Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 13 - 21. januar 2003 Flogbóltssambandið skipaði um vikuskift- ið fyri bowling-kapp- ing, har tey, sum vanliga fáast við at siga frá ítrótti, vórðu send á vøllin BOWLING Jákup Mørk Um vikuskiftið varð eitt heldur óvanligt ítróttartil- tak fyriskipað í bowling- høllini á Hálsi. Tað var Flogbóltssambandið, sum hevði sett sær fyri, at nú skuldu ymsu fjølmiðlafólk- ini innan ítrótt kappast, og fyri at finna eina ítrótt, har øll kundu vera við, varð gjørt av, at talan skuldi vera um eina bowling-kapping. Upprunaliga vóru 28 fjølmiðlafólk boðin við til tiltakið, og tó at onkur frá- fall vóru væntandi, so vóru 20 luttakarar við í kapping- ini, sum hevði fingið navnið, Atlantic-Airways Open. Tað var nevnliga so, at vinnarin av kappingini vann ein Apex-ferðaseðil. Klokkan 18.00 varð lagt til brots, og eftir tveir in- tensar tímar varð teldan í bowling-høllini so sett at skriva ymsu spølini út, soleiðis at Magni Arge kundi boða frá, hvør varð vinnarin av kappingini. Undir handanini tók Magni Arge skemtandi til, at stigini hjá ymsu luttak- arunum týðiliga bóru prógv um, hví hesir høvdu valt at siga frá um ítrótt, heldur enn at íðka ítrótt sjálvir, og undir øllum umstøðum kann staðfestast, at talvan við norðari bróstið á bowl- ing-høllini neyvan skal kenna seg hótta av teimum, sum tóku lut hetta kvøldið. Tá alt kom til alt, so gjørdist endaliga støðan tann, at Jákup Bogi Joensen av Dimmalætting gjørdist vinnari við 158 stigum. Honum á baki kom Bjarn- heðin í Hoyvík úr Sjón- varpinum, sum eitt skifti var á odda, men við sínum 153 stigum gjørdist hann akkurát ov stuttur. Triðja plássið vann Bjartur Nol- søe, sum skrivar ítrótt á sportal.fo. Hann fekk 148 stig í sínum besta spæli. Umframt Apex-ferðaseð- ilin til vinnaran, vórðu virð- islønir eisini lætnar teimum báðum næstu monnunum, og hartil varð eisini ein serlig virðisløn latin leikar- anum við vánaligasta spæl- inum. Hendan ivasama heiðurin fekk Símun á Høvdanum, men sjálvur segði hesin, at hetta eina- mest komst av, at hann í heilum mátti hugsa um myndatólið, heldur enn at savnað tankarnar um tær tíggju keylurnar, sum kopp- ast skuldu. Fyri royndina fekk Símuin tó heiðursbræv við áskriftini »Krevur bata«, og fyri eisini at vísa hetta í verki, varð hjálagt eitt gávubræv til bowling-høll- ini til ein venjingartíma. EM-undankappingin Bólkur 1 v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Litava 6 4 - 1 - 1 146 130 16 9 2 Grikkaland 6 3 - 0 - 3 135 135 0 6 3 Slovakia 6 2 - 1 - 3 149 151 -2 4 4 Italia 6 2 - 0 - 4 133 147 -14 4 Bólkur 2 v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Noreg 6 5 - 0 - 1 191 138 53 10 2 Hvítarussland 6 5 - 0 - 1 167 155 12 10 3 Rumenia 6 3 - 0 - 3 177 175 2 6 4 Luksemburg 6 0 - 0 - 6 133 200 -67 0 Bólkur 3 v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Finnland 6 6 - 0 - 0 165 122 43 12 2 Ísrael 6 4 - 0 - 2 154 127 27 8 3 Belgia 6 1 - 1 - 4 133 153 -20 2 4 Føroyar 6 0 - 1 - 5 110 160 -50 0 Bólkur 4 v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Turkaland 6 5 - 0 - 1 179 144 35 10 2 Eysturríki 6 5 - 0 - 1 182 136 46 10 3 Cypros 6 1 - 0 - 5 129 159 -30 2 4 Georgia 6 1 - 0 - 5 142 193 -51 2 Bólkur 5 v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Sveis 6 5 - 0 - 1 183 150 33 10 2 Makedonia 6 4 - 0 - 2 202 179 23 8 3 Letland 6 3 - 0 - 3 164 178 -14 6 4 Bulgaria 6 0 - 0 - 6 149 191 -42 0 Bólkur 6 v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Ukraina 6 5 - 0 - 1 139 104 35 10 2 Bosnia Hersegovina 6 4 - 1 - 1 126 114 12 8 3 Estland 6 1 - 1 - 4 124 147 -23 2 4 Holland 6 1 - 0 - 5 129 153 -24 2 Bæði Finnland og Noreg vunnu sínar bólkar í EM-undan- kappingini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Norðurlendsku liðini stóðu seg væl, nú undankapping- arbólkarnir í EM kapping- ini