið
uttan stórvegis roks, og at
Dráttur so enn einaferð
royndi at muta eitt sindur
ímóti seinasta settið, fekk
minni týdning.
Við sigrinum helt ÍF
sjálvandi fyrst og fremst
fast um oddasessin, og tað
var sjálvandi tað, sum
dagurin fyrst og fremst snúi
seg um. Hinvegin er einki
at ivast í, at tað frøddi ÍF
almikið, at TB samtundis
snávaði í Klaksvík. Hetta
inniber nevnliga, at ÍF nú
hevur ein part minni at
stríðast við í oddinum, har
talan annars hevur verið um
trý lið størsta partin av árin-
um. Og samstundis er
greitt, at vit um tvær vikur
fáa ein veruligan lykladyst í
gullstríðnu, tá ÍF vitjar í
Klaksvík. Megnar ÍF tá at
endurtaka
sigurin
frá
Mjølnir kappingini, liggja
tær meira enn væl fyri at
vinna fyrsta meistaraheitið
hjá kvinnunum.
Holte kom í gongd
ÍF-Dráttur 3-1 (25-19, 22-25, 25-10, 25-22)
ÍF heldur fast
ÍF-SÍ 3-0 (25-22, 25-16, 25-18):
ÍF tekur
greipuna
ÍF hevur í løtuni nógv tað sterkasta mansliðið í føryosku flogbóltskappingini, og hetta varð undirstrikað, tá teir sunnudagin
sendu sørvingar tómhentar heimaftur
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt,
at
Heilsu-
frøðiliga starvsstovan
tann 20.januar 2003,við
heimild í grein 26 í løg-
tingslóg nr. 134 frá 29.
oktober 1988 um um-
hvørvisvernd og kunn-
gerð nr. 54 , grein 1, stk.
4, hevur góðkent:
Kryvjivirkið hjá
P/F Vestsalmon
í Kollafirði
Góðkenningin liggur al-
ment frammi á Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni.
Avgerðin kann kærast
til Landsstýrismannin í
u m h v ø r v i s m á l u m .
Møgulig
kæra
skal
sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Falkaveg-
ur 6, 2. hædd, FO-100
Tórshavn, í seinasta lagi
fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin
kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni,
www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 549,
P/F Hvilvtenni, 520 Leirvík.
Felagið er samanlagt við
skrásetingar-nr. P/F 2485,
P/F Kjartan Joensen,sum
samstundis verður strikað.
Skráseting Føroya tann 17.
januar 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2485,
P/F Kjartan Joensen, 520
Leirvík.
Navn: P/F Kjartan Joensen
Adressa: 520 Leirvík
Felagið er strikað eftir
samanlegging við
skrásetingar-nr. P/F 549, P/F
Hvílvtenni.
Skráseting Føroya tann 17.
januar 2003
Kristin Balle
________________________