fríggjadagur 28. apríl 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
Fiat Multipla — ein øðrvísi bilur
MAGNUS GUNNARSSON
Tá Fiat Multipla fyrstu ferð
varð vístur fram á altjóða
bilaframsýningini í Torino
í 1996, vóru tey flestu á ein
um máli um, at Fiat ikki
tordi at framleiða hendan
bilin, sum var so øðrvísi og
líktist
einum
springara
framman. Men tað gjørdu
teir, og nú hava vit bilin her.
Multipla, ið er ein MPV bil-
ur, livir væl og virðiliga upp
til sítt navn sum ein multi-
bilur.
Flest øll koma
við eini viðmerking
Tey, sum koyra við Fiat
Multipla, verða skjótt greið
um, at tað er sera lætt at
koma í samband við fólk, tí
øll hava okkurt at siga um
útsjóndina á bilinum. Held-
ur ikki er vandi fyri, at tað
ikki verður lagt merki til tín.
Hetta er væl skiljandi, tí
Multipla hevur eitt so øðr-
vísi design, at flest øll mugu
koma við eini viðmerking.
Mátin, sum Multipla er
gjørdur uppá, er genialur.
Meðan flestu 6 persónabilar
hava setrini býtt í trý røð,
kann Multipla hava seks
persónar á tveimum røðum,
har tey hava hvør sítt setur
við góðum plássi. Stólar-
irnir kunnu leggjast niður
og brúkast sum borð, eins
og baksetrini kunnu takast
út. Lætt er at koma inn og
út gjøgnum tær breiðu hurð-
arnar. Dúrkið er púra slætt,
og nógv smá rúm eru til at
leggja ting frá sær í. At
innaru hurðahandtøkini eru
so stór, er ein góð hjálp í
vindi, tá tað kann vera skjótt
at missa hurðina.
Stuttur, breiður
og høgur
Tá ein bilur er høgur, hevur
breiddin stóran týdning fyri
koyrieginleikarnar, tí breið-
ari bilurin er, lægri verður
tyngdarpunktið, og betri
klárar bilurin seg í svingum.
Multipla er 399 cm langur,
187 cm breiður og 167 cm
høgur. Undarlig mát fyri ein
familjubil, men Multipla er
sera stúttur í svingum og
koyrieginleikarnir er heilt í
topp.
Hjá bilføraranum er alt
væl innrættað, man skal tó
venja seg við, at øll instru-
mentini eru í miðjuni á
instrumentborðinum, men
allar kontaktir og tað, tú
hevur brúk fyri undir koyr-
ing, er har tað skal vera.
Rættið kann stillast í hædd,
og førarasetrið kann stillast
4 cm uppeftir. Forlyktirnar
eru í trimum hæddum.
Langljósini eru ovast, líka
undir forrútinum, nærljósini
eru í vanligari hædd, og
toklyktirnar í kúfangara-
num.
Standardútgerðin er eisini
umfatandi við t.d. ABS
bremsum, airbag framman
og í síðunum, elektroniskari
startsperru, servostýring,
sentrallás, el-rútum framm-
an, el-síðuspegl við varma.
Multipla, sum fæst við
bensin og dieselmotorum,
er ein praktiskur, spennandi
og øðrvísi bilur.
Fiat Multipla
1.6 100 SX
Motorurin
4 syl bensin 16V 103 HK
0-100 km/t
12,6 sek.
Trekk
Framman/5 gear
Bremsur
Skivur framman
og trumlur aftan
Dekkstødd
185/65-15
Stødd og vekt
Longd
399 cm
Breidd
187 cm
Hædd
167 cm
Eginvekt
1275 kg
Viðførisrúm 430 litrar
Prísur
kr. 169.600
Aðrar útgávur
1.6 l 100 ELX 16V bensin. kr. 184.600
1.9 l 105 SX JTD diesel kr. 194.600
1.9 l 105 ELX JTD diesel kr. 208.600
Søluumboð
Bilfríðkan
Smiðjugerði
FO-110 Tórshavn
Tey, sum koyra við Fiat
Multipla, verða skjótt
greið um, at tað er sera
lætt at koma í samband
við fólk, tí øll hava okkurt
at siga um útsjóndina á
bilinum. Heldur ikki er
vandi fyri, at tað ikki verð-
ur lagt merki til tín…
Mynd: Jens Kristian Vang
Framsýningarbilar hjá Sofusi
Bilarnir hjá Sofusi Hansen
hava altíð verið nakað ser-
ligt.
Teir hava fingið nógva
umtalu her heima, og teir
hava vunnið fleiri virðisløn-
ir uttanlands, serliga í Svør-
íki, har Sofus Hansen eisini
hevur arbeitt.
Sofus Hansen lærdi til
bilsmið hjá Hans Johannes
Clementsen, og hevur hann
mst fingist við at umbyggja
og lakkera bilar.
Sofus er nú í ferð við at seta henda VW Transportaran við last í upprunastand. Ein
sera hugnaligur gamal bilur frá 1964 - sum bert koyrdi 8.000 km til hann rendi í
veggin í tunnlinum norður í Sund á Borðoynni. Sofus keypti bilin úr Norðdepli
Inni í garasjuni hjá Sofusi. VW Boblan við
Mercedes fronti, sum kom á annað plássi á eini
altjóða bilaframsýning í Svøríki, har einir 3000
bilar úr øllum heiminum luttóku. Bilurin
høgrumegin er ein Chevrolet Corvette, sum
Sofus hevur bygt so nógv út, at hann er ikki til
at kenna aftur
Hesin Citroën CX hjá Sofusi hevur vunnið triðju virðisløn í »Costom Cars-framsýning«
í Svøríki
Sofus við Corvette‘num. Hesin fer óiva eisini at vinna virðislønir uttanlands í
framtíðini. Wheels-framsýningarnar í Svøríki spyrja javnan eftir honum…
Herfyri kom Sofus framvið eini framsýning í Odense í hesum Corvette‘inum. Hann
varð biðin um at steðga á til virðislønirnar skuldu latast - og fekk hann heilt óvæntað
aðru virðisløn fyri útbygging og lakkering…