í manshondbólti vórðu leiktir. Finnland, sum var í okkara bólki, endaði ovast, eftir at teir eisini megnaðu at vinna seinna dystin á Ísrael, sum annars varð mett sum favorittur at vinna dystin. Kanska hevði tað nakað at siga í so máta, at Ísrael av politiskum ávum mátti spæla allar dystirnar á út- vølli, men tað mundu finn- lendingarnir leggaj vertin á, tá avgerandi dystirnir stóðu á skránni. Eisini Noreg megnaði at vinna sín bólk í kappingini. Kappingin her var fyrst og fremst við Hvítarussland, sum eisini var á odda í bólkinum fram til næst seinasta umfarið. Her gjørdi Noreg tó greitt, tá teir vunnu báðar innanhýsis dystirnar sannførandi. Og frá einum føroyskum sjónarhornið er kanska eisini stuttligt at staðfesta, at tølini tala fyri seg, tá metast skal um, hvussu sterkur bólkurin hjá Føroy- um var við seinastu undan- kapping. Her vóru mót- støðuliðini Rumenia, Lita- va og Sveis, og tey bæði seinast nevndu vunnu sínar bólkar hesaferð. Hartil megnaði Rumenia í sínum bólki at basa oddaliðnum úr Noreg, men í samlaðu støðuni var hetta tó langt ífrá nóg mikið. Føroyska manslands- liðið í hondbólti var fyri greiðum tapi í seinasta dystinum, tó at tað leingi var líkt til, at talan enn eina- ferð skuldi gerast um spennandi dyst HONDBÓLTUR Jákup Mørk Føroyska manslandsliðið í hondbólti leikti sín seinasta dyst í EM-undankapping- ini, tá teir leygarkvøldið vóru í Belgia. Sum kunnugt endaði heimadysturin móti Belgia við javnleiki, og tí var væntandi, at Føroyar aftur hesa ferð kundu gera ein vørr. Størsti trupulleikin hjá okkara monnum undan dystinum var helst, at breiddin í bakspælarunum var um at gerast dekan ov lítil, og eftir dystin kann helst eisini staðfestast, at tað fyrst og fremst var væntandi breiddin, sum kostaði. Allan fyrra hálvleik og partvíst í seinna hálvleiki var tað nevnliga so, at før- oyska liðið var væl við. Eitt skifti vóru okkara menn eisini frammanfyri, men so gekk brádliga heilt galið. Orkan á føroysku leikarun- um gekk undan, og ístaðin gjørdist talan um ein trygg- an belgiskan sigur, soleiðis at Føroyar endaðu á niðasta plássinum í bólkinum. Føroyskur toppskjútti hesa ferð varð Sveinur Just- inussen, sum annars var ivasamur undan fráferðini, tí hann hevði ligið sjúkur í vikuna. Honum á baki komu Heini Joensen og Bárður Brimvík við trimum málum hvør. Martin Hummeland og Høgni Klein skutu báðir tvey mál, meðan Ingi Olsen, Áki G. Olsen og Mortan Hansen skutu eitt mál hvør. Stórdystirnir bíða Í steypakappingini hjá kvinnunum varð lutur kastður um dystirnar fríggjadagin, og á pappírinum slapst í øllum førum undan, at nøkur a sterkastu liðunum hittast alt fyri eitt. Av teimum 12 liðunum, sum skulu kappast um steypið, skulu átta teirra taka lut í fyrsta umfarinum. Vinnararnir av teimum fýra dystunum her, koma so í fjórðingsfinalunar, har Skála, KÍ, B36 og VB longu eru komin. Dystirnir í fyrsta umfarinum eru: GÍ-EB/S, B71- AB, Sumba-HB og FSV-B68. Í fjórðingsfinalunum verður leikt soleiðis: Sumba/HB-GÍ/EB/S, KÍ- FSV/B68, Skála-B36 og B71-AB-VB. -jm Frásøgufókini kappaðust Stór norðurlendsk umboðan Belgia-Føroyar 24-17 (10-12): Taptu seinasta dystin Stjórin í Atlantsflog var sjálvandi á staðnum, tá vinningurin skuldi handast, og tó at hann eisini var at síggja við breytirnar, so var frammaundan gjørt av, at hann ikki hevði loyvi at taka lut í kappingini Mynd: Símun á Høvdanum Jú. Stílurin er góður. Men tað var kortini ikki nóg mikið hjá Tórða Mikkelsen, sum mátti lata sær lynda eitt pláss uttanfyri topp trý Mynd: Símun á Høvdanum C M Y K 22 Nr. 13 - 21. januar 2003 23 Sethús til sølu Vegna Føroya Skiftirætt lýsa vit ognina Áargeil 13 B,Tórshavn, til sølu. Húsini eru bygd uml.1980.Húsini,sum eru onnur helvtin av einum dupulthúsum, standa í Áargeil 13,Tórshavn, og hava kjallara, miðhædd og loft. Húsini eru eini timburhús í trimum hæddum, hvør hæddin 56 m2.Takið er úr aluminium.Húsini verða upphitað við miðstøðuhita. Grundøkið er til víddar 283 m2. Sethúsini standa centralt fyri og hava gott útsýni yvir Havnina, serliga av loftinum, og standa út til Vestara Ringveg. Skiftirætturin tilskilar sær rætt at velja millum inn komin tilboð og til ongum at taka av. Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær til Christian Andreasen, advokat. Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ó. J. Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Aðalfundur 2003 Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum leygardagin 22. febr. 2003 kl. 13.30 Skrá: Aðalfundurin byrjar við, at Mogens Seider, næstfor- maður í SL (Sosialpædagogernes Landsforbund) leggur fyri við at tosa um evnið „etisk værdigrund- lag“. Aftaná verður orðaskifti um evni. Regluligi aðalfundurin verður settur kl.15.30 - smb. lógum felagsins. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1. febr. 2003. Nevndin í Føroya Pedagogfelag Lýsing eftir dagrøktara Søkt verður eftir dagrøktara til kommunalu dag- røktina í Oyndarfjarðar kommunu at byrja tann 15. februar 2003 ella skjótast eftir hetta. Ein treyt fyri at søkja starvið er, at dagrøktarheimið skal vera barnavinarligt innrættað, har rúm er til børnini at spæla, og at eitt hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri. Annars arbeiðir kommunan við at fáa møguliga spælistovu til vega, har dagrøktararnir saman við børnunum í ansingini kunnu verða partvísa tíð. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Før- oya Arbeiðarafelag og Føroya Kommunala Arbeiðs- gevarafelag fyri dagrøktarar, og er henda hesum ásett eftir lønaraldri pr. 01. januar 2001 til kr. 2.947,37 fyri hvørt barnið fulla tíð.Av skattskyldugu inntøkuni verður harumframt goldið til lívstrygg- ingar- & eftirlønarskipan hjá Føroya Arbeiðarafelag 3.8%. Anciennitetshækking fer fram fyri hvørt fulla ár í starvi. Av nevndu upphædd verður 1/3 at rokna sum skattafrí veiting fyri slit av heimi v.m.sambært grein 5, stk. 7. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Árna Joensen, borgarstjóra á telf. 444545 ella 210540. Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinsta lagi fríggjadagin 31. januar 2003 kl. 16.00. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn- komnar umsóknir ella onga at taka. Oyndarfjørður, tann 22. august 2002 Oyndarfjarðar kommuna Sethús í Havn til sølu Javnagøtu 10 Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar og standa í barnavinarligum, friðarligum umhvørvi við góðum útsýni. Báðar hæddir eru innrættaðar, við íbúð í niðaru hædd. Grundøkið er uml. 500 fermetrar. Uttanum húsini er stoyptur garður við trægirðing. Byggiár: 1983. Kostnaður: kr. 1.875.000 Áhugað kunnu ringja tlf. 322424 ella 254637 Frá Føroya Psoriasisfelag Vit vilja hervið boða frá at komandi viðgerðartúrur til Bláa Lónið verður 13. apríl til 9. mai 2003. Tey, ið hava tørv á viðgerð verða biðin um at fara til egnan kommunulækna. Læknin fyllir umsóknarblað út og sendir tað til húðlæknan. Umsóknin skal latast inn í seinasta lagi 1. februar 2003. Um ivaspurningar eru hesum viðvíkjandi eru tit vælkomin at ringja á tlf. 424 179. Bókhald Til eitt virki í Tórshavn verður søkt eftir einum fólki til bókhalds- og skrivstovuarbeiði. Tann, ið setast skal í starvið, má hava góðan kunnleika til bókhald og kunna arbeiða sjálv- støðugt. Kunnleiki til enskt mál er neyðugur. Løn sambært avtalu. Starvið skal setast skjótast gjørligt. Allar um- sóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2003. RASMUSSEN & WEIHE Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F An associated firm of Á Glaðsheyggi P.O. Box 30 FO-110 Tórshavn e-mail: Tlf. (+298) 311017 rasmussen@rasmussen.fo Fax (+298) 311018 www.rasmussen.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo 23